20
NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 9 772245 065007 - lokala røddin síðani 1915 JÓGVAN ISAKSEN SKIFTIR FELAG MINST TIL SØLURÁSIN 2013 9.OG 10. NOVEMBER FRÁGONGDIN ER STØRST Í ÍF OG AB Røktarheimið Við Vágna handað leygardagin HAVA SUNGIÐ GLEÐI- BOÐSKAPIN Í 45 ÁR DANSKIR LÆKNAR: UM TJÚGU ÁR DOYR EINGIN AV KRABBAMEINI PÁLL OG MARIA BLIVU ÁRSINS LEIKARAR

Nordlysid nr 39 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 39 Fríggjadagin 8. nov. 2013

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 39 2013

NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

9772245065007

- lokala røddin sí ðani 1915

JÓGVA N IS A KSEN SK IF T IR FEL AG

MINS T T IL S Ø LUR Á SIN 20 13 9.OG 10. NOV EMBER

FR ÁGONGDIN ER S T Ø RS T Í ÍF OG A B

Røktarheimið Við Vágna handað leygardagin

H AVA SUNGI Ð GLE ÐI-BO ÐSK A PIN Í 4 5 Á R

D A NSK IR L ÆK N A R: UM TJÚGU Á R DOY R EINGIN AV K R A BB A MEINI

PÁ LL OG M A RI A BLI V U Á RSINS LEIK A R A R

Page 2: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 20132

L E I Ð A R I N

Sjómaður søkir íbúð/kamar28 ára gamal stakur sjómaður ynskir lítla íbúð

ella kamar við atgongd til køk og bað.Send ein mail til:[email protected]

80ára føðingardagurMikudagin 6. november fyllir

Hans Jacob Andreasen (vanliga nevndur Hans Jacob hjá skopininginum)

Klaksvík 80 ár.

Dagurin verður hildin leygardagin 9. november í hølu-num hjá Klaksvíkar Húsmøðrafelag Bøgøtu 3,

frá kl 17.00

Øll eru vælkomin.

Leygardagin 16. november giftast vit bæði, Maria í Frammistovu Kirkju og

Jógvan í Heimistovu Joensen Svínoy.Vígslan verður í Svínoyar kirkju kl. 12. Dagurin verður

hildin í Gamla Garði kl.18. Tey sum hava hug at hátíðar halda dagin saman við okkum kunnu siga frá á tlf. 265459 ella á tlf. 283601 helst innan 9. november.

Vinarliga Maria & Jógvan

Brúdleyp TøkkVit ynskja at takka øllum sum á ein ella annan hátt vóru við til at gera Seyðasýningina á Borðoynni til

eitt væl eydnað tiltak.

Ein serlig tøkk til:

Føroya Bjór

Kjølbro Heilsølu

Banknordik

Stranda Haga

Norðlýsið

Vegna stigtakararnarHeini Mohr

Hølir til leiguSkrivstovu/undirvísingar hølir sumTrygdarmiðstøðin í Klaksvík hevði í Bøgøtu 38 í Klaksvík eru til leigu.

Telefon 21 41 99 ella 45 55 10

Tað er heilt ótrúligt, sum Kringvarpið er óført at taka upp óumhugsað mál og blása tað upp til nakað, sum ”nógv vilja hava”.

Seinasta skotið á stammuni í so máta kom fram nú um dagarnar, tá eitt av starvsfólkunum í Kringvarpinum í einum av sosialu miðlunum kærdi sína neyð um haruskjótingina.

Tað er vorði ”in” at ganga í fjøllunum seinastu árini. So ”in” er hetta blivið, at sjálvt útvarpið te-kur upp, at tey eru ”mong” ið vilja hava, at frítt og als ongar forðingar skulu vera fyri at reika runt í føroysku náttúruni uttan treytir.

Haruskjótingin er gomul ítrótt í Føroyum, og nú, vit áttu at bannað allari skjóting av sjó-fuglum okkara, so eiga vit at kunna vísa á ha-ruskjótingina ístaðin, soleiðis at tey, ið gjarna vilja jakt, hava møguleikan at velja sær annað enn at skjóta álku, lomviga og lunda.

Og hví skalt tú sleppa inn í hagan hjá einum bónda uttan at spyrja um loyvi? Er tað ikki eitt heilt og aldeilis órímiligt krav. Vit, sum hava gingið í fjøllunum og haganum nú í útivið eitt mannaminni, vit hava dugað at spurgt okkum fyri áðrenn vit fóru í hagan, og eg kann siga fyri meg, at eg havi ikki enn fingið eitt nei.

Sjálvandi eigur at bera til at ganga úti í náttúru-ni í samráð vit tey fólk, ið meira ella minni hava hagan til livibreyð ella ískoytisvinnu og tískil hava ávíst uppsýni við haga og fjøllum. Áðrenn tú fert burtur í haga eigur tú at kunna teg eitt sindur, soleiðis at tú ikki ert til ampa fyri annan aktiviet í haganum tú ætlar at ganga.

Tilsamans eru tað ikki nógvir dagar á árinum at menn skjóta haru, og skjóta teir haru í júst tí ha-gapartinum tú ætlar at ganga í, so má bera til at útskjóta til annan dag, vit mugu øll kunna lagað okkum eftir hvør øðrum.

Nakað heilt annað er so, um tað ikki kundi ve-rið eitt ískoyti hjá bøndrum og ognarum, um teir tóku eitt ávíst gjald fyri tindar og líðir teir umsita. Tosað verður nógv í hesum døgum um at ferðast í egnum landi. Men tað vísir seg, at vit eru sera trek at gjalda fyri tænastur í egnum landi. Fara vit hinvegin í onnur lond at ferðast, so taka vit tað sum sjálvfylgju at vit gjalda fyri tænastur.

Vit gjalda frammanundan fyri nærum alla ítrótt, hví tað so skal vera so ógvuliga frítt at ganga í fjøllunum, at tú ikki ein ganga skal siga teimum frá, sum varða av fríøkjunum at tú fert inn á teir-ra øki, tað er óskiljandi og í síðsta enda eitt heilt órímiligt krav.

Til seinast eigur eisini at vera tikið fram, at um øll sum fóru í hagan søgdu bóndanum frá áðrenn tá tey fóru og tá tey komu aftur, so varð hetta ein partur av trygdini, um illa vildi til hjá viðkomandi gongufólki.

Óumhugsað grenj í Kringvarpinum

Page 3: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 3

Í Timburhandlinum á Kambsdali finnur tú alt tær tørvar til bygging, urtagarð, ítriv, hús og heim.

Starvsfólkið í Timburhandlinum á Kambsdali eru klár at veita tær ráð og vegleiðing.

Góð tænasta er okkara aðalmál.

Set teg í bilin og koyr teir 11 minuttirnar frá tunnilsmunnanum í Klaksvík og innar á Kambsdalar.Um 11 minuttir eru ov nógv, so tak telefonina og ger tínar bíleggingar tann vegin.

Bilar okkara eru í Klaksvík 2 ferðir um dagin.

So tað tú bíleggur fyrrapart veita vit seinnapart sama dag - ella tú bíleggur seinnapart og fær vøruna longu fyrrapartin dagin eftir.

Skalt tú hava bestu byrjanina - so royn okkum!

Bert 11 minuttirtil eina góða byrjan

”vIT GLEÐA OKKUM AT

SÍGGJA TEG Á KAMbSdALI.”

Gunnleif Berjasteindeildarleiðari

Jann Martin MortensenSølumaður

tel 44 44 41 · fax 44 48 41 · [email protected] · www.2x3.fo ·

Vit koyra til Klaksvíkar 2 ferðir um dagin!

Kambsdalur.indd 4 01-10-2013 18:05:27

Page 4: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 20134

Pól á Kletti

Heimsgitni rithøvundurin, nobelvirðislønarmóttaka-rin Albert Camus var fød-dur í Dréan í Algier 7. no-vember 1913 og eru sostatt liðin hundrað ár síðan. Á føroyskum eru eftir hann »Fremmandamaðurin« (»L’Étranger«, 1942 ) og »Pestin« (»La Peste«, 1947). Ta fyrru týddi Jóhs. av Skarði, ta seinnu týddi Chr. Matras.

Í sambandi við hundrað ára merkisdagin skulu vit siga nøkur orð um Albert Camus, ið saman við Jean-Paul Sartre setti sín serst-aka dám á tilverustevnuna (eksistensialismuna) innan heimsbókmentirnar í farnu øld. Sjálvur sýtti Camus tó fyri at teljast upp í hetta liðið av bókmentafólkum.

Tað var Emil Juul Thom-sen, sum í Bókagarði sínum gav út »Pestina« í føroyskari týðing í 1978. Tá læt Hanus Debes Joensen (1913-1995), landslækni og bókmen-

tamaður, í Bókatíðindum prenta frálíka greinargerð um høvundin og verk hans-ara.

Um aldamótið 1900 var í náttúruvísindunum hent so mangt, sum hevði við sær, at gamla, trygga he-imsmyndin við atvoldar-lógini í hásæti var farin at ridla. Meira og meira festi tann hugsan seg – eisini hjá øðrum enn alisfrøðingum – at alt bara hendi av tilvild.

At hugsa sær ein stýran-di mátt – ein gud – var fáfongt.

Als einki skil var í alhe-iminum.

