24
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 UNGA ÆTTARLIÐIÐ VIL SAMSTARVA HELDUR ENN AT LOYSA SEINASTA NÝGGJA ÚR KÍ HANUS SAMRÓ VIÐ EINI DAGFØRDARI UNGDÓMSSKALDSØGU VIT FREMJA FLEIRI STÓRMÁL HETTA VALSKEIÐIÐ – UTTAN LÁNTØKU Sí lýsing í blaðnum Uppskot til Ársins Rósu 2014 JÓHANNA OG ELISA- BETH HAVA NÚ LATIÐ 6 BØKUR ÚR HONDUM

Nordlysid nr 38 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 38 Mikudagin 26. nov. 2014

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 38 2014

- lokala røddin sí ðani 1915 9772245065007

NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

UNG A Æ T TA RL I ÐI Ð V IL S A MS TA RVA

HEL DUR ENN AT L OYS A

SEINASTA NÝGGJA ÚR KÍ H A NUS S A MRÓ V I Ð

EINI D AGF Ø RD A RIUNGDÓMSSK A L DS ØGU

V IT FREMJA FLEIRI STÓRM Á L HET TA VA LSK EIÐIЖ UT TA N L Á NTØ KU

Sí lýsing í blaðnum

Uppskot tilÁrsins Rósu2014

JÓH A NN A OG EL IS A -BE T H H AVA NÚ L AT I Ð 6 B Ø K UR ÚR HONDUM

Page 2: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 20142

Inga Maria ur Havn:

nyggjar vinir

gott samanhald

stuttligt

skapandi

mennandi

Tilmeldingin byrjarhósdagin 27.novemberá www.husarhaldsskulin.fo

KOM ÁHÚSARHALDSSKÚLA

2015/16

OHúsarhaldsskúli Føroya Stoksoyrarvegur 29 700 Klaksvík Tel. 456974 T-postur: [email protected] www.husarhaldsskulin.fo

Page 3: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 3

Page 4: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 20144

BrúdleypVit skulu giftast tann 27. desember.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 15 og veislan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19.

Tey sum vilja gleðast saman við okkum,kunnu áðrenn 1 des tekna seg á tlf 599099

ella mail [email protected]

VinarligaAnn Zachariassen og Bogi Joensen

L E I Ð A R I N

27 novChristianskirkjan kl.19.30 Djúphugsni og kvirra Maria J Niclasen30 novChristianskirkjan Famil-juguðstænasta Hanus á Gørðum Talvan gongur fyri SjómanskirkjunaHúsar kl.11.00 Sverri Steinhólm Talvan gongur sjómanskirkjunaMikladalur kl.12.15 Sverri Steinhólm altarg. Talvan gongur sjómanskirkjuna

1 des Húsar kl.19.30 Syngja jólini inn Hanus á Gørðum7 desChristianskirkjan kl.11.00 Niels Pauli DanielsenÁrnafjørður kl.11.00 Hanus á Gørðum altarg.11 desMikladalur kl.19.30 Syngja jólin inn í Maria J Niclasen. Kirkjukórið í Christianskirk-juni luttekur.14 desChristianskirkjan kl.11.00

LesturJólakonsertin hjá Klaksvíkar hornorkestri kl.20.00 18 desChristiasnkirkjan Barna-garðsguðstænasta kl.10.30 Hanus á GørðumChristianskirkjan kl.19.00 Jólaguðstænastan hjá Javna Maria J Niclasen19.desChristianskirkjan kl.10.30 Skúlaguðstænasta Hanus á Gørðum21 des

Christianskirkjan kl.11.00 Maria J NiclasenMikladalur kl.11.00 Hanus á GørðumHúsar kl.12.10 Hanus á Gørðum altarg.24 desChristinaskirkjan kl.17.00 Hanus á GørðumKunoy kl.17.00 Niels Pauli Danielsen25 desChristianskirkjan kl.11.00 Maria J Niclasen talvan gongur fyri KFUM og K

Viðareiði kl.12.00 Sverri SteinhólmÁrnafjøður kl.11.00 Hanus á GørðumKunoy kl.12.10 Hanus á Gørðum26 desChristianskirkjan kl.11.00 Hanus á Gørðum og Jóhan-nes Purkhús altarg28 desChristianskirkjan kl.11.00 Hanus á GørðumÁrnafjørður kl.11.00 Sverri Steinhólm altarg.

Húsar kl.11.00 Maria J NiclasenMikladalur kl.12.15 Maria J Niclasen31 desChristianskirkjan kl.17.00 Hanus á Gørðum1 janChristianskirkjan kl.11.00 Maria J Niclasen altarg.Hvannasund kl.12.00 Hanus á Gørðum altarg.

Vit takka hjartaliga øllum tykkum, sum á ymiskanhátt sýndu okkum samkenslu, tá ið kæri maður,

pápi, abbi og verfaðir okkara

Birni HansenNorðoyri

f.08.07.1936 - d.24.07.2014

andaðist og varð jarðaður.

Takk til talarar og tykkum sum á ymiskan hátthjálptu til við jarðarferðini og ervinum.

Takk til Klaksvíkar Sjúkrahús, Heimarøktina ogheimasjúkrasystrar fyri alla hjálp.

Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Akurin.Takk til øll tykkum sum fylgdu honum til

hansara seinasta hvíldarstað.

MaritaJákup og Høgni við familjum.

TøkkHjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu

tá elskaði maður, sonur og bróður okkara

Anfinn Dánial Poulsen *28.06.1963 19.08.2014andaðist og var jarðaður

Takk til Marjun Lómaklett, prest og Rógva Joensen fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og kirkjuni.

Takk til kirkjutænarar og sangarar. Takk til Óla Poulsen fyri vakran sang.

Takk til tykkum í hjálptu til við jarðarferðini, og tykkum í bakaðu og hjálptu til við ervinum.

Takk fyri blómur, kransar og heilsanir,hjartans takk tit øll

Takk til tykkum mongu í fylgdu honum hansara seinastu ferð á foldum.

Súsanna, Hans, Sigmund, Símun og Jón Harald

Tøkk

Brúdleyp

Leygardagin 3. januar giftastNelly Petrina Poulsen, Toftirog Flóvin Váðklett, Klaksvík.

Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni kl.13 Veistlan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl.18.30.

Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, vera vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 18. des.

á tlf 265653 ella 257521.Guðstænastur í Norðoya vestara prestagjaldi í desembur

Ikki lætt at reka handil í Klaksvík?

Onkur portalur, visti fyri døgum síðani at siga at tað ikki var lætt at reka handil í Klaksvík, og vísti á, at Vodafone, Kiosk Vár og Rennarin høvdu la-tið aftur í Klaksvík.

Hvør hevur sagt, at tað er lætt at reka handil? Er tað lætt at reka handil nakrastaðni. Tá eg las greinina kom mær til hugs, tá eg og dóttir mín fóru at vitja nýggjan handil, tí tey vildu hava lý-sing í Norðlýsið.

Eigarin av handlinum, sum var ein kvinna, segði at hon hevði havt fast arbeiði í øðrum samanh-angi, men hon helt tað vera strævið at arbeiða so nógv, og tí fór hon nú undir at reka handil. Vit bæði frá Norðlýsinum hugdu hvør at øðrum, men søgdu einki. Stutta tíð eftir, hevði handilin latið aftur.

Nei, tað hevur ongantíð verið lætt at reka han-dil, og í so máta er Klaksvík helst onki undantak. Sigast má hinvegin, at her er eitt sera virki han-dilslív, og kemur tú higar at lata upp handil, so er at hava í huga, at tú hevur hart arbeiði fyri framman.

Handlarnir, sum omanfyri nevndi portalur nevndi eru allir slíkir, ið bert hava havt stutt opið í Klaksvík, uttan Kiosk Vár og kanska Vodafone. Tó hevur Kiosk Vár skift eigarar einar tríggjar fýra ferðir síðani kioskin at upp her fyri ikki so nógvum árum síðani, og Vodafone fann seg í veruleikanum ongantíð tilrættis í Klaksvík. Jú, tað er ein sannroynd at tað er ikki bara at siga tað at reka handil, og tað er ikki bert galdandi fyri handlar í Klaksvík, ella hvussu?

Page 5: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 5

Tað lættasta og populerasta her og nú er at lækka kommunuskatta-prosentið og siga, “tað gongur nokk”, og so skrúva inntøku-metingarnar í topp í vón um, at tíðirnar gerast betri og betri. Býráðsmeirilutin hevur sett sær fyri at skapa fíggjarligan tryggleika fyri núverandi og komandi borga-rar við realistisk-um skattapro-senti og varlig-um inntøku-metingum, tí vit vilja náa nøkrum málum og eisini gjalda fyri tey.

Vit hava sett út í kortið at gjalda skuldina niður, at geva skúlabyggingini hæg-stu raðfesting, at geva ein munandi lætta til barnafa-miljurnar, at økja um vin-nuøkini í kommununi og at byrja eina bussleið fyri borgararnar í Klaksvíkar kommunu.

100 mkr. til skúlabygging uttan lánBýráðsmeirilutin hevur sett

sær fyri at skapa fíggjarli-gan tryggleika fyri núve-randi og komandi borgarar. Tí hava vit sett út í kortið, at gjalda skuld niður og at raðfesta skúlabyggingina ovast.

