20
NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 9 772245 065007 - lokala røddin síðani 1915 AV HÚSUM TIL HAVNAR ÚTISETIN HESAFERÐ: JÁKUP PAULI LASSEN JÓLASKIPIÐ FYRI 23. FERÐ Jú, tú hevur lisið rætt, í 23 ár á rað, hevur verið skipað fyri tiltakinum, og í ár verður onki undantak. HUGLEIÐING ÚR KEYPMANNAHAVN TRÚBOÐARASTEVNA Í BETESDA 30.11-01.12 Magni Garðalíð, kokkur og borgarstjóri á Húsum. Norðlýsið hevur spurt fótbólts viðmerkjaran Teit Joensen um støðuna í KÍ, og hvat skal gerast til komandi ár. Hvat skal til fyri at førka seg millum tey bestu? KÍ má styrkja miðverjuna Nógv og stór epli tikin upp í Norð- oyggjum í heyst Durita Holm aftur í Klaksvík

Nordlysid nr 41 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 41 Fríggjadagin 29. nov. 2013

Citation preview

NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

9772245065007

- lokala røddin sí ðani 1915

AV HÚSUM T IL H AV N A R

Ú T ISE T IN HES A FERÐ:J Á K UP PAULI L A SSEN

JÓL ASKIPIÐ F YRI 23. FERÐJú, tú hevur lisið rætt, í 23 ár á rað, hevur verið skipað fyri tiltakinum, og í ár verður onki undantak.

HUGLEI ÐING ÚRK E Y PM A NN A H AV NT RÚBO Ð A R A S T E V N AÍ BE T ESD A 30.1 1- 0 1.12

Magni Garðalíð, kokkurog borgarstjóri á Húsum.

Norðlýsið hevur spurt fótbólts viðmerkjaran Teit Joensen um støðuna í KÍ, og hvat skal gerast til komandi ár. Hvat skal til fyri at førka seg millum tey bestu?

KÍ má s t yrkja miðverjuna

Nógv og stór epli tikin upp í Norð-oyggjum í heyst

Durita Holm aftur í Klaksvík

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 20132

L E I Ð A R I N

Sjómaður søkir íbúð/kamar28 ára gamal stakur sjómaður ynskir lítla íbúð

ella kamar við atgongd til køk og bað.Send ein mail til:[email protected]

Magnet-toppmadrassa serliga væl egna móti pínu og gigt o.a. til sølu.

Nýprísur kr. 9.000,-Telefon 455835

verður leygardagin 30. n0v. kl. 10.00-16.00

Dekoratiónir, ljós, útiljós vafflir kaffi te.

Vælkomin í KFUM & KFUK

Umframt trúboða-rastevnuna, har fýra trúboðarar vitja aftur, sum fóru út fyri 50 árum síðani, verður eisini ein

ungdómsstevna

Í samband við at teir fýra ungu menninir, Óli á Grømma Jacobsen, Páll Poulsen, Hans Sivertsen og Jógvan Purkhús fóru út sum trúboðarar - í fyrstu syftu til Íslands - fyri 50 árum síðani, hevur sam-koman boðið teimum við

hjúnafeløgum heim at vitja.Sjálv stevnan byrjar

leygardagin kl. 14, har teir allir koma at tosa til bæði yngri og eldri: Óli á Grøm-ma Jacobsen hevur evnið úr Matteus 28.16-20, Jógvan Purkhús talar um Jónas, Páll Poulsen fer at tala út frá Lukas 24.45-51 og Hans Sivertsen um makedoniska kall Paulusar í Ápostlasø-guni 16.6-10. – 17 Sangarar syngja

Eftir hesa løtuna verður nátturði, har øll verða boðin.

Kl. 19 leygarkvøldið verða umstøðurnar heima (serliga í Betesda) umrød-

dar, tá ið hesir fóru avstað og hvussu fyrsta tíðin í Íslandi kendist. Her verður tað Páll Poulsen, sum fer at umboða teir allar. Myndir verða vístar og eisini verður nomið við frá samkomuni um sjónarmiðið sum sam-koman hevði, tá fýra ungir menn fóru út sum trúboða-rar. – Tey ungu luttaka í sangi.

Kl. 18 sunnukvøldið fer Óli á Grømma Jacob-sen at tala undir heitinum: “Ábyrgd samkomunnar í kristniboðsvirki” og síðani talar Eyðun Elttør vegna teir Elstu í Betesda um: “Framtíðar møguleikar í

kristniboðsvirki út frá sam-komuni í Betesda”.

- Sunnukvøldið lut-tekur Betesdakórið.

Umframt trúboðara-stevnuna, fara trúboða-rarnir at luttaka millum ungdómin bæði á Ung-dómsstevnuni hóskvøldið og fríggjakvøldið og seinni leygarkvøldið verða teir ei-sini har, og tá kann ungfól-kið seta teimum spurningar í samband við at teir sita í einum paneli.

Søgulig trúboðarastevnaí Betesda í vikuskif tinum30.11-1.12.2013

Møblar til søluSong, útskorin, 1,20 m x 2,00 m

við tveimum náttborðum.Ein song úr eik, 0,90 m x 2,00 m.

Og eitt veggjaskáp, L 80 x B40 x D30 cm, skápið hevur hurð við útskornum glasi.

Norðlýsið vísir áTlf. 456285

Jólasøla fyri Utimissión

”Ilt er at spáa, serliga um framtíðina” verður sagt. Hetta hevur sanniliga verið galdandi tá talan hevur verið um veðurforsagnir.

At tað er trupult at spáa um veðrið í Føroyum, hava vit hoyrt veðurfrøðingar siga. Okkara land er sera lítið í heimshøpi, og tá lágtrýstini og hátrýstini ferðast kring knøttin, so stendur á hjá veðurfrøðingum at siga frammanundan, hvus-su hesi raka Føroyar og havið kring um okkum.

Í vikuni hoyrdu vit so skiparan á Smyrli siga frá, hvussu óalítandi veðurtíðindini kunnu vera. Smyril hevur verið skerdur av lítlari motororku, orsakað av maskinbreki, og tí hava navigatør-arnir har verið serliga nærlagdir at fylgja við veðrinum frá teim ymsu veðurstovunum kring um okkum.

Og tó, skiparin á Smyrli fór av Tvøroyri í góða-ri trúgv um, at veðrið í høvuðsstaðnum fór at vera til, at Smyril kundi leggja at í øllum góðum.

Men bara umleið tveir tímar seinni, tá Smyril er á ”reduni” í Havn, er ikki hugsingur um at leg-gja at, tí vindurin er nógv máttmiklari enn allar útlendsku veðurstovurnar søgdu um Føroyar.

Í føroysku miðlunum verður nógv gjørt bur-turúr, at Smyril ikki kundi leggja at í Havn, og at ferðafólk vórðu sett í land við øðrum bátum, orsakað av at hesi fólkini skuldu við flúgvara-num, og nøkur av ferðafólkunum mátt aftur til Suðuroyar at bíða til dagin eftir at koma leiðina fram til Havnar.

Eitt eru trupulleikarnir hjá ferðamannaskipu-num, annar trupulleiki liggur hjá okkara fiskiflo-ta, ið als ikki fær nøktandi veðurtíðindi, tí ongin veðurfrøðingur er settur í starv í Føroyum.

Okkara samfelag brúkar pening til mangt og hvat. Tað er púra burturvið, at vit ikki hava eina vælvirkandi veðurtænastu her á landi. Vit liva fyri stóran part av tí , sum úr havinum kemur. Tað kann ikki góðtakast, at tey, sum hespast við hesa vinnu, ið er so bundin at veðurtíðin-dum, at tað almenna ikki ein gang hevur eina veðurtænastu, sum fyrst og fremst hyggur eftir veðrinum í Føroyum. Flogferðslan til og úr Før-oyum økist eisini dag um dag, og hagani hava vit eisini hoyrt røddir, ið hava sóknast eftir betri veðurforsagnum.

Ilt er at spáa… jú, tað er satt, men hinvegin, so eru veðurforsøgnirnar ídag ikki so nógv spádómur, tí nógv vitan er at heinta ymsastað-ni úr heimi at greiða veðrið nakrar dagar fram, tí hevði ein lokal veðurstøð í Føroyum verið før fyri at spátt um veðrið her nógv neyvari enn al-lar tær útlendsku kring um okkum, ið sjálvandi fyrst og fremst hava egin øki at hugsa um.

Nú má berast so í bandi, at vit fáa sett veður-frøðing í Føroyum.

Ófulf ýggjað veður tíðindi

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 3

Størsta epli vit hava hoyrt um í heyst, er eitt, sum Ísak Peter-sen á Viðareiði tók upp í okto-ber, tað vigaði heili 865 gram.Ísak sigur, at epli var av

slagnum Folva. Vanliga havi eg ikki brúkt Folva, tí eg havi ikki hildi tey at ve-rið so góð. Men í fjør fruk-taði so illa hjá mær, at eg helt at eg skuldi royna epli sum vaksa skjótt í ár.

