40
- lokala røddin síðani 1915 9 772245 065007 NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 Tunnilsdagur er Well LEYGARDAGIN 13. DES. ER ÓKEYPIS AT KOYRA GJØGNUM NORÐOYATUNNILIN Í blaðnum í dag er hópin av góðum tilboðum og flest handlar hava leingi opið Tunnilsdagin JÓLABÝURIN Í KLAKSVÍK -HUGNI FYRI ALLA FAMILJUNA Les meira í blaðnum ÆTTARLIÐSSKIFTI Á TANNLÆKNASTOVUNI

Nordlysid nr 39 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 39 Mikudagin 10. des, 2014

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 39 2014

- lokala røddin sí ðani 1915

9772245065007

NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

Tunnilsdagur er WellLE YG A RDAGIN 13. DES .ER ÓK E Y PIS AT KOY R A

GJ ØGNUMNORÐOYAT UNNILIN

Í blaðnum í dag er hópin av góðum tilboðumog flest handlar hava leingi opið Tunnilsdagin

JÓL A BÝ URIN Í K L A KS V ÍK - HUGNI F Y RI A L L A F A MIL JUN ALes meira í blaðnum

Æ T TA RL I ÐSSK IF T I Á TA NNL ÆK N A S T OV UNI

Page 2: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 20142

Vit hava nú gjørt okkara ferðaseðlaskipan einfaldari við trimum sløgum av ferðaseðlum, sum eru lættari at skilja.

Keypir tú TÍÐLIGATM í góðari tíð, kanst tú ferðast bíligari. Keypir tú ALTÍÐTM fyri ein hægri prís, fært tú ein størri fleksibilitet.

Umframt TÍÐLIGATM og ALTÍÐTM kanst tú framvegis ogna tær ferðir til Danmarkar fyri bara 799 kr. í okkara Lágprískalendara.

Trý sløg av ferðaseðlum,sum eru lættari at skilja

BiritaKundatænastan

TÍÐLIGATM ALTÍÐTM799

Prísirnir eru galdandi hvønn vegin á beinleiðis farleiðunum hjá Atlantic Airways, tá tú keypir á atlantic.fo. Við persónligari bóking um telefonina ella netið til Kundatænastuna verður eitt eyka avgreiðslugjald á 170 kr. lagt oman á prísin. Um tú persónliga vendir tær til Kundatænastuna at gera broytingar, er eyka avgreiðslugjaldið 100 kr. Tú kanst eisini keypa ferðaseðilin frá ferðaskrivstovunum, har avgreiðslugjald kann verða lagt oman á prísin.Les meira um treytirnar fyri okkara nýggju ferðaseðlasløgum á atlantic.fo

Altíð 24 tímarangrirætt

799Hvønn vegin

799,-á øllum okkara

Danmarkar-rutum

TÍÐLIGATM

Hvønn vegin úr

949,-til Danmarkar, Noregs, Íslands og Skotlands

ALTÍÐTM

Hvønn vegin úr

1.849,-til Danmarkar, Noregs, Íslands og Skotlands

Kann keypast fram til fráferð. Altíð 24 tímar angrirætt. 30 kg. viðføri. Kann setast saman við TÍÐLIGATM. Kann broytast uttan broytingargjald. Møguligur prísmunur kann koma afturat. Navn á ferðaseðli kann broytast. Ferðaseðilin kann endurgjaldast. Vel stól, tá tú keypir.

Skal keypast í minsta lagi 60 dagar undan fráferð. 20 pláss á flest øllum fráferðum. Altíð 24 tímar angrirætt. 20 kg. viðføri. Kann ikki setast saman við TÍÐLIGATM ella ALTÍÐTM. Kann ikki broytast. Ferðaseðilin kann ikki endurgjaldast.

Kann keypast fram til fráferð. *) Altíð 24 tímar angrirætt. 20 kg. viðføri. Kann setast saman við ALTÍÐTM. Fráfaringardagur og farleið kunnu broytast fyri 200 kr. Harafturat kemur møguligur prísmunur. Navn á ferðaseðli kann ikki broytast. Ferðaseðilin kann ikki endurgjaldast.

*) Útboðið av TÍÐLIGATM -ferðaseðlum kann vera avmarkað og tí útselt undan fráferð.

Page 3: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 3

Page 4: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 20144

Kósaskákið 3 FO-700 Klaksvík Tel.: +298 472030 Fax: +298 472031 T-postur: [email protected] www.kss.fo

SÍÐANI 1928

Page 5: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 5

Vit leggja stóran dent á góðskuna á vørunum í jólapakkunum.

Jólapakkarnir verða pakkaðir í hvítar eskjur, klárar at lata starvsfólkunum.

Jólapakkar til starvsfólkBíleggjast kann hjá einum av sølufólkunum: • Durita Thomsen, tel. 216951 [email protected] • Hugo Thomsen, tel. 232021 [email protected] • Margit G. Joensen, tel. 232014 [email protected] • Ste�an R. Olsen, tel. 232008 ste�[email protected] • Ivan Joensen, tel. 232009 [email protected]

Stangavegur 3 | FO-700 Klaksvík | Tel. 471111 | Fax 471100 | [email protected] | www.kjolbro.com

Page 6: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 20146

Page 7: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 7

Page 8: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 20148

Fípan

GÁVUKORT FRÁ SMS

Júst tað øll ynskja sær12. desember, fríggjadagur opið til kl. 20.0013. desember, leygardagur opið til kl. 20.0014. desember, sunnudagur 14.00 til kl. 20.00 15. desember, mánadagur opið til kl. 20.0016. desember, týsdagur opið til kl. 20.0017. desember, mikudagur opið til kl. 20.00

18. desember, hósdagur opið til kl. 20.0019. desember, fríggjadagur opið til kl. 20.0020. desember, leygardagur opið til kl. 20.0021. desember, sunnudagur 14.00 til kl. 20.00 22. desember, mánadagur opið til kl. 20.0023. desember, Tollaksmessudag opið til kl. 22.00

24. desember, jólaaftan STONGT25. desember, 1. Jóladag STONGT26. desember, 2. Jóladag STONGT 27. desember, leygardagur opið til kl. 20.0031. desember, nýggjársaftan opið til kl. 13.001. januar, nýggjársdag STONGT

2. januar, fríggjadagur opið sum vanligt 6. januar, týsdagur síðsta freist at býta jólagávur um

UPPLATINGARTÍÐIR UM JÓLINI:

Page 9: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 9

KUNNGERÐSkattalistin fyri 2013 liggur frammi

til alment eftirlit á býráðsskrivstovunií vanligari skrivstovutíð

í tíðarskeiðnum 1. des. til 15. des,báðir dagar íroknaðir.

