16
9 772245 065007 - lokala røddin síðani 1915 NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00 FRIGG ER MEIRA ENN BARA TÓNLEIKUR “SUMMARGLEÐI” EIN NÝGGJUR FESTI- VALUR Í KLAKSVÍK FRIGG føroyingar vóru best umboðaðir millum gestirnar ”FRIGG EITT HEIM- LIGT UPPLIVILSI” JÓRUN FEKK SVAR ÚR ARTISKA ØKINUM SVARIÐ KOM ÚR VIKAN NOREGI Fløskupostur Fløskupostur HVAT GEKK GALIÐ HJÁ KÍ MÓTI B36? Ein nýggjur festivalur í Klaksvík

Nordlysid nr 17 2014

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr. 17 Hósdagin 15. mai 2014.

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 17 2014

9772245065007

- lokala røddin sí ðani 1915

NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 2014 63. ÁRGANGUR / KR 30,00

FRIGG ER MEIR A ENN B A R A T ÓNLEIK UR

“ SUMM A RGLE ÐI”EIN N ÝGG JUR FES T I-VA LUR Í K L A KSV ÍK

FRIGGføroyingar vóru bestumboðaðir millum gestirnar

”FRIGG EI T T HEIM-LIGT UPPLI V IL SI”

JÓRUN FEK K SVA R ÚR A R T ISK A Ø K INUM

SVA RIÐ KOM ÚR V IK A N NOREGI

F l ø s k u p o s t u r

F l ø s k u p o s t u r

HVAT GEKK G ALIÐHJÁ KÍ MÓTI B36?

Ein nýggjur festivalur í Klaksvík

Page 2: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 20142

BORG I RUNAVÍK, TEL 477272 I KLAKSVÍK, TEL. 455149 I WWW.BORG.FO

LÆRLINGUR TIL BORG

Vilt tú verða partur av eini spennandi fyritøku, so søkir Borg nú eftir lærlingi til køks- og amboðs deildina í Runavík

Vit vænta av tær, at tú ert arbeiðssom/samur og røkin. Tú skalt hava góð evni at samstarva og vísa kundavinsemi. Hóast køks og amboðsdeildin í Runavík er títt lærupláss, kemur tú eisini at starvast á hinum deildunum okkurt tíðar-skeið.

Ynskiligt er, at tú byrjar skjótast gjørligt. Meira upplýsing um læruplássið, fæst við at seta seg í samband við Regin Olsen tel. 237274.

Freistin at søkja er mánadagin 26. mai 2014.

Umsóknir skulu sendast til:Borg RunavíkFjøruvegur 5620 RunavíkAtt.: Regin Olsenella við telduposti til: [email protected]

Page 3: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 2014 3

L E I Ð A R I N

Leygardagin 5. Juli 2014 kl. 13 giftast í Ebenezer:

Randi Ketty Joensen, Hvannasund og Nikkil Heinesen, Tórshavn.

Veitslan verður í bygdarhúsinum í Hósvík kl. 19. Tey, ið ynskja at koma til veitsluna, vinarliga sigi frá á

512433 Randi, 509293 Nikkil ella t-post: [email protected].

Seinast 9. Juni. Vit hava valt at seta aldursmark á 14 ár.

Brúdleyp

Brúdleyp

Leygardagin 17. mai, giftast,Sólgerð á Kinn og Finnbjørn Vang, Klaksvík.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 14.00.Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 19.00, har øll eru vælkomin. Tey, ið ynskja at halda dagin

saman við okkum, eru vælkomin at siga frá,innan 10. mai, á tlf. 226980 Sólgerð,

ella tlf. 751422 Finnbjørn.

Leygardagin 12. juli giftastJóhan Petur Holm, Tórshavnog Elin Heinesen, Viðareiði.

Vígslan verður í Ónagerði klokkan 14.00.Veitslan verður á Hotel Norð klokkan 18.00.

Tey, ið ynskja at halda dagin saman við okkum, kunnu siga frá innan 15. juni á telefon +45 20149637

(Jóhan Petur) ella +45 61624012 (Elin).

Brúdleyp

BrúdleypLeygardagin 24. mai giftast

Sólrun Abrahamsen, Strendur og Jógvan Andersen, Skála.

Vígslan verður í Kelduni í Skálafirði kl. 12.00. Døgurði verður fyri innbodnum í bygdarhúsinum

í Leirvík kl. 17.00. Opið hús verður kl 21.00, har øll eru hjartaliga vælkomin.

Brúðarlýsingareru ókeypis

Norðoyastevnan 2014

Tey sum skulu hava tiltøk, og skulu við í skránnaá Norðoyastenu.

Skulu siga frá við telduposti, til NFÌ á t-post [email protected] 15 mai 2014 klokkan 20:00.

NFÌ[email protected]

Kjallara íbúð í sethúsum til leigu frá 1.august. Á leið 55m2. Stova, køkur, nýgjørt wc og bað, gongd og 1

kamar. Liggur á Víkavegi, 5 min til gongu oman í Inn ella heim á sjúkrahúsið. Harumframt er vaskikjallari, ið verður deildur við leiðaran uppiá og havi rundan um húsið. Mánaðarlig leiga á 3000 kr umframt streym og

olju. Ring +4560778414

Enn einaferð heitti landsnevndin fyri eldrafeløgini á landsstýrið um at fáa sín nattúrliga lut í donsku veddingarpengunum, eins og eldrafeløgini fáa í Danmark. Hetta snýr seg um part av tí vinningi, ið danir lata Føroyum fyri ymisk spøl, sum eisini før-oyingar javnan luttaka í. Mesti peningurin fer sum skilst til ítrótt og ÍSF. Hetta ynski frá teimum eldru var púra óvæntað enn einaferð sýtt teimum.