Tað er flagvelta, sum eg havi brúkt, og eg haldi at eg havi taðað í so ríkiliga, tí nú tá eg tók upp, lá tøð ef-tir framvegis. Eg havi brúkt seyðatøð og eitt sindur av kunsttøðum.

Eplini eru væl vaksin, men nakað bleyt, tey eru

ikki so góð sum Maris Pi-per og Oleva, sum eg eisini setti niður, men fruktin er nógv betur av Folva eplu-num. Sigið eg at eg havi fingið um 10-12 fólk til-samans av øllum sløgunum, so haldi eg at tað er á góða-ri leið. Men eitt so stórt epli sum hetta eg fekk nú havi eg ikki sæð áður. Afturat gjøtingini hjá mær, so he-vur summarið eisini verið óvanliga gott á Viðareiði í ár, sigur Ísak Petersen at enda.

Eisini stór epli í KlaksvíkHeðin Askham eigur hú-sini, sum John William Joensen, sáli átti á Vágs-heygnum, og har gjørdi Heðin saman við feðgunum Elmar og Allan Simonsen sær eina flagveltu.

Vit settu sera seint niður sigur Elmar Simonsen, tað mundi vera eftir 25. Mai, kanska ein mánaða seinni, enn vit plaga at seta niður í flagveltu.

Eplini, sum vit settu niður, vóru av slagnum

Mette, tað havi eg ikki roynt áður. Nú vit skuldu undir at taka upp, roknaði eg als ikki við at nakað var undir, tí yvirvøksturin var so ónatúrliga stórur. Eg favnaði onkrar av slokku-num og teir lógu úr 1,80m og omanfyri tveir metrar.

Men vit vóru ovfarnir av fruktini, tí eplini vóru gjøgnumgangandi sera stór, tað eina eplið var á hæd við ein mjólkapakka, og vigaði 465 gram.

Vit hava kóka av eplu-

num, og tey eru sera góð. Ofta blíva slík stór epli keðilig innan, men her var onki, tey vóru føst og frísk allan vegn ígjøgnum. Har, sum tey stóru eplini vóru, var ikki so nógv tal undir, men vektin var nógv, segði Elmar Simonsen í Hvanna-sundi við Norðlýsið

NÓGV OG STÓR EPLI TIKIN UPPÍ NORÐOYGGJUM Í HE YST

Epli hjá Ísak Petersen

Epli hjá Heðin Askham

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 20134

Leygardagin, í morgin, ímillum kl. 12 og 13, fer Durita Holm at signera nýggjastu bók sína Offur-morðið í Alfa Bókahandli.

Tað munnu verða nógvir klaksvíkingar, ið kennast við Duritu Holm. Beint ef-tir túrin, sum hon gjørdi við seglbátinum “Salka Valka”, Helt hon ein áhugaverdan fyrilestur á Ábyrgdarafun-di hjá Norðoya Sparikassa um “At seta sær høg mál”. Í 2008 var Durita Holm aftur í Klaksvík sum fyrilestrar-haldari í samband við Før-oya Sjómannadag og 100 ára dagin hjá Klaksvíkar Kommunu.

Høvi býðst nú at hitta Duritu Holm í Alfa Bóka-handli leygardagin, og at

ogna sær nýggjastu bók hennara.

Um seg sjálva sigur hon á bókaumslagnum:

21 ára gomul sigldi Du-rita Holm í trý ár jørðina runt í seglbátinum, Salka Valka. Burtur úr tí kom bókin, „Ferðin um bláu gongustjørnuna,“ í 1999.

Durita Holm las síðani antropologi á universiteti-num í Oslo, og flutti nøkur ár seinni til Andalusia í Suðurspania. Í 2003 gav hon bókina, „Á smølum an-dalusiskum gøtum,“ út.

Durita Holm er framvegis búsitandi í teimum sponsku Sierra Nevada fjøllunum saman við spanska manni sínum og tveimum døtrum.

DURITA HOLM A F TUR Í K L A KSV ÍK

L ANDBÚNAÐARSKEIÐ Á G AML A SEGLHÚSIÐ

Gamla Seglhúsið hevur í vikuni skipa fyri land-búnaðarskeiðið. Skeiðið, sum fevnir yvir 3 dagar og

sum er góðkent av Búnaðar-stovuni, gevur luttakarum møguleika, at festa festir, ið hevur eitt áseyðatal upp til

50 áseyðir.Nýtt skeið verður tann

27., 28. og 29. januar 2014. Enn eru nøkur pláss eftir

og nærri kunning og tilmel-ding á www.gamlaseglhu-sid.fo

Frá vinstru: Mannbjørn Nesá, Hákun Steingrímsson, Jákup Pauli E. Johannesen, Karl Johansen, Ove Nysted, Rói Clementsen, Esmundur Løwe Sørensen, Kristmar E. Johannesen, Esmar Elttør.

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 5

Tá Norðlýsið var ein túr í Mikladali fyri viku síða-ni, stukku vit eisini inn á gólvið hjá borgarstjóranum á Húsum, Magna Garðalíð.

Magni og konan Hanne-beth, dríva felagið Viljin Catring, og tey fingu 10. Juli í fjør góðkenning frá Heilsufrøðiligu Starvs-stovuni av nýggja køkinum tey hava bygt á Húsum.

Magni Garðalíð sigur, at tað hevur gingið bara væl eftir umstøðunum síðani tey byrjaðu. Vit selja mat og jólafrokostar hesa tíði-na at kalla kring alt landið. Tó vit hava ikki enn verið í Suðuroy og á Sandoynni, men á meginlandinum hava

vit verið nógvastaðni og kanska serliga í Havn, og tað hevur gingið væl.

Leygardagin 28. Des-ember hava vit eitt nú tvey borðhald í Havn, eitt uppá 100 fólk og eitt uppá umle-ið 200 fólk.

Nýggi køkurin hjá ok-kumer væl útgjørdur og vit hava hitaskáp, ið vit kunnu taka við okkum tá vit fara av bygdini, hetta lættir ótrúliga nógv um. Tað sum kann gerast her á staðnum verður gjørt her, hinve-gin kemur eisini fyri at vit gera partar av matgerðini aðrastaðni, um tað er mest hóskiligt.

Eg spyrjið Magna

Garðalíð, hvussu tað gongur fyri seg um eg skal biðja um 50 døgverðar leygakvøldið komandi.

Tú býrt í Klaksvík, sigur hann, so tað er ómakaleyst hjá okkum. Vit rigga alt til her á Húsum og klokkan hálvgun sjey eru vit komin til Klaksvíkar við Sam og tú kanst fáa heita matin. Vilt tú servera sjálvur, so er bara hjá tær at taka ímóti, men vilt tú hava okkum at servera, so gera vit tað.

Tá vit eru biðin til størri selskap, so skulu vit eisi-ni ofta servera. Tá royni eg so vítt gjørligt at brúka fólk her í oynni, tí eg haldi at tað hevur týdning at so

nógv liggur eftir her sum møguligt.

Um summarið gera vit ei-sini túrar fyri ferðafólk og fyri føroyingar her í oynni. Vit kunnu taka okkum av fólkunum líka av Sam og norður á Trøllanes at vitja smiðjuna og ein gongutúr út á fýrin undir Borgara-num. Tá ber eisini til at fáa eina góða máltíð her á Hú-sum eftir ein slíkan dag. Til tað hava vit fingið bygdahú-sið á Húsum góðkent til at hava 80 fólk til matnað.

Tað hevur nevniliga víst seg hesi seinnu árini, at alt fleiri og fleiri fyritøkur koma hendavegin á starvs-fólkadag ella at halda ske-

ið. Sambandið er ótrúliga gott til Kalsoynna, tað kemur nærum ikki fyri at Sam avlýsur, so tú kanst í veruleikanum altíð vera tryggur um at ikki verður neyðugt at avlýsa, um tú hevur tilrættarlagt ein túr í Kalsoynna.

Annars fáast vit við alt møguligt innan catering. Til konfirmatiónirnar fer matur títt út av húsinum her, jólaborðhald, brúdleyp og annars tað, ið kemur upp.

Summarfestivalurin he-vur eisini havt nógv at tíða fyri okkum, tí teir hava brúkt okkum nógv. Jú, tað ber væl til at hava ein góðan

køk á Húsum, nú hava vit sjálvsagt ikki havt góðken-dan køk so leingi, men tað sær út til at fólk spyrja alt meira og meira eftir ok-kum.

At enda sigi eg við Mag-na Garðalíð, at eg sá ein flokk av dunnum uttanfyri? Ja, sigur Magni, tær eru í hvørt fall økologiskar og tær verða steiktar ”í mí-num navni”, eg haldi at har munnu vera 27 ungar eftir, og teir fara allir til jólaborðhald ymsastaðni i Føroyum.

AV HÚSUM TIL HAVNARMagni Garðalíð, kokkur og borgarstjóri á Húsum, matgerð í egnum køki á Húsum til nærum allar Føroyar, og tað ber til, sigur hann.