Saman við hesum iva fingu helst tær ræðuligu hendingarnar í fyrra – og uppaftur meira í seinna – heimsbardaga mong at halda, at tilveran øll var hø-pisleys. Hon hevði als einki endamál.

Tað er einans gykl, ið fær menniskjað at halda, at nakað skil er í og tí roynir at byggja upp ymsar heims-skipanir. Tí alt er høpisloy-

si. Einki hevur týdning.Og at vesturheimurin stóð

úti á ytstu egg og riðaði, st-uddi týski søgufrøðingurin og heimspekingurin

Oswald Spengler (1880-1936) fólk í trúnni um við verki sínum »Der Unter-gang des Abendlandes« (»Undirgangur Vestanlan-

da«), sum kom út í 1918. Ræðuliga heimskríggið hevði givið siðmenningini ólívssár. Og mannasøgan hevði prógvað, at tá heim-sins siðmentanir høvdu nátt

hægstu røkur, var vegurin eftir styttri og longri ald-advøl einans – omanaftur. Menniskjað og tess sið-menning er eins og allur vøkstur – blóman følnar og fellur av eftir summar-gróður sín. Alt, sum kemur upp, fer einaferð niðuraftur.

Spengler spáddi vesturhe-iminum deyðadóm áðrenn tjúgunda øld var runnin. Nú

kann slíkur dómur í fluttari merking tulkast – hvat er deytt og ikki. Sannroynd er, at tøkniliga menningin hevur verið stór. Men andli-ga? – ja, tað er ein ivasamur

spurningur. Um gullkálvin gongur dansurin. Her er einki íhald. Pengarnir hava fingið størri og størri vald og skrykt fólk upp við rót úr frumgróðuri og jørðildi sínum.

Støðið undir og meginin-nihaldið í teirri heimspe-kilæruni, ið nevnist »eksi-stensialisman« hevur røtur sínar aftur í miðju nítjandu

er at taka annað skinn um bak

At virka fyri sælu og rættvísi hesumegin deyðan var fyri franska rithøvundin Albert Camus hetta: Yvirgangur og einaræði kunnu ongantíð rættvísgerast. Einki mál er so dragandi, at tað loyvir harðskapi og kúgan. Einki rættsik-tað menniskja eigur at lata sær lynda, at frælsið verður hótt. Tá eiga vit at ressast og stríðast ímóti. Frælsi er ikki nakað, tú fært, tað mást tú taka – og tað krevur annað skinn um bak. Tú eigur hvørki at vera bøðil ella offur. Liðin eru hundrað ár síðan Camus varð borin í heim. Hann læt úr hondum 20 ymisk verk á óbundnum máli, skaldsøgur og stuttsøgur, sjónleikir, ritroyndir og einstøk heimspekilig rit. Á bundum máli royndi hann seg ongantíð beinleiðis. Á føroyskum eru tvær skaldsøgur eftir hann, »Fremmandamaðurin« og »Pestin«

FRÆLSI

Albert Camus (1913-1960). Franskur rithøvundur. Tá ið hann doyði (av eini ferðsluvanlukku)

einans 46 ára gamal, var hann heimsgitin fyri skaldaverk síni, og eisini nøkur heimspekilig

rit. Í 1942 kom út fyrsta skaldsøga hansara »Fremmandamaðurin« (»L’Étranger«). Ein undirstreymur í skaldskapi Camusar er he-

sin: Í einum høpisleysum heimi er bert ein leið, einans glottin og fløvin – menniskjað sjálvt má veita tilveru síni meining. Í 1957

fekk hann Bókmentaheiðursløn Nobels

Mynd: Hulton Archive/Getty Images

Skaldsøgan »La Peste« (Pestin) kom út í Paris í 1947. Drepsótt herjar hvønndagsliga havnarbýin Oran. Rot-tur tysja upp úr búrennunum og sløðast hálvdeyðar á breytum og trappusteinum fyri fótunum á fólki. Sagt verður frá, hvussu býur og borgarar roynast, tá ið slík sótt fremur sítt herviliga oyðingarverk. Hvat hugsa fólk í slíkum umstøðum? Hvussu eru tey, sum livdu sóttina av, vorðin í huga og atburði, tá ið av aftur hæ-sar? Hesum øllum greiðir Camus gjølla frá í skaldsø-guni »La Peste«, sum mong skilafólk halda vera besta skaldaverk hansara

Page 5: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 5

aldar við Søren Kierke-gaard (1813-1855) sum un-dangongumanni.

Tað vóru andaligu lærus-veinar Kirkegaards, sum eksistensialistarnir – ser-stakliga Karl Jaspers og Martin Heidegger – mest styðjaðu seg at.

Hugsan og gerðir hins einstaka mugu hava san-nroyndina sum grund. Dagsins veruleika – ikki sum hann verður hildin og sagdur at vera í avløgdum vísindaligum og heimspe-kiligum skipanum.

Ein hugsan, ið eisini rein við søgufrøðina. Í sann-royndarliga (empiriska) søguverkinum eru allar tilgitingar – hypotesur – týdningarleysar. Ella sum týski søgufrøðingurin Leo-pold von Ranke málbar seg: »Wie es eigentlich gewesen ist«.

Einans glottin og fløvinÍ bókmentaheiminum kom franski rithøvundurin og heimspekingurin Jean-Paul Sartre (1905-1980) at vera undangongumaðurin og høvuðspresturin innan tilverustevnuna. Umframt heimspekiligar ritgerðir hevur hann lagt úr hondum skaldsøgur og sjónleikir, har hann roynir at gera hes-ar hugsanir atkomandi hjá fólki yvirhøvur.

Henda rørsla ella hen-da lívsáskoðan tóktist

mongum vera mest tíðar-hóskandi útleggingin av nútíðarmenniskjuni.

Sjálvur segði Camus, at hon gjørdist mótalæruset-ningur, eyðkent úrslit av tí andaligu støðu, ið var nógv frammi í tíðini og var úrs-lit av teirri bráðu, sálarli-gu kreppu, sum hendingar í tjúgundu øld so líðandi høvdu borið menniskju í Vestureuropa fram til.

Sartre helt hugmyndir av einum gudi ella av einum skapara av alheiminum onga meining hava og lig-gja uttan fyri mørk royn-darheimsins, ið er fyribrig-di, sum hvílir í sjálvum sær, og sum tí er sørur fyri mei-ning ella endamál – uttan tað, sum menniskjað sjálvt leggur inn í hendingarnar.

Av hesum greinar hann tríggjar setningar:

1. Einki mark er fyri menniskjans frælsi.

2. Fyri egna ábyrgd noyðist menniskjað at vel-ja burtur úr tí nógva, sum stendur í boði – ikki bara fyri seg sjálvt, men alla mannaættina.

3. Óttin og ræðslan, ið standast av hesum vali, og sum vit ongantíð sleppa undan. Tí at vit altíð aftaná ivast, um vit hava valt rætt – eisini fyri øll hini.

Burtur úr høpisloysinum er bert ein leið, einans glottin

og fløvin: Menniskjað má sjálvt veita tilveru síni mei-ning.

Tað var serstakliga het-ta, ið var undirstreymurin í verkum Camusar.

Menniskjað fremmant í egnum heimiSum nevnt var Albert Ca-mus borin í heim í Algier fyri hundrað árum síðan. Landið var franskt hjáland. Hann var av fátækrafólki. Pápin, Lucien Camus, var franskur bønarmaður og fall í fyrra heimsbardaga, tá ið Albert var árs gamal. Mamman, Catherine, var sponsk og gjørdi reint fyri fólk til tess at vinna pening til sín og báðar synir sínar.

Í skúlanum vóru lærarar-nir varir við henda drong við so óvanligum gávum og royndu at hjálpa honum – sum ikki bara hekk uppi yvir bókunum, men eisini var íðin ítróttarmaður – at halda fram við lestri á lær-dum háskúla. Og har varð tað heimspeki.

Hann mátti tó gevast við lestrinum, tí hann fekk tuberklar. Henda sjúkan vitjaði tíðun aftur seinni og hevur ivaleyst sett sín dám á tað mesta av tí, ið hann hevur skrivað. Eitt skif-ti var hann kommunistur, men átti ikki lut í stætta-hatri. Hann lívbjargaði sær sum sjónleikari, gekk til handa í sjónleikarhúsinum

og var dúgligur við penni-num í bløðunum.

»Fremmandamaðurin« var fyrsta skaldsøgan, gi-vin út í 1942. Í føroyskari týðing eftir Jóhannes av Skarði gav Útvarp Føroya hana út í 1968. Jóhannes av Skarði (1911-1999) fekst dúgliga við orðabókaar-beiði. Umframt at evna ym-sar orðalistar, greiddi hann til prentingar »Donsk-før-oysk orðabók« (1967) og »Ensk-føroysk orðabók« (1984). Umframt hevur hann lagt úr hondum stórt týðingarverk: Carl Lars-son i By: »Verja og vaka og aðrar søgur« (1952), Albert Camus: »Frem-mandamaðurin« (1968) og »Kalevala – tjóðkvæði fin-na« (1993), Arne Garborg: »Av ringum slag« (1958), W. Sommerseth-Maugham: »Nátt í Firenze« (1957-58), R. L. Stevenson: »Dr. Jekyll og Mr. Hyde« (1955-56) – hesar tríggjar seinast nevn-du prentaðar sum fram-haldssøgur í »Glugganum«. Eisini hevur hann týtt han-dritið hjá R. K. Rasmussen: »Gomul føroysk heimaráð« (1959).