Vit hava staðið fyri at hækka játtanina til skúla-byggingina úr 70 mió. upp í 100 mió. Hetta er ikki smávegis upphæddir. Sam-stundis er funnin semja um, at hetta fyrsta byggistigið skal standa liðugt í 2018. Tað vil siga, at vit tey ko-mandi 4 árini skulu gjalda 100 mió. kr. av íløgukarmi kommununnar.

Hetta gera vit uttan at taka lán til endamálið. Hetta er størsta einstaka verkætlan, ið kommunan nakrantíð hevur sett hol á, uttan at tað verður lánifíg-gjað.

Halda okkum til fíggjar-liga veruleikanHer mugu vit ikki gloyma søguna og tær dýrt keyptu royndir, sum tey, ið hava stýrt kommununi áðrenn

vit, hava verið ígjøgnum.Vit mugu taka við læru

av tí, sum fór fram eitt nú í áttati árunum, har sera nógv varð framt – eisini nógv gott – men vit min-nast eisini, at avleiðingin av ov lágum skattaprosenti, samstundis sum stórar ílø-gur vórðu gjørdar, varð at kommunan skyldaði meir enn 3 álíkningar, og landið hækkaði skattaprosentið í Klaksvíkar kommunu við heili 3,5% og tók kom-mununa undir umsiting.

Tað verður sagt, at tað er verri at stýra í góðum tíðum enn í ringum, tí í fíggjarliga góðum tíðum er ferðin høg, krøvini nógv og trýstið stórt á tey, sum skulu stýra almennu kassunum.

Hesar veruleikar mugu vit hava í huga í okkara fíggjarpolitikki, so vit ikki fara at halda, at alt ber til fyri at tekkjast veljarum. Heldur skulu vit brúka hóvsemi og umhugsni fyri, hvussu vit tryggja kom-mununa best fíggjarliga, so vit ikki enda aftur í ei-

nari støðu, líknandi henni, nevnd omanfyri.

Realistiskur fíggjarpoli-tikkur er leiðin Tað lættasta og populerasta, eitt býráð kann gera her og nú, er at lækka kommunus-kattaprosentið og siga “tað gongur nokk”, og so skrúva inntøkumetingarnar í topp í vón um, at tíðirnar gerast betri og betri.

Býráðsminnilutin hevur skotið upp at hækka innt-økumetingarnar. Hetta er ein ómetaliga vandamikil gongd. Hetta er tað, sum fyrr hevur ført kommunu-na út í fíggjarligar trupul-leikar, og tað vilja vit ikki. Boðskapurin, ið vit øll eiga at læra av, er at vit ikki øll skulu lata okkum ríva við.

Býráðslimir hava eina ábyrgd, ikki bert at hugsa um atkvøður í dag, men ei-sini hvat best er fyri kom-mununa í framtíðini.

Barnalætti ið munarÍ fjør tóku vit stig til stør-sta lættan, ið nakrantíð er

givin til barnafamiljurnar. Hendan fara vit at útbyg-gja víðari, so tað verður enn bíligari at hava børn í Klaksvíkar kommunu í 2015.

Frá 1. januar 2015 fær ein familja, við 1 barni í vøggustovu og 2 børnum í barnagarði, ein samlaðan lætta á uml. kr. 18.000,- ella ein mánaðarligan lætta á uml. kr. 1.500,-

Samanbera vit hetta við tað hálva prosentið, sum kommunuskatturin hæk-kar á nýggjárinum, so ke-mur ein familja (kona og maður), ið hevur eina sam-laða skattainntøku á kr. 600.000, at gjalda íalt kr. 225,- meir um mánaðin.

Tí er tað ikki rætt, at tann lættin, sum vit í býráðs-meirilutanum hava sett út í kortið, nú verður tilein-kisgjørdur við at hækka kommunuskattin við einum hálvum prosenti.

Endamálið við barnalæt-tanum er at gera tað livi-ligari hjá smábarnafamil-jum, sum her búgva. Tær

koma at hava eitt størri fíg-gjarligt avlop, sum vil geva teimum eitt størri rásarúm í gerandisdegnum.

Haraftrat fáa smábar-nafamiljur, ið skulu flyta heim, møguleikan at velja Klaksvík, av fíggjarligum orsøkum, fram um aðrar kommunur. Hetta vil verða við at skapa fólkavøkstur og eina sunna kommunu.

Klaksvík, 24. november 2014

Jógvan Skorheim,borgarstjóriSteinbjørn O. JacobsenSignhild V. JohannesenÓluva KlettskarðJóhann LützenKristian Eli Zachariasen

VIT FREMJA FLEIRI STÓR-MÁL HET TAVALSKEIÐIЖ UT TAN L ÁNTØ KU

Page 6: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 20146

Mortansmessuaftan var Tórbjørn Poul-sen lagdur til hvíldar í kirkjugarðinum við Velbastaðvegin. Hann var 82 ára ga-mal, nú hann andaðist, føddur pálsmess-udag, 25. januar, 1932 í Havn.

Foreldur hansara vóru Maria, fødd Ol-sen, av Lava í Havn og Poul Poulsen, róptur Poul av Grundini á Eiði.

Fleiri hava skrivað um Tórbjørn, nú hann fór foldum frá, og hava dvalt við arbeiðslív hansara og politiska virki. Nortið verður tí ikki við tað her.

Meðan Tórbjørn las til verkfrøðing í Keypmannahavn í fimmtiárunum í farnu øld, hitti hann elsta systkinabarn mítt, Áslu, sum er fødd og uppvaksin í Keypmannahavn, dóttur Sigrið, fødd Johannesen úr Funningi og Hans Paula Mouritzen úr Sørvági. Saman rann mil-lum Áslu og Tórbjørn, og tey giftust í 1960.

Sum nýgift hjún fluttu tey til Vágs, har ið Tórbjørn tók við starvi, sum hann røkti til 1962. Ættarkær sum bæði vóru, ferðaðust tey norður um fjørð at vitja síni, og fyrstu ferð, eg sá tey saman, var miðskeiðis í oktobur mánaði í 1960, tá ið tey í ringasta veðri brutu seg av stað norður til Klaksvíkar at halda fer-mingardagin saman við mær, foreldrum mínum og systkjum. Tað stóð ein glæma og ein frískleiki av hesum avbera vøkru fólkum – hon júst fylt 24, hann 28 ára

gamal. Og tey vóru við til at ríka mær dagin.

Tey fluttu so aftur til Keypmanna-havnar, har vit av og á hittust – tá varð ikki so nógv ferðast sum nú.

Í 1972 bygdu vit bæði Marianna á trøðni, sum William Holm Jacobsen stykkjaði út niðan fyri Heygsvegin – í Bóndabrekku kom hetta grannalagið at eita. Og stór var gleðin, tá ið frættist, at Ásla og Tórbjørn fluttu heim og høvdu keypt grundstykki í sama grannalagi – í 1974 mundi tað vera. Onkuntíð hevði Tórbjørn á orði, at ivi var ongantíð ho-

num í huga: hann vildi heim aftur til Føroya at dugna sínum føðilandi.

Hesi 40 árini hava vit átt mangar ríkar og hugnaligar løtur saman. Vit her í Bóndabrekku 11 hava so nógv at takka tykkum í Bóndabrekku 21 fyri. Fyrst al-lar tær óteljandi løturnar vit stukku inn á gólvið hvør hjá øðrum, gerandis, til føðingardagar og merkisdagar annars, síðani tá ið vit hittust summardagar “á Torlabrúgv” úti við Kløvermarksvej, “Uppi á Grundini” í Norðursælandi, á Heygum norðuri í Klaksvík ella á Flata-beiti í Hattarvík.

Tórbjørn dugdi væl at práta, og hann hevði áhuga og skil fyri so mongum. Heilt til tað seinasta las hann nógv, bæði føroyskt – eldri, men eisini tað nýggja-sta, og sanniliga eisini útlendskar bók-mentir. Hann hevði eisini livandi áhuga fyri leiklist, tónleiki og myndandi list. Ja, eg fari at vera so framligur at siga, at av øllum mentamálaráðharrum, vit hava havt í Føroyum, mundi hann vera tann, sum hevði besta innlitið í tað málsøkið, hann umsat.

Eitt sereyðkenni hansara var, at hann á ongan hátt var nakar jabróðir. Hann talaði ikki fólki eftir munni. Hann vildi hoyra grundgevingar og ikki tóm up-páhald. “Hví sigur tú tað?” Hetta spur-di hann ofta. Og tað fær tann, sum situr hinumegin borðið at hugsa seg um og at royna at grundgeva. Soleiðis víðkaði Tórbjørn hugaheimin hjá øllum, sum hann skifti orð við. Hann var eitt sera hugfarsligt fólk, gávaður, áhugaður – og átti innankæti.

Eftirsjón er í manni sum honum.

Vit lýsa frið yvir minnið um Tórbjørn og vátta tær Áslu, børnum og verbørnum, ommu- og abbabørnum tykkara, djúpa-stu samkenslu.