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 20136

Jákup Ósá

Nú er bara ein góður mánaði eftir til venjingar-nar av álvara byrja aftur úti á graslíkinum hjá fe-løgunum í bestu deildini. Hetta er tíðin, tá leiðslurnar kring um í Føroyum gera neyðugu broytingarnar og seta hópin endaliga saman. Hjá teimum flestu eru enn seinastu prikkarnir eftir at fáa uppá pláss.

Ndende styrkir væl umHjá KÍ var broytingin tann, tá blaðið fór til prentingar, at Jógvan Isaksen ikki hel-dur fram, meðan Ndende er komin til. Fótbólts viðmer-kjarin og fyrrverandi ítrót-tar skrivarin á Dimmalæt-

ting Teitur Joensen heldur, at KÍ hevur fingið góðan styrk í Ndende.

- Miðvøllurin er blivin sterkari, nú Ndende er ko-min til. Hann fer at muna væl hjá KÍ. KÍ kom í fjør ofta á odda móti liðum, men megnaði ikki at standa ímóti trýstinum, tá leiðslur-nar skuldu haldast. Her fer Ndende at styrkja væl um, tí hann gevur tyngd, sum KÍ manglar. Eisini kemur hann uttanífrá, og tað he-vur KÍ brúk fyri. Tí hann merkir ikki á sama hátt tað stóra trýstið, sum altíð er frá áskoðarunum, tí KÍ er eitt so søguríkt felag. So hatta er eitt skilagott val av

KÍ. Eg vænti hann kemur at manna ein sterkan miðvøll saman við Atla Danielsen. Atli byrjaði væl í ár og he-vur áður víst í Danmark, at hann er góður leikari. Men við Jógvan Isaksen viknar verjuparturin. Hann er støðugur og kann røkja øll plássini í verjupartinum og er ein góð “typa”, hóast hann ikki spældi so nógv seinastu dystirnar í fjør, sigur Teitur Joensen við Norðlýsið.

Verjuleikari má innTá vit spyrja Teit um, hvar KÍ skal styrkja seg, so sva-rar hann, at tað er í miðver-juni.

- KÍ hevur brúk fyri ei-num støðugum miðverju leikara. Einum royndum leikara, sum stýrir og sta-biliserar liðið. Eina typu sum Atla Gregersen og Jóhan Troest Davidsen. Teir hava báðir sáttmála, so tað verður ikki teir. Í Før-oyum hava vit eisini Bartal Eliasen, Høgna Zacharias-sen og Marna Djurhuus, men eg vænti ikki, at teir skifta felag, hóast teir ikki hava sáttmála. So KÍ má helst útum landoddarnar at finna rætta leikaran. Og tað skal vera ein kanón, sum er betri enn teir, sum eru í felagnum áðrenn. Tí annars kunnu teir heldur halda

fram við Sørmundi og Od-dmar, sigur Teitur.

Útlendskir verjuleika-rar sum Dmitrije Jankovic, Téhé Aristide og Babacar Ndiour hava verið nevndir eins og fyrrverandi B36 leikarin Jonas Flindt-Ras-mussen.

- Fyri at taka teir fyrstu, sum spældu í Føroyum í ár, so haldi eg, at Dmitrije er ov gamal og ikki rætti lei-karin. Aristide er tíverri ef-tir míni meting ikki góður nokk og so er tað Babacar. Hann hevur nógvar dygdir. Er skjótur og sterkur og hevur faktisk eisini góðan bóltførleika. Men eg eri eitt sindur ivasamur. TB

flutti niður, men tað kann sjálvandi eisini skyldast, at viðleikararnir ikki vóru nóg góðir. Um tað skal vera nakar av hasum, so skal tað vera hann. Tá vit koma inná Jonas, so royndist hann væl í B36. Hann er stórur og sterkur leikari, men í B36 var tað Oddmar Færø, sum var sera týdningarmikil ei-sini. Tí tað var hann sum ofta ruddaði upp og læs spælið, meðan Jonas meira var til deyðbóltarnar. Eg veit, at Sørmundur er skjó-tur og skjótari enn tey flestu halda, men eg síggi hann heldur sum sama typa sum Jonas og ikki tann, ið lesur spælið av. Skal KÍ fram-

Viðmerkjar i:

Norðlýsið hevur spurt fótbólts viðmerkjaran Teit Joensen um støðuna í KÍ, og hvat skal gerast til komandi ár. Hvat skal til fyri at førka seg millum tey bestu?

KÍ MÁ ST YRK JA MIÐVERJUNA

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 7

haldandi liggja høgt og spæla álopsfótbólt, so má ein taka hasar leysu bóltar-nar. Tí haldi eg ikki, at Jo-nas er rætti leikarin, men eg dugi at síggja, at fólk halda hann hava nógvar dygdir, sigur fótbóltsviðmerkjarin.

KÍ verður hægri uppiTá vit spyrja, um KÍ hevur

eitt betri lið til komandi kappingarár, so væntar Te-itur, at liðið fer at førka seg uppeftir.

- Tað er tengd at, hvussu Eyðun Klakstein fær KÍ at virka. Tað er trupult at døma hann útfrá árinum í ár, tí hann kom til eitt lið við ongum sjálvsáliti og fekk eina ringa byrjan. Og

at KÍ yvirlivdi var einans tí, at TB steðgaði heilt upp í seinnu hálvu. Men Eyðun er ein dugnaligur venjari. Hann hevur tó ikki so góð úrslit í bestu deildini. KÍ verður ikki líka niðarla-ga sum í 2013. Eg vænti í ringasta føri nr. 7 og í besta føri kring Europa League og kanska eitt bronsu pláss.

So vit tosa helst um eitt 5.-6. pláss í løtuni sum tað mest nærliggjandi, men nógv kann broytast áðrenn fyrsta landskappingar dystin. Hjá KÍ er eisini neyðugt at halda uppá Hjalgrím Elttør, hóast hann er ein humør leikari. Men humør leikarar finnast eisini í øðrum feløgum og

hesir hava stóran týdning. Hygg eftir Hans Paula Sa-muelsen hjá EB/Streymi, Christian Mouritsen hjá HB og Lukasz Cieslewicz hjá B36. Sostatt má KÍ fáa ein álopskendan leikara inn fyri Hjalgrím, um hann fer avstað, sigur Teitur

HB og EB/Streymur fyribils favorittarFlestu liðini í Effodeildini hava framvegis ikki fingið endaligu hóparnar uppá pláss, men hjá teimum flestu eru ikki stórar broy-tingar væntandi afturat. Tá vit at enda hyggja fram til komandi ár og spyrja, hvus-su toppurin fer at síggja út, so er tað aftur HB, sum pe-ikar seg út.

- HB hevur mist Bárð Olsen og fingið Levi Hans-sen. Levi kann koma inn á plássið hjá Bárði, men tað vænti eg ikki hann ger, men heldur fer hann at spæla longri frammi. Vit vita heldur ikki, hvørja leik-skipan Heðin Askham fer at brúka. HB hevur besta hópin og er favorittur. Síða-ni havi eg EB/Streym, sum ikki sær út til at missa so

nógv fólk sum fleiri vóru bangin fyri. Teir hava eisini fingið góðar, men øðrvísi leikarar inn fyri teir mistu. Liðið hevur stórar profilar og teir eiga at vera svangir eftir árið í ár. Síðani hava vit Víking og ÍF. Víkingur sær stabilit út og hava ein taktiskan væl fyri venja-ra í Sigfríði Clementsen, sum veit hvat skal til. Men bæði í 2013 og 2012 hava teir tíðarskeið í kappingi-ni, sum senda teir út av FM stríðnum. Hjá ÍF eru enn fleiri ósvaraðir spurningar. Serliga verður spennandi at síggja, um Bartal Eliasen heldur fram og um Jan El-lingsgaard verður keyptur heim til vinstra bakk ella, um teir fara út eftir einum nýggjum leikara har. Men hatta vera 5 sterk lið væn-ti eg. So kemur NSÍ, sum hevur brúk fyri at styrkja seg og KÍ, sum hevur brúk fyri at styrkja miðverju-na. Gera tey tað, so breið-kast toppurin við sterkum liðum, sigur Teitur Joensen at enda.

Teitur Joensen

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 20138

Navn?Jákup Pauli Lassen

Parlagsstøða?Eri giftur við Lovisu Lassen.

Hvar býrt tú?Havi búð á Amager, men nú hava vit fingið íbúð á Kagså-kollegiet í Herlev (kbh).

Hvat lesur tú? Ella hvat arbeiðir tú við?Sigli sum stýrimaður við ei-num PSV í Tansania.

Hvat fekk teg av landinum?Ikki tí at eg eri tufflaður, men konan skuldi lesa. Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?½ ár, flutti niður síðsta sum-mar.