Klaksvíkar Býráð

Maskinmeistarafelagið hevur aðalfund í mars mánaða 2015. Nærri verður lýst seinni.

NevndarvalTil tess, at virknir limir, ið ikki kunnu møta á aðal-fundinum, kunnu velja við brævatkvøðu, ber til at seta fram uppskot til nevndarlimir og skulu tey vera felagnum skrivliga í hendi í seinasta lagi 15. desember 2014.Tó kunnu uppskot til nevndarlimir eisini skjótast upp á sjálvum aðalfundinum.

FormansvalÁ komandi aðalfundi verður formansval á skránni.Uppskot til formansvalevni skulu vera nevndini í hendi áðrenn 15. desember 2014.Formansstarvið er fastlønt fulltíðarstarv og hvørt formansskeiðið er 3 ár.

Nevndin

Aðalfundurin 2015

Hetta var seinasta kon-firmatiónin við Jóhan Niel-sen, sum tá var fólkating-maður.

Gingið varð til í “gomlu kirkju” hjá Busch.

63 konfirmantar vóru, og

hittust 41 av teimum sun-numorgunin 05. oktober til ein góðan morgunmat í kirkjukjallaranum.

Síðan var gudstænasta, har Lisbeth, ið sjálv var konfirmantur, hevði præ-

dikuna.Aftaná var so døgurði

og hugni í kjallaranum. Mangt var at minnast aftur á, og dagurin var væl liðin áðrenn hvør fór til sítt.

Vitja varð eisini úti Grøv,

har blómur vórðu lagdar, og minningarløta var fyri teim 4 ið ikki eru okkara millum í dag.

Ein stak hugnaligur og minnisverdur dagur.

Sum siður er, so verður nógvur innandura fót-bóltur í Klaksvík millum jóla og nýggjárs. Leikarar í m.a. Effodeildini, yngru deildum og sjómenn fara at kappast.

Í døgunum 27. – 29. desem-ber vera árligu innandura kappingarnar í KÍ høllini í Klaksvík. Leygardagin 27. desember vera kap-pingarnar – nevnd Bylgju Cup – hjá Sjómonnum

(byrja kl. 14.00), U16 og U18, har hesar báðar seinnu vera spældar um kvøldið. Sunnudagin verður byr-jað kl. 13.00, tá kappingin hjá teimum vaksnu verður. Seinni hendan sunnudagin verður kappingin hjá U14.

Mánadagin 29. desember vera kappingar frá U6 og upp til og við U12.

Til Sjómannakappingi-na er tað eitt krav, at allir leikararnir á liðinum sku-lu hava verið mynstraðir umborð í 2014. Hjá yngru

deildunum vera aldurs-bólkarnir, sum teir vera til komandi kappingarár eins og vanligt er. Nýggja kap-pingin hjá U6 dreingjum er fyri leikarar føddir í 2009 ella seinni.

Hjá teimum vaksnu eru

krøv til liðini. Har eru str-angir reglar fyri, at bara tveir leikarar frá Effodeil-dini/1.deild í kappingarári-num 2014 hava lov at vera á sama liði. Kappingar ut-tanlands á sama støði telja eisini uppí har. T.d. verður ÍF Føroyar og 5 tær bestu deildirnar í Danmark met-tar á hædd við føroysku Ef-fodeildina/1.deild.

TilmeldingTilmelding til kappingar-nar fer fram á [email protected] og á tlf. 295401/228660. Sei-nasta freist at melda til kap-pingarnar hjá Sjómonnum, U16 og U18 er hóskvøldið 25. desember kl. 19.00. Hjá vaksnum og U14 er freistin fríggjakvøldið 26. desem-

ber kl. 19.00. Og hjá U6, U8, U10 og U12 er freistin at melda til leygarkvøldið 27. desember kl. 19.00. Kost-naður hjá yngru deildunum er 300 kr., hjá vaksnum 400 kr. og hjá sjómonnu-num 1000 kr. pr. lið. Hjá sjómonnunum er vanliga borðhaldið eftir kappingina við í prísinum. Hjá teimum vaksnu og sjómonnunum vera gávukort til vinnandi liðini, meðan yngru deil-dirnar fáa heiðursmerkir.

Til kappingina í fjør lut-tóku umleið 650 luttakarar í innandura kappingini, sum fyrstu ferð var avgreidd í 2008 og sum er blivin stør-ri og størri fyri hvørt ár. Alt um kappingina finst á www.blaabylgjan.com heilt fram til dystar dagarnar.

Leygardagin 13. desem-ber er Klaksvíkar bóka-savn opið frá kl. 14.00 til kl. 19.00 og henda dag-in er eisini jólahugni á skránni.

Børnini kunnu koma á bókasavnið at klippa jólaprýði frá klokkan 14.00 til 15.00.

Klokkan 15.30 spæla næ-mingar úr Tónlistaskúla-

num jólaløg og Beinta Vang lesur eina søgu, eisini vitjar jólamaðurin. Ein drek-kamunnur verður at fáa við onkrum góðum afturvið.

Klokkan 17.00 verður ein

jólafimur vístur.

INN A NDUR A K A PPING A R Í K L A KSV ÍK

04. oktober í ár vóru 50 ár liðin síðan3. konfirmatiónina í Christianskirkjuni.

JÓL AHUGNI Á K L AKS-V ÍK AR BÓK AS AV NI

Page 10: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201410

Nýggju eigararnir víðka virksemið hjá Tannlækna-stovuni, sum tíðliga í ko-mandi ári fer at hava enn fleiri tannlæknar í starvi, og tí fer at kunna taka ímóti fleiri patientum.