Árni Dahl

Ein góður vinur og granni er farin

“Fróur á morgni um fløtur tú leikti sum fljótasti folin”; yrkti stóra skald okka-ra Janus Djurhuus um vinmannin Jens Olivur Lisberg, sum skapaði “merki” okkara, og í fjóru reglu yrkir hann víða-ri: “leikbrøður vátta sín harm, hendan varða veittu teir vini”.

Hesi orð runnu mær í huga, tá ið vinur og leikbróður frá barnaárunum Rógvi lýsti teg og barnaheim títt við væl val-dum orðum við kistuna úti í kapellinum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

Tungt var at koma inn í barnaheimið hjá tær í Bøgøtu henda morgunin, har eg fekk at vita, at tú brádliga var tikin inn í deyðan mitt í tínum virkna arbeiði, sum tú var sera glaður fyri, og heimið aftur varð rakt av stórari sorg.

Tankarnir fóru aftur til tíni barnaár; glaður, gløggur og jaligur, var altíð við tí góða orðinum. Seinni komu ung-dómsárini, og vit komu at virka saman eitt stutt tíðarskeið á skipsdekki.

Tú fylti nógv í lívinum hjá okkum, ið stóðu tær nær við tínum lætta, blíða, vinsæla og skemtiliga lyndi, so sorgin og saknurin kennist sera svárur.

Nú er eingin, ið tekur telefonina við tíni altíð ríku vitan um dagsins viður-skifti í samfelagnum bæði á sjógvi og landi.

Jarðarferðin hjá tær var merkt av einum stórum vinaskara, ið vildi vísa tær sei-nasta heiðurin her á fold.

Løtan í Christianskirkjuni, tá granni tykkara Óli Poulsen sang sangin um “silvurstreingin”, sum slitnar, var røran-di. Eisini løtan í góðveðrinum hendan sunnudagin á veg út í kirkjugarðin, har steðgað varð á uttan fyri barnaheimið, har pápi tín stóð sorgarbundin í vin-deyganum, var kensluborin.

Tær untist ikki nakað langt foldarlív, men tú ríkaði okkum øll, meðan tú livdi og minnini kann eingin taka frá okkum, ið stóðu tær nær.

Skaldið sigur víðari í seinastu reglu, ið sipað varð til: “hvíl her í heimlands-mold í mildum sólseturs skini” og er tí eisini hóskandi til tín.

Góða Súsanna! Tú vísti í verki, at tú stóð Anfinni ógvuliga nær og var ho-num altíð við lið. Eisini hjá tykkum Hans, Sigmund, Símun og Jón Harald má sorgin kennast svár, nú aftur tyntist í systkinaflokkinum.

Í Halgubók Sálma 107, ørindi 28, lesa vit: “men teir róptu til Harran í neyðini” og í ørindi 29: “Hann læt stormin ven-dast í stilli”.

Hann ið øllum valdar styrki tykkum.

Hvíl í friði Anfinn og takk fyri alt. Ver væl goymdur til uppeisnina góði vinur og systirsonur. Æra verið minnið.

Hans Vilhelm

Anfinn Dánial Poulsenf. 28.06.1963 – d. 19.08.2014

Minningarorð

Page 7: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 7

Ummæli: Hanus Samró hevur skrivað sína triðju skaldsøgu innan trý ár. Ikki kann sigast annað enn, at Hanus, sum eisini fæst við løgtingsarbeiði, er ein úrtøkumikil høvundur. Hann er vaksin við upp-gávuni. Higartil er hetta tann besta skaldsøgan, sum eg havi lisið hjá Hanusi Samró. – Hanus hevur gjørt sær meira ómak við hesi skaldsø-guni; tað eru ikki so nógv ”MEN” í ’Ein Dagføring’, sum ungdóms-skaldsøgan eitur.

Danial Viðoy

Í síðstu viku kom nýggja skaldsøgan hjá Hanusi Samró út. Eg haldi at hon er væl eydnað.

*NB: Hetta er eitt ummæli frá mær, mín uppliving av nýggjastu skaldsøguni hjá Hanusi Samró. Ikki ein akademisk analýsa eftir ei-num frymli.

Talan er um eina ung-dómsskaldsøgu og eg meti at hann hevur rakt plett, at hendan fer at verða vælumtókt millum unga lesaraskaran. Skaldsøgan fevnir um hugsanarháttin hjá føroyska ungdóminum, tað at verða viðurkendur, ikki bara millum manna,

men eisini á Facebook. Sø-gugongdin er fyri tað mesta á G!-festivalinum. Hetta lættir um innlivingina hjá tí unga og hjá mær, sum he-vur upplivað G!

Ungdómsskaldsøgan snýr seg í stuttum um ein samleikasøkjandi unglinga, ið ágrýtin leitar eftir sínum javnlíkum. Uttan at avdúka ov nógv, er hesin Benjamin, sum høvuðspersónurin ei-tur, eitt lætt offur, ið onnur gera sær dælt av. Benjamin hevur eitt týpiskt summar, har G! sjálvsagt er ein par-tur í summarskránni. Á G! 2014 hendir mangt og hvat, slíkt, sum er partur av G!-veruleikanum. Hvus-su honum gongst, ja tað vil eg ikki avdúka. Ein viðko-mandi søgugongd, ikki bert fyri ein ungan lesara, men eisini fyri tann vaksna, ið vil vita, hvussu tjaldinga-røkið á G! gongur fyri seg.

MENLat meg taka MEN’i fyrst. Eg prátaði við høvundan í septembermánað. Hann fortaldi mær tá, at hann

hevði eina ætlan og hevði skrivað eitt sindur av eini byrjan til eina nýggja skald-søgu. Hann fór at royna at skriva skaldsøguna lidna til jólasøluna. Nú er hon longu komin út. Skjótt skrivað, má eg siga.

Tað er vandi í hvørjari vælferð. – Meðan eg havi lisið bókina, hava onkrar stavivillur stungið seg upp. Tað er altíð óheppið. Tað ávirkar ikki lesnaðin korti-ni, men stavivillur/trýstvil-lur eru altíð eitt misprýði.

Viðurkenning og ’likes’Eg haldi, at Hanus Samró við hesi bókini rakar mergin á føroyska ungdóminum. Hann megnar at fáa hugs-anarhátt teirra, framferð á Facebook og leitanina ef-tir viðurkenning og ’likes’ við í skaldsøguna. Hetta kemur fram í skaldsøguni í gjøgnum høvuðspersó-nin, ið er væl frágingin og nágreinaður. Sum skilst hevur Hanus í hyggju at gera eina framhaldssøgu. Forarbeiðið (hendan fyrsta bókin) er gott gjørt, av tí at

høvuðspersónurin er so væl lýstur. Grundvøllurin er til eina framhaldssøgu.

Dagført málbrúkMálbrúkið í skaldsøguni er viðkomandi, lætt, stut-tligt og ikki minst bein-rakið. Satt ungdómsmál, sum er nokkso ávirkað av havnamáli. Høvundurin ke-mur við dagførdum saman-beringum ella metaforum. Eitt nú lesa vit einastaðni, at beistið spjaddi seg sum kynssjúka á G!

Og SEX-lýsingarnar, ið kanska er vørumerkið hjá Hanusi, eru beinraknar. Tað verður einki dult, tað verður væl og virðiliga lýst. Og orð sum ’fulltíðarbums’ og ’munndiarré’ lætta bara um lesnaðin. – Umframt hetta, verður Facebook-mál eisini tikið í nýtslu.

SjálvspeiHanus Samró er ikki ban-

gin fyri at gera gjøldur við sær sjálvum í skaldsøgu-ni. Eini tríggjar ferð sipar hann til sín sjálvs, og eg sum lesari kann ikki an-nað enn smíla, tá ið hesar reglurnar geva seg til ken-nar. – Eitt nú snakkar hann um pornobókina, sum løgt-ingsmaðurin hevði skri-vað. Eisini ilskast ein ung genta inn á Hanus Samró, sum einki hevur gjørt fyri tey ungu, síðani hann varð valdur. Hetta kryddar sø-gugongdina. Restina kunnu tit lesa og flenna eftir.

Ein tíðarfongurEg haldi at hendan skald-søgan er ein tíðarfongur. M.a. tí at Hanus er væl inni í heimligum og útlendskum samfelagsviðurskiftum, ið koma til sjóndar í bókini. Hanus Samró megnar enntá at koma við eini góðari lý-sing av sjólívinum. Eitt nú verður Ebola havt á lofti og

tey allar seinastu politisku málini, ið hava elvt rumbul í føroyska samfelagnum.

Umframt hesi ’veruligu’ tingini, lýsir Hanus eisini ungdómin; á hvønn hátt hann uppførir seg í dag. Eg haldi ikki, at eg sigi ov nógv, tá ið eg sigi, at hendan ungdómsskaldsøgan lýsir eins væl sína tíð og Martin Joensen á sinni gjørdi við skaldsøguni, Fiskimenn. Hanus rakar mergin á før-oyska ungdóminum, hugs-anarhátturin er veruliga so-leiðis, sum Hanus lýsir tað í skaldsøguni.

’Ein dagføring’ fær 4 út av 5tumlum frá mær (y)

HANUS SAMRÓ VIÐ EINI DAGFØ RDARIUNGDÓMSSK ALDS ØGU

Page 8: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 20148

KÍ gjørdi seina-sta vikuskiftið sáttmálar við 6 leikarar fyri komandi ár. Men meir styrkur er ávegis.