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?Ja. Eg eri nokk týpan sum trívist allastaðni, men enn føli eg meg ikki heima í DK :(

Hvat tekst tú við eftirskúlatíð/arbeiðstíð?Eg eri burtur í 6 vikur, og he-ima í 6 vikur, so tað er nógv frítíð tá ið eg eri heima. Eg havi eina álitsuppgávu: tað er at “vaska upp” og hetta gan-gi eg høgt uppí. Eg MÁ taka meg saman og finna mær eitt hobby.

Hvat er tað besta við Danmark?Veðrði er nakað betri og so er tað nakað bíligari at liva her. So sum keyp av alskyns vørum, serliga KT-vørum og mati. Annars síggi eg ikki nógvar fyrimunir.

Hvat er tað ringasta?At bíða 8-10 minuttir eftir ei-num grønum ljósi fyri at slep-pa at ganga um eitt fótgan-garafeltið. Tað hava vit ikki á Húsum!!!!

Ætlar tú tær heimaftur?So skjótt sum konan er liðug við lesnaðin.

Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar?At kunna seta súkkluna frá tær uttan at vera bangin fyri stuldri. Annars er longsulin altíð størstur um heysti, óan-sæð um mann er í DK ella um-borð.

Hvørjum leingist tú mest eftir í Føroyum?Matinum og friðinum. Og so eri eg mammubeiggi til tvær fittar smágentur.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara?Eitt stórt roks!! sum snakka eina fløkju uttan at siga nakað sum helst. Tá tað er sagt, so eru teir bara fittir.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying?Tað sum ikki verður í dag, tað verður í morgin.

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsli-ga donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg?Stutt og greitt NOY!!! Nei tvætl, eg havi siglt nakað í Norra, og tá er skjótt at blan-da Norskt og Danskt saman, so jú eg havi dumma meg nakar ferðirnar.

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Onkrastaðni í Norðoyggjum vóni eg. Helst egin hús.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:Be aware I’m coming home for Christmas :)

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð?Tað verður ein persónur sum eg haldi nógv av, og sum eg eri bangin fyri, ikki ætlar sær at flyta heimaftur :( Tað verur spennandi, hvussu hann fer at svara spurningunum. Sjúrður Jacobsen.

Útiset in hesaferð:”Eg tr ívis t allastaðni,men eg føli meg ikki heima í DK”

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 9

kr

ea

LÝSING EFTIRGRANSKINGARVERKÆTLANUMTIL GRANSKARASETRIÐ iNOVAÍ sambandi við, at Vinnuframi hevur �ngið til uppgávu at útvega tól at seta í Granskarasetrið, verður við hesum lýst eftir granskingarverk- ætlanum.

Endamálið við hesum átaki, er at menna gransking í Føroyum, við at útvega framkomin tól til granskingarverkætlanir. Tað verður sostatt møguleiki hjá fyritøkum og stovnum, hvør sær, ella saman, at fara í holt við nýggjar granskingarverkætlanir í iNOVA.

Vinnuframi útvegar einans tól til verkætlanina. Annar kostnaður, í sambandi við verkætlanina, verður hildin av umsøkjara.

Leigusáttmáli verður gjørdur við iNOVA í sambandi við verkætlanina.

Ein ráðgevandi bólkur verður settur at meta um innkomnu umsóknirnar og gevur síðani sítt tilmæli til stýrið í Vinnuframa til endaliga støðutakan.

Umsóknirnar skulu í minsta lagi lýsa:• Endamál við verkætlanini• Verkætlanarleiðari• Væntað ítøkilig úrslit av verkætlanini• Nágreinilig tíðarætlan• Samstarvsfelagar• Lýsing av tilfari, tólum og mannagongdum, ið vera nýttar í verkætlanini• Rakstrarætlan yvir alt verkætlanartíðarskeiðið við lýsing av fíggingarleistinum• Lýsing av, hvussu viðkomandi tól kann nýtast á annan hátt, ella til annað endamál, annaðhvørt við síðna av granskingarverkætlanini, ella eftir verkætlanina.

Um tørvur er á meiri upplýsingum og kunning, ber til at seta seg í samband við Regin W. Dalsgaard, stýrisformann, á telefon 596061, ella teldupost: [email protected] Umsóknin skal vera Vinnuframa í hendi í seinasta lagi tann 20. januar 2014.

Hoyvíksvegur 51 / FO-100 Tórshavn

[email protected]

www.vinnuframi.fo

Hoyvíksvegur 51

FO 100 Tórshavn

[email protected]

Aftur í ár er Jólabókin á tremur við góðum, nýskrivaðum søgum, spennandi uppgávum og hugnaligum ítrivi at gera til jólar

Teir 24 partarnir í Míni jólabók 2013 gera hana til eitt gott alternativ til vanliga pakkakalendaran. Vælkendu vættrarnir hjá Janusi á Húsagarði eru klárir við forvitnisligum uppgávum at loysa og dá-mar tær stuttligar, spenn-andi ella kanska ræðandi søgur, er bara at blaða upp og fara at lesa, tí alt hetta og meira er at finna í ár-sins útgávu.

Jólabókin hevur altíð verið ein bók, har bæði nýggj og óroynd listafólk sleppa at royna seg, men so sanniliga eisini góðir, gamlir kenningar - og soleiðis er eisini í ár. Í ár eru søgur eftir Ra-

kel Helmsdal, Halldóru Dam, Sámal Soll, Ingun Christensen, Minu Rei-nert, Oddfríð Rasmus-sen, Hans Olaf Joensen, Steintór Rasmussen og Armgarð Arge og yrking eftir Alexander Kristian-sen. Myndprýðingar-nar hava hesi gjørt: Lise Golbe, Janus á Húsa-garði, Marjun Reginsdót-

tir, Frits Johannesen og Ann-Mari Egholm, og hesi á fyrsta sinni: Jenny Kastalag, Jenny Kjærbo, Jona Sakarisdóttir Guld-bro, Gunn Sloan Müller og Bjørk Jónheðinsdóttir Tróndheim.

Mín jólabók 201388 bls./innbundin

Lat so bara jólini koma

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 201310

Nær Jólaskipið kemur á Leirvík og Klaksvík er enn óvist. Vanliga plaga jóla-menninir at passa tað sole-iðis, at teir velja ein góðan dag tætt upp undir jólini, so hugsast kann at tað verður onkuntíð ímillum 18. og 23. desember, alt eftir veðri-num, men tað frætta vit nærri um í Norðlýsinum til tað tíð.

Tað vóru teir báðir Niclas Heri Jákupsson og Emil Gunnarstein, sum á fysta sinni skipaðu fyri Jólaski-pinum á Klaksvík.

Niclas Heri Jákupsson, sigur, at fyrstu ferð Jólaski-pið kom á Klaksvík, var tað við bátinum Varpið, sum pápi Niclas átti. Eg minnist at vit løgdu at á Varpinum, har sum oljupumpan sten-dur við bátabrúgvarnar. Vit báðir høvdu ikki væntað

nakað serligt av fólki, tí vit høvdu keypt eina kara-melleskju til løtuna. Men vit máttu niðan á Statoil at keypa tvær afturat, tí nógv fólk vóru møtt upp á Varpi-num hendan dagin.

Eg minnist, sigur Niclas

Heri Jákupsson at enda, at tá vit tosaðu um at fara undir eitt tiltak við jóla-monnum, so bleiv tosað um at lata teir koma oman úr fjøllunum. Men tá vit hugsaðu okkum um, hildu vit, at teir skuldu koma in-

nan av havinum, tí tað var tann vegin livibreyðið hjá klaksvíkingum kom. Tí eitt Jólaskip.

Seinni minnist eg at vit luftaðu tankan fyri Poul Eyðfinn Andreasen, sála á Ågot. Tað kom eldur í

hann beinanvegin og at fáa ”Ågottarnar” uppí tað var sum at fáa grønlandshun-dar frammanfyri sleðuna. Teir eru fryntligir, ágrýtnir, nærlagdir og nógv meira, teir hava snøgt sagt tað, ið skal til fyri at fáa eitt slíkt

tiltak at bera til. Ídag er tað so toymið aftanfyri Sjó-mannadagin, ið stendur fyri Jólaskipinum.

Ársins RósaTiltakið Jólaskipið er blivið størri við árunum, og fyri 9 árum síðani, gjørdist hug-skotið um ”Ársins Rósa” eisini partur av Jólaskipi-num.

Í ár skal ein borgari í Klaksvík fáa heiðurin ”Ársins Rósa” og til tað er neyðugt at vit fáa inn up-pskot til ársins Rósu.

Uppskotini kunnu sen-dast til Norðlýsið, Postsmo-ga 58, 710 Klaksvík. Merki brævbjálvan ”Ársins Rósa”. Ella send ein teldupost til [email protected] við up-pskoti um evni til Ársins Rósu.

JÓL ASKIPIÐ F YRI 23. FERÐJú, tú hevur lisið rætt, í 23 ár á rað, hevur verið skipað fyri tiltakinum, og í ár verður onki undantak.