Hans Olav Hansen, sum er søldfirðingur, giftist til Klaksvíkar við Jóhonnu, ættað av Vágsheygnum. Hann tók útbúgving sum tannlækni í 1974 og hevur síðani arbeitt innan bæði almenna og privata tanna-røkt.

Tað var í 1982 at Hans Olav lat upp dyrnar á Tann-læknastovuni, og fyritøkan hevur sostatt 32 ár á baki, nú hann hevur tikið avgerð um at gevast sum eigari av hesi millum norðoyingar og mong onnur væl kendu Tannlæknastovu.

Nú eisini sertannviðgerðEitt ættarliðsskifti er sostatt við at henda á Tannlækna-stovuni, men tað eru tó kend andlit, sum taka yvir.

Annar av nýggju eiga-runum er nevniliga Jonna Sjúrðaberg, tannlækni, sum hevur drúgvar royndir í yr-kinum, og sum síðan 1996 hevur arbeitt á Tannlækna-stovuni.

Hin nýggi eigarin er Hal-ldis á Grønastøð, ið hevur útbúgving sum sertann-lækni.

Tannlæknastovan fer so-statt eftir nýggjár, umframt vanliga tannlæknaviðgerð, at veita sertannviðgerð, sum fevnir um tannrætting.

Eigaraskiftið fer formli-ga fram pr. 1. januar 2015.

Víðka og kunnu taka fleiri patientarTað hevur leingi verið ein

ÆT TARLIÐSSKIF TI Á TANNL ÆKNASTOVUNIUm ársskiftið taka Jonna Sjúrðaberg og Halldis á Grønastøð við sum nýggir eigararav Tannlæknastovuni, Oman Eið 8 í Klaksvík, eftir Hans Olav Hansen, sum í fleiriáratíggju hevur verið álitið innan tannlæknaviðgerð í Norðoyggjum.

Page 11: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 11

trupulleiki hjá fólki her í økinum, at ov fáir tannlæk-nar hava verið í Klaksvík, men nú bøtir eigaraskiftið á Tannlæknastovuni um hesi viðurskifti.

- Í løtuni eru 2 tannlæk-nastólar á Tannlæknastovu-ni, men eftir eigaraskiftið verða vit fleiri tannlæknar í fyritøkuni, og tí víðka vit hølisligu karmarnar við 2 stólum aftrat, upplýsa tær báðar, Jonna og Halldis.

- Vit víðka sostatt um kapasitetin hjá Tannlæk-nastovuni, og tí fara vit at kunna taka ímóti fleiri pa-tientum, tá ið nýggja inn-rættingin er gjørd tíðliga í komandi ári.

- Øll innkalling av patien-tum heldur fram óbroytt, og adressan verður tann sama sum higartil, Oman Eið 8 í Klaksvík, sum liggur stutt frá Norðoyatunlinum, beint oman fyri handilsøkið Klingrugarð.

Eitt gott lið av tannlæknumEftir eigaraskiftið á nýg-gjárinum fara hesir tann-læknar at starvast á Tann-læknastovuni:

Jonna Sjúrðaberg, tann-lækni, varð útbúgvin tann-lækni í 1996 á Panum í Keypmannahavn. Í 1996 byrjaði hon á Tannlæk-nastovuni, har hon sostatt higartil hevur arbeitt í góð 18 ár.

Halldis á Grønastøð, ser-

tannlækni, varð útbúgvin tannlækni í 2001 á Panum í Keypmannahavn, og sum sertannlækni í 2011, eisi-ni á Panum. Seinastu árini hevur hon burturav arbeitt og vunnið sær royndir sum sertannlækni.

Gunvør Skarðenni Pe-tersen, tannlækni, varð út-búgvin tannlækni í 2012, eisini á Panum í Keypman-nahavn, og hevur síðani

2012 arbeitt sum tannlæk-ni, eitt skifti á Tannlækna-stovuni í Fuglafirði og nú í Leirvík.

Hans Olav Hansen, tann-lækni, varð útbúgvin tann-lækni í 1974 á Københavns Tandlægehøjskole og hevur sum nevnt ógvuliga drúg-var royndir sum tannlækni. Eftir eigaraskiftið fer Hans Olav framvegis at verða knýttur at Tannlækna-

stovuni niðursetta tíð.

Móttøka verður í februarHóast hølini hjá Tannlæk-nastovuni skulu víðkast og lutvíst innrættast av nýg-gjum, so ætla nýggju eiga-rarnir ikki at lata aftur av teirri orsøk – í øllum førum í sera lítlan mun.

- Ætlan okkara er, at hetta eigaraskiftið og tær hølisbroytingar, sum verða

gjørdar, skulu órógva virk-semið minst møguliga, siga nýggju eigararnir av Tann-læknastovuni í Klaksvík, Halldis á Grønastøð og Jonna Sjúrðaberg.

- Vit miða ímóti at koy-ra við fullari styrki frá og við februar mánað, og tá er eisini ætlanin at hava eina móttøku.

Jonna Sjúrðaberg og Halldis á Grønastøð taka á nýggjárinum yvir Tann-læknastovuna frá Hans Olav Hansen, sum eftir drúgva og trúgva tænastu hevur valt at lata fyritøku sína yvir til yngra ættarliðið.

Page 12: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201412

BrúdleypVit skulu giftast tann 27. desember.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl 15 og veislan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl 19.

Tey sum vilja gleðast saman við okkum,kunnu áðrenn 1 des tekna seg á tlf 599099

ella mail [email protected]

VinarligaAnn Zachariassen og Bogi Joensen

Brúdleyp

Leygardagin 3. januar giftastNelly Petrina Poulsen, Toftirog Flóvin Váðklett, Klaksvík.

Vígslan verður í Fríðrikskirkjuni kl.13 Veistlan verður í bygdarhúsinum í Leirvík kl.18.30.

Tey, ið vilja gleðast saman við okkum hendan dagin, vera vinarliga biðin um at siga frá áðrenn 18. des.

á tlf 265653 ella 257521.

85 ára føðingardagurSunnudagin 7. December fyllir

Sofus Poulsen,

fyrrverandi umboðsmaður Føroya í Bretlandi, 85 ár.Adressa: 10 Rosewell Place, King’s Cross,

ABERDEEN AB 15 6 HN, ScotlandTel. 0044 1224 316536 og e-mail [email protected]

Leygardagin 27. desember giftastAnnika Ragna Petersen, Fuglafjørður

og Gunnar Christiansen, Klaksvík.

