20
NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 - lokala røddin síðani 1915 SUDOKU-KAPPINGIN DRIGIÐ 16. DES. JÓLATRÆ Í EMMAUS VERÐUR TENDRA ÚTISETIN HESAFERÐ: SJÚRDUR JACOBSEN Anfinn og Jóla Pætur - eitt morgunprát Jólasøga ið Jóin Sigurðsson hevur skriva Pól á Kletti ummælir bókina ”Siglandi arvurin -søgan um føroyskt træskipasmíð” VEIÐIN ER STØRRI, SLEIPIÐ ER MINNI HEVUR BREIÐAN OG ROYNDAN HÓP Norðlýsið hevur kannað eftir, hvussu støðan er við hópinum hjá KÍ til komandi ár, nú tveir profilar uttanífrá hava gjørt sáttmála við felagið. Og eisini hugt eftir samanseting og realistiskum vónum fyri komandi ár. VÁNALIGUR FISKI SKAPUR NÚ Í BESTU TÍÐ ”MÍTT STØRSTA YNSKI ER AT FÁA EGNA ÍBÚД Emil hevur nú verið heima í Føroyum síðani septembermánað, og hann hevur tað gott. Men tað eru nógv ting, sum kundu verði gjørd betri, heldur hann.

Nordlysid nr 43 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 43 Fríggjadagin 13. des. 2013

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 43 2013

NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

- lokala røddin sí ðani 1915

SUDOK U -K A PPINGINDRIGI Ð 16. DES .JÓL AT R Æ Í EMM AUSV ERÐUR T ENDR A

Ú T ISE T IN HES A FERÐ:S JÚRDUR J ACOBSEN

Anfinn og Jóla Pætur- eitt morgunprát

Jólasøga ið Jóin Sigurðsson hevur skriva

Pól á Kletti ummælir bókina ”Siglandi arvurin -søgan um føroyskt træskipasmíð”

V EIÐIN ER ST Ø RRI, SLEIPIÐ ER MINNI

K Í HE V UR BREIÐA N OG ROY NDA N HÓPNorðlýsið hevur kannað eftir, hvussu støðan er við hópinum hjá KÍ til komandi ár, nú tveir profilar uttanífrá hava gjørt sáttmála við felagið. Og eisini hugt eftir samanseting og realistiskum vónum fyri komandi ár.

VÁ NA LIGUR FISK ISK A PUR NÚ Í BESTU TÍÐ

”MÍT T STØ RSTA Y NSK I ER AT FÁ A EGN A ÍBÚДEmil hevur nú verið heima í Føroyum síðani septembermánað, og hann hevur tað gott.Men tað eru nógv ting, sum kundu verði gjørdbetri, heldur hann.

Page 2: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 20132

L E I Ð A R I N

Hús til leigu í Klaksvík.

Ljós og rúmlig hús eru til leigu, lutvís við innbúgvið.

Møguleiki er eisini at keypa húsini nú ella seinni.

Húsini standa á Grønaból 6. Kunnu sýnastnú tunnilsdagin og eftir nærri avtalu.

Vendi tygum til: Kirstin Sigurðsson á422555 ella 275355.

Nýggjar tannprotesurKLINISKUR TANNTEKNIKARI

Bergur á Reynatrøð

Børkuvegur 36200 Runavík

OPIÐ:mándag – hósdag kl. 9 - kl. 16

Fríggjadag kl. 9 - kl. 12

TELEFON 448480

Mynd frá Elnu Nyholm, dóttirKofoed, læknaNorðoya Fornminnasavnhevur fingið sendandieina mynd og annað fráElnu Nyholm, sum lá eftirsystir hennara Aase M.Kofoed, ið var dóttirSvend E. Kofoed, ið varlækni í Klaksvík 1931 -39.

Myndin er tikin onkun-staðni norðalaga áStongunum ella á Kósinieinaferð í 1930-árunum.

Ætlandi eru hesar gentur-nar javngamlar, um 10 áraaldur.

Elna sigur, at gentannæstlongst til høgru í svør-tum kjóla er systir hennaraAase Koefoed, ið var føddheima á Sandi í 1925. Aasevar sjúkrasystir á KlaksvíarSjúkrahúsi uml. 1950.

Hvørjar eru so hinargenturnar?

Gentan longst til høgrukundi verið Sigga áStongunum. Åse og hon

vóru nøkunlunda javngam-lar.

Sigga búði eitt ár niðrihjá teimum.

Aase hevði í fleriri ársamband við eina, ið ætLaila úr Klaksvík, sendu

jólagávur ímillum sín. Menhvør Laila tað var, veit Elnaikki.

Um nakar veit nøvnini ágentunum, vendið tykkumtil Norðoya Fornminna-savn, á telefon 456287 ella

til teldupost: [email protected].

Norðoya Fornminnasavn

Sethús í Klaksvík til søluHúsini á Skáltavegur 61 í Klaksvík eru til sølu.

Byggiár 1959.

Áhuga kunnu ringja 55 54 51

Silvurbrúdleyp18 decembur hava KajOtto og Maibritt

Frederiksberg Strendur verið gift í 25 ár.

Vit halda dagin í Kelduni í Skálafyrði frá kl 18:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

BRÚDLEYPTann 21. desesmber giftast Elsa FonsdalJohannesen, Ánirnar og Ove Frederiksen,Ánirnar. Vígslan verur í Christianskirkjuni

kl 13:00, og brúdleypið verur í bygdarhúsinum í Lorvík fyri innboðnum kl 19:00.

Hús til leigu í Klaksvík.

Ljós og rúmlig hús eru til leigu, lutvís við innbúgvið.

Møguleiki er eisini at keypa húsini nú ella seinni.

Húsini standa á Grønaból 6. Kunnu sýnastnú tunnilsdagin og eftir nærri avtalu.

Vendi tygum til: Kirstin Sigurðsson á422555 ella 275355.

Nýggjar tannprotesurKLINISKUR TANNTEKNIKARI

Bergur á Reynatrøð

Børkuvegur 36200 Runavík

OPIÐ:mándag – hósdag kl. 9 - kl. 16

Fríggjadag kl. 9 - kl. 12

TELEFON 448480

Mynd frá Elnu Nyholm, dóttirKofoed, læknaNorðoya Fornminnasavnhevur fingið sendandieina mynd og annað fráElnu Nyholm, sum lá eftirsystir hennara Aase M.Kofoed, ið var dóttirSvend E. Kofoed, ið varlækni í Klaksvík 1931 -39.

Myndin er tikin onkun-staðni norðalaga áStongunum ella á Kósinieinaferð í 1930-árunum.

Ætlandi eru hesar gentur-nar javngamlar, um 10 áraaldur.

Elna sigur, at gentannæstlongst til høgru í svør-tum kjóla er systir hennaraAase Koefoed, ið var føddheima á Sandi í 1925. Aasevar sjúkrasystir á KlaksvíarSjúkrahúsi uml. 1950.

Hvørjar eru so hinargenturnar?

Gentan longst til høgrukundi verið Sigga áStongunum. Åse og hon

vóru nøkunlunda javngam-lar.

Sigga búði eitt ár niðrihjá teimum.

Aase hevði í fleriri ársamband við eina, ið ætLaila úr Klaksvík, sendu

jólagávur ímillum sín. Menhvør Laila tað var, veit Elnaikki.

Um nakar veit nøvnini ágentunum, vendið tykkumtil Norðoya Fornminna-savn, á telefon 456287 ella

til teldupost: [email protected].

Norðoya Fornminnasavn

Sethús í Klaksvík til søluHúsini á Skáltavegur 61 í Klaksvík eru til sølu.

Byggiár 1959.

Áhuga kunnu ringja 55 54 51

Silvurbrúdleyp18 decembur hava KajOtto og Maibritt

Frederiksberg Strendur verið gift í 25 ár.

Vit halda dagin í Kelduni í Skálafyrði frá kl 18:00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

BRÚDLEYPTann 21. desesmber giftast Elsa FonsdalJohannesen, Ánirnar og Ove Frederiksen,Ánirnar. Vígslan verur í Christianskirkjuni

kl 13:00, og brúdleypið verur í bygdarhúsinum í Lorvík fyri innboðnum kl 19:00.

Hús ynskjast til leigu í KunoyYnskiligt er at tey eru í gòðum standi.

Tlf 212415 - Email: [email protected]

Leygardagin 14 desember hava hjúnini Terje og Emly Vestergaard

gullbrúdleyp.

Dagurin verður hildin á Eysturoyar Ellis og Røktarheimi leygardagin 14 desember. Familja og vinir eru vælkomin at heilsa

uppá millum kl. 15 og 18.00.

Gullbrúdleyp

Sunnudagin 15. desember verður Jens Juel Sólbjørg, Klaksvík,

90 ár.

Dagurin verður, um Gud vil, hildin í Skálanum 15. desember frá kl. 16.00 til 20.00.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

90-áraføðingardagur

Leygardagin 14.des-ember kl. 15.00 verður Smæran á Kjalarveg-num karmur um hugna-ligt tiltak, sum er fyri-skipað av Eldraráðnum.

Á skránni verður sangur við undirspæli frá Alex Sólstein, luttøka av har-monikubólki og Símin M. Poulsen (Dal) fer at hugle-iða um Klaksvík.

Ein drekkamunnur við onkrum góðum afturvið verður at fáa.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

“ SY NGIÐ V IД OG JÓL A HUGNI F Y RI ELDRI

Tað var í 2005, at fólkini aftanfyri Jólaskipið, fingu hugskotið um at skipa fyri tiltakinum ”Ársins Rósa” – eitt tiltak, ið hevur verið væl móttikið og sum hevur vinnið eitt pláss í siðvenjuni kring jólini í Klaksvík.