Jákup Ósá

Evrard Blé, Atli Danielsen, Meinhard Joensen, Fríði Sigurðsson, Henry Heine-sen og Ivan Joensen. Hesi hava gjørt sáttmála fyri 2015 bleiv staðfest frá KÍ seinasta vikuskiftið. Sostatt byrjar KÍ hópurin til 2015 at taka skap. Jóhan Jacob-sen, Álvur Christiansen og Bárður J. Heinesen eru

farnir úr felagnum, meðan ivasamt er, um Heðin á Lakjuni heldur fram. Sum Norðlýsið skilir, so er sam-band millum partarnar, so heilt óhugsandi er tað ikki, at Heðin verður at síggja aftur á besta liðnum ko-mandi ár. Heðin var saman við Hjalgrím tann leikarin, sum legði upp til flest mál í 2014 og tá spældi hann bara 19 dystir frá byrjan og tók sjáldan nakrar deyðbóltar. Annars hava leikarar sum Ndende Adama Guéye, Jonas Flindt Rasmussen, Hjalgrím Elttør, Páll A. Klettskarð og Tórur Juste-sen sáttmála fyri 2015.

Meir styrkur á vegKaj Dam, sum tekur sær av spælara viðurskiftum í KÍ, sigur, at KÍ fer at styrkja seg meir. Men hann staðfestir, at tað er ikki vist, at nakað kemur uppá pláss fyrr enn næsta ár. Tí tað hevur týd-ning, at tað eru teir røttu le-ikararnir, sum koma inn, si-gur hann. Sum skilst verður

hugt bæði í Føroyum og ut-tanlands. Hóast Kaj ikki vil seta navn á nakran leikara, so kundi hugsast, at KÍ hyg-gur eftir leikarum í eitt nú Danmark. Har hevur núve-randi KÍ venjarin Mikkjal K. Thomassen áður fingið leikarar sum Jonas Flindt Rasmussen, Adeshina La-wal og Lukasz Cieslewicz til landið at spælt við B36. Hesir báðir seinnu vóru í 2014 valdir sum teir báðir bestu leikararnir í Effo-deildini, meðan Jonas var millum teir bestu verjule-ikararnar í Effodeildini, tá hann spældi. Tíverri fyri hann og KÍ, so misti hann 7 dystir vegna skaða.

Men verður Hallur Hans-son seldur, so broytist støðan, sigur Ólavur Thomasen úr Effonevndini hjá Víkingi.

Jákup Ósá

Hóast vit bara skriva no-vember enn, so er spen-ningurin helst stórur í Víkingi til komandi kap-pingarár. Hóast eina vánali-ga byrjan uppá kappingina í 2014, so endaði tað væl hjá liðnum. Víkingur vann steypakappingina, setti føroyskt met við at koma í 3. umfar í Europa og sei-

nastu 25 dystirnar í lands-kappingini tapti liðið bara tveir. Og hóast nógv kann broytast enn hjá nógvum feløgum áðrenn kappingar-byrjan, so er Víkingur í løtuni helst størsti favorit-turin at vinna FM 2015. Tí eftir tríggjar steypasigrar

á rað og góð úrslit í Euro-pa tvey ár á rað, so hungra Víkingar helst nógv eftir at fáa staðfest seg sum besta liðið í Føroyum.

Nærum sami hópurSum skilst er stórur áhugi uttanlands fyri føroyskum

leikarum og serliga teimum yngru, sum hava staðið seg væl í 2014. Har er Hallur Hansson ein, sum helst er ovarlaga á listanum yvir le-ikarar, sum kunnu hugsast at fara uttanlands. Hallur hevur sáttmála við Víking fyri 2015, men søgur gan-

ga um, at hann møguliga verður seldur í nærmastu framtíð. Ólavur Thomsen situr í Effonevndini hjá Víkingi og hann sigur, at hópurin hjá Víkingi er en-daligur.

- Vit missa ongan, sum støðan er í løtuni. Gert

Hansen er komin afturat hópinum. Og sum tað sær út, so er hetta endaligi hópurin hjá okkum til 2015. Áhugi er altíð fyri leikarum uttanífrá, men í løtuni ikki meir enn tað. Men missa vit onkran, so broytist hendan støðan, og tá fara vit mø-guliga út at styrkja hópin, sigur Ólavur Thomsen við Norðlýsið.

Stórur áhugi uttanlandsJákup í Stórustovu, leika-raumboðsmaður hjá nóg-vum føroyskum leikarum, sigur, at góðu úrslitini hjá bæði A-landsliðnum, U21 landsliðnum og føroysku feløgunum úti í Europa í 2014 hava merkt øktan áhu-ga fyri føroyskum leikarum uttanlands. Hann sigur, at tað er ikki óhugsandi, at onkur sáttmáli verður gjør-dur uttanlands, tá flytingar vindeygað letur upp í janu-ar.

VÍKINGUR:HÓPURIN ER ENDALIGUR

SEINASTA NÝGGJA ÚR KÍ

Page 9: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 9

Støðan hjá KÍ í landsliðshøpi er ikki góð í løtuni. KÍ eigur bara ein av Føroya bestu 47 leikarum seinasta árið.Jákup Ósá

Tá Føroyar vunnu søgu-ligan sigur í Grikkalandi seinasta fríggjakvøld, so var merkisvert, at millum teir 21 leikararnar í hópi-num var eingin úr KÍ. Páll A. Klettskarð var skaddur og tí ikki uppá tal at vera úttikin. Men spurningurin er so, hvussu KÍ hevur ve-rið umboðað á landsliðnum seinastu tíðina í mun til on-nur feløg?

1 av 47Norðlýsið hevur gjørt eina kanning av landsliðsstøðu-ni hjá KÍ. Og tað er lítið hug-aligur lesnaður. Av seinastu 47 landsliðsleikarunum, sum eru úttiknir til undan-kappingar- ella vinardystir er bert ein úr KÍ. Hetta sva-rar til áleið 2 %. Hetta um-fatar eitt tíðarskeið aftur til úttøkuna móti Kasakhstan 6. september í 2013. Ein tulking, sum kann leggjast í hetta, er, at burtursæð frá

Páll A. Klettskarð, so er ein landsliðsúttøka langt burtur hjá øllum hinum leikarunum. Um vit kun-nu rokna Teit M. Gestsson uppí sum ein klaksvíking/uppruna KÍ leikara, hóast hann ikki hevur spælt í felagnum í áleið 8 ár og on-gan dyst hevur spælt í bestu deildini fyri KÍ, so kemur talið uppá tveir leikarar úr Klaksvík av 47. Framvegis eitt sera lágt tal frá einum liði, sum fyrr var mett at vera millum bestu liðini til at skapa úrmælingar. Vit skulu ikki longur aftur enn til 1990’ini fyri at síggja hópar, har klaksvíkingar vóru best umboðaðir í hó-pum á t.d. 18 leikarar.

LeikararnirNiðanfyri er listin yvir 47 teir seinastu landsliðsleika-rarnar, sum eru úttiknir til undankappingardystir og venjingardystir.

Gunnar Nielsen, (Motherwell)Teitur M. Gestsson, (HB)Tórður Thomsen, (B36)Jónas Tór Næs, (EB/Streymur)Viljormur Davidsen, (Vejle BK)Atli Gregersen, (Víkingur)Sonni Ragnar Nattestad, (AC Horsens)Odmar Færø, (B36)Hanus Jacobsen, (Víkingur)Fróði Benjaminsen, (HB Tórshavn)Gilli Sørensen, (AaB Ål-

borg)Pól Jóhannus Justinussen, (NSÍ)Róaldur Jakobsen, (B36)Kaj Leo í Bartalsstovu, (Levanger FK)Christian Lamhauge Holst, (Fremad Amager)Hallur Hansson, (Víkingur)Brandur H. Olsen, (FC Kø-benhavn)Sølvi Vatnhamar, (Víkingur)Klæmint A. Olsen, (NSÍ)Arnbjørn Hansen, (EB/Streymur)Jóan Símun Edmundsson, (HB) Hørður Askham, (B36)Alex Mellemgaard, (B36)Hans Jørgen Djurhuus,(Víkingur)Bárður Hansen, (Víkingur)

Ari M. Jónsson, (Silkeborg)Finnur Justinussen,(Víkingur)Páll A. Klettskarð, (KÍ)Heini Vatnsdal, (HB)Levi Hanssen, (HB)Hans Jørgensen, (HB)Jóhan T. Davidsen, (HB)Rógvi Balvinsson, (Ålgård)Christian Mouritsen, (HB)Gunnar Haraldsen, (HB)Karl Løkin, (ÍF)Kristin R. Mouritsen, (HB)Dánjal á Lakjuni, (ÍF)Kristian Joensen, (NSÍ)Erling Jacobsen, (Víkingur)René S. Joensen, (Brøndby)Daniel Udsen, (FC Helsin-gør)Símun Rógvi Hansen, (AB)Rói Danielsen, (AB)Súni Olsen, (B36)Símun Samuelsen, (HB)

Leif Niclasen, (EB/Streymur)

HB flestar leikarar Omanfyri eru leikararnir skrásettir til felagið, har teir spældu við seinast, tá teir teir blivu úttiknir á landsliðið. Tí er Hans Jør-gensen t.d. skrásettur í HB, hóast hann í ár spældi við AB og B68. Hyggja vit so eftir, hvat felag hevur flest leikarar úttiknar hesi sei-nastu árunum, so er tað HB, har 11 leikarar eru úttiknir. Aftanfyri koma Víkingur og B36. Einastu liðini, sum eru verri umboðað enn KÍ eru liðini, sum eru flutt niður í 2013 og 2014.