Vígslan verður í Fuglafjarðar kirkju kl. 12.00. Veitlsan verður fyri innbodnum í KFUK&K í Klaksvík kl 19.00

Kunngerðfrá útskiftingarnevndini fyri

Strandarhagamatr.nr. 53a

á Strond

Útskiftingarnevndin hevur á fundi 20. nov. 2014gjørt uppskot til býti av Strandarhaga,

matr. nr. 53a, Strandar bygd.

Útskrift úr gerðabók og útskiftingarkort v.m. liggja frammi í Miðluni hjá Klaksvíkar kommunu,

á Umhvørvisstovuni og á heimasíðuni www.us.fo.

Eigararnir hava freist hetta til ársskiftið at geraviðmerkingar til uppskotið.

Tær skulu sendast Umhvørvisstovuni, boks 2048,165 Argir, ella við telduposti á [email protected] og stílast til

úskiftingarnevndina fyri Strandarhaga.

Argir, 26. nov. 2014Petur Nielsen, útskiftingarformaður Silvurbrúdleyp

16. desember 2014 havaMona & Jón Rasmussen

silvurbrúdleyp

Veitslan verður fyri innboðnum27. desember 2014

16. desember

19892014

Mona & Jón

Rasmussen

Hjartaliga takka vit øllum,ið vóru við til at gera hjúnabandsdag okkara

19. juli 2014 ógloymandi.

Gurið og Jákup

Tøkk

Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt vístu samkenslu við deyða og jarðarferð hjá pápa okkara

verðpápa og abba .

Egard Nielsenf. 21.01.1942 -- d. 22.10.2014

Takk øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til viðjarðarferðina. Takk fyri troystarrík góð orð og tónleik í kapellinum, Betesda og úti í grøv. Takk fyri blómur

og kransar. Hjartaliga takka vit tykkum øllum,sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað.

Familjunnar vegnaJohn, Mariann og Katrin

Tøkk

Brúdleyp

Hús í Klaksvík til søluOgnin Garðavegur 16 til sølu .

Matr. nr. 1345 Grundøki: 388 m2

Húsini: 8,90 x 11,7 m ella 105m2 í tveimum hæddum

Hetta eru betonghús klødd við timbur.

Kjallarin eitt stórt rúm og høgt millum G & L.

Prísuppskot ca. kr. 750.000,00.

tlf. nr. 457791/222252

Jólatræ í EmmausSunnudagin 14. desember kl. 16:00

verður jólatræ fyri børnum.

Øll eru hjartaliga vælkomin!

Page 13: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 13

Page 14: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201414

Page 15: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 15

Page 16: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201416

Page 17: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 17

Page 18: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201418

born

jol

ung

vetur

Hjá Skós I Stangavegur 14 I 700 Klaksvík | Tel. 455057 Hjá Skós

549,-

499,-Primigi660,-

SuperFit949,-

Primigi449,-

Primigi449,-

439,-

889,-

Viking1500,-

SuperFit825,-

219,-

315,-

699,-649,-

589,- 475,-

SuperFit825,-

650,- 289,-

369,-Viking649,-

589,-589,-

285,-289,-

499,-

285,-

Page 19: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 19

Page 20: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201420

Page 21: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 21

Page 22: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201422

Page 23: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 23

Page 24: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201424

Page 25: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 25

Page 26: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201426

Upplatingartíðir um jólini:

Bónus ynskir øllum eini gleðilig jól

Sunnudagin 21. desember: 14.00-22.00Mánadagin 22. desember: 9.00-22.00Tollaksmessudag 23. des.: 9.00-22.0024.-26. desember: StongtLeygardagin 27. desember: 9.00-22.00Sunnudagin 28. desember: Stongt29.-30. desember: 9.00-22.00Nýggjársaftan 31. desember: 9.00-13.00Nýggjársdag 1. januar: Stongt

Page 27: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 27

www.jkp.fo

J & K Petersen ContractorsÁ Hjalla 13 FO-188 Hoyvík

Byggiarbeiði

Anleggsarbeiði

Tel. +298 315060 Fax. +298 314194T-postur: [email protected]

Føroysk byggingFakligur stoltleiki

Page 28: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201428

Page 29: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 29

Flestu liðini eru framvegis opin fyri møguleika-num at styrkja sær um liðið áðrenn komandi kappingarár.

Jákup Ósá

Longu 1. mars verður 1. umfar í Effodeildini spælt. Liðini ynskja helst at hava hópin uppá pláss áðrenn fyrstu veruligu venjingar-nar í januar fara í gongd. Niðanfyri fara vit í stuttum at hyggja eftir, hvussu stóð til hjá ymisku feløgunum, tá blaðið fór til prentingar.

B36Stóri spurningurin hjá mei-starunum í løtuni er, hvør verður høvuðsvenjari. B36 hevur sagt, at spurningurin um nýggjar leikarar liggur á hillini so leingi sum ven-jarin ikki er settur. John Pe-

tersen, sum helst var ovast á ynskislistanum, hevur ef-tir øllum at døma sagt nei. B36 er sett í samband við útlendskar venjarar eisini, har danski Per Nielsen, fyr-rverandi Brøndby leikari, er nevndur. Tó er framvegis mest sannlíkt, at tað verður ein føroyingur, sum tekur yvir í B36.

HBÍ HB eru nógvir ósvaraðir spurningar enn. Men alt bendur á, at liðið missir Heina Vatnsdal afturat te-imum, sum eru farnir. Teir eru Kristin R. Mouritsen og Tróndur Jensen. Haraf-turat er ivamál um Teit M. Gestsson, sum hevur áhuga í at royna seg í Danmark. Fróði Benjaminsen, An-drew av Fløtum og Pál M. Joensen hava fingið bjóðað sáttmála, har teir báðir fyr-ru í øllum førum væntast at halda fram. Og so skal HB eisini hava nýggjan hjálpar-venjara, nú Jón Simonsen hevur takkað fyri seg.