Jólaskipið hinvegin hevur eina nógv longri søgu. Tey flestu munnu helst vita at søgan hjá Jólaskipinum er longri men at tað eru heili 23 ár síðani at fyrsta Jólaskipið kom á Klaksvík, men mangur hava gloymt.

Jólini eru ein hátíð, har vit minnast føðing Jesusar. Hetta er ein tíð, har vit øll rætta ryg-gin úr vanliga arbeiðisdegnum og halda frið í nakrar dagar og flestu okkara brúka meira tí enn vit vanliga gera til andaligar spurningar.

Men her er eisini høvi at vísa okkum frá ok-kara bestu síðu, vit eru meira til familjuna og ikki minst royna vit sum mest, at seta børn okkara í brennidepilin, tá vit halda jólini.

Her er eisini gott høvi at hugsa um okkara samfelag og okkara meðborgarar. Tað sum fekk hugskotið um ”Ársins Rósu” at festa rø-tur og búnast , var ásannanin um, at vit men-niskju mangan eru skjót at síggja flísuna í eygum meðmenniskju okkara.

Afturat tí hevði ein av størstu føroysku miðlu-num til frægd, á hvørjum ári, at kjósa ”Ársins Neyðrakett”

Hildið var, at hendan hálovanin av tí negati-va, ikki skuldi standa einsamøll og tí kom up-pskot á fyrireikingarfundi til Jólaskipið um at seta á stovn tiltakið ”Ársins Rósa” í samband við hátíðarhaldið kring Jólaskipið.

8 ferðir hevur ”Ársins Rósa” verið latin hesi ári-ni og undirtøkan at koma við uppskotum til Ársins Rósu er vaksin á hvørjum ári. Ongantið áður eru so mong uppskot komin inn, sum í ár, so sigast má, at hetta hevur verið eitt væl móttikið tiltak.

Tað var upp á tal, at lata nøkur ár ganga ímil-lum hvørja Rósu, tí hildið varð, at tað fór at vera trupult at finna evni til Rósuna á hvør-jum ári.

Men vit mugu ásanna, at tey, ímillum okkara, sum dagliga brúka nógva tíð til onnur, uttan at viðurlag, eru nógv fleiri enn vit onnur hal-da.

Hevur tú eitt uppskot til ”Ársins Rósu”, so send vinarliga eitt uppskot við so góðum grundgevingum sum gjørligt til Norðlýsið, postsmoga 58, 710 Klaksvík, ella um teldupost til teldubústaðin: [email protected]

”Ársins Rósa” fyri 9. ferð

Page 3: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 3

Page 4: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 20134

Pól á Kletti

»Skipstimbrarar, tú, tað er ein útdeyð rasa. Ein muse-umsgenstandur.«

Hesi orðini segði Ove Mikkelsen, sáli, í samrøðu, eg hevði við hann fyri Dim-malætting, tá vágbingar vóru í holt við at rigga gom-lu garðasluppina »Jóhon-nu« aftur til seglskip. Ski-pið stóð á Løðhamri, lokað inni í einum arbeiðsskúri.

Felagið JÓHANNA TG 326, ið stovnað varð at át-aka sær uppgávuna, lýsti eftir skipstimburmonnum bæði í donskum og øðrum útlendskum bløðum. Í Før-oyum tóktist eingin hæt-ta sær undir uppgávuna. Jóhanna kravdi í hesum ábótar- og umbyggingarar-beiði serkønar hendur, og tað gekk ikki sum fótur í hosu.

Teir skipstimburmenn, ið samband fekst við, vóru slíkir serútbúnir at átaka sær varðveitingaruppgávur á skipa- og siglingarsøv-num og ikki júst skikkaðir til skip, sum skuldu vera í beinleiðis sigling.

Men tað lukkaðuist umsíðir vágbingum at fáa fatur á einum donskum skipstimburmanni, H. P. Frandsen, ið átók sær upp-gávuna. Fyrsta túrin aftur sum fullriggað slupp gjør-di Jóhanna mánaðaskiftið mai-juni 1988 á sjómanna-dagin í Reykjavík.

Tá vóru sjey ár liðin síðan farið varð undir at umvæla og riggað sluppina umaftur sum seglskip.

Ein varði setturMen henda sonevnda »út-deyða rasan«, sum Ove Mikkelsen málbar seg – hon ið fekk minni at gera eftir at skipasmiðjur okkara

hálsaðu um til stálskipas-míð – annað enn at umvæla gomul træskip – hevur nú fingið sín varða. Óli Olsen, fyrrverandi sjómansskúla-lærari, ið áður hevur latið úr hondum maritim bóka-verk, hevur á forlagi sínum Kjøli givið út 211 síðu stóru bókina »Siglandi arvurin – søgan um føroyskt træski-pasmíð«.

Tað eru nøkur ár síðan, eg frætti, at Óli Olsen var farin í holt við at savna til-far til eitt slíkt bókarverk.

Hugsaði, at eg skuldi gera mítt ískoyti og spurdi, um hann visti, at motorbátur var smíðaður í Hesti, haðan eg sjálvur eri ættaður. Tað visti hann ikki, og eg vísti honum til røttu viðkomandi at heimta upplýsingar; og tað gleðir meg nú at síggja, at súðubygda »Havørnin«, sum Poul Poulsen í Nýg-gjustovu beint eftir fyrra heimskríggj smíðaði í túni-num uttan fyri hús síni, er sloppin upp í part. Stórur deksbátur var hetta ikki,

smá trý tons. Hann varð seinni seldur Rudolfi Joen-sen av Skarvanesi, búsitan-di á Tvøroyri.

Fyrstu ferð, eg hitti Óla Olsen var á heysti 1997 saman við Jóan Paula Jo-ensen, rektara á Fróðska-parsetri Føroya. Tað var á Sjómansskúlanum í Havn og høvi var søga sjómans-skúlans, ið eg skuldi gera samrøðu við teir um. Í 1993 vóru liðin 100 ár síðan farið varð undir regluliga navi-gatiónsútbúgving í Føroy-um, samsvarandi teimum lógásetingum, ið komnar vóru í gildi á hesum øki. Sjómansskúlin hevði vent sær til Jóan Paula Joensen um at skriva søguna um na-vigatiónsútbúgving í Før-

oyum, men nú var samstarv fingið í lag við ein av lær-arum skúlans, nevnliga Óla Olsen, ið miðvíst var farin undir at savna tilfar.

Úrslitið var verkið »Sig-ling & útbúgving«, sum Óli Olsen á forlagi sínum Kjøli gav út í tveimum bindum.

»Hjáveiðan«, ið varð dagdvøljaÍ slíkum savningararbeiði er tað einans »toppurin á ísfjallinum«, ið kemur un-dan í bókarlíki. Burtur úr stóru rúgvuni av heimil-dum – bæði skrivligum og munnligum – fekk eg ikki so lítið burturav »hjáveiði-ni« frá Óla Olsen til leygar-dagsískoytisblað Dim-malættingar Viðskeran, seinni Skáa, ið eg ritstjór-naði nøkur ár.

Eitt fyrimyndarligt sam-starv um dagdvølju, ið les-arar bæði fingu gleði og gagn av. At nevna eru sam-røður við brøðurnar Mor-

tan og Sonna Johannesen og Eigil Hansen (hjá Poul á Borð).

Eisini í sambandi við verkætlanina um føroyskt træskipasmíð hevur Óli Ol-sen givið lívstekin frá sær við greinargerðum í Dim-malætting.

Men tá var mítt tímag-las runnið á hesum palli og kundi tí á víðavangi bert gleðiliga eygleiða, at Óli Olsen helt fram á hesi leið, ið eg á fyrstan tíð kom at fylgjast við honum á, og sum eg nú sjálvur í einingi ferðist á í strembanini eftir at fáa annað maritimt sø-guverk fullført og lagt fyri dagin – ikki minst eftir til-eggjan frá Óla.

Frá elstu tíð til okkara dagarEg hevði forsvorið, at so nógv og so fjølbroytt til-far fekst burturúr hesi rannsóknarferð, Óli Olsen

VEIÐIN ER STØ RRI, SLEIPIÐ ER MINNISiglandi arvurin – søgan um føroyskt træskipasmíð

UMMÆLI

Óli Olsen, rithøvundur, føddur í Klaksvík 1949, er útbúg-vin skipsførari og fólkaskúlalærari. Hann hevur verið sjómansskúlalærari í Havn og hevur millum annað skri-vað bókaverkið »Sigling & útbúgving« I-II. Bókin »Sig-landi arvurin« er ikki minni digurt verk, tá talan er um siglingarsøgu føroyinga

Bókin »Siglandi arvurin« umrøður føroyskt træskipasmíð frá elstu tíð til okkara dagar

Page 5: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 5

VEIÐIN ER STØ RRI, SLEIPIÐ ER MINNI

hevur gjørt til tess at troyta upplýsingar um føroyskt træskipasmíð. Tí skuldi eg gitt, hvar deksfør vórðu smíðað fyrst og fremst, so hevði eg sjálvandi raðfest skipasmiðjurnar á Skála og í Havn ovast, síðan í Vági, á Tvøroyri, í Vestmanna, í Fuglafirði og í Klaksvík.

Men tak hann, Óla, so heppin hann hevur verið. Á ferð sínari kring landið er hann komin fram á hóp av smærri bedingum ella bátastøðum, har deksfør hava verið smíðað, í sum-mum førum einans til um-vælingar, t.d. í Skopun. Nú nevndi eg Hest, men tað er so undantakið, at deks-før eru smíðað á útoyggj – ið hvussu er í nýggjari tíð. Kent er, at nólsoyingar smíðaðu skip í Nólsoy í nítjandu øld, har serstakt hegni hevur gingið í arv at smíða bátar og skip. Men í Nólsoy er meira fjøruslætt enn í Hesti.