Bæði fyrr og síðan skri-vaði Camus ein hóp av ritroyndum, fleiri skald-søgur og sjónleikir. Og í 1957 fekk hann bókmenta-heiðursløn Nobels.

»Ikki man vera ov nógv avgjørt, tá ið sagt verður, at

Albert Camus er ein av te-imum heilt fáu rithøvundu-num á okkara døgum, sum flutt hevur heimsbókmen-tirnar eitt dygt petti fram á leið,« sigur Hanus Debes Joensen. »Vanliga verður hann taldur upp í eksisten-sialistarnar, men sjálvur avsannaði hann hetta, og hann víkir eisini frá tei-mum.« (Bókatíðindi nr. 1, nov. 1978.)

Eisini honum tykist støða menniskjunnar at vera hø-pisleys í einum skilaleysum heimi. Alt er skilaleyst og hevur í sjálvum sær on-gan týdning. Menniskjað er fremmant her í heimi, fremmant hvørt fyri øðrum, og eisini fyri sær sjálvum.

Men tað, sum fram um alt eyðkennir Camus, er, at hann er menniskjavinur og liðar ikki bara kaldur sun-dur teir ymisku tilburðirnar og umstøðurnar, hann skri-var um. Hann er sjálvur up-pií við kenslum sínum.

»Menniskjað,« sigur Ca-mus »hevur fram um alt annað rættlætiskenslu. Tað gloymir ongantíð tæri sítt, hóast neyðir herja.«

Hetta var eitt tað, hann fekk burtur úr seinna he-imsbardaga.

Til vanlukku og lærdómSkaldsøgan »Pestin« er tung, og tað var eitt ód-nartak, Chr. Matras (1900-1988) setti sær fyri, tá hann

fór undir at týða hana til før-oyskt úr upprunamálinum. Men sum týðari úr frem-mandamálum var hann ti-kin úr leikum. Bæði sum skald og sum málfrøðingur evnar Chr. Matras at skapa nýtt skaldaverk, tá hann fly-tur bók úr útlendskum yvir í føroyskt mál.

Fyrsta týðingin, Chr. Matrs greiddi úr hondum, var »Ferð Gullivers til Pinkulingalands« (1922) eftir Jonathan Swift. Síðan ríkaði hann – helst tey síðstu árini – bókmen-tir okkara við frálíkum týðingum. Nevnast kun-nu yrkingarnar hjá skota-num Robert Burns (1945) og skaldsøgutýðingarnar »Candide« eftir Voltai-re (1977), »Pestin« eftir Camus (1978), William Heinesen-týðingarnar »Degningsvindar« (1975), »Himinin brosar« (1976) og Jørgen-Frantz Jacob-sen-týðingarnar »Barba og Harra Pál« (1972), »Dýr-mæta lív« (1976) og »Tíðar-greinir« (1976).

Mál Camusar er tilti-kið. Vit beinleiðis sansa tað. Hugmyndirnar renna saman við sjálva frásøgni-na, so hon av sær sjálvum ber boð um tað, ið høvun-durin vil siga. Og tað er eydnast Chr. Matras at halda fast við hetta málið í longu og tungu bókini »Pestin«.

Søren Kierkegaard (1813-1855). Danskur he-imspekingur. Støðið undir og megininnihaldið

í teirri heimspekilæruni, ið nevnist eksistensia-lisman hevur røtur sínar aftur í miðju nítjandu aldar við Kierkegaard sum undangongumanni

Málningur: Luplau Janssen

Oswald Spengler (1880-1936). Týskur sø-gufrøðingur og heimspekingur. Spáddi við verki sínum »Der Untergang des Abendlandes« (»Un-dirgangur Vestanlanda«) vesturlendsku siðmen-

ningini deyðadóm áðrenn tjúgunda øld var runnin

Mynd: Hulton Archive/Getty Images

Jean-Paul Sartre (1905-1980). Franskur heimspekingur og rithøvundur. Í bókmen-

taheiminum roknaður sum høvuðspres-turin í tilverustevnuni. Hevur umframt

heimspekiligar ritgerðir lagt úr hondum skaldsøgur og sjónleikir, har hann roynir

at geva fólki atgongd til hugsanir sínar

Mynd: Hulton Archive/Getty Images

Page 6: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 20136

Í »Pestini« hendir alt og einki. Og lystilig er hon ikki. Rotturnar tysja upp úr búrennunum og liggja hálvdeyðar og sløðast fyri fótunum á fólki á breytum og trappusteinum. Sóttin kyknar upp millum fólk. Eitt doyr fyri og annað ef-tir, men síðan fleiri og fleiri, til sóttin at enda breiðir seg sum eldur. Býurin (Oran) verður stongdur. Ræðsla kemur á fólk, eingin slep-pur til ella frá.

Tað er um, hvussu men-niskju bera seg at í øllum hesum troystarloysi, bókin snýr seg um.

Høvuðsmaðurin í øllum hesum vesaladómi er Rieux lækni. Hann hevur ongar hugsjónir og heldur ongar falskar vónir. Trýr ikki á nakran gud og veit, at deyðan kann hann ikki lum-pa. Veit, at hann her altíð tapir. Men kortini sleppir hann ikki endanum. Tað, ið hann tekst við og saman við lagsbrøðrum sínum roynir til tess at basa sóttini, er tað einasta skilagóða: At bar-dagin er vónleysur, er ikki nóg góð grund til at gevast á hondum. Menniskjaliga líðingin er nóg mikil av-bjóðing til at halda fram við at veita linna. Og hann heldur á. Uttan hóvasták, stillførur eygleiðandi med-menniskju síni.

Alt hetta ger Rieux lækni, meðan kona hansara liggur fyri deyðanum og doyr av tuberklum uttan fyri stong-da býin. Nóg illa fær hann svøvn í eyguni. Men hann gevst ikki. Atgerðir hans-ara tykjast honum kortini ikki høpisleysar, tí fremsta

mál hansara er – sum hann sjálvur tekur til – at vera menniskja. Hann veit seg at vera á leið móti sannleika-num – hesum misnýtta og ofta misskilta hugtaki – við at royna at stríðast ímóti skaparverkinum, sum tað nú einaferð er vorðið. Hann mótmælir høpisloysinum, stirðnar ikki í troystarloysi og treytaleysari lagnutrúgv, men vil stríðast ímóti tí vonda, hóast tað kann tykjast nyttuleyst.

Samanhald manna mil-lum, ósjálvsøkni, dirvi og seiggi eru rein og ósvitandi virði í sjálvum sær, hóast allir sigrar bara eru fyribils.

Vit eru altíð í vanda, »tí

pestkyktið doyr ongantíð og hvørvur aldri.« Tað kann »í eitt tíggju ára skeið liggja og durva ... og kan-ska kemur tann dagurin, tá ið pestin til vanlukku og lærdóm hjá menniskjum vekur av nýggjum upp rot-tur og sendir tær út til at doyggja í einum lukkuli-gum býi.«

Við hesum hugleiðingum hjá Rieux lækna endar Ca-mus hetta høvuðsverkið.

Sæla og rættvísi hesumegin deyðanAlbert Camus livir í royn-darheimi – í mannalívi-num. Og tað lívsjáttandi skilir hann frá tí úrtikna,

ástøðiliga heilaspunanum hjá eksistensialistunum. Onkur hevur tí nevnt he-imspekiliga ástøði hansara ‘eksistensiella humanismu’.

Seinnu árini kom Camus yvirhøvur at standa hel-dur einsamallur. Lívsjáttan hansara varð tikin sum svik av nógvum eksisten-sialistum, og hann var fyri skendskum og særandi álo-pum.

Eisini í heimlandi sínum gjørdist hann einsamallur. Hann hevði verið nógv uppi í mótstøðurørsluni móti tý-skinum, men í algierkríg-num varð hann ikki hildin vera nóg heilhugaður. Hann hevði altíð verið ímóti fran-ska hjálandapolitikkinum, men fyri góðum vinarlagi millum Frakland og arábar.

Hann kendi seg sjálvan sum algierbúgva og víðkaði um dularfullu lýsingina av miðjarðarhavsmenniskja-num – runnið av løtuni, av havi og av sól, leyst av alla-ri uttanroyndarligari tráan.

Helst er tað ikki av til-vild, at Camus yvir inng-angin til mest umhildna ritroyndarsavn sítt, »Le mythe de Sisyphe« (1942), setti orðini eftir Pindar:

»O, sál mín, tráa ikki eftir ódeyðiligleika, men troyt tað, sum møguligt er.«

Í hesum savni leggur Ca-mus fyri við orðunum: »Av røttum er bara til eittans heimspekiligt vandamál: Sjálvmorðið. At gera av um lívið er vert at liva ella ikki, er at svara aðalspurningi-num í allari heimspeki.«

Er ikki einasta svarið upp

á høpis-leysu tilveruna sjálvmorð? Nei, sigur Camus. Høpis-loysið ger, at vit eiga at sýta fyri at taka við tí – eisini deyðanum.