VíkingurVíkingur hevði sín hóp kláran fram til Hallur Hansson fór til Vendsyssel

FF. Sigfríður Clementsen hevur sagt, at eingin útlen-dingur kemur til, men at teir hava áhuga í eitt nú Jóan Símun Edmundsson. Tað tykist sum um Víkingur vil hava serliga høgan kvali-tet, um nakar styrkur skal til, og tað er ivasamt um hann finst í Føroyum, um Jóan Símun ikki er møgu-ligur at fáa. Tí kann vera, at hópurin hjá Víkingi er endaligur.

NSÍNSÍ hevur styrkt seg við Jóhan Jacobsen, Andras Frederiksberg og Jónleif Højgaard. Lítið hevur ve-rið at frætt, um NSÍ ætlar at styrkja seg enn meir. Á Svangaskarði gongur fyrr-verandi NSÍ leikarin Jann Ingi Petersen uttan sátt-mála og hann kundi verið ein, sum NSÍ roynir at fáa í hópin. Jann Ingi segði í heyst, at flutti hann felag, so bleiv tað ikki langt burtur frá B68 og Svangaskarði.

EB/StreymurTað er rættuliga ógreitt, hvussu hópurin hjá EB/Streymi sær út til koman-di ár. Fleiri ungir lokalir

leikarar hava skrivað sát-tmála eins og einstakir meira royndir leikarar sum eitt nú Brian Olsen og Leif Niclasen. Tað ljóðar, at EB/Streymur vil sleppa av við landsliðsleikaran Jónas Tór Næs, sum hevur sáttmála við felagið fyri komandi ár og sum á lønarlistanum er tungur fyri eitt felag, sum tykist ætla at tátta í á útreiðslunum til koman-di ár. Men søgurnar siga, at einki felag hevur ráð at yvirtaka sáttmálan, og tí heldur Jónas mest sannlíkt fram í EB/Streymi.

KÍSeinasti leikarin hjá KÍ at skriva undir sáttmála var Sørmundur Kalsø. Hópurin er nakað broyttur í mun til í fjør, nú Jóhan Jacobsen, Álvur Christiansen, Bárður J. Heinesen og Rodrigo Sil-va ikki longur eru partar av hópinum, meðan útlen-dingarnir Mayowa Alli og Evrard Blé eru komnir til. KÍ úti eftir meira styrki til álopspartin. Men KÍ he-vur boðað frá, at vit kunnu koma út í januar áðrenn tað seinasta er komið uppá pláss við hópinum.

ÍFHjá ÍF verður eisini nakað av útskifting komandi ár. Adeshina Lawal, Andy Olsen, André Olsen og Sjúrður Jacobsen eru allir komnir til felagið, sum ei-sini hevur nýggjan venjara í Aleksandar Jovevic. Mest sannlíkt verður Jákup Mik-kelsen hjálparvenjari. Spur-ningurin er, hvat ÍF ger við málmansspurningin, nú Jákup hevur sagt, at hann ikki spælir meir.

ABHópurin hjá AB verður í stóran mun tann sami. Ivamál er um Sorin Ang-hel, sum er settur sum venjari hjá 1.deild. Hann hevur ein skaða at dragast við. AB hevur ein breiðan hóp, men sum skilst leitar felagið eftir einum profili til álopspartin, har ilt er at fáa eyga á ein veruliga mál-skjútta sum er. Tað kann draga út, áðrenn hesin ke-mur uppá pláss.

TBTB hevur styrkt liðið við einum útlendingi, sum royndarvandi seinasta sum-

mar. Felagið fær eisini fleiri íslendingar til royndarven-jing. Sum skilst skal felagið hava fleiri leikarar afturat núverandi hópi. Fyrrveran-di TB álopsleikarin Poul Ingason hevur sáttmála við HB, men er settur í sam-band við TB, nú HB hevur Arnbjørn Hansen og mest sannlíkt Andrew av Fløtum til álopspartin komandi ár, har Poul sostatt neyvan fær nógvar dystir frá byrjan, sum støðan er nú.

FC SuðuroyFormaðurin í FC Suðuroy hevur fyrr í vetur sagt, at liðið skal hava styrk av fleiri útlendingum. Helst verður talan um útlendingar, sum ikki hava verið í Føroyum fyrr, tí flestu útlendingar sum spældu seinasta kap-pingarár í Føroyum hava sáttmála við felag. Verandi hópur heldur fram og fær liðið eisini nakrar ungar le-ikarar aftur, sum hava verið uttanlands á ítróttarskúla.

SEINASTA NÝGGJA ÚR EFFODEILDINI

Page 30: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201430

Tað segði Jákup Mikkelsen, løgtingslimur, sum helt røðu á samkomu í samband við at fyrsta skotið var latið í Viðareiðis-tunnlinum.

Nógv fólk var samankomið at hátíðarhalda løtuna tá fyrsta skotið var latið á nýg-gju farleiðini og landstýris-maðurin í tunnilsmálum trýsti á knøttin.

Her er røðan hjá Jákup Mikkelsen:

Tað eru ikki øll fólk, sum hava trivist líka væl á av-byrgdum plássum. Fyri okkurt um 70 árum síðani var ein kona á Viðareiði, sum segði, at hon hevði einki havt ímóti at búð á Viðareiði, um hon bara slapp ein túr til Klaksvíkar hvønn sunnudag. Men slíkt var ein utopiskur dreymur í 40unum. Hon grunaði neyvan, at hesin dreymur skuldi gerast veru leiki so skjótt. Enn minni kundi nakar gruna, at tann dagur skuldi koma, tá leiðin hjá viðingum inn í Sund ikki skuldi ganga niðan á Vál, men inn í Dalar.

Hendan farleiðin millum Sund og Viðareiði, sum nú skjótt verður søga, er sjálvandi líka gomul sum hesar báðar bygdirnar. Og er hon vandamikil í dag, so

hevur hon sjálvandi heldur ikki verið vandaleys fyrr. Tað eru frásagnir – langt áðrenn vegurin kom – um omanlop úr Malinsfjalli, har tað var nær við, at fól-kaskaði hendi. Fyrr í tíðini varð bara gingið hendan vegin, tá neyðugt var at fara. Í dag koyra fleiri hun-drað bilar hendan vegin hvønn dag.