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 11

§1 – Endamál Í ljósinum av heilaga boðinum um at tú skalt elska næsta tín sum sjálvan teg er endamálið við hesum tiltaki: ”Ársins rósa” at stuðla undir hjálpararbeiði og annars alt gott og gevandi arbeiði, sum fólk í Klaks-víkar Kommunu gera fyri onnur menniskju og/ella fyri kommununa sum heild uttan at fáa nakaðella stórvegis afturfyri. §2 – Mannagongd Hvørt ár um jóltíðir kann ein persónur verða heiðraður við ársins rósu fyri sítt góðgerandi arbeiði við eini viðurkenning, ið verður handað honum av borgarstjóranum í Klaks-víkar Kommunu. Handanin fer fram í sambandi við hóskandi alment hátíðarhald, ið skipað verður fyri um jóltíðir. §3 – ViðurkenninginViðurkenningin ársins rósa er – umframt heiðurin og herðaklappið – ein heiðursgáva, ið inniheldur eina stóra vakra kurv, eitt heiðurs-bræv, eina gylta rósu og eina peningagávu. §4 – LeiðslaLeiðslan fyri tiltakinum ársins rósa er ein fimmannanevnd, ið er mannað av (1) borgarstjóranum í Klaksvíkar Kommunu, sum er for-maður í nevndini, (2) blaðstjóranum á lokalblaðnum Norðlýsinum,(3) stigtakaranum til ársins rósu, (4) einum persóni, ið Klaksvíkar Býráð velur fyri fýra ár í senn eftir hvørt býráðsval, og (5) persóninum, ið seinast varð valdur til ársins rósu.Tá/um stigtakarin tekur seg úr nevndini, verður tann nevndar-sessurin eisini valdur av Klaksvíkar Býráð á sama hátt sum tann fjórði nevndi. §5 – Gildi / broytingarHenda reglugerð kemur í gildi, tá hon er góðkend av Klaksvíkar Býráð. Broytingar í reglugerðini krevja nevndarsamtykt, ið skal góðkennast av Klaksvíkar Býráð.. Klaksvík tann 2. desember 2004 Niclas Heri Jákupsson, stigtakari Steinbjørn O. Jacobsen, borgarstjóri Oliver Joensen, blaðstjóri

ÁR SINS R ÓSAein árlig viðurkenning fyri vælgerandi arbeiði í Klaksvíkar Kommunu

Reglugerð

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 201312

Í Timburhandlinum á Kambsdali finnur tú alt tær tørvar til bygging, urtagarð, ítriv, hús og heim.

Starvsfólkið í Timburhandlinum á Kambsdali eru klár at veita tær ráð og vegleiðing.

Góð tænasta er okkara aðalmál.

Set teg í bilin og koyr teir 11 minuttirnar frá tunnilsmunnanum í Klaksvík og innar á Kambsdalar.Um 11 minuttir eru ov nógv, so tak telefonina og ger tínar bíleggingar tann vegin.

Bilar okkara eru í Klaksvík 2 ferðir um dagin.

So tað tú bíleggur fyrrapart veita vit seinnapart sama dag - ella tú bíleggur seinnapart og fær vøruna longu fyrrapartin dagin eftir.

Skalt tú hava bestu byrjanina - so royn okkum!

Bert 11 minuttirtil eina góða byrjan

”vIT GLEÐA OKKUM AT

SÍGGJA TEG Á KAMbSdALI.”

Gunnleif Berjasteindeildarleiðari

Jann Martin MortensenSølumaður

tel 44 44 41 · fax 44 48 41 · [email protected] · www.2x3.fo ·

Vit koyra til Klaksvíkar 2 ferðir um dagin!

Kambsdalur.indd 4 01-10-2013 18:05:27

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 13

Hóast eitt lítið hall á fíggjarlógini, politiskt órógv, samgongu-samráðingar í Kringvarp-inum, munnlig skot í útvarpinum, deyðadómstalur um framtíð Føroya og minni vakrar við-merkingar á sosialu miðlunum, er nógv gott at leingjast eftir heima í Føroyum.

Hugleiðing:

Til tíðir og millum annað fyri tíðina eru ikki nógvir ljósir tíðindastubbar at fin-na í føroysku miðlunum. Løgmaður leypur fram av, tí tjóðveldiskongurin er í ferð við at skipa nýg-gja samgongu. Tað verður, sum so nógv annað og so sum tað eigur at verða, up-pblást. Tað verður blást upp í kík, so tað brestur; júst sum Avgusturin og Eys-turoyartunnilin. – Eg tori at siga at tíðindini seinastu mánaðirnar hava ikki verið so tespilig at lisið, sæð og hoyrt. Men hóast alt hetta, er nógv at leingjast eftir í

Føroyum, nú vit nærkast fyrsta sunnudag í advent og jólamánaðinum. Onkur góð tíðindi eru tó.

Nógv gott tóMikumorgunin hoyrdi eg í tíðindunum at Portugal er í fíggjarkreppu. Politisku myndugleikararnir verða noyddir at hækka skattin og skerja á rættiliga nógvum økjum.

Í Føroyum eru vit á veg úr eini fíggjarkreppu, ut-tan skattahækking, men í staðin skattalækking. Inn-tøkurnar fáa so spakuliga útreiðslurnar aftur, uttan at landið er lagt lamið. Jamen tað er tí at fólk arbeiða, tí at

arbeiðspláss eru. Landið er ikki stagnerað.

Dagliga hoyrist at nýtt heim letur upp, nýggjur skúli verður bygdur og nýggj heim eru á kortinum og eru nokkso nær. – Tað teknar gott, tað haldi eg ið hvussu er.

Og í Føroyum hava vit rættiliga nógv, sum onnur als ikki hava; tað er kanska tað, sum eg leingist mest eftir.

Í Føroyum er ikki bara betongTað er so nógv, sum før-oyingar standa saman um. Tað hevur ikki verið so stuttligt at eygleitt niðrifrá

allar grindirnar sum hava lagt beinini seint í summar og út á heystið. Skilt á tann hátt, at eg kundi hugsað mær at verið við til okkurt av drápunum. Sum nú er trýtur neyvan grind í nø-krum kagga í Føroyum. Heystið og skurðurin hild-naðust avbera væl, skilji eg á lagnum. Og longu nú eru trýtúsund harur skotnar. – Jú tað er nógv, eg kundi hugsað mær at verið við til.

Her niðri á flatlondum, í Keypmannahavn, er torført at síggja ein grønan plett fyri betongi. Eg kundi hug-sað mær nøkur fjøll. Nei tað er ólíka í Føroyum.

Í desembermánað leitar

lyndið heim til hugnan og ræsta luktin. Her sleppur tú ikki at kókað ella hita ræst, uttan at tú fært eina ábreiðslu frá “Frú Jensen”, sum býr við síðunarav. – Slett ikki tað, Keypman-nahavn er ein hugnaligur og prýðiligur býur, serliga í jólamánaðinum.

Jólamánaður í FøroyumJú tað er saktans hugnaligt í Keypmannahavn, nú tað nærkast jólum. Men frí-dagar fært tú ikki gingið fyri fólki, og køirnar til tað ymiska eru longri enn av-gusturin á Hvalastøðini við Áir. Í hesum tættfólkaða stað er tað ikki eins persón-

ligt sum í Føroyum. Tað saknar hesin til tíðir. Og tú kanst ikki fara í nakran haga at skjóta ella ein túr á flot, fyri at sleppa undan resinum. Men tað kanst tú í Føroyum. – Í Føroyum er nógv at gleðast um, meira enn at vera illur um.

Bara nakrir tankar, sum komu mær til hugs í dag. Tað er hóast alt okkurt at leingjast eftir.

Danial Viðoy, Keypmannahavn

TAÐ ER HÓAST ALT OKKURT AT LEINGJAST EF TIR

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 201314

Sámal er í Starvsvenjing hjá TTS

Tekst, myndir og uppseting: Elsa Steinberg Joensen í starvsvenjing á Norðlýsinum

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 15

Fólkaflokkurin var ein av størstu vinnarunum í dag-sins veljarakanning hjá KVF. Hjá Fólkaflokkinum er púra óvanligt, at flokku-rin fær yvir 20%, hóast tað er komið fyri. Men 20,7% er tað mesta sum flokkurin hevur fingið í nakrari velja-rakanning, sum nordlysid.fo hevur funnið fram av 11 av kanningunum seinastu 9 árini. Í juni í 2006 hevði flokkurin 20,5, sum er næst besta úrslit hesi árini.

Spurningurin er so, hvat hetta skyldast. At Janus Rein er komin uppí flokkin kann vera ein av orsøku-num. Men flokkurin, sum altíð stendur seg verri í kanningunum enn til valið, kann fegnast um eina søgu-liga góða veljarakanning.

Nýggja veljarakanningin sum Kringvarpið hevur lati gera vísir at samgongan gongur 2,4 % fram síðan veljarakanningina sum Gallup gjørdi í oktober. Størstu framgonguna hevur Fólkaflokkurin upp á heili 3,5 %. Tjóðveldi er størsti flokkur og í mun til seina-sta løgtingsval hevur hann stórstu framgongdina.