1. HB 11 leikarar2. Víkingur 8 leikarar3. B36 6 leikarar4-5 NSÍ 3 leikarar 4-5 EB/Streymur 3 leikarar 6-7 ÍF 2 leikarar 6-7 AB 2 leikarar 8. KÍ 1 leikara

Uttanlands: 11 leikarar

Tilsamans: 47 leikarar

L ANDSLIÐSKREPPA Í KÍ

Hagtølini eru greið fyri liðini, sum spæla seg út í Europa. Í miðal skulu 7 leikarar ut-tanífrá til hjá liðunum, sum spæla seg út í Europa.Jákup Ósá

Ein spurningur sum ofta er viðgjørdur í føroyskum fótbólti er, í hvussu stóran

mun eitt lið má styrkjast við leikarum uttanífrá. Le-ikarum sum ikki eru up-paldir í felagnum. KÍ hevði t.d. í 2013 eitt reint lokalt lið, har allir leikararnir vóru uppruna KÍ leikarar – uppaldir í felagnum. Men hyggja vit eftir bestu liðu-num í deildini, so sæst, at tað er ómøguligt at koma út í Europa, um ein ikki hevur minst 4 leikarar uttanífrá. Síðani KÍ flutti upp í 2011 er tað bara NSÍ í 2014, sum hevur megnað at sloppið í Europa við 4 leikarum ut-tanífrá. Øll hini árini hava liðini havt minst 5 leikarar uttanífrá. Í miðal liggur ta-lið á leikarum uttanífrá á 7 fyri tey 16 liðini, sum sei-nastu 4 árini hava spælt seg út í Europa.

Niðanfyri hava vit kan-na eftir á FaroeSoccer um, hvussu nógvar leikarar uttanífrá liðini hava havt, sum hava spælt seg út í Europa. Bert leikarar sum hava spælt 500 minuttir ella meir telja við. Hetta er gjørt tí, at ein leikari sum hevur spælt minni enn hetta sjáldan hevur spælt stórve-gis leiklut, og tí ikki kann

viga tungt í tí, sum man kallar at fáa styrk úti frá.

2014B36 7 leikarar uttanífráHB 9Víkingur 5NSÍ 4

2013HB 7ÍF 7B36 9

Víkingur 5

2012EB/Streymur 7ÍF 8HB 7Víkingur 9

2011B36 6EB/Streymur 7Víkingur 6NSÍ 7

Støðan hjá KÍHyggja vit so eftir, hvussu nógvir leikarar uttanífrá hava leikt við KÍ, so sæst, at liðið í nógv ár liggur un-dir tað, sum hagtølini siga skal til fyri at røkka Euro-pa. Men í 2006, 2007 og 2008 hevði liðið fleiri enn 4 leikarar, har tað bara í

2006 eydnaðist at koma út í Europa.

Listin yvir leikarar ut-tanífrá hjá KÍ, sum hava leikt minst 500 minuttir af-tur til seinasta FM heitið í 1999 sær soleiðis út:

2014: 32013: 02012: 32011: 42010: -2009: 22008: 52007: 52006: 62005: 22004: 22003: 22002: 22001: 22000: 31999: 4

H AGTØ L: M ÁST H AVA ST Y RK UT TA NÍFR Á

Mynd: Hans Erik Danielsen

Page 10: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 201410

Verndareinglar vísa veg

Hetta til jóla ber til at lána einglaveingir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd. Tað kann vera, tá jólatrø í bygd og bý verða tendrað og til onnur tiltøk. Veingirnir verða brúktir av fólkum, sum virka sum verndareinglar sum býta út ókeypis endurskin. Tað vil siga, at tey sum skipa fyri, sjálvi fáa fólk at ganga við veingjunum og býta út endurskin.

Hondseymaðir veingirVeingirnir eru sniðgivnir av Lailu av Reyni, og seymaðir av næmingum á Tekni-ska skúla. Talan er um bæriligar og vakrar veingir.

Bílegg frá RFFFyriskiparar, ið vilja lána veingir og fáa endurskin at býta út, kunnu venda sær til Ráðið fyri Ferslutrygd við at skriva til [email protected] ella ringja á telefon 217400.

Í Suðuroy er tað deildin hjá Tryggingarfelagnum Føroyum, ið umsitur veingir og endurskin. Suðuroyingar kunnu skriva til [email protected] ella ringja telefon 345667.

Fyriskiparar hava sjálvir ábyrgd av at heinta veingir, taskur og endurskin og at bera tað aftur. Endurskinini eru øll frá Tryggingarfelagnum Føroyum.

ferdslutrygd.foRÁÐIÐ FYRI FERÐSLUTRYGD

Bílegg ókeypis endurskin og veingir til jólatiltøkini

Page 11: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 11

Page 12: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 201412

Fiskimálaráðið

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski­vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:• Royndarveiða og virðisøking av fiski

• Burðardyggur fiskiskapur

• Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Les meira á fvg.fo

Her finnur tú programmið fyri 2013­15 við fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg leiðingar og annað kunnandi tilfar.

Serligur dentur verður lagdur á, at: • Vinnan tekur lut í verkætlanini

• Eginfígging ella onnur fígging er

• Samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.

• At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 2,208 mió. kr í 2015 til nýggjar og verandi verkætlanir.

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50%. (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár).

Um tørvur er á at orða hugskot til ítøkiligar verkætlanir ber til at seta seg í samband við samskiparan um hetta. Áhugaði eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum.

Umsóknir skulu verða samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagi mánadagin 1. desember 2014, kl. 12.00. Jákup Mørkøre, samskiparitel.: 35 30 30 fartel.: 55 32 48t­post: [email protected] Umsóknir skulu sendast til:

FiskimálaráðiðSamskiparin í fiskivinnugranskingP.O.Box 347Yviri við Strond 15FO­110 Tórshavn

Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsins

fíggjarlóg fyri 2015.

FISKIVINNUROYNDIR 2015Lýsing eftir umsóknum

TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handil okkara.

Vit bjóða eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti. Sum handilslærlingur kemur tú at starvast saman við einum væl-virkandi toymi av starvsfólki. Sum partur av útbúgvinginiskalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.

Starvið er fjølbroytt. Umframt sølu av útgerð innan el, maskin og hvs, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS, HH ella líknandi útbúgving.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuniá tel. 565640 ella [email protected]

Umsóknarfreistin er 16. des. 2014 og skal sendast til :Sp/f TTS,Boks 94,710 Klaksvík,Att: Jákup Oluf á Lakjuni ella á [email protected]

Handils-lærlingur

TTS er ein fyritøka sum veitir tænastur innan el- og maskinfakiðtil privat og vinnulívið. Í fyritøkuni starvast umleið 30 fólk.

N O

R Ð

L Ý

S I

Ð

Oyrarvegur 53700 Klaksvíkwww.tts.fo

Frá og við 1. januar 2015 varðar Norðoya Bú- og Heimatænasta, av allari heimatænastu og eldrarøkt í Norðoyggjum. Í hesum sambandi hevur stýrið fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu samtykt at skriva út kapping um búmerki.

Ynskiligt er at fáa eitt búmerki, ið umboðar virksemið hjá Norðoya Bú- og Heimatænastu, sum er eitt samstarv millum allar kommunurnar í Norðoyggjum. Búmerkið skal kunna nýtast á eitt nú pennar, brævpappír, brævbjálvar, oyðubløð, heimasíðu, bygningsskeltir og tilfar til marknaðarføring annars.

Uppskot skulu vera í støddini A4, og skulu sendast í aftur-latnum brævbjálva, merktur „NBH búmerkjakapping“, til:

Norðoya Bú- og HeimatænastuPostboks 2FO-710 KlaksvíkStílað: Marna Ellingsgaard, leiðari

í seinasta lagi mánadagin 15. desember 2014.

BÚMERKJAKAPPING fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu

Nólsoyar Páls gøta 32 I Postboks 2 I 710 Klaksvík I Tlf. 41 00 00

Navnið á luttakaranum skal ikki skrivast á uppskotið, men leggjast í ein afturlatnan brævbjálva saman við uppskotinum og telefonnummari hjá luttakaranum.

Virðisløn verður latin á kr. 10.000 frá Norðoya Bú- og Heimatænastu.

Dómsnevndin tilskilar sær rætt til at velja og vraka millum uppskotini og somuleiðis til ikki at gera nýtslu av nøkrum uppskoti.

Í dómsnevndini eru Jógvan Skorheim, stýrisformaður fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu; Marna Ellingsgaard, leiðari fyri Norðoya Bú- og Heimatænastu; Sonja Kjølbro, grafikari og Elsa Olsen, MSc. í International Marketing and Management.