Bókin »Siglandi ar-vurin« umrøður føroyskt

træskipasmíð frá elstu tíð til okkara dagar. Í 1804 fer fyrsta seglskipið av bak-kastokki í Føroyum. Sagt verður frá »Royndini fríðu« og øðrum førum, smíðað verða 1800-árini.

Motorbátaøldin tekur við eftir 1900, og mangir motorbátar verða smíðaðir komandi árini.

Aftast í bókini er sera hent skrá við umleið 250 motorbátum, har støddirnar eru lýstar. Somuleiðis eru eisini tekningar, ið eitt nú kendu motorbátasmiðirnir Elias Johansen í Rættará og Laurits Debes í Mortans-stovu í Havn, Jógvan Han-sen í Skálum í Vestmanna, seinni bedingsmeistari í Havn, og Jógvan Zacha-riassen í Fuglafirði, Gøtu Jógvan, gjørdu, tá teir fóru í holt við at smíða ella um-byggja deksfør.

Greitt verður frá fjøl-broyttum skipasmíði fram til 1978, tá ið seinasta lang-faraskipið »Jøkul« fer av bakkastokki í Klaksvík.

Skómakarin, ið fór frá leisti sínumBókin umrøður gomlu seglskipini og motorbátar-nar, sum enn eru í drift.

Tað verður ringt at taka nakran partin í bókini fram um annan. Tí allir eru í teksti og myndum vandali-ga frágingnir og eru fullgot prógv um eina nærlagda og samvitskufulla hond í gran-skingarstarvi.

Óli Olsen hevur verið sera heppin við heimil-darfólkum, bæði nevndum og ónevndum. Eftir Ver-land Johansen hevur hann ritgerð við framúr góðari lýsing av umhvørvinum í Álakeri í Havn, har faðir hansara, Lias í Rættará, smíðaði deksbátar – skó-makarin úr Hvalvík, ið fór frá leisti sínum og gjørdist navnframasti motorbátas-miður í Føroyum.

Men eru hetta ikki tvær síður av somu søk – skóg-vurin og báturin? Báðir skulu passa honum, ið skal

brúka teir!Í fyrstuni smíðaði Lias í

Rættará súðubygdar motor-bátar við gamla føroyska árabátinum sum fyrimynd, men eftir at hava verið í Noregi og kunnað seg um kravelsmíð, smíðaði hann mestsum bara slættbygdar motorbátar.

Hesir motorbátar líktust smáum sluppum, mangir svartir í erva við hvítari gron, og vóru eitt veldigt framstig hjá føroyskum útróðrarmonnum frá sleipi-num við árabátum.

»Veiðin er størri, sleipið er minni, meira á borðum,nú ið teir sigla til miðis við fúkandi skjótum moto-rum...«

yrkir skaldið H. A. Djur-huus í songi sínum »Svartir í erva við hvítari gron«.

Eydnan fylgdi navninumVið at lesa í nýútkomnu bókini hjá Óla Olsen um føroyskt træskipasmíð síg-

gja vit, at deksfør í flestu førum hava fingið nýtt navn, tá tey hava skift ei-gara. Men í onkrum føri – av nostalgiskum ávum – hava tey aftur fingið sítt upprunaliga navn seint í tíðini; dømi er deksbáturin »Ebbe«, sum Søren Müller í Havn fyrstur átti, og sum á ymsum hondum hevur havt onnur nøvn, men sum nú í hondum á skótum í Sank-ta Jørundsgildi aftur hevur gamla navnið.

Ein av deksbátunum, Lias í Rættará smíðaði, hevur sína serstøku søgu, sum eg haldi vera hóskandi at nev-na at enda í hesi umrøðu, serstakliga í einum føri, har rátt verður nýggjum eigara frá at broyta navn, tí eydna fylgir gamla navninum. Sø-gan er henda:

Í íslendska fiskivin-nublaðnum ÆGIR nr. 8, 1983 verður sagt frá, at

elsta fiskifarið í Íslandi er mb »Nakkur« SU 280 úr Djúpavogi. Báturin varð smíðaður í Føroyum 1912, men kom nógv ár seinni til Íslands. Sagt verður, at hann á fyrsta sinni er skrásettur í íslendska Sjómannaálma-nakkanum 1942. Stefán Jónasson og Árni Jónsson á Seyðisfirði standa sum eigarar, men tá hevði hann longu verið tólv ár í Íslandi. Í 1930 varð hann umbyg-dur, og settu teir tá í hann Bolinder-motor, 12 hk. Í 1950 keypir Ernst Petter-sen skipasmiður á Seyðis-firði bátin, ið hevði verið ónýtiligur í nøkur ár. Ernst umvælir hann og setir ein nýggjan motor í, Kelvin, 22 hk.

Í 1954 keypir Eðvald Jónsson á Seyðisfirði bátin og nýtir hann m.a. at flyta post við millum Seyðis-fjørð og Loðmundarfjørð.

Deksbáturin Nakkur, sum Lias í Rættará smíðaði í 1912, er partur av sjósavni í Eskifirði í Íslan-di. Framman fyri deksbátin Malla Nolsøe; abbi hennara Hermann Thorsteinsson førdi motor-bátin til Íslands í 1929

Elias Johansen (1872-1925). Tórshavn. Vanliga nevndur Lias í Rættará, ættaður úr Hvalvík. Hann lærdi til skó-makara, men motorbátasmíðið gjørdist lívsverk hansara

Keldan FD 2 varð smíðað á Sjóvarhøvda á Strondum undir seinna heimsbardaga.

Fólk minnast framvegis Kelduna á Stron-dum, henda 17 tons stóra deksbátin, sum m.a. sigldi við ferðafólki og farmi. Hann var javnan í Hvalba eftir koli, og við sí-

num sterka spæli tók hann stundum ketur upp av botni, sum onnur skip høvdu mist

Page 6: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 20136

Í 1971 fór fyrsti 20-tonsarin, Bjørg FD 660, av bak-kastokki á Grótrætt norðan fyri Klaksvík. Brøðurnir

av Eiði, Tummas, Gunnar og Louis Andreassen, áttu bátin saman við Hans Jákupi Eiðisskarð

Teir strekkja kjølin á Árnabúg-vanum á Lítlubeding í Klaksvík 1. mai 1965. Afturstevnið verður reist. Motorbáturin á bedingini er Victoria KG 333

Page 7: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 7

Í 1964 keypa Arnór Karls-son og Stefán Arnórsson í Djúpavogi bátin, og teir rógva í 1983 – sambært ÆGI – framvegis út við honum, m.a. við línu, gør-num og snøri. Í 1971 settu teir nýggjan motor í bátin, Perkins, 62 hk.

»Nakkur SU 380 hevur havt sama navnið allar sínar dagar, og sama num-marið, síðan hann kom til Íslands, men tá hann hevði heimstað á Seyðisfirði, var hann skrásettur NS, nú SU. Tá ið Ernst Pettersen á Seyðisfirði á sinni átti

bátin, hugsaði hann um at broyta navnið. Hetta frættu ungu døtur Stefáns Jóns-sonar, fyrrverandi eigara. Tær komu at hitta Ernst, og bóðu hann so staðiliga um ikki at broyta navnið á báti-num, tí mikil eydna mun-di fylgja tí. Ernst læt sær lynda, broytti ikki navnið og segði søguna fyri nýg-gju eigarunum, sum heldur ikki vildu broyta navnið,« upplýsir ÆGIR.

Eigararnir siga blaðnum, at báturin altíð hevur verið eydnufar og at mikið tæri er eftir í tí, soleiðis, at við

góðari røkt skuldi borið til at rikið tað í mong ár aftrat – sum Íslands elsta fiskifar.

Tað var til norðoyingar, Lias í Rættará smíðaði »Nakk« av fyrstan tíð, og árið er 1912. Tað vóru menn í Kunoy, ið høvdu latið hen-da 6 tons stóra deksbátin smíða. Teir høvdu hann til útróður á várgrunninum á Norðhavinum.

Ein útróðarardag fingu teir motorskaða á Norðhavinum. Illveður var, og av tí at teir ikki fingu motorin í gongd aftur, fór bátsskipanin av »Nakki«

og umborð í annað fiski-far, og kom í øllum góðum til lands. Dagin eftir – ella seinni – kom »Nakkur« rekandi suður gjøgnum Kalsoyarfjørð, og tað eyd-naðist at bjarga honum inn á Klaksvík, her hann var liggjandi eina tíð.

Seinni keypti Hermann Thorsteinsson, ið ættaður var úr Íslandi og giftur til Klaksvíkar, bátin. Hann fekk motorin í stand aftur og gjørdi seg til at fara til Íslands at fiska við honum. Men áðrenn farið varð, gjørdi Jákup á Biskupsstøð

(1867-1964) stýrhús á bátin. Og riggaði Hermann til stýrishjól, so at teir kundu stýra í stýrhúsinum.

Farið varð til Íslands um krossmessuleitið 1929. »Nakkur« hevði stórsegl, fokku og spryt við klyvara. Teir vóru tríggir mans við yvir á Eysturlandið: Her-mann Thorsteinsson, sum andaðist í Klaksvík 51 ára gamal í 1936, síðan Baldvin Thorsteinsson (sonur Her-mann) og Niels Hjemsten, ættaður úr Vági í Klaksvík. Ferðin gekk væl. Teir høv-du 48 tímar yvir á Seyðis-

fjørð. Men »Nakkur« kom ongantíð aftur til Føroya og var komandi árini á ymsum hondum í Íslandi.