Men her bleiv gingið og her bleiv gingið nógv. Fólk úr grannabygdunum fóru til Viðareiðis í kirkju, og viðingar gingu inn í Sund eftir agni, og teir settu upp í Sundi, tá brim var á Viða-reiði. Tað eru eisini frásag-nir um, at teir fóru inn at velja, tá val var.

Eg kann til stuttleika fortelja tykkum eina søgu, sum eg havi hoyrt, sum si-gur nakað um broyt ingar her á landi. Ein dagin fyri okkurt um hundrað árum síðani síggja fólk á Viðare-iði ein mann fara til gongu inn í Sund. Maðurin var Jústi í Eiðsvík (vil onkur vita meira um hann, kann hann lesa bókina hjá Líg-gjas í Bø um Jústa-ættina, sum kom út fyrr í ár).

Tá í tíðini var tað so, at fór eitt fólk til gongu úr bygdini, so sá øll bygdin tað.

Jústi var á veg til Klaks-víkar henda dagin, men líkindini vóru einki serlig, so hann vendi aftur. Stutt eftir at hann er komin af-tur til hús, bankar á dyr-nar. Tað er ein maður, sum hevði frætt, at Jústi ætlaði sær um fjøllini til Klaks-víkar at keypa medisin fyri okkurt, sum gekk. Maðurin spyr, um hann ikki eisi-ni kundi keypa fyri seg. Jú, tað skuldi hann gera. Løtu seinni pikkar aftur á dyrnar, ein annar maður í

somu ørindum. So komu teir maður eftir mann, inn-til Jústi segði: Nei, nú eru vit so nógvir, at vit manna bát til Klaksvíkar í morgin at keypa medicin.

Símun Hansen hevur eina áhugaverda søgu, sum lýsir hvussu nógv, ið kun-di verða lagt fyri, tá farast skuldi millum bygdir. Eina-sti prestur í Norðoyggjum búði tá á Viðareiði.

Tað var í desember mánað í 1866, at ein drongur varð føddur á Trøl-lanesi. Tað ráddi um at fáa hann bornan í kirkjuna so skjótt sum møguligt, og 17. desember fóru gummur og gubbar av Trøllanesi til gongu til Mikladals. Haða-ni fóru tey við 8-mannafari til Viðar eiðis, men farandi var ikki fyri Nakkin, so tey máttu suður um Kunoyn-na og norð gjøgnum Ha-raldsund og um Múlan. Men tá báturin kom inn móti Viðareiðishellu vóru ikki líkindi at seta fólkið á land, so teir máttu rógva inn á Selgjógv, ið er mark millum Sund og Viðareiði. Har fóru gummur og bar-nið í land. So aftur at rógva andróður út aftur til Viða-

reiðis, og tá fingu teir lent. Dagin eftir varð drongurin doyptur í Viðareiðis kirkju. Hann fekk navnið Hans Ludvig Volles.

Men nú var hann gingin vesturá, so tað bar ikki til at skjóta bát á Helluni, men í Eiðsvík var kyrt. Teir draga so bátin um eiðið og skjóta hann i Eiðsvík. So hildu teir suður gjøgn um Fuglo-yarfjørð og Svínoyarfjørð, um Borðoyarnes og norður gjøgnum Leirvíks fjørð, men so nógvur var vindu-rin, at teir vunnu ikki norð við Líðini og máttu halda undan og inn á Borðo-yarvík. Aftur her varð bá-turin drigin um eiðið oman á Vánna, og so aftur til árar, men teir sluppu ikki longur enn til Húsar fyri brimi. Har settu teir upp og fóru til gongu norður á Nes.

Dagurin í dag er byrja-nin til eina nýggja framtíð, fyri Viðoyingar og øll on-nur sum fara at leita sær norður til Viðareiðis. Tað verður ein betri, tryggari og styttri farleið enn tann verandi. Og serliga trygdin hevur fylt nógv í hugaheimi hjá teimum, sum dagliga hava brúkt hesa farleið. Vit

kunnu bara undrast og vera takksom fyri, at ikki størri skaðið er hendur.

Tað eru mangir leikir í longum talvi og tað kann eisini sigast sum eina slíka verkætlan sum Viðare-iðistunnilin.

Tað eru nú nøkur ár síðan teir fyrstu leikirnir vóru fluttir og eg kann siga at tað eru nógv fólk sum hava sitið við hetta talvborðið, sum hava hava flutt ein ella fleiri leikir. Teir fyrstu lei-kirnir vóru merktir av tak-tiskum snildi, aðrir kanska merktir av ivasemi, men so vóru nakrir góðir og fram-fýsnir leikir leiktir og so var talvið vunnið og Viða-reiðistunnilin samtyktur endaliga á Føroya løgtingi. Tað var ein stór løta.

Eg kann ikki lata verða við at nevna bæði núve-randi og fyrrverandi lands-stýrisfólk, sum meir og minni hava havt hesa ver-kætlan í hondini. Annika Olsen, Annfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard, Kári P. Højgaard, Kaj L. Johan-nesen og Jørgen Niclassen. Tey eiga tøkk uppiborna fyri sín leiklut í hesi ver-kætlan.

Í løgtinginum er tað Fíg-gjarnevndin sum hevur havt Viðareiðistunnilin um hendi. Nógvir fundir hava verið við landstýrisfólk, landsverk, Viðareiðis Kom-munu og nevndin hevur eisini verið norðuri á Viða-reiði og fingið hollað kun-ning um verandi vandaleið og týdningin av at ein tun-nil bleiv gjørdur. Viðareiðis Kommuna hevur víst stórt hegnið at finna loysnir tá trupulleikar vístu seg.

Tað hevur frøtt meg at Fíggjarnevndin hevur víst so framúr góðan vilja at finna loysnir og tað sam-starv sum hevur verið í Fíggjarnevndini hevur havt avgerandi týdning til tess at fáa hesa verkætlan til veruleika. So Bárður Niel-sen, Rodmund Nielsen, Bill Justinussen, Aksel Johan-nesen, Eyðgunn Samuelsen og Kristian Háfoss eiga stórt rós fyri teirra leikir í hesum talvinum.