Norðoya Bú- og Heimatænasta

Page 13: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 13

Page 14: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 201414

Page 15: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 15

ELSPØLTIL SKIP

Page 16: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 201416

Tað er eru tveir dagar til Grønlendska valið verður. Í næstsíðstu viku segði Aleqa Ham-mond speisk-liga, at tað einasta hon hevði lært frá danskarum, var at teir høv-du lært hana at gera brúna sós. Men tað yngra ættar-liðið hevur eftir øllum at døma lært meira frá danskarum, og hava nógv gott at bera dønum– Tey ungu vilja samstarva, sigur Niviaq Korneliussen, ið er undir hægri lesnaði í Aarhus.

Danial Viðoy

Niviaq Korneliussen lesur

sálarfrøði í Aarhus. Um-framt tað virkar hon sum rithøvundur. Í 2012 vann hon eina stuttsøgukapping og sama árið gav hon skald-søguna HOMO sapienne út, sum í høvuðsheitum snýr seg um at viðurkenna allar samfelagsbólkar, ei-sini samkynd. – Viðurken-ningin av øllum samfelags-bólkum hevur ikki vunnið frama í Grønlandi enn; tískil er gott við íblástri úr Danmark, heldur Niviaq Korneliussen, sum danska blaðið Information hevur gjørt samrøðu við.

Tey eldru erutíðum rasistisktInformation hevði samrøðu við Niviaq Korneliussen á Norðuratlansbryggjuni, ið hevur í hyggju at styrkja mentanarliga samstarvið millum Danmark, Grøn-land, Ísland, Føroyar og øll hini Norðurlondini.

– Men Grønland er ein

eftirbátur. Tí vit, serliga el-dra ættarliðið í Grønlandi, eru hálvavegna í verjustøðu mótvegis Danmørk; tí Dan-mark fyri nógvum árum síðani tók sær Grønland til hjáland (koloni). Hug-burðurin má broytast, hel-dur Niviaq Korneliussen.

- Tað eldra ættarliðið er viðhvørt rasistiskt í síni útsøgn mótvegis dønum. Rópa hart um at kvetta sambandið við danskarar. Tey duga ikki at síggja, at samstarv við danskarar, kann tæna grønlendska fólkinum. Hygg bara ef-tir politikkaranum Alequ Hammond, ið júst er farin frá, sum segði, at tað eina-sta danskarar høvdu lært hana og grønland, var at gera brúna sós. Ein óhep-pin útsøgn, ið ikki gagnar nøkrum, hvørki Grønalandi ella Danmørk, greiðir Nivi-aq Korneliussen frá.

Samstarv gevur

fleiri møguleikar- Ung í Grønlandi, ið gjar-na vilja samstarva við Danmark og aðrar tjóðir annars, gerast kedd av slíkum nationalistiskum út-søgnum. Tí at tey ungu ikki kenna til hasa vreiðina hjá eldra ættarliðnum mótvegis Grønlandi, men eisini tí at tey ungu duga at síggja, at samstarv tvørtur um hav ei-nans er gagnligt. Tað síggja vit í øllum heiminum í dag, sigur ungi rithøvundurin úr Grønlandi.

Niviaq Korneliussen si-par m.a. til samstarvið um útbúgvingarmøguleikar. Hon flutti til Danmarkar seinasta summar og le-sur nú sálarfrøði í Aarhus. Tað er gott at vera ungur í Grønlandi, men hevur man stórar ætlanir viðvíkjandi útbúgving, er minimalt av møguleikum í Grønlandi. Tí er tað sera gott, at vit hava møguleika, at nema okkum útbúgving í Dan-

mark, sigur hon.

Blanding av mentanum styrkir grønlendska mentanNiviaq Korneliussen sigur, at hon hevur lært nógv av danskarum, sum Grøn-land yvirhøvur kann læra nakað av. Hon roynir sjálv at spreiða hendan boðska-pin sum rithøvundur. Tað manglar skaldskapur um ungdóm í Grønlandi og skaldskapur, ið kann vera við til at lýsa verðina uttan-fyri Grønland í positivari eygum enn áður.

Hennara skaldsøga nemir við temaði um, at viðurken-na allar samfelagsbólkar; og í málbrúkinum roynir hon at blanda enskt og danskt upp í, til tess at elva til ein globalan samstarvs-anda ístaðin fyri runubla-king tvørtur um hav. – Sam-starv er ein gongd leið, ja í roynd og veru tann einasta leiðin, sigur hon.

Eldra ættarliðið hevur ikki tikið væl ímóti skald-skapinum hjá henni, tí het-ta ættarliðið metir, at hetta kann vera við til at oyðileg-gja grønlendska málið. Ni-viaq Korneliussen er ikki samd. – Vit læra danskt, enskt og grønlendskt í skúlanum, so hví ikki lesa eina bók, ið blandar hesi málini eitt sindur? Vit sku-lu jú læra tað hóast alt!

- Eg havi ikki í hyggju at oyðileggja grønlendskar siðvenjur og grønlendska mentan. Tað er í gjøgnum samstarv við onnur lond, at vit gerast varug við, hvussu ríka traditión vit grønlen-darar hava. Samstarv og bland av máli skaðar ikki, tað harafturímóti styrkir, sigur Niviaq Korneliussen avgjørd at enda.

UNG A Æ T TARLIÐIÐ VIL SAM-STARVA HELDUR ENN AT LOYSA

2 dagar til Grønlendska valið

Page 17: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 17

Tað er ein spurningur, ið Niviaq Korne-liussen javnan fær, tá ið hon snakkar um Grønland við aðrar danskarar. Niviaq heldur at danskarar ei-sini eiga at taka seg saman og taka ríkisfelags-skapin í álvara.Danial Viðoy

FYRR Í DAG: Unga ættar-liðið vil samstarva heldur enn at loysa

- Tá ið eg spyrji danir um, hvat fyri hugmynd teir hava um Grønland, svara teir: træsmáttur og hugnaligar gøtur. Og so verður viðh-vørt lagt afturat, um vit hava internet í Grønlandi, sigur Niviaq Korneliussen.

- Tað harmar meg, at donsku vinfólkini vita so lítið um Grønland. Het-

ta er eisini ein partur av ríkisfelagsskapinum hjá teimum, ikki bara hjá mær og øðrum grønlendarum, leggur Niviaq Korneliussen dent á.

- Eisini siga danskarar tíðum, at grønland er á tre-mur við bumsum, at grøn-lend er ein alkoholtrupul-leiki. Hetta siga tey, uttan at vita, hvussu tað heila hongur saman. Danskarar síggja nakrar grønlendskar bumsar á Christianshavn og døma alt Grønland eftir tí. Tað er ikki nøktandi.

- Tó so, eg skal ikki vera blind, eg veit at Grønland hevur lutfalsliga stórar al-koholtrupulleikar. Men tað harmar meg, at Grønland verður dømt eftir teimum bumsunum, ið hava sína dagligu gongd á Christians-havn og í Danmark annars.

Tað er á ein hátt ikki un-darligt, at danskarar vita so lítið um hini londini í ríkisfelagsskapinum, Grøn-land og Føroyar. Hugsa vit um danska fólkaskúlan, er tað sera trupult hjá lærarum at finna undirvísingartilfar um Grønland og Føroyar. Tað manglar nevniliga un-dirvísingartilfar um ríkis-felagsskapin. – Tað er her at danir burdu byrja, at fingið sína vitan um Grønland og Føroyar.

2 dagar til Grønlendska valið

HAVA TIT INTER-NET Í GR Ø NL ANDI?

mynd: www.greenland-travel.dk/

Page 18: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 201418

Andras Sólstein

Síðst í 1800 talinum vóru fremmandir fiskimenn sera ágangandi á leiðunum kring Føroyar og løgdu á grunnar og mið hjá før-oyingunum, ið róðu út við árabáti. Í 1880-unum fóru onglendingar, skotar, het-lendingar og aðrir at royna við dampskipum, sum vóru riggað til línufiskiskap og seinri við trolarum. Trola-rarnir vóru ofta til stóran skaða á fiskimiðunum. Best sum útróðrarmennirnir høvdu fingið línuna niður, kundi trolari koma og fara avstað við øllum reiðska-pinum. Hetta elvdi til stóra misnøgd ímillum útróðrar-menninar.

Fremmandu fiskiskipini trokaðu seg eisini heilt nær at oyggjunum. Hóast tey ikki høvdu loyvi at koma nærri enn 3 fjórðingar, hen-di tað bæði títt og ofta, at føroyingar síggja hesi skip royna heilt nær oyggjunum og eisini ímillum oyggjar-nar. Løgtingið klagar eisini um hetta sama til ríkisstjør-nuna, at skotskir trolarar fi-ska innan fyri mark, og at teir eisini á náttartíð fara trolandi gjøgnum firðir-nar. Føroyingarnir vóru trokaðir burtur frá teimum gomlu útróðrarleiðunum og hóttir á teimum innastu le-iðunum.

Í einari sýslumans-frágreiðing frá 1889 sæst, at fremmand skip hava ve-rið nær Viðoynni og roynt við línu. Men teir hava bara sett línuna og eru ikki kom-

nir eftir henni aftur. Tískil hava viðingar tikið línuna upp. Málið snýr seg um, at eitt ella tvey útlendsk skip hava fiskað ólógliga. Tá viðingarnir draga línur-nar hava tær staðið nakrar vikur í sjónum.