Samanbering av veljarakanningum:

FLOKK SEPT NOVA 17,2 20,7

B 22,1 21

C 21,7 19,3

D 4,5 2,2

E 23,6 26,7

F 5,7 5,2

H 5,3 5,3

BESTA VEL JARAK ANNING HJÁ FÓLK AFLOKKINUM Í NÓGV ÁR

Talvan vísir hvussu fólkaflokkurin hevur staðið seg í velja-rakanningum, sum Gallup, Fynd og Lóður hava gjørt gjøgnum árini

TJÓÐVELDI STÓRI VINNARIN

Gongdin síðani valið 2011

Løgtingsvalið, veljarakan-ning 2012,

veljarakanning 2013 (Gallup),

veljarakanning 2013 (Lóður)

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 201316

Røðin av politiskum eldsálum sum hava ve-rið viðgjørdar av okkum í fjórðu statsmaktini er long og mong eru dømini har viðgerin í fjølmiðlunum førdi til at politiski myn-dugleikin, fyri at skapa politiskan frið, avgjørdi at jarða politikarar uttan verju og rættargongd. Eftir fyl-gjandi eru fleiri dømi um at hesi vóru reinsað av kan-ningum sum eingin almen-nur áhugið var fyri. Hóast onkur megnaði við egnum vilja at finna inn aftur á politiska leikpállin so hava tey rinda ein sera ógvusli-gan politiskan og persónli-gan prís – alt av órøttum.

Eitt tað kendasta málið í nýggjari tíð var tá norðo-yatingmaðurin, Jákup Mikkelsen, varð valdur til landsstýrismann í fiski-vinnumálum. Eingin ivi er um at hetta var politiska dreyma starvið hjá norðoya tingmanninum – eitt starv sum hann í dag vegna við-gerð í fjølmiðlum óivað politiskt er fráskorin frá at fáa aftur.

Ein professari í løgfrøði á Fróðskaparsetrinum, var brúktur sum løgfrøðiligt stevnumið hjá Kringvar-pinum og tá Norðlýsið í oddagrein fann hvassliga at niðurstøðuni hjá hesum

vóru vit stevndir fyri fjøl-miðlanevndina.

Niðurstøðan var at fjøl-miðlanevndin ikki vildi geva kæraranum viðhald og niðurstøðan í oddag-rein bleiv standandi. Men tað munna verða fá sum kenna til hesa søguna tí tá ein kongur er jarðaður og annar valdur – gongur lívið víðari.

Ógvusligar ákærurTá Norðlýsið fanst at út-søgnum í Kringvarpinumm ákærdi lektarin á fróðska-parsetrinum Norðlýsið fyri at fremja karaktermorð, fyri at føra kampanjujour-nalistikk, fyri at verja áhugamál hjá norðoyating-manninum, fyri at fremja kaotiskan crazy-fact stíl, koma við faktuelt ógrun-daðum ábreiðslum o.so.fr. Hetta var alt sera grovar ákærur sum vit sum fjøl-miðil als ikki kundu lata standa, tí umrøða okkara av málinum um gegnið hjá fyr-rverandi landsstýrisman-ninum í fiskivinnumálum, Jákup Mikkelsen, hevði ve-rið drúgv, víðfevnd og kjar-nu søkjandi. Vit høvdu havt eina røð av serfrøðingum/advokatum at úttala seg um málið.

Var høvuðsstaðarpressan

keypt?Tá spurningurin um geg-nið hjá Jákup Mikkelsen, var reistur í fjølmiðlunum viðgjørdu vit spurningin á redaktiónini hjá Norðlý-sinum. Tað sum málið í stuttum snúði seg um var sambandið millum stór-reiðaran, Hanus Hansen og Jákup Mikkelsen. Var Jákup Mikkelsen ógeg-niður ella gegniður.

Dimmalætting hevði beinleiðis kravt landst-týrismannin frákoyrdan og sjónvarpið spurdi áhaldan-di løgmann nær hann fór at koyra laandsstýrismannin frá tí persónliga sambandi millum landsstýrismannin og Hanus Hansen reiðara í JFK var sambært pressuni-var brot á fyrisitingarlógi-na. Tað eru stór peningalig áhugamál í makrelinum og sama dag sum Jákup Mikkelsen varð útnevndur landsstýrismaður í fiskivin-numálum boðaði hann frá at hann fór at arbeiða fyri at so nógv sum gjørligt av hesum tilfeinginum skul-di arbeiðast av føroyskum hondum – helst alt – segði landsstýrismaðurin í miðlu-num. Fáar dagar seinri boðar ein útlendskur reiðari alment frá at hann vil bjóða 100 milliónir krónur og hetta skapar stórt politiskt

rumbul. Tá vit javnan sam-talað við fólk í politisku skipanini kundu vit skjótt staðfesta at landsstýrið var undir stórum trýsti – ikki minst frá útlendskum áhu-gamálum sum landsstýris-maðurin hevði forfjónað við síni útsøgn.

Bráðliga er ein søga í sjónvarpinum har Bjørn á Heygum advokatur ger greitt, at hann ikki metir landsstýrismannin verða egnaðan tí svágurskapurin við Hanus Hansen ger hann ógegniðan sambært fyri-sitingarlógini. Fleiri grei-nar í Dimmu í somu viku staðfesta tað sama og od-dagreinin í blaðnum gerð greitt at um løgmaður ikki skal vannvirða fyrisitingar-lógina er hann noyddur at koyra landsstýrismannin úr starvið.

Síðan hevur Dagur og Vika eina røð av innsløgum hvønn dag í tvær vikur har virksemið hjá Hanus Han-sen verður lýst.

Á redaktiónini á Norðlý-sinum eru vit púra greið yvir at er talan um ógegni so er sambandið millum Hanus Hansen og Jákup Mikkelsen avgerandi fyri málið og tí fara vit í holt við at lýsa hendan partin sum vit meta verða kjarnin í málinum.

Vit kanna m.a. um tey sum útalaðu seg í málinum í fjølmiðlunum sjávi hava áhugamál í málinum. Og her sóu vit beinan vegin at Bjørn á Heygum var nevn-darlimur í reiðarrí, sum er vælkent fyri at hava útlends-kan eigaraskap. Tí mettu vit hann verða ógegniðan og leitaðu tí eftir øðrum advokati ella serfrøðingi at úttala seg um hetta málið, sum var sera viðkvæmt po-litiskt. Vit staðfestu eisini at annar advokatur, sum eisini bleiv nógv brúktur av fjølmiðlunum, beinleiðis var umboðsmaður fyri út-lendska reiðarríið sum átti móttøkuskipið Lafayette, og sum stutt frammanun-dan hevði boðið landsstýri-num 100 mill. kr. fyri part í makrelinum. Vit vístu á skjøl har sum advokaturin hevði undirskrivað vegna reiðarríðið hjá Lafayette. Hann var samstundis nógv frammi í sjónvarpinum og var púra sannførdur um, at landsstýrismaðurin ikki kundi halda fram í starvi-num - vísandi til fyrisit-ingarlógina.

Fleiri advokatar nok-taðu fyri at úttala seg og av tí at fyrisetingarlógin var frá 1995 vistu løg-frøðingar ikki um nøkur líknandi mál, men av tí at

lógin var ein avskriving – bókstavarætt – av donsku lógini og at løgtingið í við-merkingum til lógina skri-var at man ynskti at hon var tulka sum tann danska lógin var víst til danskan professara í fyrisitingaræt-ti. Hesin vildi heldur ikki úttala seg, men vísti til lek-taran í fyrisitingarrætti við universiteti í Aalborg. He-sin gjørdi greitt at fyrisit-ingarlógin var trupul at lesa í júst hesum spurninginum, men gjørdi greitt at um reiðarin í JFK var beiggi konu landsstýrismannsins, so var hann ikki ógegniður sambært fyrisitingarlógini.

Vit eftirspurdu síðani føroyskar advokatar um føroyska og danska lógin vóru eins. Her var niður-støðan at eingin ivi var um at føroyska lógin var avs-kriving av tí donsku. Víst var til at í viðmerkingunum til føroysku lógina stendur beinleiðs at føroyska lógin skal tulkast eins og tann danska. Harafturat søgdu advokatar at um málið en-daði í rættinum var danski hægstirættur ovasti tul-kingar myndugleiki.

Eisini høvdu vit eftirfyl-gjandi eina samrøðu við Bjørn á Heygum, advokat, har hann rættar sína egnu útsøgn men heldur fast við

FJÓRÐA STATSMAK TIN OG KIRK JUGARÐUR HENNARAFjórða statsmaktin eigur ein politiskan kirkjugarð sum eingin vitjar. Í hesum kirkjugarði eru fleiri politiskareldsálir jarðaðar livandi, men hugurin at vitjað aftur á hesar gravir er lítil tí ein kann missa náttarfriðin avat hoyra róp teirra órættaðu.