Um eina løtu fer lands-stýrismaðurin Jørgen Niclassen at skjóta fyrsta skotið og vit eru byrjaði uppá Viðareiðistunnilin. Men hetta má eisini verða ein greið fráboðan um at tunnlarnir Norð um Fjall og Hvalbiartunnilin verða gjørdir, tá hesin tunnil-in er liðugur. Vit kunnu ikki framhaldandi bara lata standa til, alt meðan ferðslan økist og trygdin versnar.

Takk fyri at tit vildu lýða á, og síðan vil eg ynskja Landssverk, Articion og øl-lum tykkum sum verða við í hesi verkætlan góða eydnu og at Harrin vil varðveita tykkum og at alt skal gan-gast væl.

Jákup Mikkelsen,løgtingsmaður

Trygvi Hoydal Poulsen tók í dag við sum rakstararleiða-ri á deildini hjá Eik í Klaks-vík. Suni Swartz Jacobsen, stjóri, segði at Eik ætlaði at herða kappingina soleiðis at Eik altíð verður fyrsta val hjá føroyingum sum vil-ja hava fígging, pensjón og

aðrar góðar tænastur sum Eik kann bjóða. Trygvi takkaði fyri møguleikan at taka við einum leiðarastar-við í síni egnu heimbygd.

DAGURIN Í DAG ER BYRJANIN TIL EINA NÝGGJA FRAMTÍÐ

Fleiri myndir á www.nordlysid.fo

V IÐ GÓ ÐUM TRE YSTITIL V ERK A

Page 31: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 31

SEV sóknast eftir verkmeistara til Verkið á Strond í Klaksvík. Starvið verður sett skjótast gjørligt í nýg-gja árinum. Fyrstu tíðina skal nýggi verkmeistarin starvast saman við verkmeistaranum, sum í løtuni er í starvinum. Verkmeistarin er leiðari hjá tveimum maskinmeistarum. Verkið á Strond er partur av meginøkinum hjá SEV, men verkið umsitur eisini smáverkini á útoyggjunum og smærri flytbarar framleiðslueindir. Verkið á Strond hevur 1 Francis-turbinu á 1,4 MW og tveir motorar – ein Mirlees á 2,3 MW og ein MAK á 3,6 MW.

TúTú hevur fulla maskinmeistaraútbúgving, t.e. víðkað maskinmeistaraprógv við trimum árum á maskinmeistaraskúla, umframt hollar og viðko-mandi starvsroyndir. Tú ert ágrýtin og hevur stóran áhuga fyri, hvussu ymiskar framleiðslueindir, mo-torar og skipanir rigga í øllum liðum og smálutum. Vit vænta, at tú dugir væl at samskifta og sam-starva – bæði innanhýsis og uttanhýsis. Vit vænta eisini, at tú ert fús/ur at taka við nýggjum av-bjóðingum. Neyðugt er, at tú hevur koyrikort til persónbil.

UppgávurArbeiðið umfatar í høvuðsheitum dagligu leiðslu-na á verkinum. Verkmeistarin leggur til rættis dagliga arbeiðið, og hann hevur um hendi rakstur og viðlíkahald. Hann umsitur eisini smáverkini á útoyggjunum, sum hava ymiskar motorar, og tískil er ferðing til útoyggjarnar ein partur av arbeiði-num. Harumframt hevur verkmeistarin um hendi flytbaru framleiðslueindirnar hjá SEV, sum verða brúktar eftir tørvi kring landið. Verkmeistarin á Strond vísir til Anders Nedergaard-Hansen, deildar-leiðara fyri fram-leiðsluni.

SEV bjóðar tær: • smidligar arbeiðsumstøður• fjøltáttaðan arbeiðsdag• ávirkan á egið arbeiði• fakliga menning• viðkomandi skeið

LønVerkmeistarin verður settur eftir sáttmála millum Maskinmeistarafelagið og KAF og verður løntur eftir lønartalvuni hjá Tænastyumannafelag Føroya, í lønarflokki 35.1.

UmsókninFleiri upplýsingar um starvið fáast frá Hans Jákup Petersen, verkmeistara, ella Anders Neder-gaard-Hansen, deildarleiðara fyri framleiðsluni, á tel. 346800. Umsóknarfreistin er fríggjadagin 12. desember 2014 kl. 12.

Umsóknir við prógvum og viðkomandi skjølum verða at senda til:

Elfelagið SEVPostrúm 319 FO-110 TórshavnStílað: Bergtóra Høgnadóttir, HR-leiðariT-postur: [email protected]

Verkmeistaritil Verkið á Strond í Klaksvík

SEV tryggjar føroyska samfelagnum støðugan streym alt samdøgrið. 165 ársverk eru í elfelagnum undir virðisorðunum: samstarv, eldhugi og virðing. Ágrýtni starvs-fólkahópurin ber hvønn dag SEV framá í týðandi leiklutinum sum samfelagsins lívæðr. Elfelagið strembar áhaldandi eftir at fáa sum mest av elframleiðsluni burtur úr varandi orkukeldum sum vatni og vindi. SEV er fólksins ogn. Allar kommunurnar í Føroyum eiga SEV, sum var stovnað 1. oktober 1946.

Page 32: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201432

Tað kemur ofta fyri at tú sært smáar nósar norðanfyribyrgingina í Haraldssundi, frá september og út ímóti jólum, kanska serliga aftana at nógv alda hevur verið norðanfyri.

Tað vóru teir báðir Mag-nus Andreasen og Sólbjørn Hansen, sum søgdu okkum frá og sum høvdu sæð lítla nósan í fjørðuni norðanfyri byrgingina kunoyarmegin. Vit samdust um, at rættast var at bera hann suður um byrgingina, tí har var laga-lagari veður í løtuni í hvus-su so er. Ein roynd at geva honum fisk at eta gav onki. Nósin vildi snøgt sagt ikki eta frá okkum hóast flakið var bæði beinfrítt og feskt.

Tá nósin kom á sjógv sunnanfyri byrgingina ka-vaði hann og vit sóu hann ikki aftur. Hann sýntist at klára seg, hóast hann sno-raði illa, sum sæst á mynd-unum.

Bjarni Mikkelsen frá nát-túrugripasavninum sigur um kóp, at teir fáa ungar frá september og til nú. Tað er so, at teir klókastu av teimum fáa fyrst ungar, ímeðan teir kóparnir sum eiga fyri fyrstu ferð ofta eru teir sum seint fáa ungar.