Hyggjuráðini eru tí ikki sjálvmorð. Tað ræður fremst av øllum, um at fata lívsins kor og at gera up-preistur ímóti teimum. Tað er vegurin burtur úr neyði-ni.

Høpi fæst ikki í tilveruna bara við at hugsa. Tað fæst við gerðum og samhalds-festi við onnur menniskju.

Øll trúgv á ella vón um nakað handan mannalívið er bara undanførsla og hei-laspuni – er heimspekiligt sjálvmorð.

At virka fyri sælu og rættvísi hesumegin deyðan var fyri Camus hetta: Yvir-gangur og einaræði kunnu ongantíð rættvísgerast. Ein-ki mál er so dragandi, at tað

loyvir harðskapi og kúgan. Einki rættsiktað menniskja eigur at lata sær lynda, at frælsið verður hótt. Tá eiga vit at ressast og stríðast ímóti.

Frælsi er ikki nakað, tú fært, tað mást tú taka – og tað krevur annað skinn um bak. Tú eigur hvørki at vera bøðil ella offur.

Mannalívið her á foldum er tað, ið alt ræður um. Menniskjað sjálvt má leg-gja doyin á sínámillum at skapa allan fløva, sum skal gera lívið fjálgt og vert at liva.

At uppliva lívið her á fol-dum, er dýrasta gleðin, sum til er. Ástoyturin er at doyg-gja ov tíðliga. Og her var Albert Camus áhaldsin og gleið útfyri. Hann doyði av ferðsluvanlukku 4. januar 1960, einans 46 ára gamal.

Partur av strandarbýnum Dréan í Algier, har Albert Camus var borin í heim. Algier var franskt hjáland. Camus var av fátækrafólki. Pápin, ið var franskur bønarmaður, fall í fyrra heims-

bardaga, tá ið Albert var árs gamal. Mamman, ið var sponsk, var vaskikona. Í skúlanum vóru lærararnir varir við henda gávuríka drong og hjálptu honum á lærdan háskúla. Og har varð

tað heimspeki. Hann mátti tó gevast við lestrinum, tí hann fekk tuberklar. Henda sjúkan vitjaði tíðun aftur seinni og hevur ivaleyst sett sín dám á tað mesta av tí,

ið hann hevur skrivað

Mynd: Hulton Archive/Getty Images

Helst er tað ikki av tilvild, at Albert Camus yvir inn-gangin til mest umhildna ritroyndarsavn sítt, »Le mythe de Sisyphe« (1942), setti orðini eftir Pindar: »O, sál mín, tráa ikki eftir ódeyðiligleika, men troyt tað, sum møguligt er.«Í hesum savni leggur Camus fyri við orðunum: »Av røttum er bara til eittans heimspekiligt vandamál: Sjálvmorðið. At gera av um lívið er vert at liva ella ikki, er at svara aðalspurninginum í allari heimspe-ki.«Tað ræður fremst av øllum, um at fata lívsins kor og at gera uppreistur ímóti teimum. Tað er vegurin burtur úr neyðini.Høpi fæst ikki í tilveruna bara við at hugsa. Tað fæst við gerðum og samhaldsfesti við onnur menniskju.Øll trúgv á ella vón um nakað handan mannalívið er bara undanførsla og heilaspuni – er heimspekiligt sjálvmorð.Mannalívið her á foldum er tað, ið alt ræður um. Menniskjað sjálvt má leggja doyin á sínámillum at skapa allan fløva, sum skal gera lívið fjálgt og vert at liva.At uppliva lívið her á foldum, er dýrasta gleðin, sum til er. Ástoytur er at doyggja ov tíðliga.

Drøg í lyndi og skaldskapi Camusar

Christian Matras (1900-1988). Týddi »Pestina« hjá Camus. Bókagarður gav hana út í 1978. Chr. Ma-tras hevur ríkað føroyskar bókmentir við frálíkum týðingum. Bæði sum skald og málfrøðingur hevur hann evnað at skapa nýtt skaldaverk, tá hann flytur bók úr útlendskum yvir í føroyskt mál

Mynd: Kalmar Lindenskov

Page 7: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 7

Læknaverðin: Tað eru nóg-vir føroyingar, ið verða raktir av krabbameini. Nógvar syrgiligar søgur eru um familjur, ið hava mist, orsakað av krabba-meini. Í Danmark verða á leið 34.000 fólk rakt av krabbameini um árið. Og tað eru 16.000 offur, ið ikki koma í gjøgnum viðgerðina á lívi. – Men skjótt kunnu sjúklingarnir taka boðini um krabbamein lættari, vil-ja danskir læknar vera við.

Kollveltandi heilivágur ávegEin nýggj viðgerð er áveg, sum verður nógv mildari og betri enn tann, vit kenna í dag, tann sokallaða kemo- ella stráluviðgerðin.

- Mín meting er tann, at um eini 15-20 ár fer eingin, sum vit fáast við, at doyg-gja av krabbameini. Krab-bamein fer tá bert at verða roknað sum ein kronisk sjúka, ið vit læknar kunnu

viðgera uttan hóvasták, for-telur Jørgen H. Olsen gran-skingarleiðari hjá “Kræf-tens Bekæmpelse.”

Hann sigur, at granska-rarnir eru blivnir nógv betri til at týða tey arvafrøðiligu evnini í krabbameins-ky-knunum. Á henda hátt ber til, at menna ein heilsuvág, ið ávirkar stoffskiftið hjá krabbameins-kyknunum og forðar teimum í at spreiða seg. Illkynjaðir krabbak-nyklar verða á henda hátt veruliga svínabundnir, um vit kunnu siga tað so.

Mildari viðgerðHeiligvágurin ger eisini, at sjálv viðgerðin gerst alsamt mildari.

- Hjáárinini kunnu verða sveittabrot og at sjúklingurin logar upp í andlitinum o.tl. Tað er væl mildari enn hjáárinini, sum vit kenna til í dag, sigur Jør-gen H. Olsen.

- Í dag er mark fyri, hvus-

su leingi tú kanst verða í viðgerð, tá ið tú fært kemo ella strálur. Men við hesum nýggja heiliváginum, ið er

á veg, er einki mark fyri, hvussu leingi sjúklingurin verður viðgjørdur, vísir Jør-gen H. Olsen á.

Læknarnir sammeta menningina innan hetta økið við viðgerina av ‘hiv’ og ‘aids’.

- Fyrr var tað deyðadómur at fáa ‘hiv’. Í dag finst hei-livágur, sum heldur sjúkuni so nógv aftur, at tað ber til at liva eitt heilt vanligt lív, uttan ampa av sjúkuni.

Tað er tó munur á ‘hiv’ og krabbameini, tí tað eru fleiri sløg av krabbakny-klum. Og tað skulu men-nast ymiskir heilivágir til ymiskar krabbaknyklar. Tað eru fleiri og fleiri, ið yvirliva krabbamein. Krab-bameinsviðgerðin gerst be-tri og betri ár fyri ár.

Nøkur evnarík beistHans von der Maase, pro-fessari á Ríkissjúkrahúsi-num, metir eisini, at nýggja viðgerðin fer at lækka talið av deyðum og leingja um li-vialdurin hjá krabbameins-sjúklingum. Men hann trýr tó ikki, at vit sleppa heilt

undan andlátum.- Krabbameins-kyknur-

nar eru nøkur evnarík beist. Finna vit upp á ein nýggjan hátt at fella tær, finna tær upp á ein nýggjan hátt at laga seg aftir “álopunum” frá okkum. Men eg eri tó vísur í, at vit nú gera nøkur stór framstig.

Hann vísir eisini á, at danskarar eru meira up-plýstir um at liva sunnari – og gera tað eisini. Tað rákið hevur eisini rakt føroyingar. Hetta, blanda við nýggjari viðgerð, ger okkum nógv sterkari enn áður.

- Vit skulu halda á, at leg-gja dent á tað, sum vit kalla “KRAM-faktorarnir”. T.e. kostur, royking, alkohol og motión. Hetta betrar ikki bert heilsuna innan krabba-meinsøkið, men betrar heil-suna innan øll øki.

DANSKIR L ÆKNAR: UM TJÚGU ÁR DOYR EINGIN AV KR ABBAMEINISkjótt fer eingin at doyggja av krabbameini, siga danskir serlæknar. Ein nýggj og mildariviðgerð til krabbameinssjúklingar er áveg, ið fer at megna at hjálpa einum og hvørjum,sum verður raktur av hættisliga sjúkdóminum.

Danial Viðoy

Jørgen H. Olsen granskingarleiðari hjá “Kræftens Bekæmpelse

Page 8: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 20138

Fiskimálaráðið

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum til tess at stuðla praktiskum, vinnuligum og vísindaligum royndum og kanningum, ið menna og økja um framleidnið í føroyskari fiski­vinnu við atliti at lívfrøðiliga, búskaparliga og samfelagsliga burðardyggari gagnnýtslu av havtilfeinginum.

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til,

eru skipaðar í trý høvuðsøki:

• Royndarveiða og virðisøking av fiski.

• Burðardyggur fiskiskapur.

• Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni.

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingarkunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Les meira á fvg.fo

Her finnur tú programmið fyri 2013­15 við fleiri undirpunktum, umsóknarbløð, veg­leiðingar og annað kunnandi tilfar.