Tann 1. mars í 1889 er ein frágreiðing skrivað í sam-band við, at tríggir útróðr-arbátar av Viðareiði hava tikið nakað av línu við fremmandum merki upp. Línan stóð á einum stað, ið sambært lóg var tillutað føroyingum einarætt at fi-skað í. (forbeholdt danske undersaatere at drive fiske-ri).

Fyrstur at greiða frá hendingini er Joen Hei-nesen, (42) og formaður á Eiðsvíksbátinum. Hann si-gur, at ein dagin onkuntíð ímillum 6. og 10. januar drógu teir einar 500 favnar av línu, ið eftir hansara me-ting stóð uml. 5/4 fjórðingar úr landi, eystanfyri Viðare-iði. Eftir hansara tykki, so hevur línan staðið í sjónum eina tíð, tí næstan eingir teymar vóru á línuni. Teir mundu verða slitnaðir av, og á teimum fáu teymunum vóru enn færri húkar.

Joen Heinesen roknar við, at línan er sett har hann tók hana upp, og hetta sigur hann útfrá tí rætningi línan stóð og av dregginum, línan var fest í. Merkið á boyuni helt hann vera W – W – C.

Annars hevði hann saman við bátsmanning sínari sæð eitt dampskip liggja eystanfyri Viðoynna, einaferð mitt í desember

mánaði, helst í ferð við at seta línu beint á tí staðnum, teir høvdu drigið línuna upp. Meira visti hann ikki at siga. Síðani kom báts-manningin, ein og ein, og høvdu teir allir somu søgu at siga sum formaðurin.

EiðsvíksbáturinJoen Heinesen 42 ár, for-maður. Ole Sørensen 35 ár, Joen Thomasen 32 ár, Johannes Heinesen 34 ár, Carl Maldias Hansen 24 ár, Joen Hansen 31 ár, Isak Simonsen 21 ár og Just Ju-stesen 18 ár.

Aftaná kom formaðurin á Garðsbátinum, Peter Pe-tersen, 30 ár. Hann greiðir frá, at hann við sínari bátsmanning einaferð í en-danum av november ella í byrjanini av desember var eystanfyri Viðoynna saman við Heygabátinum. Teir drógu eina fremmanda línu sum var 1600 favnar, báðir bátarnir drógu línu-na frá hvør sínum enda, og tá teir møttust bleiv línan kvett. Tað vóru sera fáir húkar á línuni og teir høv-du fingið 700 favnar í sín part.(Tað stendur soleiðis í

frágreiðingini, at teir hava fingið 700 favnar í part og at línan var 1600 favnar).

Petur roknar við at línan er sett har teir drógu hana, tí vísningurin var ein bein linja. Endin teir byrjaðu at draga, var tann sum stóð longst frá landi, og var tað neyvan meira enn ein fjórðing úr landi

Á tí endanum teir tóku inn var ein brotin træðbo-ya, sum teir tó ikki tóku. Hann hevur annars ikki sæð nakað dampskip undir Viðoynni.

Síðani kom bátsman-ningin, ein og ein, og høvdu

teir allir somu søgu at siga sum formaðurin.

GarðsbáturinPeter Petersen 30 ár, for-maður, Johannes Eriksen 38 ár, Albert Michael Mat-ras 23 ár, Hans Jacob Fuglø 21 ár.

Eftir hettar er túrurin ko-min til formannin á Heyga-bátinum, Niels Joensen 63 ár. Hann sigur, at so vítt hann minnist, var tað í byrjanini av desember mánaði at teir drógu eina fremmanda línu saman við

Garðsbátinum, línan mundi vera einar 1600 favnar til-samans, og tá teir vóru lid-nir at draga og kubba, høv-du teir kanska fingið einar 700 favnar í sín part.

Teir tóku frá tí endanum, ið var nærmast við land, og línan er allarhelst sett har á staðnum, tí tey dregg, sum vóru knýtt uppí línuna, vóru soleiðis háttað, at tey ikki róku eftir botninum. Niels heldur, at tann innari línuendin, har sum boya var knýtt í, helst ikki var mei-ra enn ½ fjórðing úr landi, beint norðanfyri Eiðsvík. Hann sigur eisini, at hann

hvørki hevur sæð skip lig-gja har á staðnum teir tóku línuna, heldur ikki hevur hann sæð nakað skip sigla framvið har.

Síðani verður Joen Ab-salonsen 35 ár avhoyrdur. Hann er partur av báts-manningini á Heygabáti-num. Hann hevur júst somu frágreiðing sum formaðurin, men leggur afturat, at hann saman við hinum á Heygabátinum, við undantøku av forman-ninum, ein dagin í byrja-nini av november mánaði sóu eitt dampskip, sum sig-

ldi við lítlari ferð aftur og fram, júst á tí sama staði, har teir seinri høvdu drigið línuna. Boyurnar vóru mer-ktar SS Fuboll Eire - GY, og roknar hann við at het-ta er sama dampskip, sum hevur sett línu har. Hinir á Heygabátinum hava somu søgu.

HeygabáturinNiels Joensen formaður 63 ár, Simon Andreasen 58 ár, Niels Jensen 29 ár, Samuel Michael Absalonsen 30 ár og Joen Absalonsen 35 ár.

Simon Fr. Jacobsen 44 ár, Vilhelm Sørensen 35 ár og Lyder Lydersen 24 ár eru eisini innkallaðir, og greiða teir frá, at teir ein dagin í byrjanini av november, so vítt teir minnast, sóu eitt dampskip liggja í ein land-nyrðing úr Eiðsvík, umleið ½ fjórðing úr landi og seta línu. Teir sóu eina línub-oyu, sum teir hildu hoyra til skipið, tí hon líktist ikki teimum føroysku línuboyu-num. Tá streymurin var sera harður júst hendan dagin, so roknar Símun við at bo-yan er farin undir sjógv, og teir á skipinum hava sostatt mist hana burtur. Símun og hinir báðir rokna við, at hettar er sama lína, sum Heyga- og Garðsbáturin hava drigið.

Keldur.Føroya LandsskjalasavnNorðoya Fornminnasavn

Tríggir viðareiðisbátar taka upp línu,ið fremmand skip ólógliga hava sett, árið er 1889

Page 19: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 19

12. december er eitt ár síðani Áhugafelagið Nólsoyar Páll varð stovnað, og tað gevur okkum høvi til at meta um gongdina.

Endamálið var at seta Nól-soyar Pálli eitt virðiligt minnismerki, men hvat skuldi tað vera? Vit komu rættiliga skjótt til semju um, at bóndagarðurin, sum Nólsoyar Páll bygdi á Biskupsstøð, og sum varð niðurtikin í 1923, skuldi

endurbyggjast á Biskups-støð.

Fyrsta stigið var at finna fram allar upplýsingar um upprunaliga garðin, og at gera tekningar. Albert Is-felt, arkitektur, hevur verið okkum dyggur, og stóð fyri hesum arbeiði, sum varð liðugt longu tíðliga í vár. Eisini gjørdi hann kost-naðarmeting. Um somu tíð gjørdi Archibald Black eitt

model av garðinum.Eftir tað vóru mong mál

at loysa: at avgera júst hvar ið húsini skuldu standa, fáa játtað grundstykki og øll neyðug loyvir frá tí almen-na til at fara undir byggingi-na. Ymiskir tvørleikar vóru á leiðini, men 11. septem-ber í ár játtaði kommunan okkum tað, sum vit høvdu bíðað eftir í fleiri mánaðir.

So eru tað pengarnir ..

Úti við 4 mill. kr. skulu til, og tað er kanska tann størsta uppgávan av øllum at fáa til vega so nógvan pe-ning til verkætlanina. Ikki bar til at fara at biðja um pening, fyrr enn vit vistu, at vit sluppu at byggja tað, sum vit vildu.

Sum tað framgongur om-anfyri, er tað ikki so langt síðani, at alt tað formliga var avklárað, og vit kundu

fara undir at savna pening inn.

Higartil hava vit bara vent okkum til fyritøkur og persónar, sum vit roknaðu við høvdu serligan áhu-ga og sum vóru før fyri at stuðla.

Lat okkum siga hetta bei-nanveg: enn er langt á mál!

Men satt at siga eru vit bæði ovfarnir og bilsnir av, hvussu góð undirtøkan hevur verið higartil. Hetta stimbrar okkum og gevur okkum treysti til at halda fram við enn meira mátti enn higartil.

Vit fegnast um, at so nógv er komið burtur úr, síðani vit 12. december í 2013 stovnaðu felagið.

Almennur fundur í janu-ar

Fyrsta mei hildu vit al-mennan kunningarfund í Ósa-skúlanum. Nógv fólk møttu, og tað var sera stórur áhugi fyri málinum.

Einaferð í januar 2015 fara vit aftur at halda al-mennan fund at kunna um málið. Skráin er ikki løgd enn, men har verða í hvus-su er viðkomandi røður og fyrilestar, og helst eisini okkurt at síggja.