Í dag er »Nakkur« par-tur av sjósavni í Eskifirði í Íslandi. Lias í Rættará smíðaði henda kravelbyg-da 6 tons stóra motorbátin til Paula Heinesen í Kunoy. Hann hevði tá – í 1912 – ein 7½ hk Gideon-motor

Fram TN 2 siglir rúman. Sámal Petur Petersen í Fuglafirði átti henda deksbátin av fyrstan

tíð; hann æt tá Erik. Í Havn átti Søren Pram Sørensen hann í mong ár, her hann hevur havt

navnið Fram. Tórshavnar kommuna hevur nú átikið sær at reka og røkja deksbátin

Page 8: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 20138

Sat seinnapartin í kirkjuni í Árnafirði, har systkinabarn mammu mína – Jógvan Svend Joensen – fór til gravar. Hann gjør-dist 91 ára gamal.

Samstundis vóru eini 90.000 fólk til minnishátíð fyri Nelson Mandela, sum var deyður 95 ára gamal.

Jógvan Svend og Nelson vóru smádreingir í senn.

Sum prestur – Hanus á Gørðum – segði fyri stúgvandi fullu kirkjuni, so hevur Árnafjørður altíð verið staðið, har Jógvan Svend kendi seg heima og har hann livdi sítt lív. Hann giftist Ketty, og tey fingu fýra børn.

Jógvan Svend hevði í mong ár postsav-

ningarstøðina í Árnafirði og gekk um Áar-skarð til Klaksvíkar minst tvær ferðir um vikuna. Hann var eisini við til at stoypa Kósabrúnna og turrdokkina á Skála.

Tá hann fór gjøgnum bygdina, plagdu fólk at biðja hann keypa ymiskt við sær, tá hann kom aftur til Árnafjarðar. Tað gjørdi hann fegin.

Fyrsta ørindi vit sungu ljóðaði:

Takk, Guð, fyri alt, sum hendi,fyri gávur, tú oss ber,fyri tíð, sum er at enda,fyri stundina, sum er!Takk, Guð, fyri ljósa várið,fyri myrka, kalda heyst,fyri hvørt hitt gloymda tárið,fyri hjartafrið og treyst.

Edmund í Garði týddi sálmin í 1963, árið eftir, at Nelson Mandela var settur í fongsul á Robben Island, tí hann var skýrdur yvir-gangsmaður.

Sama árið vóru mamma, babba og eg og vitjaðu í Árnafirði hjá Jógvan Svend. On-gin tunnil var úr Klaksvík, so vit tóku le-iðina um Áarskarð.

Vit gistu har nakrar dagar, og hetta er ein túrur, sum eg minnist so sera væl. Nøkur av bestu minnunum saman við pápa mínum og nøkur so góð minnir saman við Jóg-van Svend og Ketty. Og so spældu sonurin Símun og eg so væl á køksgólvinum. Ketty hevði telefonstøðina og sat og proppaði al-lar leidningarnar inn í holini, sum hoyrdu til tey ymsu húsini í bygdini. Símun og eg báðir spældu við pappírsbátar á gólvinum.

Símun vísti mær í ervinum í kappróðra-neystinum á ein mann í mínum aldri, sum eg hevði bjargað frá at druknað. Tí verri minnist eg ikki, at eg var ein hetja niðri á brúnni í Árnafirði, árið eftir, at hetjan Nelson Mandela var fongslaður.

Seinastu árini havi eg einki havt við tey í Árnafirði at gera. Kortini kenni eg røturnar aftur til Árnafjarðar og eg kendi við sorgi-

ni hjá teimum avvarandi hjá Jógvan Svend.

Mær dámdi so væl hoyra um henda stillføra mannin, sum eg altíð hevði vitað um – ikki altíð kent – men vita um. Prestur vísti á, hvussu trúgvur hann var til bíbliutímarnar í KFUM&K. Hann segði ikki nógv, men var trúfastur. Og at vita, at í Árnafirði stóð vøggan hjá ommu míni, og at í Árnafirði liva menniskju, sum eg altíð fari at vita, eru skyldfólk.

Regnið oysti niður uttanfyri, tá sangarnir fór syngjandi fitta teinin út í Kirkjugarðin við kistuni við Jógvani Svend – strevandi móti hvassa vindinum.

Í kappróðraneystinum vistu øll, at ein góður maður var farin, sum var mettur av døgum.

Tað regnaði í Árnafirði í dag og tað regnaði eisini í Soweto.

Øssur Winthereig

M inningarorð um Jógvan Svend Joensen úr ÁrnafirðiTAÐ REGN AÐI Í Á RN A FIRÐI OG Í SOW E TO

Page 9: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 9

M inningarorð um Jógvan Svend Joensen úr ÁrnafirðiNógvir stórir og áhug-averdir vinningar eru á skránni til jóla í Sudoku-kappingini. Allir seðlar sum eru sendir inn síða-ni summarfrítíðina, og seðlar, sum eru okkum í hendi í seinasta lagi kl. 12.00 mánadagin 16. Desember, luttaka í drát-tinum

1. vinningur er eitt vikuskiftisuppihald á DEPLINUM í Skálavík fyri tvey vaksin og tvey børn. ”All Inclusive” – Tað við siga, við øllum máltíðum, ís til børnini, innandurða spælipláss til børnini, heitur pottur ut-tanfyri – you name it – tú fært alt í Skálavík – vit hava verið har, vit hava roynt tað, tað er altso himmalskt.

2. vinningur er ein I-PAD frá NEMA. NEMA er ein av størstu KT fyritøkum í Føroyum og veitir alskyns tænas-tur innan KT. Men tey

selja eisini annað mangt so sum teldur og annað gott og so eisini sera vælumtóktu I-PADarnar frá Apple. – Fært tú ein I-PAD í hondina, so slep-pur tú honum ikki aftur, hann fer heilt víst at fyl-gja tær sum hundurin re-stina av lívinum.

3. vinningur er ein WEBERGRILL frá KBI, sum hevur eitt virði uppá 3495,- kr. WE-BERgrillin er bara top-purin av góðsku, tá talan er um grillir og KBI he-vur eitt sera breitt úrval av amboðum og øðrum góðum bæði til vinnu og privat, men harumframt eisini gass til grillina. Ein WEBERGRILL er ikki at forsmáa.

4. vinningur er eitt gávukort frá INN í Klaksvík uppá 1500,- kr. INN er ein lokalur Klaksvíkshandil. Han-dilin var upprunaliga partur av INN handlu-

num, men síðani er hesin keyptur burturúr og koy-rir sjálvstøðugt í Klaks-vík og er ein av størstu matvøruhandlunum her, so har er lag á manni at keypa inn fyri 1500,- kónur.

Afturat høvuðsvin-ningunum, sum vit fara at draga um nú, hava vit so hetta hálva árið havt vinningar hvønn mánaða – og her er tað fyrst og fremst

FØROYA BJÓR sum letur og hevur latið vin-ningin, sum hevur verið 1. kassi av sodavatn. Før-oya Bjór hevur sjálvsagt breitt úrval av drykki-vørðum, men tað verður ein kassi av sodavatni vit fara at draga um 16.

Z-sport hevur sei-nastu mánaðirnar latið eitt gávukort uppá 500 krónur, tað fara vit eisi-ni at trekkja um mána-dagin í komandi viku.

Z-sport er sum kunnugt kendi ítróttarhandilin hjá feðgunum Hans Paula og Søren Z. Jacobsen, ið he-vur høvuðsstøð í Klaks-vík og deild á Tvøroyri, tað eru klæðini, skógvar-nir, bóltarnir og annað mangt til ítróttarfólkini og okkum onnur, ið teir bjóða, eitt slíkt gávukort verður eisini drigið um mánadagin 16.

Men minnist til, fyri at vinna krevst fyrst og fremst at SUDOKU gáta í Norðlýsinum skal vera loyst og send okkum og vera okkum í hendi í sei-nasta lagi mánadagin 16. Desember kl. 12.00.

Leita bløðini fram tí øll, sum eru komin út hetta frá summarfrítíði-ni kunnu brúkast, men undirstrikast skal at KO-PIR ella AVRIT eru ikki galdandi, bert uppgávur, ið eru kliptar úr blaðnum sleppa við til lutakastið.

Góða eydnu!!!

Drigið verður mánadagin 16 des. kl. 12.00

Nú er at leita NORÐLÝSIÐ fram og loysa SUDOKUgáturnar

Aðalfundur verður á Hotel Føroyum, leygardagin tann 28. desember 2013 kl.12.00 við hesi dagsskrá:

1. Val av fundarstjóra2. Frágreiðing formansins um virki felagsins í farna ári3. Framløga og støðutakan til roknskapin4. Val av nevndarlimum 5. Val av grannskoðara og tiltaksmanni6. Ásetan av limagjaldi 7. Ymiskt

Føroya Skipara- og Navigatørfelag

Aðalfundur

Page 10: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 201310

Tú kløkkaði abba í morgun, Jóla Pætur!Eg veit, at tú ikki kundi gera við tað, og

tú kennir ikki abba!Hann segði mær, at hann hevði koyrt

ommu til arbeiðis, og so ætlaði hann, at koma at vitja okkum. Tá hann kom inn, sá hann at ongin var inni og bilurin vekk. So visti hann, at mamma var farin við boygg-junum í skúla, tí babba var í Norðsjónum, og ivaleyst lá eg og svav, tá eg ikki skuldi í barnagarð enn. Hann kundi ikki vita, at eg vaknaði tiðliga í morgun, og fór við mam-mu og boyggjunum oman til skúlan.

Abbi gekk á tá, fór spakuliga inn og hug-di um eg var í songini. Hann ætlaði ikki at tendra ljós fyri ikki at vakja meg. Har var ongin í songini, men 3 dýnur í stórusong, so hann dróg spakuliga tað mittastu eitt sindur oman.

Tá bleiv hann ógvuliga kløkkur! Eitt rey-tt kom undan við gløðandi eygum.

Tú lá har við opnum eygum, og hann kendi teg ikki; hann datt niður í songina!