Serligur dentur verður lagdur á, at:

• Vinnan tekur lut í verkætlanini.

• Eginfígging ella onnur fígging er.

• Samstarv er við almennar og/ella privatar samstarvsfelagar í Føroyum og/ella uttanlands.

• At verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini.

Fiskivinnuroyndir kunnu útluta tilsamans 3,8 mió. kr í 2014 til nýggjar og verandi verkætlanir.

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuniat søkja um stuðul til setan av vinnugranskarainnan fyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (max. 300.000 kr. um árið í 3 ár). Um tørvur er á at orða hugskot til Ítøkiligar verkætlanir, ber til at seta seg í samband viðsamskiparan um hetta. Áhugað eru eisini vælkomin at venda sær til Jákup Mørkøre, samskipara, við møguligum spurningum. Umsóknir skulu vera samskiparanum í fiskivinnugransking í hendi í seinasta lagimánadagin 18. november 2013 kl. 12:00. Jákup Mørkøre, samskipari

tel.: 35 30 30 fartel.: 55 32 48t­post: [email protected] Umsóknir skulu sendast til:

Fiskimálaráðiðatt.: Samskiparin í fiskivinnugranskingPostboks 347Yviri við Strond 15FO 110 Tórshavn Fyrivarni verður tikið fyri játtan á løgtingsinsfíggjarlóg fyri 2014.

FISKIVINNUROYNDIR 2014 LÝSING EFTIR UMSÓKNUM

Page 9: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 9

Hetta er ein afturvendandi sølustevna, sum Skála Ítrót-tarfelag,

Skála Róðrarfelag, StÍF og Strálan skipa fyri.

Hetta er 16 árið stevnan er, og hevur hon altíð verið væl vitjað.

Eisini verður ymiskt un-dirhald báðar dagarnar.

Nevnast kann, at leygar-dagin kemur Sámal Ravns-fjall at syngja á pallinum.Trølla Pætur og Trølla Om-man plaga at seta sín stóra dám við undirhaldi bæði fyri børnum og vaksnum. Síðst á kvøldinum koma Jens Marni Hansen og Pau-li Magnussen upp á pallin at syngja og spæla.

Sunnudagin verður eisi-ni ymiskt á skránni. Kular Røtur koma at undirhalda á pallinum, og seinni um kv-øldið spæla Eyðun Nolsøe

og Terji Rasmussen. Vørutombola verður uppi

í bygdasalinum sunnudagin Umframt alt hetta verða

tvær mótasýningar hvønn dagin.

Tað síðsta, sum hendir hvørt kvøldið er, at trekt verður á pallinum um

ymsar vinningar millum seld atgongumerki fyri dagin.

Høvuðsvinningar eru tveir kekkar á 4000 kr. mil-lum øll seld atgongumerki fyri báðar dagarnar, sum verða trektir sunnukvøldið.

Øll eru hjartaliga vælko-min á SøluRásina 2013 í høllini á Skála.

SøluRásin 2013 verður í høllini á Skála vikuskif tið 9.og 10. november

Page 10: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 201310

K VARTET TIN Í BETESDA ÚTGÁVUKONSERTTað vóru fleiri enn túsund áhoyrarar til hesa forkun-nugu konsert, har hesir menn, sum nú í skjótt hálva øld hava sungið saman, vórðu presenteraðir og síðan trinu fram á pallin, har teir strálaðu av einari sanggleði, sum vildi nakað.

Frammanundan hevði sangbólkurin Zamar, við Eyðun Jacobsen og døt-runum Birgit, Heidi og Kristina, sungið nakrar sangir av teirra nýggjastu fløgu. Ein góð upphiting til framførsluna hjá kvartetti-ni.

Eisini fevndi konsertin um eina eyka framførs-lu – eitt surprise – har ein fyrrverandi sangbólkur, “Betesda-duettin” við Eyðun Jacobsen og Jógvan

Mortensen, sang ein spildu-rnýggjan sang, sum júst er upptikin í Crossroad Studio í Asheville, North Caroli-na, USA. Hetta var fyrstu ferð síðan 1974, at teir báðir sungu saman alment. Ein forkunnug løta.

Byrjaðu á nýggjárs-veitsluni í Betesda ársskiftið 1968/69Tað var á nýggjárveitsluni í 1968, at fýra ungir klaks-víkingar – 15 til 17 ára gamlir – stovnaðu hendan sangbólkin í Samkomuni í Betesda – eina kvartett.

Hesi fýra unglingarnir vóru Gerhard Tróndheim, Ólavur Jøkladal, Jóannes á Váli og Árni Jacobsen.

Tað fyrsta hálvárið ella so skrivaði Árni eina dag-

bók fyri kvartettina, og har framgongur, at teir tríggir – Árni, Ólavur og Jóannes – ætlaðu at gera kvartett, men teir manglaðu tann fjórða mannin, og valið fall á Ger-hard, sum tá bert var 15 ár J

Fyrsta sangin sungu teir á nýggjárskonsertini het-ta ársskiftið 1968/69, og í veruleikanum fall tað so-leiðis hetta kvøldið, at teir sungu eftir midnátt, so fyr-sta framførslan var sostatt í 1969. Teir høvdu vant nógv í decembermánaði, sum rímiligt er, tí hetta var jú teirra fyrsta framførsla. Jóannes, sum eisini tá var góður klaverspælari, vandi røddirnar og spældi sjálvur afturvið. Tó høvdu teir av-talað við Jógvan við Keldu at spæla til frumframførs-

luna, men tað hevði ikki ligið fyri at finna eina løtu at syngja saman við ho-num. Tí fóru teir, eina løtu áðrenn teir skuldu syngja, í eitt rúm í kjallaranum í Betesda og sungu sangin einaferð ígjøgnum, hvar Jógvan spældi á eitt ga-malt pumpuorgul, ið har stóð. Úrslitið var so mikið gott, at hesir ungu dreingir ikki mistu mótið, men hava síðani hildið á við sínum sangvirksemi - Gerhard og Árni í Klaksvík og Jóannes og Ólavur í Havn.

Fekk sína endaligu manning í 70-unumNakað seinni fluttu Ólavur og Jóannes úr Klaksvík, og tá komu Steinbjørn Jacob-sen og Oddmar Marsten

uppí ístaðin. Og tá ið Ger-hard síðst í 70-unum fór av landinum at nema sær útbúgving, kom ein fimti sangari, Sámal Johanne-sen – Sámal í Kunoy, upp í kvartettina.

Soleiðis bar tað á, at Kvartettin í Betesda stun-dum er mannað við fýra sangarum og stundum við fimm, men navnið er og verður framvegis tað sama: Kvartettin í Betesda.

Í áratíggjur hava hesir sangarar og tónleikarar havt tann andaliga sangin í heimasamkomuni, og ha-raftrat vóru teir ógvuliga virknir og fúsir at syngja á møtum kring landið saman við ymiskum talarum. Tað er uttan iva torført at finna nakran sangbólk, ið hevur

verið so virkin, sum hesir menn vóru innan tann an-daliga og ikki minst evan-geliska sangin í brøðrasam-komunum í Føroyum upp gjøgnum 70-ini og 80-ini og so víðari heilt upp til í dag.

Nakrar uttanlandaferðir hava teir verið við sínum syngjandi boðskapi.

Hava hildið fast við gleðiboðskapinÍ 1975 gav kvartettin út eina plátu og eitt kassettu-band -samanlagt 18 sangir. Tá í tíðini var langt ímil-lum slíkar tónleikaútgávur, og tað var ein forkunnug kensla tá at sita við tí ljóst gula plátuhúsanum, har multi-listamaðurin Árni Jacobsen, hevði teknað teir

Leygarkvøldið 2. november 2013 hevði Kvartettin í Betesda útgávukonsert í Bad-mintonhøllini í sambandi við útgávu av fløgu, sum teir hava tikið upp í USA.

–hava sungið

gleðiboðskapin í 45 ár

Page 11: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 11

fýra, sum tá mannaðu kvar-tettina á húsan.

Heilt ótrúliga flott og originalt hugsað. Fólk í samkomunum og kring alt landið vóru glað fyri hesa útgávu og vóru góð við teir sangirnar, sum javnan vóru at hoyra í útvarpinum og ikki minst í kvøðuljómu-num – ja, summir vóru ræt-tiligar landaplágur.

Eitt annað sereyðken-ni við hesum monnum , sum longu í 1968 byrjaðu

at syngja um Harran Jesus Kristus, er at teir enn í dag syngja hendan sangin um tað navnið, sum er yvir øl-lum nøvnum.

Blivu klappaðir uppafturKonsertin leygarkvøldið var ein útgávukonsert, nú Kvartettin í Betesda gevur út eina spildurnýggja fløgu, sum er upptikin í Crossroad Studio í Asheville, North Carolina, USA.

Tá ið konsertin endaði

vórðu teir fimm klappaðir uppaftur av stóru áhoyrara-fjøldini, og endaðu teir kv-øldið av við sanginum “Sæl er mín sál”.

Síðan takkaðu fyrireika-rarnir fyri góða uppmøting til konsertina og fyri alla hjálp, sum er veitt í sam-bandi við tiltakið. Eisini varð ein tøkk send til At-lantsflog fyri beinasemi og hjálpsemi, so tað eydnaðist at fáa fløgurnar til Føroya til konsertina.