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 17

GREINAR/DOKU-MENTIR:

JÁKUP MIKKELSEN ER IKKI ÓGEGNIGURJohn William Joensen - 6. jan 2012 14.20

Tað sigur danski ser-førðingurin í umsitingarrætti, Sten Bønsing, sum er lektari á Universitetinum í Aalborg. Munur eigur eisini at verða gjørdur tá talan er um politikk og so konkret umsitingarlig mál.

Nógv hevur verið tosað um gegnis spurningin hjá nýggja fiskimálaráðharranum. Vit sendu spurningin til danska serfrøðingin í umsitingarræt-ti, Sten Bønsing, sum starvast sum lektari á Universitetinum í Aalborg. Hann er “Erhverv-sjurist, Ph.D” og granskar í jura, umsitingarrætti, umsit-ingarmyndugleika, kommu-nalrætti og almennum rætti. Hann starvast sum lektari í umsitingarrætti.

- Fyrisitingarlógin er rætt-liga greið í spurninginum um gegni. Í sjálvari lógini hevur man definera hvør er gegni-gur og tá Jákup Mikkelsen og Hanus Hansen eru svograr og ikki brøður – er talan ikki um ógegni sambært lógini.

- Tað at kona Jákup Mik-kelsen og Hanus Hansen eru systkin ger ikki landsstýris-mannin ógegnigan.

- Men var landsstýris-maðurin sjálvur í beinari linju beiggi stór reiðaran, so er lítil ivi um at hann var ógegnigur.

- Harafturat er ikki rætt at tulka lógin beinleiðis til at umfata politiskar spurningar. Talan eigur at verða um me-tingar sum byggja á konkret mál og her eigur ein eisini at skilja millum yvirskipað po-litisk mál og so umsitingarlig mál, sigur Sten Bønsing í stut-tari viðmerking.

Lógin torfør at lesaÍ fyrisitingarlógini stendur so-leiðis: ”.......hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni .....”

Men danski serførðingurin sigur at lógin skal lesast á tann hátt at talan er um hjún og sy-skin hjá landsstýrismanninum og hjúnarfelagarnar hjá syst-kunum hjá landsstýrismanni-num. Einki er nevnt í lógini um brøður og systar hjá konu landsstýrismannsins. Tí skilji eg væl at fólk hava torført at lesa lógina - men soleiðis skal hon nú einaferð skiljast, sigur Sten Bønsing í telefonini úr Aalborg.

--------

KRIGVARPIÐ/DIMMA OG VINNULIG ÁHUGAMÁLJohn William Joensen - 9. jan 2012 11.00

Advokaturin hjá Kringvarpi-num og Dimmu hevur sjálvur stór egináhugamál í førda fi-skivinnupolitikkinum.

Fyrrverandi politikarin, Tjórbjørn Jacobsen, leggur á

Facebook Norðlýsið undir at renna ørindi fyri løgmann og Jákup Mikkelsen. Hann sigur m.a. at føroyska og danska fyrisitingar lógin ikki er tann sama men her er kajfútin á skeivari leið.

Føroyska lógin:hjúnarfelagin hjá viðkomandi, skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíg-gjarligan áhuga í úrslitinum av málinum ella umboðar onkran, ið hevur ein slíkan áhuga

Danska lógin:vedkommendes ægtefælle, beslægtede eller besvogrede i op- eller nedstigende linie eller i sidelinien så nær som søskendebørn eller andre nær-stående har en særlig person-lig eller økonomisk interesse i sagens udfald eller er repræ-sentant for nogen, der har en sådan interesse

Hava Dimmalætting og Kringvarpið latið seg brúka av ávísum vinniligum áhug-amálum?

Tá Norðlýsið leitaði eftir viðmerkingum til ógegni hjá landsstýrismanninum í fiski-vinnumálum, komu vit eftir at flestu føroyskir advokatar vóru sera nær kníttir til før-oyska stórkapitalin. Ein av ad-vokatunum sum var við til at gera føroysku stýrisskipanar-lógina ráddi okkum til at tosað við danskan serfrøðing – tí sambært honum er før-oyska og danska fyrisitingar-lógin júst tann sama.

Bjørn á Heygum og ógegniSambært Buisness Line hevur Bjørna á Heygum, advokatur, áhugamál í eins nógvum vin-nurekandi feløgum, sum stór-reiðarin Hanus Hansen.

Bjørn á Heygum er nevnili-ga nevndarlimur í :

P/F 10.07.2007, Geytagøta 21, FO-512 Norðragøta

P/F LINE FISH, FO-460 Norðskáli

P/F REGN, FO-650 ToftirP/F VAÐHORN SEAF-

OOD, á HULKI, FO-490 Strendur

P/F VESTURVÓN, FO-380 Sørvágur

SP/F ADVOKATS-MÁPARTAFELAGIÐ BJØRN Á HEYGUM, Bøgøta 16, FO-100 Tórshavn

SP/F AVON, R. C. EFFER-SøESGøTA 5, FO-100 Tórs-havn

SP/F FLØTT, R. C. EF-FERSøESGøTA 5, FO-100 Tórshavn

SP/F FRAMHERJI, Kar-vatoftir, FO-530 Fuglafjørður

SP/F FRAMINVEST, FO-650 Toftir

SP/F G. KAMBAN, Bøgøta 16, FO-100 Tórshavn

SP/F OGNARFELAGIÐ MATR. NR. 268, BøGøTA 16, FO-100 Tórshavn

SP/F SEKSTANT, Sigmun-dargøta 20, FO-100 Tórshavn

Nevnast kann at Bjørn á Heygum er nevndarlimur hjá Framherja og Framinvest á Toftum og hesi feløg fiskaðu

sambært fiskiveiðu eftirli-tinum góð 17.000 tons av makreli í 2011 Framherji er eitt av stóru feløgunum í før-oyskar fiskivinnu við stórum áhugamálum í Barentshavi-num og í føroyskum sjógvi .

-------

UM “SVÁGD” OG ÓGEGNIJohn William Joensen - 7. feb 2012 13.05

Svágurskapurin millum Ha-nus Hansen og Jákup Mikkel-sen hevur verið nógv frammi í almennu miðlunum. Umrøddi svágurskapurin er ein misskil-jing, siga advokatarnir Rann-vá Ragnarsdóttir og Annfinn V. Hansen

Til spurningin um “svágd” millum landsstýrismannin í Fiskivinnumálum og stjóran í JFK, Hanus Hansen, siga advokatarnir, Annfinn V. Hansen og Rannvá Ragnars-dóttir soleiðis í brævið til Fi-skimálaráðið:

... Í stuttum skal sigast, at tað ongantíð kann verða talan um ógegni samsvarandi fyri-sitingarlógini §3, stk 1, nr. 2, sum viðvíkur ógegni orsakað familju, tí familjan hjá hjúnar-felaga tygara er ikki fevnd av ásetingini. Tá ið tað hevur verið ført fram at tygum eru ógegnigur orsakað av familju viðurskiftum er talan um eina misskiljing av rættarreglu-num.....

... Í fyrisitingarlógini sten-dur ... “skyld ella svágd í stígandi ella fallandi linju ella síðulinjuni so nær sum børn hjá systkjum, ella onnur nærskyld hava ein serstakan persónligan ella fíggjarligan áhuga í úrslitinum av máli-num ella umboðar onkran, ið hevur slíkan áhuga.”

Í síðulinju skal skiljast sum systkin og ikki foreldur og børn. Svágd í síðulinju eru hjúnarfelagi hjá slekt í síðulin-ju, tvs. hjá systkjum v.fl. Áse-tingin fevnir ikki um svágd gjøgnum hjúnafelagan, tvs. systkin hjá hjúnafelaga.

Ein grundgeving til hetta er m.a., at systkin eru tey, ið gera viðkomandi ógegnigan og systkini hava fíggjarligan felagsskap við sín hjúnarfela-ga.

Støðan er nakað øðrvísi, tá hjúnarfelagin er tann, ið viðførir ógegni, tí hjúnafela-gin hjá viðkomandi ikki hevur fíggjarligan felagsskap við sí-num systkjum.......

.... Eg meti ikki, at lands-stýrismaðurin verður ógegni-gur sambært § 3, stk. 1, nr. 2, tí talan er um, at talan er um svágd gjøgnum konu lands-stýrismannin....

Advokatarnir Annfinn V. Hansen og Rannvá Ragnars-dóttir, vísa á at sambært fy-risitingarlógini kann ein ikki tosað um generelt ógegenið men ein verður noyddur at meta um gegnið frá málið til mál. Fiskimálaráði spyr ad-vokatarnar um trý mál og í øllum trimum førum meta ad-vokatarnir ikki at landsstýris-maðurin er ógegnigur.

Viðv. 1: Fyrireiking ísv. Við

ætlan landsstýrisins at sera fram lógaruppskot um at ás-eta avreiðingargjald fyri up-psjóvarfisk;

Viðv. 2: Samráðingar við íslendingar um nýggjan fiski-veiðusáttmála.