Datt hann ikki sigur tú? Kann vera, at hann ger ov nógv av. Tað ger hann on-kuntíð.

Nú sita tey og fáa sær kaffi, so vit kunnu sita her og práta eina løtu, áðrenn vit fara í barnagarð.

Abbi helt, at tað var nokkso fitt, at tú var komin úr barnagarðinum at vitja meg, og vit skuldu sova saman eina nátt.

Vit báðir høvdu nógv at tosað um í gjárkv-øldi, og tað var gott pláss í babbasa song.

Eg minnist ikki hvør sovnaði fyrst, so iva-leyst var tað eg.

Tú fortaldi um børnini og heimini, tú hevði vitja í ár og hini árini frammanun-dan, og onkur stuttlig søga var eisini við. Um hvussu børnini vóru spent og gleddi seg til jólar. Onkuntíð vóru tey kedd, so tosaðu tú og børnini um tað, og tey flestu blivu glað aftur, sum børn skulu verða, og serliga á jólum!

Eg fortaldi tær eisini, at eg var keddur, tá babba fór avstað. Tað eri eg altíð, tá hann fer, men í ár verður hann burtur á jólum, og ikki heima! Tú uggaði meg eisini, at hann kemur beint aftaná – millum jól og nýggjár! Kanska fáa vit tvey jól?

Nú eri eg so stórur – eri 3 ár, at eg kann tosa nógv nú, men abbi skrivar hetta fyri meg. Áðrenn eg dugdi at tosa ordiliga, snakkaði eg onki. Tað tímdi eg ikki!

Mamma sigur, at tú ikki tosar enn, men hoyrdi tú ikki abba siga, at vit tosað væl saman!

Heldur tú ikki, at tað verður keðiligt hjá tær, at vera einsamallur í barnagarðinum á jólum?

Mamma heldur at tú dugir at hygga tær sjálvur.

Eg ætli at ganga yvir í barnagarðin og vita, um tú tímir væl, ella kanst tú bara komið yvir til okkum. Um tað er stongt í barnagarðinum, so biði eg bara boyggjar-nar koma við at lata hurðina upp!

Einaferð høvdu eg og Eva systkinabarnið

hjá mær stongt okkum inni á vesinum hjá ommu og abba.

Kanska var tað eg sum stongdi, og vit fingu ikki hurðina uppaftur. So grótu vit og róptu – ongin hoyrdi! Omma støvsúg-vaði, abbi var í teldurúminum og boyggjar-nir hugdu í sjónvarp og fult drøn frá! Tá vóru vit bangin og grótu. At enda fekk Eva hurðina upp aftur, hon er nógv størri enn eg. Tá vóru vit øll glað!

Um tú eisini verður við á jólum, eru vit so nógv, at vit kunnu dansa og syngja um jólatræið. Tað gera vit ongantíð. Alt er í ve-gin! Ov fá til at koma runt um træið, og so er ov lítið pláss so træið má standa inni við veggin.

Einferð royndi boyggjarnir at dansa um jólatræið, men onkur kom í elkaðalin, og so duttu teir inn í jólatræið og tað koppaði!

Mamma var ill, men abbi segði bara, at tað hevði verið vandamikið fyrr í tíðini, tí tað vóru livandi jólaljós á trænum. Nú er ikki so farligt.

Um okkurt brotnaði gjørdi tað onki, tí tey kundu fáa jólapyntið hjá abba og ommu. Tey ætlaðu at gera sum nógv onnur gera nú; fara suðureftir at ferðast næstu jól. Ein vinmaður hjá honum var farin til Ha-wai í ár. Mamma segði, at tey skuldu ikki prøva uppá tað! Eg haldi abbi bara fjasar viðhvørt!

Nú rópar mamma aðru ferð, so vit mugu heldur gera okkum klárar! Kanska síggjast vit á jólum!

Gleðilig Jól!

Anfinn og Jóla Pætur - eitt morgunprát

Jólasøga ið Jóin Sigurðsson hevur skrivað

Page 11: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 11

Tað sigur Eyðólvur Vang, skipari og eigari av útróðr-arbátinumKallanes. Kal-lanes avreiddi 7.200 pund mikudagin og hevði nakað tað sama dagin fyri.

Hesir túrarnir hava nú ikki verið so galnir, sigur Eyðólvur Vang, men tú mást hugsa um, at hetta er besta tíð á árinum hjá ok-kum útróðrarbátum. Ha-rafturat kann takast við, at vit eru í veruleikanum nakrir fáir bátar, ið eiga alt Norðhavið fyri okkum sjál-var og sjálvt tá er 7-8000 pund topptúrar.

Var støðan sum hon átti, so skuldi ikki verið ov

nógv ynskt, at vit onkran túrin komu upp á 10-12.000 pund. Tá so verður tikið við, hvussu evarska lítil húkaflotin er, ið enn hespast á Norðhavinum, so er tað í veruleikanum ótrúligt at so lítið skal vera til.

Men fiskurin sum vit fáa, er stórur og feitur og í allar mátar væl fyri. Tað sýnist sum um, at nærri tú ert lan-di, størri er fiskurin.

Av illum haldi eg tó at eg kann konstatera, at fi-skiskapurin í desember í ár hevur verið frægari enn í desember í 2012. Tað skal eisini takast við, at veðrið hevur verið sera hart í de-

sember mánaði og tí he-vur sjógvurin verið í sera ringum standi.

LínubátarnirÍ samrøðu við Bethuel Jo-hannesen, skipara á Klak-ki, segði hann mikudagin, at hjá teimum var nærum fiskaloysi hendan túrin, og harafturat var fiskurin smá-fallandi.

Klakkur fór til fiskiskap fríggjadagin í síðstu viku, og hevði tískil roynt í 4-5 dagar tá vit høvdu samband við hann yvir telefonina. Fongurin var 25.000 pund. Hetta er einki ”at skriva heim um” helt Bethuel Jo-

hannesen.Hann segði

tað sama sum Eyðólvur Vang á Kallanes, um veiðutrýstið. Vit eru nakrir heilt fáir línub-átar sum royna frá her vit eru, norður vestur úr Mykinesi og langt eystur um Fugloynna, men her tykist steinoyði. So lítil drift er, at tað er sjálvdan at vit síg-gja nakað annað ljós, enn ljósini frá okkum sjálvum. Vanliga plagdi Norðhavið at vera eitt eldhav av einum

stórum fiskiskipaflota hesa tíðina av árinum.

”Nei, best er helst at sleppa sær longur burtur at fiska”, legði Bethuel Jo-hannesen, skipari á Klakki skemandi afturat, og sipaði

til nýggja stóra línuskipið, sum teir hava keypt úr No-regi og sum væntandi skjótt verður á Klaksvík.

VÁNALIGUR FISKISK APUR NÚ Í BESTU TÍÐMen alt sum flóta kann er úti nú upp undir jól

Page 12: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 201312

Navn?Sjúrdur Jacobsen

Parlagsstøða?Í parlagi.

Hvar býrt tú?Í Randers, Danmark.

Hvat lesur tú? Ella hvørjum arbeiðir tú við?Arbeiði sum KT-frøðingur og online-rágevið hjá B10 Mar-keting A/S, og C10 Marketing.

Hvat fekk teg av landinum?Eg fór av landinum fyri at lesa.

Hvussu leingi hevur tú ve-rið útiseti?5½ ár

Trívist tú? – og hvør er ors-økin til tað?Ja, eg trívist. Eg eri glaður fyri mítt arbeiðið og mínir ar-beiðsfelagar. Eg havi eitt dei-ligt heim saman við damuni; og so havi eisini fingið nógvar góðar vinir her.

Hvat tekst tú við eftir skúlatíð/arbeiðstíð?Eg spæli amerikanskan fót-

bólt við Randers Thunder, hugni mær við damuni og vinfólki; og innímillum takið eg eisini nakrar minuttir við guitarini og klaverinum.

Hvat er tað besta við Danmark?Tilboðini innan tað menta-narliga, ítróttarliga og fakliga.

Hvat er tað ringasta?At eg ikki altíð havi ’havút-sigt’. Og so eisini teir høgu bilprísirnir.

Ætlar tú tær heimaftur?Nei. Ikki í núverandi støðu.

Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar?Teir stressandi dagarnir, og tá í tiltøk eru har heima, ið eg gott kundi tonkt mær at lut-tikið í.

Hvørjum leingist tú mest eftir í Føroyum?Familju, vinum og tí deiligu nátturuni. Innímillum sakni eg eisini tann føroyska men-talitetin, við at taka tingini sum tey koma.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara?Ein týpiskur danskari planleg-gur alt.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying?Ein týpiskur føroyingur plan-leggur onki.

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsli-ga á donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg?

Tjaa… eg blívi m.a ofta fan-gaður í at siga: ”kan du lige rette mig fjerstyringen..?” Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Eg veit ikki hvar í verðini eg eri staddur tá. Men vónandi við meiri sjálvstøðugum arbeiði við síðunar av, og saman við míni egnu lítlu familju.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:Ein lítil heilsan til tey har he-

ima á Bumshamri. Vit gleða okkum til at koma heim at feira jól og nýttár saman við tykkum :)

Føroyingar kenna føroy-ingar. Hvør útiseti skal standa fyri skotum næstu ferð?Dorus Johannesen

GYLTA MÁLIÐ HJÁ TORKIL NIELSEN Í L ANDSKRONAÍ 2013 fekk føroyskur fót-bóltur meira enn 50 mió. kr frá UEFA og seinastu trý árini íroknað 2013 he-vur føroyskur fótbóltur megna at hála tilsamans 170 mió. kr. heim til klet-tarnar frá UEFA og FIFA

Rakstrarinntøkurnar hjá FSF liggja um 27 mill. kr. árliga.