ÁrsaðalfundurBeint aftaná almenna

fundin verður ársaðalfun-dur hildin smb. viðtøkur felagsins, ið eru:

1 val av fundarstjóra2 formansfrágreiðing3 framløga og góðken-

ning av grannskoðaðum roknskapi

4 nevndarval5 val av grannskoðara6 ymiskt

Vilt tú tekna teg til lim í áhugafelagnum, kanst tú lættliga gera hetta á hei-masíðu okkara http://www.nolsoyarpall.fo

Tíðindaskriv viðvíkjandi

BISKUPSSTØ ÐGARÐINUM

Page 20: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 201420

LandsfundurFiskimannafelagsins

Landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag í árverður fríggjadagin 19. desember kl 10

í fundarhølunum hjá Føroya Arbeiðarafelagí Tjarnardeild 7 í Havn.

Skráin fyri landsfundin er samsvarandi viðtøkumfelagsins hendan:

1. Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.2. Framløga av grannskoðaðum roknskapi

til góðkenningar.3. Val av grannskoðara.4. Ásetan av limagjaldi.

5.Uppskot frá stjórn og sóknum.6. Annað.

Uppskot til landsfundin skulu veraFøroya Fiskimannafelag, Bryggjubakki 14-16,

Postboks 58, 110 Tórshavn,í hendi í seinasta lagi tríggjar vikur fyri landsfundin,

tað er fríggjadagin 28. november.Eisini ber til at senda uppskot við teldupostiinnan somu freist til [email protected]

Hjálpargrunnurin fyrióarbeiðsførar fiskimenn

Umsóknarbløð til grunnin fáast við at skriva til:Postboks 135, FO-110 Tórshavn.

Ringja á tlf. 50 20 79 (svarar eftir arbeiðstíð)ella senda teldupost til [email protected].

Føroya Skipara- og Navigatørfelag,postboks 248 - 110 Tórshavn,formaðurin hevur tlf. 216971.

Føroya Fiskimannafelag tlf. 311569.

Endamál grunsins er:at veita stuðul til eftirsitandi hjá føroyskumfiskimonnum, til niðurberjing av tuberklumella til annað sjúkufyribyrgjandi ella lekjandi

virksemi í Føroyum og at veita stuðul til fiskimenn,ið vegna sjúku eru óarbeiðsførir sum fiskimenn

og ikki fáa nóg mikið á annan hátt.

Umsóknir til Hjálpargrunnin mugu veragrunninum í hendi í

seinasta lagi týsdagin 9. des-ember 2014.

Umsóknir ið koma inn eftir hetta, verða ikki tiknar við.

HJÁLPARGRUNNURIN

HÙS Ì KLAKSVÌK TIL SØLUUm hùsini:

Adressa: Vágsgeil 15Byggjiàr: í 50’unum

Bùdvìdd: 125 fermetrarGrundøkid: ca. 300 fermetrar

Hùsini standa mitt ì centrum ì KlaksvìkHùsi er àleid 125 fermetrar ì 2 hæddum.

Harafturat ùthùs.Ovarihædd gongd / við hùrð til altan,

3 sovi kømur og wc við baðikar.Niðarahædd. Ingongd, køkur fyrrùm

og 2 stovur ì einum.Nýggjan oljutanga í 2010

Nytt parkringsplàss til 2 bilar.

Ring 004551558124 ella 28624512

Page 21: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 21

Seks ungfólk, ið lesa fólkalívs-frøði á universi-tetinum í Keyp-mannahavn hava búleikast í Klaksvík ínakrar dagar.

Tey hava arbeitt við eini uppgávu, ið skal brúkast í útbúgving teirra og í hesum sambandi hava tey seks up-plivað nógv.

Tey hava millum annað verið á útróðri. Trý við Kallanes og trý við Norðs-øka, harafturat vóru tey umborð á Gadus, og uppliv-

du andan umborð, tá skipið gjørdi klárt at loysa við kós í Barentshavið.

Annars hava tey øll, fimm ungar kvinnur og ein maður, brúkt tíðina at tosa við sjómenn og fiskimenn um ávirkanina sum tað at vera fiskimaður, hevur havt á teir.

Hjálpi teimum ávegisKvinnurnar hava ikki bara roynt at seta línu og at dra-ga. Nei, tær hava eisini staði í egningarskúrinum og egnt ein stamp.

Men nú tey fóru avstað aftur, takka tey fyri ótrúli-gan blíðskap í Føroyum.

Hinvegin, so náddu tey ikki at fáa fiskimenn at út-fylla so nógv spurnabløð, sum tey kundu ynskt og tí heita tey á fiskimenn um at fara inn á hetta teldu lein-

kið: www.askpeople.dk?i3=-

fiskeri-klaksvikog útfylla spurnablaðið.

Tað hevði glett okkum ótrúligt, um fiskimenn

høvdu vilja rætt okkum eina hjálpandi hond hesum viðvíkjandi, søgdu tey ungu við Norðlýsið og sita nú og dagføra teldur sínar við spenningi at vita um ikki

tað eru nakrir, ið vilja óma-ka sær at svara spurningu-num.

Eftir at tíðin hjá teimum í Føroyum var farin um

vikuskiftið, fór bólkurin aftur til Danmarkar mána-dagin.

HVØ NN T ÝDNING HE VUR FISKISK APURIN F YRIFISKIMANNIN?

Á veg til útróðrar

Amalie, Sarah, Clara, Anna, Christine, Christopher aftanfyri Húkin

Page 22: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 201422

”Leskilig jól” er heitið á nýggju bókini, ið var løgd fram á Gamla Seglhúsinum leygardagin í farnu viku.

At tað er jól, sæst beinan-vegin á umslagnum, sum er prýtt við mozartkúlum, brendum mandlum, brú-num køkum gløggi og mongum øðrum, ið hoyrir til baksturin og hugnan á jólum.

Í framløgu síni, segði Jóhanna á Tjaldrafløtti mil-lum annað, at hon hevði ótrúliga nógv góð minnir frá barnaárunum um jólini.

Hon mintist at pynta jólat-ræið lítla jólaaftan saman við pápa og mammu og um føstu skránna í var, tá bakast skuldi til jóla. Plum-kaka, siropskøkur, konfekt, marsipankonfekt fyri bert at nevna nøkur ting. Men tað sum Jóhanna, saman við helst mongum bør-num minnist serliga er, at tey, systkinini sluppu at vera við í jólastákanini á Tjaldrafløtti.

Eisini segði Jóhanna, at Leskilig jól, er tað, sum kann etast millum jól og nýggjár, og so hinar bøkur-nar, ið fyrr eru útkomnar, ”Lætt og Leskiligt”, frá nýggjárs til jóla.

So er bara spurningurin um hetta er seinasta bókin í røðini, ella vit fara at síg-gja fleiri slíkar snotuligar handbøkur.

Elisabeth Akursmørk nevndi í sínum innleggi meira um tekniska partin av arbeiðinum at gera bóki-na. Elisabeth nevndi mil-lum annað, at nú tað snúði seg um køkur, konfetti og annað slíkt, var uppgávan eitt sindur øðrvísi, við tað at fotografurin, ið hesaferð var Eyðbjørn Jacobsen, ikki skuldi standa klárur við komfýrin tá maturin var klárur. Men treyðugt so. Til seinastu myndina var nehyðugt at lána køkin hjá grannanum Høgna, tí til seinastu køkuna var neyðugt, at køkan bleiv av-

myndað beinleiðis úr ovni-num, men eisini tað gekk væl.

Báðir rithøvundarnir, Elisabeth Akursmørk og Jóhanna á Tjaldrafløtti tak-kaðu øllum, ið høvdu verið við at gera bókina, fyri gott samstarv.

Um bókina er at siga, at hon, eins og hinar bøkurnar í røðini er sera snotulig á at líta. Litirnir eru hugnali-ga myrkir, ið hóska væl til

árstíðina, teir bera ein farra av hugna við sær. Eisini ty-kir mær, at litirnir eru tik-nir úr Gamla Selghúsinum, ið stað hevur fyri tilgerð av bókini. Brúnt, svart og gamalt træ ganga aftur í li-tunum.

Um innihaldið, ja, tað mugu onnur døma um, men sigast kann, at her er alskyns munngott til jóla, køkur, góðgæti og dryk-kir, sjálvandi er nógv eisini gjørt burturúr traditionel-lu jólakøkunum og hartil

marsipan, gløgg og brendar mandlur.

Bókin sær sera spenn-andi og hon er heilt víst spennandi at royna saman við børnunum til jóla, sum Jóhanna á Tjaldrafløttist minntist aftur á.

Bókin fæst í bókabúðunum og kostar 198,- krónur.

Eitt gott jólagávuhugskot!!!

JÓHANNA OG ELISABETH HAVA NÚ L ATIÐ 6 B Ø KUR ÚR HONDUM

Page 23: Nordlysid nr 38 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 23

Page 24: Nordlysid nr 38 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Tórshavn | Klaksvík | 347 347 | [email protected] | www.nema.fo

Nema veitir professionellar loysnir við heildartænastu innan kt, skrivstovulutir og innbúgv.

Endamálið er at skapa karmar fyri at arbeiða betur fíggjarliga, tøkniliga og umsitingarliga.