Tað er ringt at fáa tamt kóp, og lítlar nósar er ei-sini sera ringt at fáa at eta nakað sum helst. Helst skal man trýsta eina slangu niður í magan av teimum og matað teir á tann hátt, men sjálvandi, tað er ikki bara at siga tað at brúka tann háttin, og harafturat er tað sera tíðarkrevjandi.

Bæði í Danmark og Onglandi hava teir roynt at

tikið kóp inn, tí teir hava onkuntíð mett, at stovnurin hevur verið hóttur. Men tað hevur gingið sera stril-tið at fáa teir at yvirlivað í fangilsi. Bert um helvtin av upptiknu kópunum hava klára tað, og tað er ógvuli-ga tíðarkrevjandi at røkja slíkar. So hevur spurningur eisini verið reistur, hvus-su nógvir av teimum sum yvirlivað í fangilsi klára seg tá teir eru komnir út af-tur í náttúruna.

Tá vit spyrja Bjarna Mik-kelsen, hvussu kópurin við Føroyar hevur tað, so sigur hann, at tað vita tey frá náttúrugripasavninum

í veruleikanum lítið um. Vit sigla onkuntíð fram við landi og hyggja soleiðis his-sini og tað er tað. Alingin sjálvandi hon tekur nakað, men tíbetur eigur og heldur kópur til eisini á teim brim-bardu økinum í Føroyum. Men tað er onki at taka seg aftur í, at kópurin við Føro-yar er als ikki so talsterkur, sum hann var í 70 unum og 80 unum, sigur Bjarni Mik-kelsen at enda.

HESIN NÓSIN L Á NORÐANF YRI BYRGINGINA UM HAR ALDSSUND

Page 33: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 33

Page 34: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201434

Page 35: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 35NORÐLÝSIÐ NR. 38 MIKUDAGIN 26. NOVEMBER 2014 35

Page 36: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201436

NordikPensjón er landsins bíligasta pensjón. Og við Nordik360+ og Nordik360Premium fara 0 krónur til umsiting.

Við NordikPensjón ræður tað um, at tú fært mest burturúr. Hevur tú pensjón frá øðrum veitarum, rindar tú helst bæði umsitingargjøld og handilskostnaðir. Soleiðis er ikki við NordikPensjón, tí jú minni peningur fer til umsiting, tess meira peningur kann fara í tína samansparing.

Vælkomin til NordikPensjón

www.banknordik.fo/pensjon

krónur til umsiting

N Ý G G I R TÓ N A R Á F Ø R OYS KA P E N S J Ó N S M A R K N A Ð I N U M

Alt, sum tín pensjón eigur at vera. Fult yvirlit við Netbankanum. Lagað til tín og tín tørv. Góðir tryggingarmøguleikar. Enn betri heildarráðgeving. Møguleiki fyri enn betri avkasti

Page 37: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 37

SKÓSjólahýrur hjájólahýrur hjá

SKÓS

Hjá Skós I Stangavegur 14 I 700 Klaksvík | Tel. 455057

1499,-

999,-str. 152-176

1799,-

Undirklæðir úrmerino ull

til vaksin og børn

sett400,- og 700,- 625,-

1099,-1099,-

1249,-

1229,-

str. 37-41

str. 36-42

str. 37-40

Harrar1699,-

230,-

199,-

Harrar

1199,-Harrar

2100,-

799,-

1499,-

250,-

2500,-

str. 86-1521199,-

str. 86-122799,-

500,-875,-

2500,-

Ullint húgva

499,-

2000,-

Hjá Skós

Page 38: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 201438

TTS søkir eftir einum fyrikomandi og arbeiðsamum handilslærlingi, ið er ágrýtin og er áhugaður at vera við at menna handil okkara.

Vit bjóða eina útbúgving í einari framkomnari tekniskari fyritøku, har vit seta tænastuna í hásæti. Sum handilslærlingur kemur tú at starvast saman við einum væl-virkandi toymi av starvsfólki. Sum partur av útbúgvinginiskalt tú í skúla í lærutíðini at taka tann ástøðiliga partin, sum antin verður í Føroyum ella Danmark.

Starvið er fjølbroytt. Umframt sølu av útgerð innan el, maskin og hvs, vera uppgávurnar eisini innkeyp, goymslustýring, vegleiðing og annað fyrifallandi.

Vit vænta, at tú ert fyrikomandi, røkin og ein fleksibul persónur, sum dugir væl at samstarva og setur kundatænastu í fremstu røð.

Tað er ein fyrimunur, um tú hevur FHS, HH ella líknandi útbúgving.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Jákup Oluf á Lakjuniá tel. 565640 ella [email protected]

Umsóknarfreistin er 16. des. 2014 og skal sendast til :Sp/f TTS,Boks 94,710 Klaksvík,Att: Jákup Oluf á Lakjuni ella á [email protected]

Handils-lærlingur

TTS er ein fyritøka sum veitir tænastur innan el- og maskinfakiðtil privat og vinnulívið. Í fyritøkuni starvast umleið 30 fólk.

N O

R Ð

L Ý

S I

Ð

Oyrarvegur 53700 Klaksvíkwww.tts.fo

Page 39: Nordlysid nr 39 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 39 MIKUDAGIN 10. DESEMBER 2014 39

Les meira á www.smyrilline.fo/gavukort, skriva til [email protected] ella ring 345900

Gávukort frá Smyril Line

Keyp, kanna saldo ella fyll á, á smyrilline.fo

Kortið kann

nýtast á øllum

støðum umborð á Norrönu

og til keyp av

ferð

HUGSKOT

TIL JÓLAGÁVU

Keyp sum gávu til ein vin

ella ein tú ert góð/ur við.

Vit senda kortið heim til

tín ella við komandi.

Page 40: Nordlysid nr 39 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Tórshavn | Klaksvík | 347 347 | [email protected] | www.nema.fo

Nema veitir professionellar loysnir við heildartænastu innan kt, skrivstovulutir og innbúgv.

Endamálið er at skapa karmar fyri at arbeiða betur fíggjarliga, tøkniliga og umsitingarliga.