Inntøkurnar stava frá UEFA, FIFA og søla av sjónvarpsrættindum. FSF seldi í ár sjónvarpsrættindi-ni til UEFA. Søluupphæd-din fyri sjónvarpsrættindini komandi 4 árnini verður omanfyri 70 mill. kr.

Afturat hesum fær FSF stuðul frá UEFA og FIFA til iløgur. Árliga upphæd-

din til íløgur liggur um 8 mill. kr.

Norðlýsið hevur rokna seg fram til, at samlaðu iløgurnar hjá FSF seinastu

3 árini, tá bygningurin við Tórsvøllin er íroknaður, liggja millum 70 – 80 mill. kr. FSF hevur eisini goldið stuðul til øll feløgini til

nýggjar graslíkisvøllir v.m.Eisini føroysku feløgi-

ni fáa nógvan pening frá UEFA, einar 6 mill. kr vanliga. Føroysku feløgini

fingu eisini endurgjald fyri landsliðsleikarar uppá ei-nar 5 mill. kr í 2012.

Í ár fingu fremstu før-oysku feløgini HB 900.000, EB/STR 3,9 mió., Víkingur 1,8 mió. og ÍF 900.000.

Støðan seinastu 3 ári-ni hevur verið eitt sin-dur óvanlig, tí íløgur eru gjørdar fyri pening, sum hópaði seg upp, tí semja ikki valdaði um nýtslu av hesum peningi.

Eitt vanligt ár hja før-oyskum fótbólti er, at FSF fær inntøkur fyri 27 mill. kr. og stuðul frá UEFA um-framt til íløgur fyri 8 mill. kr. samanlagt 35 mill. kr.

Feløgini fáa vanliga 6 mill. kr og nakað verður

eisini goldið fyri íløgur frá FIFA, so samanlagt fær før-oyskur fótbóltur meira enn 50 mill. kr. frá UEFA og FIFA um árið.

Seinastu trý árini íroknað 2013 hevur før-oyskur fótbóltur megna at hála tilsamans uml. 170 mió. kr. heim til klettarnar frá UEFA og FIFA.

Harafturat eru nógvir pengar til avleitt virksemi so sum hotell, flogferðir o.a. ísamband við lands- og klubb dystir.

So málið í Landskrona hevur veruliga givið før-oyska samfelagnum harðan útlendskan valuta.

Útiset in hesaferð:

”Kan du lige ret te

mig f jerst yr ingen”

Page 13: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 13

Í Timburhandlinum á Kambsdali finnur tú alt tær tørvar til bygging, urtagarð, ítriv, hús og heim.

Starvsfólkið í Timburhandlinum á Kambsdali eru klár at veita tær ráð og vegleiðing.

Góð tænasta er okkara aðalmál.

Set teg í bilin og koyr teir 11 minuttirnar frá tunnilsmunnanum í Klaksvík og innar á Kambsdalar.Um 11 minuttir eru ov nógv, so tak telefonina og ger tínar bíleggingar tann vegin.

Bilar okkara eru í Klaksvík 2 ferðir um dagin.

So tað tú bíleggur fyrrapart veita vit seinnapart sama dag - ella tú bíleggur seinnapart og fær vøruna longu fyrrapartin dagin eftir.

Skalt tú hava bestu byrjanina - so royn okkum!

Bert 11 minuttirtil eina góða byrjan

”vIT GLEÐA OKKUM AT

SÍGGJA TEG Á KAMbSdALI.”

Gunnleif Berjasteindeildarleiðari

Jann Martin MortensenSølumaður

tel 44 44 41 · fax 44 48 41 · [email protected] · www.2x3.fo ·

Vit koyra til Klaksvíkar 2 ferðir um dagin!

Kambsdalur.indd 4 01-10-2013 18:05:27

Page 14: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 201314

Í vikuni gjørdist endaliga greitt, at 25 ára gamli dan-ski miðverjin Jonas Flindt Rasmussen komandi ár verður partur av KÍ hópi-num, eftir at hann gjørdi

ein 3 ára sáttmála við fela-gið. Jonas kenna vit besta frá B36, har hann spældi í 2011 og 2012. Framma-nundan hevur KÍ í Nden-de fingið annan styrk, sum

helst fyrst og fremst er æt-laður til miðvøllin. Annars verður roknað við, at allir verandi leikarar uttan Jóg-van Isaksen, sum er fluttur til Havnar í útbúgvingar

ørindum, halda fram í felagnum.

Skilagott keypt innTað er okkurt sum bendur á, at KÍ hevur gjørt klók

val í vetur við at hava keypt júst hesar leikararnar – Jo-nas og Ndende - uttanífrá afturat tí frammanundan lokala hópinum. Eftir at hesir leikararnir gjørdu sát-

tmála, hevði nordlysid.fo samrøður við fyrrverandi venjara og liðfelaga hjá te-imum. Og bæði liðfelagin hjá Jonas, Símun Joensen, og venjarin hjá Ndende,

KÍ HEVUR BREIÐAN OG ROYNDAN HÓPNorðlýsið hevur kannað eftir, hvussu støðan er við hópinum hjá KÍ til komandi ár, nú tveir profilar uttanífrá hava gjørt sáttmála við felagið. Og eisini hugt eftir samanseting og realistiskum vónum fyri komandi ár.

Jákup Ósá

Page 15: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 15

Bill M. Jacobsen, lótu sera væl at KÍ styrkinum. Bill var ikki í iva um, at Nden-de var ein av Føroya bestu miðvalla leikarum, sum eisini kundi røkja pláss í miðverjuni, meðan Símun helt fyri, at Jonas hevði nógv at geva KÍ og var ein av bestu verjuleikarunum, sum høvdu spælt í Føroy-um seinastu árini. Og tað er eingin loyna – ein kann bara hyggja eftir málmuni-num síðani uppflytingina hjá KÍ – at ov nógv mál eru farin inn. Tí er tað væl valt av KÍ, at fyrst og fremst styrkja verjupartin við ei-num miðverja og einum miðvalla leikara, sum eisini hevur sína styrki í verju-spælinum.

Styrki á liðiðTað sum gongur aftur hjá hesum báðum leikarunum er, at teir eru sera sterkir

leikarar. Hetta eru leikarar, sum sjáldan tapa nærdystir og sum tí í hvør sínum lagi fylla nógv á vøllinum. Og júst hetta var eitt av veiku økinum hjá KÍ seinasta ár. Hini liðini skoraðu ofta ef-tir taptar nærdystir í m.a. innleggum. Nú verður KÍ eitt munandi sterkari lið reint fysiskt og tað skul-di givið góðar møguleikar fyri, at liðið fær tað lættari í verjupartinum og harvið fer at lata færri mál inn.

Nógvar royndir í KÍ hópinum KÍ hevur síðani uppfly-tingina havt ein av yngstu hópunum í deildini. Men hetta verður ikki støðan komandi ár, um vit hyggja eftir teimum, ið væntandi koma at spæla, tá koman-di kapping fer í gongd um hálvan mars, tá tølini í () er galdandi. Heðin á Lakjuni

(36), Meinhardt Joensen (34), Ndende (31), Hjalgrím Elttør (31) og Atli Daniel-sen (30) vera tá allir farnir uppum 30 ár og eru at rokna sum sera royndir leikarar í føroyskum fótbólti. Síða-ni koma leikarar sum Jo-nas Flindt Rasmussen(25), Kristoffur Jakobsen(25), Henry Heinesen(25), Álvur Christiansen(24) og Páll A. Klettskarð(23), sum allir hava spælt í fleiri ár á hægsta stigi og munnu metast sum leikarar í bestu árum. Og til seinastu plás-sini á liðinum koma ungir leikarar, sum tó allir hava minst 3 ár frá Effohópinum í beinunum. Her kunnu nevnast Sørmundur Kal-sø(22), Ivan Joensen(22), Jóhan Jacobsen(21), Heðin Klakstein(21) og Ísak Si-monsen(20). Afturat hesum koma leikarar sum Gunnar Christiansen(21), Oddmar

Marsten(20), sum hava spælt fleiri dystir hesi sei-nastu 1-2 árini. Hetta eru 17 leikarar, sum allir hava ávísar royndir í Effodeil-dini og har 5 av teimum eru beinleiðis í bólkinum millum teir mest royndu í bestu føroysku deildini. 16-17 leikarar er eisini ta-lið, sum ofta gongur aft-ur, tá vit hyggja eftir top-pliðunum seinastu árini og hvussu nógvir leikarar hava spælt meir enn 4-5 dystir á hesum liðum. Siga vit, at tað vera hesir 17 leikarar-nir sum vera teir fyrstu 17, tá kappingin byrjar, so er miðalaldurin tá 25,4. Hjá HB var hann 25,4 fyri 16 teir mest brúktu leikararnar í 2013, tá kappingin endaði fyri at gera eina samanbe-ring. Á FM liðinum hjá EB/Streymi í 2012 var miðal aldurin óvanliga høgur við 27,7 árum, meðan FM liðið

hjá B36 í 2011 hevði ein miðal aldur uppá 25,6 ár. Sostatt kann staðfestast, at KÍ aldurs samansetingin ikki er nøkur forðing fyri at fara at gera seg galdandi komandi ár.