Viðv. 3: Fiskiskapur við Flemish Kap

Kringvarpið vil ikki vísa samrøðu við advokatTá Norðlýsið tosaði við Ann-finn V. Hansen advokat segði hann at hann í langari sam-røðu við sjournalist hjá Degi og Viku hevði greitt frá oman-fyrinevndu niðurstøðum, og hann helt tað verða sera løgið at samrøðan enn ongantíð er víst í Degi og Viku.

Norðlýsið hevur biði um innlit í hví samrøðan ikki var send í kringvarpinum, men hesum var okkum noktað - vísandi til at fyrisitingarlógin bert er galdandi fyri fyrisit-ingarlig mál.

Vit ynsktu eisini at fáa at vita hví Kringvarpið í fleiri førum hevði brúkt umboðs-fólk hjá Lafayette at úttala seg um málið, men enn hava vit einki svar fingið.

-------

POLITISKUR ÓFRIÐUR ENDAÐI VIÐ UPPSØGNAJohn William Joensen - 15. feb 2012 15.30

Løgmaður sigur við Kring-varpið at áhaldandi ófriður um gegni hjá Landsstýris-manninum í fiskivinnumálum var høvuðsorsøk til at hann tók avgerð um at siga Jákup Mikkelsen úr starvið.

Fyri løtu síðan vóru Føro-ya Løgmaður og fyrrverandi landsstýrismaðurin í fiskivin-numálum, Jákup Mikkelsen, í Kringvarpinum og har grund-gav løgmaður fyri uppsøgnini.

- Løgfrøðiliga er einki at koma eftir, men politiskt var tað ikki haldbart at áhaldandi ófriður var um fiskivinnumál og at fleiri týðandi mál endaðu á borðinum hjá løgmanni. Tað var tí út frá eini heildarmeting at eg havi tikið hesa avgerð segði Kaj Leo Jóhannesen m.a.

Jákup Mikkelsen vildi verða við at tað var avgerðin hjá honum um at avtaka eina kunngerð sum friðaði leiðir-nar við land fyri línuveiðu, sum var orsøk til at hann var koyrdur í starvið.

- Av tí at eg hevði lýst hetta at vera so hevði eg verið noyd-dur til at seta kunngerðina hjá Johan Dahl aftur í gildið og tað vildi eg ikki, segði Jákup Mikkelsen.

Sambært Jákup Mikkelsen hevur Fólkaflokkurin longu funnið eftirmannin og tað kundi títt uppá at løgmaður og Jørgen Niclasen hava tosað saman um málið áðrenn landsstýrismaðurin bleiv koyrdur frá.

Vit hava tó enn onga við-merking fingið frá løgmanni ella formanninum í Fólkaf-lokkinum.

at landsstýrið hevði ein po-litiskan trupulleika.

Tá vit koyrdu søguna við danska serfrøðinginum, var hetta púra nýtt fyri løgfrøðingunum hjá lands-stýrinum – sum stutt fra-man undan høvdu boða frá at landsstýrismaðurin var ógegniður í at samráðast við Russland. Grundarlagið eisini her var spurningurin um svágd.

Eftirfylgjandi staðfestu tveir løgfrøðingar, sum arbeiddu fyri landsstýrið at niðurstøðan hjá danska serførðinginum var røtt. Svágurskapurin kundi ikki brúkast sum grundarlag fyri at landsstýrismaðurin var ógegniður.

Sjónvarpið ringdi eisi-ni til serfrøðingin og fekk váttan fyri hesum. Men ístaðin fyri at brúka útsøg-nina hjá danska professara-num sum beinleiðis bygdi á ein rættarúrskurð, so le-itaði Kringarpið av einari ella aðrari orsøk aftur til føroyska professaran sum í sjónvarpsstovuni og kom við eini rættiligari løgnari útsøgn.

”Føroyskar lógir skul-du tulkast eftir føroyskum viðurskiftum” segði Kári av Rógvu uttan at vísa til nakra siðvenju og tí mátti útsøgnin metast at verða tikin úr leysum lofti og vit mettu hana at verða rættili-ga óseriøs og mótsigandi.

Norðlýsið hevði leypandi samrøður við Føroya Løg-mann, sum var evsti myn-dugleiki í hesum málinum

og hann staðfesti eisini fleiri ferðir at løgfrøðisliga var einki at koma eftir – og í enda niðurstøðuni (upp-søgnini av landsstýrisman-ninum) staðfestur hann at tað var ein reint politiskur spurningur sum bleiv av-gerandi tá løgmaður valdi at loysa landsstýrismannin úr starvið. Nógva rumbli í hesum málinum varð tá ein forðan fyri politiska ar-beiðinum hjá samgonguni.

Hóast vit á Norðlýsinum hava avmarkaðar kreftir at lýsa mál so gjørdu vit eitt stórt og gott arbeiði fyri at lýsa kjarnuna í máli-num og kundu staðfesta at niðurstøðan sum Dimma og Kringvarpið komu til var beinleiðis skeiv og í øllum føri hevði onga upp-bakking hjá serfrøði á øki-num. Áhaldandi politiskur ófriður (m.a. vóru eisini samgongufelagar farnir at krevja landsstýrismannin frá) gjørdi at løgmaður val-di at siga landsstýrisman-nin úr starvið.

Fjórða statsmaktin eitt ”orakul”Staðfestast kann eftirfyl-gjandi at høvuðstaðarpres-san førdi seg fram sum eitt ”orakul” og var í omanfyri nevnda málið farið langt út um leiklut sín - sum er at hava eftirlit við makthava-runum.

Orakul merkir: ….ytrin-ger som anses for at være den højeste visdom…

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 201318

Í summar var Per Folkver umborð á Enniberg í 6 vikur, og hevur síðani skriva eina bók um tíðina. Eisini er ein filmur komin út.

Per Folkver er føddur í 1953, og hevur tikið myn-dir síðani 1970. Hann he-vur útgivið fleiri bøkur t.d. “Vennerne på vejen”, “Be-grundet Begær” og “Forbi Færøerne”. Frá 2001-08 var hann “Fotochef” á Po-litikken og er í dag mynda-maður á somu avís.

Bókin ”hvor strømmen går” kann keypast um alt Landið og kostar 160 kr.

Bókin er 120 bls. 160 lit-myndir og tekstur. Støddin er liggjandi A4. Útgevari Politikens Forlag.

Eitt brot úr bókini:” Efter frokost har Fridi ka-stet sig på sofaen i tv-stuen. Andre har gjort som ham, lagt sig, så lange de er, el-

ler bare sat sig og lukket øjnene. Herude er det ingen kunst at sidde op at sove. Der er stadig 15 minutter, til de afløser skipperholdet,

og de skal bruges til den sidste lur. Jeg fotograferer Fridi, først uden flash, så med. Rummet lyses op af de små hvide glimt, efter-

hånden som jeg trykker på knappen. Så kommer det nede fra sofaens plastik: »… for helvede, Per, jeg so-ver«.

For her, nogle hundre-de sømil nordøst for Mur-mansk, er det altid lidt nat, og det er lige meget, hvad klokken er, eller hvor højt midnatssolen står.

Den færøske fisketrawler Enniberg er med sine 74 meters længde og 14 meters bredde på fiskeri i Barents-havet. Ombord er 33 søfolk, 2 på broen, 1 radiomand, 5 i maskinen, 2 kokke, 8 på dækket og resten i fabrik-ken. Målet er at fiske det sidste af skibets torskekvo-te, som bliver til 600 ton færdigfrossede fileter. ”

”Hvor strømmen går” bók eftir Per Folkver

NORÐLÝSIÐ NR. 41 FRÍGGJADAGIN 29. NOVEMBER 2013 19

amr.fo

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Hvør hevur harðastu pakkarnar?

Jólamaðurin veit

TórshavnSmyrilsvegur 5tel. 347 300 mán–frí 08.00–17.30leyg 10.00–14.00

Klaksvík Stangavegur 53tel. 347 310 mán–frí 10.00–17.30leyg 10.00–14.00

SaltangaráHeiðavegur 25tel. 347 320 mán–frí 10.00–17.30leyg 10.00–14.00

Apple TVEin heimur av undirhaldi til alla familjuna. Leiga fi lmar á iTunes ella brúka Netfl ix. Eitt must í 2014.

990 ,-

Bestlite BL2Stílfulli klassikarin, sum hóskar til øll heim. Hetta er ein gáva, sum sigur líka nógv um gevaran sum móttakaran.

3.595,-

iPad AirFantastiski, lætti og skjóti iPad Air. Nýtt snið og nýggjur skíggi. Nú kanst tú gera meira við minni. úr 4.399 ,-

Logitech Z50Hóast hann er lítil og nettur, so spælir hesin hátalarin harðari enn tú heldur. Fæst í ljósareyðum, gráum ella bláum.

249 ,-

Apple TV Bestlite BL2BL2

Jólagávur kunnu býtast um til og við 7. januar 2014.

Adidas SennheiserOyrnasnigilin til tey aktivu. Sermentur saman við Adidas til ítrottarfólk. Heldur og virkar í rørslu. Við mikrofon til smartelefonir.

595,-