Ein flott fløguframleiðslaSangirnir á nýggju fløgu-ni hjá Kvartettini í Betes-da eru ein samanseting av nýggjum og kendum sangum, sum hesar royndu røddirnar syngja aftur við framúr flottum tónleiki.

Teir flestu eru lættir og væl svingandi, og eisini er onkur ómetaliga flottur og stillur inn ímillum, so sum “Sál mín, ver still fyri Je-sus” – ómetaliga vakur.

Árni Jacobsen, sum hevur yrkt og týtt umleið 250 sangir, eigur orðini til 6 av teimum íalt 13 sangu-num. Ein sera produktivur og skapandi listamaður – eingin ivi um tað.

Fløgan “Dýrdarlandið” hjá Kvartettini í Betesda fæst til keyps í handlum kring landið.

Árni Jacobsen er sangari, tónleikari, kórleiðari, tekna-ri, yrkjari og you name it. Fá hava so nógv ymisk talent. Árni hevur til dømis týtt og yrkt umleið 250 sangir – altso higartil – og av tei-mum 13 sangunum á nýg-gju fløguni, hevur Árni skri-vað ella umsett 6, tvs. eina lítla helvt. Hesin ótroyttili-gi, kreativi og arbeiðssa-mi maðurin, sum eisini er leiðari fyri Betesdakórið í Betesda, er einki minni enn ein multi-listamaður – fyri HARRAN Steinbjørn Jacobsen, ið vit kenna væl av politiska vígvøllinum, eitt nú sum borgarstjóra – er ein av elstunum í Samkomuni í Betesda. Steinbjørn var í mong ár ein av teimum, ið stóðu fyri ungdómsmøtu-num í Betesda. Hjartaligur og umsorganarfullur – ein sannur hirði – sum eisi-ni setti sítt heim opið fyri ungdóminum. Steinbjørn, sum eisini er partur av Be-tesdakórinum, er ein góður sangleiðari og ein framúr tenorur. Oddmar Marstein er ein av elstunum í Samkomuni í Betesda. Í mong ár var hann ein av ábyrgdarmonnunum í sunnudagsskúlanum, og hann er eisini ein av orgul-spælarunum til felagssan-gin. Hann er ein av hesum stillføru og blíðu fólkunum, sum ikki gera nógv burtur úr sær sjálvum, men ístaðin eggja og uppmuntra on-nur. Best er Oddmar tó ken-dur fyri sína framúr flottu og djúpu bassrødd, sum hann hevur brúkt og brúkar fyri HARRAN. Sámal Johannesen (Sá-mal í Kunoy) var í mong, mong ár sunnudagsskúla-lærari í Samkomuni í Betes-da, har han dugdi framúr væl at fáa børnini at syngja við. Ein trúfastur HARRANS tænari, sum ikki bara he-vur talað Orð Guds til ung-dómin, men sum eisini er signaður við einari flottari tenor-rødd, ið hann eisini hevur brúkt, bæði í Sang-kórinum og Kvartettini, til HARRANS æru. Gerhard Tróndheim hevur eina vakra og reina rødd sum fáur. Musikalskur og tryggur á tónanum er he-sin lættlynti maðurin, sum ongantíð ger nógv burtur úr sær sjálvum. Gerhard spælir eisini til felagssangin í Betesda. Eins og allir hinir fýra er hann eisini partur av Sangkórinum í Betesda. Gerhard er eyðkendur av sanggleði, og tað eru ikki so fáir sangir, sum hava sæð dagsins ljós á føroyskum máli heima hjá Gerhard og teimum.

K V A R T E T T I N

–hava sungið

gleðiboðskapin í 45 ár

Page 12: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 201312

Soleiðis skrivaði undir-ritaði dagin eftir MÍTT-LAND: Hin fyrsti stóri føroyski festivalurin/kon-sertdagurin er farin aft-urum. Hvussu hildnaðist hesin dagurin? – Fyrireika-rarnir hava m.a. verið fram-mi í sosisalu miðlunum og latið væl at. Er orsøk at lata væl at og hvat kann gerast betri til eina aðru ferð, eru nakrir av spurningunum Norðlýsið viðger í samban-di við fyrsta MÍTTLAND.

Undirrritaði var til MÍTT-LAND og hesin gevur sína hugsan um tónleika-tiltakið fyri føroyingar í Danmark.

Góðar umstøður, menMÍTTLAND varð hildið á Amager Strand (Femøren) í eini hugnaligari park. Økið kundi ikki verið nógv betri. Trø rundanum ein slættan og grønan vøll.

Inn komi eg tí megina, har kaldi strandarsjógvurin andar. Hyggi tvørtur um grøna vøllin og síggi pallin, har nógvir góðir føroyingar framførdu hendan dagin. Til høgru eru borð og stólar at síggja, har møguleikin er at bukka sær beinini eina løtu og fáa sær ein bita, um tað er neyðugt. Mitt á økinum er ein barr, sum

riggaði væl, hóast arbeið-sumstøðurnar inni í barrini hindraðu arbeiðsfólkunum at avgreiða kundan skjótari. Til vinstru vóru nakrir før-oyskir básar, umframt ein barr afturat. – Eitt opið og stórt økið til 12-1300 gestir.

Onkrar smáar rættingar í barrunum til komandi fe-stival høvdu gagnað gestu-num og ikki minst arbeiðs-fólkunum.

Eisini hoyrdist í byrjani-ni at okkurt serligt skuldi verða til børnini. Men tað var ilt at síggja nakað, uttan ta stóru víddina at røra seg á. Hoppiborgir og annað til børn hevði verið kærkomið

og hevði eisini gjørt økið eitt sindur hugnaligari. Tað hevði borið til, tí økið er nóg stórt. – Bert eitt hug-skot til komandi føroyska konsertdag.

Tónleikinum bilti einkiTað, sum viðvíkur tónleiki og undirhaldi á pallinum, bilti einki. Millum føroya bestu tónleikara og undir-haldara. Pipar&Salt svíkur ongantíð, og tað kann ikki kiksa, tá ið Kári P. trínur á pall. Tað kitlar eisini í hvør-jum føroyskum búki tá ið Eyðun, Terji og ikki minst Kim vísa seg frá sínu bestu síðu. Til teirra, ið dáma væl

føroyskt politiskt prik, er 200 altíð eitt upplivilisi. Eg kundi hildið á at lýst før-oysku nøvnini og eyðkenni teirra. Góðir tónleikarar og nakrar fínar framførslur. Summar betri enn aðrar.

Føroyingar krevja ikki so nógvAv lyndi – tori eg at siga – krevja føroyingar ikki so nógv, tá ið tað kemur til til-tøk. Karmarnir verða oftast skaptir av sær sjálvum. Før-oyingurin gloymir sjáldan sítt góða lag eftir við hús og tað ger, at eitt slíkt tiltak, sjáldan kiksar. So var eisini leygardagin (28. septem-

ber) í Keypmannahavn.Fólk hugnaðu sær óført

og minti tað ikki sørt um eina góða Ólavsøku, tá ið vinir og kenningar eru glaðir fyri at síggja hvønn annan aftur. Hetta hugla-gið, blandað við góðum føroyskum tónleiki og eini góðari føroyskari øl, setti prikkin yvir tiltakið. – Samanumtikið eitt gott tiltak, við einum góðum uppkasti (konsepti), ið útis-etarnir og teir ferðandi før-oyingarnir tóku væl ímóti.

HV USSU E YDNAÐIST

MÍT TL AND

Av eini ella aðrari orsøk kom hendan ummælandi greinin ikki í blaðið, vikuna eftir at MÍTTLAND hevðiverið. Greinin er skrivað dagin eftir stóra konstertdagin, tað vil siga 29. september. Hóast long tíð er umliðin, er týdningurin ikki broyttur.

Danial Viðoy

?

Page 13: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 13

OMAN EIÐ

Almenn móttøka í Heiminum við Vágna leygardagin 9. november kl. 14.00 – 16.30

Í sambandi við at Heimið við Vágna er klárt at taka í nýtslu, verður almenn móttøka leygardagin 9. november frá kl 14.00 til 16.30, har øll eru vælkomin at síggja bygningin. Almenna móttøkan byrjar kl. 14:00 seinnapartin leygardagin, og verður byrjað við einum hátíðarløtu, har He-

imið við Vágna verður tikið alment í nýtslu. Skráin fyri løtuna er henda:· Felagssangur· Óluva Klettskarð, forkvinna í Triv-naðarnevndini Eldri & Bústaðir bjóðar vælkomin og sigur nøkur orð.· Annika Olsen, landsstýriskvinna í al-

mannamálum, heldur røðu.· Jógvan Skorheim, borgarstjóri, ber fram røðu og handar síðan Heimið við Vágna til landsstýriskvinnuna.· Tónleikaframførsla, Klaksvíkar Tónlis-taskúli.· Eyðun Mohr Hansen, virkandi stjóri fyri Almannaverkið, sigur nøkur orð.· Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

heldur røðu. Áftaná verður kaffi og okkurt aftur-við, samstundis sum fólk kunnu síggja bygningin. Øll eru hjartaliga vælkomin.