Flestu mugu lyfta segTað er eingin loyna, at teir flestu á KÍ liðunum ikki samanlagt avrikaðu tað, sum væntast kann av tei-mum í 2013. Okkurt un-dantak var tó m.a. við top-pskjúttanum og ársins KÍ leikara Páll A. Klettskarð. Hjá KÍ verður sjálvandi umráðandi, at hann heldur sítt støðið og 3. árið á rað skorar nógv mál. Men tað verður sera avgerandi hjá KÍ, um fleiri av hinum meg-na at lyfta sítt støði, soleiðis at KÍ ikki aftur endar í botnstríðnum. Tí hesir hava fyrr víst, at teir kunnu meir enn tað vit sóu í 2013. M.a.

lá KÍ á odda í deildini, tá 17 umfør vóru leikt í sein-nu hálvu í 2012 og eisini í byrjanini í 2011 og 2013 lá liðið á odda. Leikarar sum Meinhardt, Jonas, Heðin, Atli og Hjalgrím hava allir royndir av at hava vunnið FM. Tó hóast KÍ at síggja til hevur keypt skilagott inn við tveimum profilum, so megna tveir leikarar einki einsamallir, um aðrir ikki hækka sítt støðið, tá liðið frammanundan er endað heilt niðri á einum 8.plássi. Men á pappírinum hevur KÍ sín sterkasta hóp í fleiri ár og tí verður spennandi at fylgja liðinum, nú bara fáar vikur eru til venjingarnar úti á vøllinum fara í gongd.

Ndende skal styrkja um miðvøllin hjá KÍ í 2014. Hann kann eisini spæla í miðverjuni.

Jonas Flindt Rasmussen skal styrkja um verjupartin hjá KÍ í 2014

Page 16: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 201316

A NDSTØ ÐA N FER AT ATK VØ ÐA ÍMÓTI TIL-FEINGISGJA LDINUM HJÁ S A MGONGUNIAksel V. Johannesen, for-maður í Javnaðarflokki-num, sigur at Javnaðar-flokkurin er harðliga ímót at manningar bein-leiðis rinda tilfeingisgjald av lønarposanum og sum hann skilur er ikki undirtøka í andstøðuni fyri tilfeingisgjaldinum sum samgongan ætlar at fáa samtykt í løgtingi-num áðrenn fíggjarlógin verður endaliga samtykt

Varðin, samtakið Christian

í Grótinum, JFK, THOR og Framherji rindaðu 123 mió. kr. til landskassan av teimum gott 140 mió. kr. sum landskassin fekk inn í tilfeingisgjaldið í ár. Av tí at tilfeingisgjaldið verður rokna av óbýttum hava manningarnar rindað góðar 35 mió. kr. úr lønarposa-num sum tilfeingisgjald.

Javnaðarflokkurin ímóti tilfeingisgjaldinum hjá samgonguniJavnaðarflokkurin atkvød-

di ímóti verandi skipan og hava mælt til eina heilt aðra skipan fyri makrel og norðhavssildina.

Vit hava mælt til at 40.000 tons av makreli og 20.000 tons av norðhavs-sild ístaðin verða seld á eini uppboðsølu og síðani strika øll onnur gjøld. Metingar hjá okkum siga at hetta hevði givið landskassanum umleið somu inntøku sum verandi skipan.

Vit mæla samstundis til at sett verður í lógina at

einans føroysk skip undir føroyskum flaggið og við føroyskum manningarsát-tmálum skulu sleppa at bjóða. Harafturat skal ikki verða loyvt at mótrokna hetta í hýrum.

Ein skipan har ein partur verður seldur á uppboðs-sølu ístaðin fyri at áseta eitt gjald pr. kg er lættari at umsita og tú sleppur undan at fiskimaðurin skal rinda.

Harafturat er tað sera óheppið at áseting av tilfe-ingisgjaldi verður knítt at

fíggjarlógini tí hóast sam-gongan hevur fingið tvífalt so nógv inn til Landskassan í ár í tilfeingisgjaldi enn undanfarin ár, so minkar hallið á fíggjarlógini ikki. Komandi ár ætlar samgon-gan at fáa góðar 170 mió. kr. í tilfeingisgjaldið frá fi-ski- og alivinnuni.

Eg dugi ikki at siga hvus-su hinir í andstøðuni fara at atkvøða, men Javnaðar-flokkurin fer í øllum føri at atkvøða ímóti tí verandi skipan ger at gjaldið bein-

leiðis rakar lønarposan hjá manningunum, sigur Aksel V. Johannesen.

Sum skilst er fíggjar-nevndin klár at skrivað álit um fíggjarlógina, men áðrenn hon verður endali-ga samtykt í løgtinginum - skal tingið hava samtykt lóg um tilfeingisgjald.

Fyrrverandi formaður í Starvsmannafelagnum vil hava lættari atgongd til fiskatilfeingið

Tað er onki undarligt í, at formaðurin í Fiskimanna-felagnum (vegna sínar li-mir, rokni eg við), ger vart við at inntøkan hjá ”fiski-manninum/konuni” ikki skal líða undir at tilfeingis-gjøld verða ásett, men at fi-skimenn skulu verða ímóti, at eisini onnur, herundir fiskimaðurin, skulu kunna fáa rættindi til tilfeingi, tað skilji eg ikki, skrivar Jákup Danielsen fyrrverandi for-maður í Starvsmannafelag-num, sum viðmerking til at formaðurin í Fiskimanna-felagnum við nordlysid.fo

segði at tilfeingisgjald er at ræna frá fiskimonnum.

Jákup Danielsenskrivar:Í dag eru rættindi á fáum hondum og tað tykjiast sum um at tað vera færri og færri hendur, ið stýra allari fiskivinnuni. Hví skal tað ikki vera møguleiki at on-nur sleppa framat enn tey sum longu stýra fiskivin-nuni?

Tá man so ikki klárar at argumenterað fyri hvussu formaðurin og felagið so kundu hugsað sær at skipa-

nin skal vera, so loypir man har sum garðurin er lægstur og leggur eftir øðrum lønt-akarum, í hesum førum øl-lum í almennum størvum. Sleingir út til høgru og vinstru og sigur m.a. at tað eru starvssett, sum lættliga tjena 100 t.kr. um ”vikuna”, sum jú ikki passar. Ikki tí, at ein og hvør kann hava eina meining, um ov nógv eru starvssett í almenna sektorinum ella ikki, men lat meg undirstrikað, at hesi als ikki hava sett seg sjálvan í starv. Í øllum fø-rum hava myndugleikar

lýst eftir starvsfólkið, sum starvsfólkini hava søkt sítt starv eftir. Prísurin fyri at vera settur í starv er tað sum fakfeløgini hava ásett. Serliga leggi eg til merkis, at formaðurin í fiskiman-nafelagnum sigur, at tey í almennu størvum veita sær sjálvum viðurløg og pensjó-nir, sum onnur bert kunnu droyma um. Slíkt møsn og tvætl skal man leita leingi eftir. Úr mínum barnahe-imi, sum er borin uppi av sjóvinnuni, skal eg bara siga tað, at tað er Fiskiman-nafelagnum sjálvt fyri at

takka at fiskimaðurin hevur út av lagi vánalig pensjóns-viðurskifti. Nú í nøkur ár eru nøkur oyru farin til eina ”pensjónsskipan”, men fela-gið tvíhelt ár út og ár inn, um at tað almenna skuldi gjalda pensjónsskipanina hjá fiskimanninum, uttan at nakað sum helst úrslit kom burturúr hesum. Tí eru tey viðurskiftini, soleiðis sum tey eru. Onnur feløg sóu fyri nógvum árum týd-ningin av hesum og fingu limirnar at innsíggja tað. Eg eri fullgreiður yvir, at nú stendur aðalfundurin

fyri durðum og fyri líka-sum at reka í rætt, kemur formaðurin við boðskapi-num, um at bjóða almenn størv út á hvørjum ári. Tað er so tað, men sigur eitt sin-dur um støðið. Eg rokni við at formaðurin hevur verið mismæltur ella skeivt endu-rgivin, tá hann sigur, at ávís útvald í almennum stør-vum uppfinna gjøld vm. Vit hava eina politiska skipan, har nøkur eru útvald at taka avgerðirnar og stýra hesum landinum. Kanska var tað tey formaðurin skal tosað við.

Nú er stundin komin til at øll almenn størv verða boðin út á hvørjum ári

Formaðurin í Føroya Fiski-mannafelag, Jan Højgaard, vil ikki longur góðtaka at ávís útvald sleppa at sita í almennum størvum fyri feita løn og pensjón sam-stundis sum man uppfinnur gjøld, sum tey sum virka á havinum skullu rinda. Og samstundis verður tosa um at bjóða tilfeingið út í fríðari sølu og harvið ræna enn meira frá verka- og ve-

iðumanninum til at fíggja eina stætt, sum livur av tí almenna og sum uttan at spyrja nakran hevur veitt sær sjálvum viðurløg og pensjónir sum onnur bert kunnu droyma um.

Sambært eini útrok-ning sum Norðlýsið hevur gjørt hava manningarnar á skipum, sum hava ve-rið á makrel og silda ve-iðu í ár, rindað góðar 30

mió. kr í tilfeingisgjald til landskassan. Formaðurin í fiskimannafelagnum er harðliga ímóti tosinum um tilfeingisgjald og tilfeingis-bú.

-Eg kann bara staðfe-sta at tey sum tosa harðast um at selja tilfeingið hjá verka- og veiðumanninum á uppboðssølu eru sjálvi í almennum starvið og fáa løn, viðbøtur og pensjón

frá landskassanum. Skulu vit tosað um uppboðssølu, so áttu vit at byrjað við størvum hjá tí almenna. Vit eiga í dag tænastumenn og læknar sum lættliga tjena 100.000 kr. um vikuna og hvør hevur spurt verka-mannin og vinnuna um het-ta er rætt? Fleiri størv hjá tí almenna eru eisini at rokna sum beinleiðis sosialar ve-itingar.

-Hjá vinnufúsum mon-num og kvinnum sum hava sett sær høg mál og spent seg hart fyri er tað skelkan-di at frætta at man seriøst arbeiðir við at bjóða virkis grundarlagið út á eini al-mennari uppisølu.