Forkunnug bókaframlø-ga verður í Ósáskúlanum mánadagin 11. november 2013 kl. 19.00

Tað er Paulina M. K. Elia-sen á Syðradali, sum hevur savnað mong spennandi mynstur í eina bók, sum er tann fyrsta av sínum slag í Føroyum. Signhild Vil-helmsdóttir Johannesen fer at umrøða bókina. Hanus á Gørðum prestur fer at tosa um ymiskt, sum Pau-lina hevur gjørt til kirkjur. Allir prøvarnir frá bókini verða sýmdir fram. Aftan á

verður kaffi.Paulina M.K. EliasenBrodering til tann før-

oyska tjóðbúnanHøvundurin hevur í mei-

ra enn 30 ár undirvíst í bro-dering og serstakliga nógv í brodering til tjóðbúnan. Hon hevur nú latið bók úr hondum, har hon sigur frá, hvussu hon broderar, og við einari rúgvu av litmyn-dum verður víst, hvussu til dømis sama mynstur fær ymiska útsjónd við ymsum litum. Paula M.K. Eliasen vísir á, at vit í Føroyum eru heppin at hava ein tjóðbú-

na, tí so eru vit altíð klár at klæða okkum til serligar dagar.

At brodera fyriklæði og turriklæði til føroyska búnan er ikki so gamal siður í Føroyum, men frá 1950’unum tók brodering rættiligt dyk á seg og br-reiddi seg kring alt landið. Við hesi bók er fyri fyrstu ferð tilfar givið út við holla-ri vegleiðing, ið bæði kann nýtast til undirvísing og he-imbrúks. Í bókini eru eisini nógvar myndir av ymiskum fólkum í tjóðbúna.

Bókaframløga - Brodering til føroyska tjóðbúnan

?

Page 14: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 201314

Nú røktar-heimið Við Vágna stendur liðugt hevur tað kosta 55,7 milliónir og har er pláss fyri 24 búfólkum í røktini.Norðlýsið var á vitjan mik-udagin á røktarheiminum Við Vágna. Svend Sivert-sen, byggifrøðingur frá Fuglark tók ímóti okkum og vísti okkum runt í húsi-num.

Svend Sivertsen legði dent á, at hetta røktarhe-imið var fyrsta av sínum slag, sum er bygt í Føroy-um sambært nýggjastu áse-

tingunum í lógini um krøv til slíka bygging.

Sera nógv virksemi var í húsinum hendan dagin, tí sama dag skuldi tekniska yvirtøkan av røktarheimi-num fara fram.

Eitt lið av vaskifólki frá Ósáskúlanum og eitt annað lið av vaskifólki frá skúla-num á Ziskatrøð stríddust av kraft at vaska og fáa skil á tey ymisku rúmini. Hetta hevur helst ikki verið bara sum at siga tað hjá teimum, tí húsið sá í veruleikanum

út sum eitt stórt byggipláss. Handverkarar og arbeiðis-fólk runnu allastaðni.

Men vit kunnu staðfesta og siga, at Røktarheimið Við Vágna er eitt sera fram-komið og snotuligt hús. Øll búrúmini hava egið bað og wc og harafturat er køks-vask og køksborð í rúmi-num. Plássið er somikið gott, at um eitt fólk flytir inn, so er eisini pláss til makan at sova í sama rúmi um tørvur er á tí.

Svend Sivertsen segði

okkum, at internetsamband og sjónvarp verður á øl-lum búrúmunum. Útsýnið frá búrumunum er framúr. Onki er at ivast í at búfól-kini tíðum fara at stytta sær stundir, bara vit at hyggja út á lívið vágna, har skip, bátar, fuglur og helst eisini fiskur er at síggja fyri hann ella hana, ið hevur áhuga í slíkum.

Bæði í norðara enda og í sunnara enda av byg-ninginum eru rúmligar og snotuligir og rúmligir

útsýnispallar, har ómetali-ga frítt útsýni er yvir vágna og býin. Ikki minst er pláss til ymiskar aktivitetir á he-sum pallum, her gyltir mø-guleikar eru at nýta frísku luftina, sólina og kanska at grilla eisini.

Felags uppihaldsrúm eru eisini á røktarheiminum til búfólkið, men eisini er hug-sað nógv um starvsfólkini, ið eisini hava starvsfól-karúm til ymisk starvsfól-kamál.

Tá vit spyrja Svend Si-

vertsen um hitaskipani-na, um hon er grøn, sigur Svend Sivertsen, at tað er hon bara partvis. Vit hava eitt vanligt oljufýr, men hinvegin, so verður hitin í húsinum endurnýttur av eini sera framkomnari út-luftningsskipan.

Upprunaliga var ætlanin, at húsið skuldi hava ein in-dustrikøk. Tólini til indu-strikøkin eru spard burtur, men alt er gjørt klárt í rú-minum til at seta neyðugu tólini upp har. Avgerð er

R Ø K TARHEIMIÐ VIÐ VÁGNA HANDAÐ LE YGARDAGIN

Page 15: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 15

tikin um at matur til røktar-heimið skal koma uttanífrá í hvussu so er fyribils.

Góðar umstøður eru í hú-sinum til at hava ymiskar felags tiltøk, sum møtir, fy-rilestrar og annað.

Niðast í kjallaranum, har vit fingu kunning um hita-skipanina, fingu vit eisini kunning um sløkkiskipa-nina sum er í húsinum, har hvørt rúmið í húsinum sten-dur í samband við sprinkla-raskipanina og luftútsúg-

vingina, soleiðis at til ber at sløkkja og súgva eitrandi royk úr húsinum um illa vildi til.

Úr býráðnum verður sagt um røktarheimið Við Vágna: Tað var 15. juni í 2010, at Klaksvíkar Býráð samtyk-ti, at farast skuldi undir at byggja nýtt røktarheim í Klaksvík. Tikið var ein-mælt undir við, at hvørt búrúm skuldi vera 34 fer-

metrar til støddar, sole-iðis at rúmini er mest lík smáum ”íbúðum” heldur enn kømurum. Hetta má sigast at vera slóðbrótandi verkætlan innan eldraøkið í Føroyum.

Hesin stásiligi bygningur, sum Klaksvíkar Kommu-na hevur latið byggja, er skipaður í trimum búein-dum, sum hvør inniheldur 8 smáar ”íbúðir”við te-køki og baðirúmi. Hetta

gevur m.a. møguleika at fara ”inn til sín sjálvs” at gera ein drekkamunn og at hava avvarðandi á vitjan undir meira heimligum umstøðum. Til hvørja búe-ind er felags køkur og uppi-haldsstova, umframt onnur rúm til starvsfólk, goymslu o. líkn.

Tøkk til Svend SivertsenAftaná rundvísingina tak-kaðu vit fyri beinasemi, sum varð víst okkum, nú

vit vitjaðu ein rokaligan dag. Svend Sivertsen kundi ikki lata vera við at geva býráðnum rós fyri, at tey á sinni í 2010 avgjørdu at fara undir hetta tiltakið, hóast tíðirnar ikki vóru tær bestu. Byggingin av Røkt-arheiminum Við Vágna he-vur havt stóran týdning fyri vinnuna her, nú er at vóna at eldraøkið fær stórt gagn burturúr.

Sum Norðlýsið skilir, so

liggur tað ikki so langt burtur, at kommunan skal yvirtaka eldraøkið, tí han-ga onkrir endar kanska eitt sindur í luftuni.

Almen móttøka verður í Røktarheiminum Við Vág-na leygardagin, sí lýsing aðrastaðni í blaðnum.

Page 16: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 201316

Jákup Ósá

Hjá bæði AB og ÍF hevur í eina tíð verið greitt, at tey missa na-krar leikarar vegna les-tur uttanlanda. Tey bæði liðini missa fleiri - at síggja til – stórar profil-ar. Tað er framvegis stór óvissa um nógvar leika-rar í ymiskum feløgum, ið ikki eru tiknir við í hetta yvirlitið.

Niðanfyri er frágongdin av leikarum í ymisku feløgunum í Effodeildi-ni 2014, sum eru alment váttað fram til blaðið fór til prentingar:

AB: Símun Rógvi Hansen, Rói Danielsen og Rógvi Poulsen

B36: Súni Olsen, Ev-rard Blé og Gilli Søren-sen

HB: Fróði Benjamin-

sen, Bárður Olsen og Hans Jørgensen

NSÍ: Pól Jóhannus Ju-stinussen

ÍF: Jan Ellingsgaard, Heri Nesá, Høgni Mad-sen og Øssur Dalbúð

KÍ: Jógvan Isaksen

Tilgongdin er minniTað eru ikki í eins stóran mun so nógvir nýggir leikarar, ið felø-

gini hava fingið afturat sínum hópum. Hetta er tað, ið higartil er váttað alment:

AB: Hans Jørgensen og Bárður Olsen

Víkingur: Súni OlsenEB/Streymur: Pól

Jóhannus JustinussenKÍ: Ndende

Jógvan Isaksen er eftir hondini ein av royndu lei-karunum hjá KÍ. Hann var partur av besta hópinum longu í 2008. Og síðani 2009 hevur hann meir ella minni verið fastur maður í uppstillingini. Sum oftast í miðverjuni, men eisini na-krar dystir á øðrum av bakk plássunum.

Lærir í HavnTað er ikki av fótbólts ors-økum, at Jógvan nú hevur tikið avgerð um at skifta felag. Hann hevur síðani september mánað verið í læru í Havn og tað er hetta, ið nú ger, at hann ikki sær seg føran fyri at spæla við KÍ.

- Eg koyrdi í ein mánað móti endanum av kap-pingarárinum. Eg misti nakrar venjingar sum m.a. eisini var viðvirkandi til, at eg endaði á bonkinum í tve-imum av teimum seinastu dystunum. So eg havi inn-sæð, at tað verður ov trupult at læra í Havn, har eg eisini skal í skúla tveir dagar um vikuna og so spæla fótbólt í KÍ, sigur Jógvan Isaksen.

EB/Streymur ella AB?Jógvan Isaksen sigur, at hann hevur verið í sam-bandi við nøkur feløg. Men

hann hevur onga avgerð ti-kið enn.

- Eg fari at taka mær góða tíð fyri at hugsa støðuna

ígjøgnum, áðrenn eg velji mær eitt nýtt felag, sigur Jógvan Isaksen. Hann er ikki avvísandi, tá vit spyr-

ja, um EB/Streymur og AB eru liðini, ið hava víst stør-sta áhugan.

Jógvan Isaksen hevur

spælt 95 dystir í Effodeildi-ni, skorað 4 mál, fingið 21 gul kort og 2 reyð kort.

FR ÁGONGDIN ER STØ RST Í ÍF OG ABFrágongd: Higartil hava vit fingið fleiri staðfestingar umleikarar, ið fara úr ymiskum feløgum, men tað í nógv minni mun hevur verið tilgongd.

JÓGVAN ISAKSEN SKIF TIR FEL AGJógvan Isaksen verður ikki partur av KÍ hópinum í 2014. Tað ljóðar, at EB/Streymur og AB liggja framvið.

Jákup Ósá

Page 17: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 17

Jákup Ósá

Hetta er 2. árið á rað, at Páll A. Klettskarð í stórum stíli vinnur heiðurin sum ársins leikari hjá monnum, sum fjepparafelagið hjá KÍ, Bláa Bylgjan, á hvørjum ári velur. Í 2011 bleiv Hjalgrím Elttør valdur, meðan Sør-mundur Kalsø bleiv valdur í 2010. Hjá kvinnunum fall valið eisini á toppskjút-tan. Maria K. Thomsen, ið skoraði 27 mál í sínum 16 landskappingardystum í ár, fekk heiðurin sum ársins leikari hjá KÍ kvinnunum 2013. Ársins stjørnuskot hjá monnunum bleiv Oddmar Marsten, meðan Monika Biskopstø streyk avstað við heiðrinum hjá kvinnunum. Hjá monnunum bleiv Páll A. Klettskarð valdur sum ársins stjørnuskot í 2012, meðan Álvur Christiansen bleiv valdur í 2011. Í fjør fingu Rannvá B. Andrea-sen og Katrina Akursmørk

heiðurin sum ávikavist ár-sins leikari og stjørnuskot hjá kvinnunum.

Heri Ellingsgaard fekkársins herðaklappÁ ársveitsluni er eisini fastur táttur, at geva ár-sins herðaklapp. Sum tað eisini liggur í orðinum ár-sins herðaklapp, so var tað ógvuliga passandi, at Heri Ellingsgaard fekk heiðurin. Um grundgevingina bleiv sagt, at Heri hevur framt eitt megnar arbeiði fyri kvinnurnar hjá KÍ seinastu árini, har hann hevur havt yvirskipaðu ábyrgdina av besta kvinnuliðinum, har Champions League kap-pingin á hvørjum ári hevur verið ein týdningarmikil partur. Í 2012 fekk liðleiða-rin hjá mansliðinum í nógv ár, Thom Jacobsen, ársins herðaklapp.

PÁLL OG MARIA BLIVU ÁRSINS LEIK ARARPáll A. Klettskarð og Maria K. Thomsen blivu vald til ársins leikarar hjá KÍ á ársveitsluni seinasta vikuskiftið.

Page 18: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 201318

amr.fo

Page 19: Nordlysid nr 39 2013

NORÐLÝSIÐ NR. 39 FRÍGGJADAGIN 8. NOVEMBER 2013 19

Navn?Sølvá Biskopstø Andreasen

Parlagsstøða?Støk.

Hvar býrt tú?Eg búgvi saman við eini vinkonu í eini íbúð í Tårnby.

Hvat lesur tú? Ella arbeiðir tú við?Eg lesi Ernæring og Sundhed.

Hvat fekk teg av landinum?Hugurin at prøva okkurt nýtt og spennandi. Havi altíð ætla mær at fara av landinum, tá eg varð liðug við mína miðnámsútbúgving.

Hvussu leingi hevur tú verið útiseti?Flutti niður hálvan august í ár (2013)

Trívist tú? – og hvør er orsøkin til tað?Eg stórtrívist. Tað er nokk tí at skúlin er akkurat eg. Og tíbetur havi eg eisini nógv vinfólk her í Keypmannahavn, so tað ger tað heilt sikkurt lættari at vera her.

Hvat tekst tú við eftir skúlatíð/arbeiðstíð?Her er so nógv ein kann finna uppá í Keypman-nahavn. Eg hugni mær við vinfólkum, gangi í fitness, geri skúlating og skype’i øguliga nógv

heim :)

Hvat er tað besta við Danmark?At her eru so nógvir møguleikar.

Hvat er tað ringasta?Allar bíðirøðirnar tá ein skal við bussi, toki ella metro.

Ætlar tú tær heimaftur?JA!

Hvat fær teg at leingjast heim aftur á klettarnar?Tá eg veit at øll vinfólkini ella familjan eru sam-laði til eitt hvørt heima í Føroyum, og eg siti her einsamøll í míni íbúð…

Hvørjum leingist tú mest eftir í Føroyum?Vinfólkini eru nógv saknaði og familjan.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan danskara?Punktligur persónur, sum kann tosa leingi ut-tan at siga nakað.

Hvussu allýsur (definerar) tú ein týpiskan føroying?‘’Går den, så går den. Går den ikke, så går den nok aligevel‘’

Føroyingar hava lyndi at ”dumma” seg við tí málsliga donskum – tað ger seg mest galdandi fyrstu tíðina niðri. Hevur tú nakrantíð ”dummað” teg?Haha, ja nakrar ferðir hevur man dumma seg. Havi sagt ’’nej tvell’’ (nei tvætl) fleiri ferðir og sikkurt sagt okkurt annað eisini. :)

Hvar ert tú stødd/staddur um fimm ár?Uha, eg veit ikki. Verið liðug at lesa um 3 ½ ár, men eingin veit um man fer at lesa víðari ella um leiðin gongur heim beinanvegin. Men vænti eg eri heima í Føroyum.

Um tú hevur eina serstaka heilsan at bera onkrum har heima, er møguleikin her:Koyr á KÍ :)

Føroyingar kenna føroyingar. Hvør úti-seti skal standa fyri skotum næstu ferð?Steffan Kalsø.

Útisetin hesaferð:

Norðlýsið fer nú undir ein fastan tátt í blaðnum. Ætlanin er at fáa ein útiseta at svara viðkomandi spurningum hvørja viku,ella hvørja ferð blaðið kemur út. Ein slíkur táttur liggur til høgra beinið, nú Norðlýsið hevur ein høvund í útlegd. – Sølvá úr Klaksvík, ið júst hevur staðið fyrsta modul, sleppur at byrja upp á nýggja og vónandi spennandi táttin. Geri so væl!

”Danskarar kunnu tosa leingi ut tan at siga nakað!”

Page 20: Nordlysid nr 39 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Hvør føroyskur KT-veitari hevur umboðað HP í meira enn 15 ár?Vinnan veit.

TórshavnSmyrilsvegur 5tel. 347 300 mán–frí 08.00–17.30leyg 10.00–14.00

Klaksvík Stangavegur 53tel. 347 310 mán–frí 10.00–17.30leyg 10.00–14.00

SaltangaráHeiðavegur 25tel. 347 320 mán–frí 10.00–17.30leyg 10.00–14.00

Arbeiðsdagurin er júst vorðin lættari og e­ ektivari. HP EliteBook er fremsta HP-farteldurøðin. Vælbygd og vælútgjørd. Við Solid State harðdiski og 3 ára garanti hóskar hon sera væl til arbeiðsumhvørvið.

HP ProBook 430Snøgg 13” telda við SSD harðdiski, sum arbeiðir munandi skjótari enn vanligir harðdiskar.Ókeypis taska fylgir við.

7.990,-

HP O� cejet Pro 8600 plusEin sera sparin printari í nýtslu til tín ið skal printa nógv. Klárar 2.200 síður við svørtum og 1.700 síður í litum við einari áfylling.

2.490,-

HP Ultraslim dockingstøðVið HP ultraslim dockingstøðini fært tú skjótt og væl bundið í skíggja, net og alt tað leysa. So kanst tú hugsavna teg um arbeiðið.

2.375,-

HP EliteBook Folio 9470m

15.490,-

Arbeiðsdagurin er júst vorðin lættari og e­ ektivari. HP EliteBook er fremsta HP-farteldurøðin. Vælbygd og vælútgjørd. Við Solid State harðdiski og 3 ára garanti hóskar hon sera væl til arbeiðsumhvørvið.

HP EliteBook Folio 9470m

15.490,-

Ókeypis teldutaska