-Í ár hava fiski og veiðu-menn umframt skatt og av-gjøld eisini rindað 30 mió. kr. sum tilfeingisgjald men álíkavæl megnar almen-

nu Føroyar ikki eingang at hava eina tyrlu tøka til sjóbjarging.

-Men tey sum tosað um at bjóða fólksins ogn út í fríðari sølu áttu heldur at byrja við almennu størvu-num, tí tað kann ikki verða rætt at ávís fólk og familjur eiga lívsstarv fyri almenna løn og senda størri og størri rokning til tey sum virkað á havinum.

Page 17: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 17

Her eru tíggju spurningar til Emil, sum hann sjálvur hevur svarað við sínum skerdu førleikum. Emil stavar við eini teldu og tað er hann vorðin góður til ef-tir hondini. Vit geva Emil orðið:

Hvussu hevur árið 2013 verið?Jú nú kom eg heim 03-9-2013 eftir hava veri niðri í meira enn 2 ár, og eg eri sera glaður fyri tað. Men eg hevði fingið lovað frá Kar-sten Hansen landsstýris-manni, at Føroyar hevði pengar fyri venjing til mín, tá ið eg kom heim, men tá ið eg kom heim, fekk eg aldrin nakað tilboð uppá venjing, so vit máttu ar-beiða við tí sjálvi. Og eg fekk lovað at alt var klárt tá ið eg kom heim, men einki var klárt, so vit mugu ar-

beiða sjálvi við øllum.So havi eg eisini fingið

eina íbúð játtað, men eg minnist ikki heilt nær; men haldi tað er 2 mánar síða-ni. Men eg sleppi hvørki at siga mína meining um, hvat manglar og hvat kundi verði øðrvísi.

So havi eg haft ein lækna, sum ikki gjørti nakað, sum vit bóðu um, so eg valdi at skifta lækna. Alt í alt er tað okay.

Hvat hevur glett teg í 2013?Eg havi glett meg sera nógv, tí alt ljóðaði sera gott til tá ið eg skuldi koma heim. Men einki var gott, tað kundi alt verði betri.

Hvat hevur gjørt teg keddan í ár?Tað sum hevur gjørt meg keddan, er at tað gongur so

seint, og at eg skal fáa nok-tandi svar uppá so nógv. Og at eg skal bíða so leingi ef-tir svarið. So sigur Alman-naverkið at tað skal vera ein hurð, men tú fart aldrin tann rætta persónin.

Hvat hevur verið tað besta við árinum 2013?Tað, sum hevur verið best, er, at eg kom heim. Men um eg hevði fingið mína egnu íbúð, hevði alt verið betri. Men alt gongur so seint her heima, men alt kundi verið betri, um tað gekk skjótari.

Hvussu var tað at koma heimaftur til Føroyar, ef-tir at hava búð í Danmark í næstan tvey ár?Jú, tað er altíð gott at koma heim aftur, men eg hevði tað gott í Danmark, so eg kann ikki grenja um nakað. Eg var á einum 4-5 støðum

í Danmark, og eg hevði tað gott allastaðni, og eg havi tað gott her.

Hvat saknar tú mest í Danmark?So sum eg havi sagt fyrr, hevði eg tað gott í Dan-mark. Starvsfólkini vóru sera fitt; so eg vil siga at eg sakni starvsfólkið mest.

Hvussu dámar tær um-støðurnar, har sum tú ert nú?Altso mær dámar okay her, men hettar er ikki eitt stað fyri meg. Men tey hava lo-vað mær eina íbúð, men eg veit ikki nær hon er liðug. Tey bara lova og lova, men einki hendir; so eg veit onki.

Hvar fert tú at halda jól í ár?Eg havi planir um at halda

jól á mínum barndómshe-imi á Viðareiði. Men bert um eg fái mín góða vin, Martin Johannessen at koy-ra meg. Enn havi eg ikki fingið nakran fastan buss, men vit arbeiða víðari við málinum. Tí at vit góðtaka ikki svarið vit fingu. Tað hevði verið lættari um eg hevði ein fastan buss. Men eg seti stóran prís upp á at Martin Johannesen hevur hug at koyra meg.

Tað hevur gingið væl hjá bæði Esbjerg og Liver-pool í ár. Hvat dámar tær tað?Ja, tað hevur gingið gott hjá Esbjerg og Liverpool. Í síðstuni hevur gingið illa hjá Esbjerg í Superliga, men í Europa Leauge hevur gingið sera gott. Vit kunnu siga teir hava Europa Leau-ge-eydnuna við sær.

Hjá Liverpool hevur tað gingið sera gott í PL. Men teir hava ikki Europa Le-ague ella Champions Le-ague at hugsa um.

Hvat er títt størsta ynskið?Eg havi so sera nógv yns-kir, men vit kunnu ikki fáa øll ynskir uppfylt, men tað hevði verið deiligt um tað var so.

Men míni størstu ynskir eru, at mín íbúð varð liðug skjótast gjørligt. Eitt annað ynski er, at teir kundu lovað mær ein buss. Tað hevði gjørt mítt lív lættari; tí so var eg ikki so tengdur av øðrum fólki allatíðina.

Eg vil við hesum høvi ynskja øllum eini gleðilig jól og eitt av Harranum signað nyttár.

- MÍT T STØ RSTA YNSKI ER AT FÁ A EGNA ÍBÚÐ

Tað sigur Emil Bjarnaskor, sum hevur svarað tíggju spurningum frá Norðlýsinum. Emil hevur nú veriðheima í Føroyum síðani septembermánað, og hann hevur tað gott. Men tað eru nógv ting, sum kundu verði gjørd betri, heldur hann.

Danial Viðoy

Hendan myndin er tikin fáar dagar áðrenn Emil flutti heim at búgva. Emil og vinmaðurin, sum eisini heldur við Liverpool og Esbjerg.

Page 18: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 201318

amr.fo

Page 19: Nordlysid nr 43 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 43 FRÍGGJADAGIN 13. DESEMBER 2013 19

FÓLK ATALIÐ Í KL AKSV ÍK VAKSIÐ 2% SÍÐAN 2010

Meðan fólkatalið í lan-dinum er minkað 0,5% síðan 2010 er fólkatalið í Klaksvík vaksið heili 2% sama tíðarskeið. Vit klaks-víkingar eru nú næstan 90 fleiri enn vit vóru í 2010 og tað fegnast borgarstjórin sjálvsagt um.

- Hetta er sera áhugaverd tøl tí tað var júst í 2010 at Klaksvíkar Kommuna setti skjøtil á eina vakstrarætlan sum býráðið eftirfylgjandi hevur arbeitt eftir.

- Vit kunnu eisini stað-festa at vinnulívið í kom-mununi hevur staðið seg væl og tí er nógvur aktivi-tetur í býnum í løtuni.

- Sitandi býráð hevur ei-sini sett nøkur átøk í gongd sum spennandi verða at fylgja, m.a. er gjaldið til barnagarðar lækka og bar-nafrádrátturin hækkaður. Undanfarna býráð gjørdi stórar íløgur í skúlaøkið og tað hevur sitandi býráð eisini gjørt, so vónandi fara hesi átøk at stimbra triv-naðin í kommununi.

SVIMJIH Ø LLIN V ERÐUR SUM NÝGGJ

Torkil Mørkøre, leiðari í Klaksvíkar Svimjihøll, sigur at fyrsti parturin av nýbyggingini verður liðugt soleiðis at høllin kann takast í brúk í sum-mar við nýggjum brúsu og skiftingarrúmum og einari nýggjari Cafe.

Tað er NH Betong sum stendur fyri arbeiðinum sum er í trimum stigum sum tilsamans kosta umle-ið 9 mió. kr. og sum verður liðugt um eitt ár.

- Fyrsti parturin av ný-byggingini verður liðugt soleiðis at høllin kann ta-kast í brúk í summar við

nýggjum brúsu og skift-ingarrúmum og einari nýg-gjari Cafe.

- Síðani verður farið í holt við fitness partin og alt arbeiðið verður liðugt einaferð móti jólum 2014. Tá verður tað sum at koma inn í eina spildurnýggja svimjihøll, men longu nú

verður arbeitt við at fáa eitt nýtt wellnes økið við gosbað, heilsuklivum og øðrum, men her strekkir peningurin sum játtaður er í løtuni ikki til.

Page 20: Nordlysid nr 43 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

TórshavnSmyrilsvegur 5tel. 347 300 mán–frí 08.00–17.30leyg 10.00–14.00

Klaksvík Stangavegur 53tel. 347 310 mán–frí 10.00–17.30leyg 10.00–14.00

SaltangaráHeiðavegur 25tel. 347 320 mán–frí 10.00–17.30leyg 10.00–14.00

Hvar fært tú iPad við glastrygd?

Jólamaðurin veit

Jólagávur kunnu býtast um til og við 7. januar 2014.

*Glastrygd frá Nema er galdandi í 1 ár frá keypsdegnum. Keypskvittan skal fylgja við við innlating til umvæling. Í mesta lagi 1 útski� ing av glasinum pr. iPad. Glastrygd fevnir ikki yvir aðrar skaðar, sum kunnu vera íkomnir í sambandi við at glasið er brotið.

Hetta ávirkar ikki vanliga garantiið, ið vøran hevur – hetta er ein eyka trygd.Tilboðið er galdandi til og við 23. desember.

iPad AirFantastiski, lætti og skjóti iPad Air. Nýtt snið og nýggjur skíggi. Nú kanst tú gera meira við minni. Til tey frammarligu.

úr 4.399 ,-

Glastrygd – bert hjá NemaVið í keypinum er trygd fyri, at um glasið brotnar, so ski� a vit tað ókeypis*Til tín frá Nema.

iPad mini RetinaNú eisini á goymslu.

úr 3.599,-

Eisini við glastrygd!

ER ÁGOYMSLU!