Samstundis var málið um lendi til golfvøll á Glyvursnesi til 2. viðgerð á tingi. Einaferð enn hoyrdu vit ávísar løgtingslimir endurtaka, at golf-vøllur er ein fyritreyt fyri, at vit kunnu fáa oyggja-leikir til Føroya, hóast føroyingar langt síðan hava gjøgnumskoðað, at hetta er ikki satt, men bert ein “smartur” leikur frá víðgongdum lobbyistum í Havn, har ÍSF eisini sigst hava keypt sær atgongd til tíðindasendingar í KvF.

Kanska er sannleikin heldur, at golfvøllur er ein fyritreyt fyri, at søkt verður um at fáa leikirnar til landið, ella ein bílig roynd at pressa landskassan at gjalda. Okkum vitandi er einasta fyritreyt, oyg-gjaleikanevndin setur, at landið bjóðar fram eina ítróttargrein afturat. Hóast einki verður nevnt um golfvøll, so er tað væl skiljandi, at Havnin ynskir sær ein slíkan.

Undir viðgerðini í tinginum kom fram, at and-støðan metti lógaruppskotið fara at kosta umle-ið 10 milj. kr., sum føroyski skattgjaldarin skuldi gjalda, fyri at Tórshavnar Kommuna kundi byggja golfvøllin har. Harafturat metti framsøgufólkið hjá Tjóðveldi fyriliggjandi broytingaruppskot at vera lógarjuks , við tað at landsmyndugleikin kom at gera seg inn á aldargamla rættarskipan hjá før-oyskum festarum, og tað kundi lættliga fara at skapa fyridømi fyri aðrar kommunur ella onnur, ið vildu ogna sær góðan haga til okkurt átak, bert tað kann sigast at vera almentgagnligt. Rættast mundi vera at kalla málið tað, sum tað í veruleika-num var. Helst var ætlanin hjá landsstýrinum eisi-ni at broyta lógina, eftir at lendið var fingið uppá pláss, helt Bjørt Samuelsen. Hóast tjóðveldið ikki tók undir við uppskotinum, varð tað kortini sam-tykt við 19 atkvøðum fyri og 10 ímóti. Málið fór víðari og var, uttan broyting, samtykt við 3. við-gerð.

Hesi dømi saman við dagligum skerjingum á el-draøkinum eru klokkuklár signalir um, at pensio-nistar ikki hava, og ikki heldur skulu vænta sær, líka góðar sømdir í Føroyum sum í Danmark, har fólkapensjón og sømdartilboð liggja á væl hægri støði enn her á landi.

Ófrættatíðindi hótta dagliga tey eldru við, at fól-kapensjónin hvørvur heilt, í morgin sum annan dag. Tey gomlu munnu kenna seg óynskt í eg-num landi, meðan myndugleikin eftir øllum at døma er til reiðar at tamba lógina í ólukkumát fyri at tekkjast heilt øðrvísi klientelli.

Líkt er til, at tey ráðandi fara at fylgja ráðunum hjá “serfrøðinginum,” sum í fyrilestri um “vaks-trarálit” sítt, heitti á politikararnar um “Ikki at lata seg freista til at nýta pening uppá pensionistar, sjálvt um teir nú eru ein politiskur maktfaktorur í samfelagnum”.

Eldri fólk, golf og lógarjuks

Page 4: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 20144

Hjá klaks-víkingum er týdningarmikið at fáa fulla úrtøku í dysti-num sunnu-dagin, sum liggur ímillum báðar heima-dystirnar móti báðum topp-liðunum.

Jákup Ósá

HB-SkálaHB heldur áfram við góðu úrslitunum og seinast kom sum skilst eisini góða spælið fram. Meistarar-nir hava ongan dyst tapt í ár, og tí eigur tað ikki at koma uppá tal at missa stig á heimavølli móti uppflyta-runum Skála. Skála hevur fingið stig í 3 av seinastu 4 dystunum, so teirra formur er ikki so heilt galin, tó at eingin dystur enn er vun-nin í ár. Í Gundadali síggja vit væntandi ein tryggan HB sigur fríggjadagin, tí munurin á liðunum eigur at vera ov stórur, tá HB hevur heimavøll. Tipping: 1

HB formur: VJVVSkála formur: JTJJ

EB/Streymur-VíkingurEB/Streymur skuldi bara vinna ein dyst, so fekk liðið 4. pláss hóast bara ein sigur seinastu 4 dystirnar. AB dysturin er tó alt ov veikt grundarlag fyri at meta um, hvussu EB/Streymur er fyri. Hinvegin vísti Víkingur góðar taktir fyr-sta partin av dystinum móti NSÍ. Víkingur hevur gott tak á EB/Streymi seinastu árini, so tað kann væl hug-sast, at Víkingur fær stig í hesum trupla útidystinum. Tipping: X

EB/Streymur formur: TJTV

Víkingur formur: JJJV

ÍF-ABTvey lið, sum ikki hava vunnið í eina tíð. ÍF mundi tapt á Skála seinast, meðan

AB í longri tíð hevur spælt uttan trúgv, sjálvsálit ella úrslit. Bæði liðini hava harðliga brúk fyri stigum, men fuglfirðingar eru á he-imavølli. Tí er mest sann-líkt, at ÍF koyrir meir salt í sárið hjá argjamonnum og samstundis styrkir sína støðu í miðbólkinum í Ef-fodeildini.

ÍF formur: VTJJAB formur: TTTT

NSÍ-B36NSÍ hevði eftir 3 umfør fult stigatal, men síðani tá he-vur NSÍ ikki vunnið nakran dyst. Avrikini hava verið óstøðug og eisini gjøgnum ein dyst er lopið stórt frá te-imum bestu løtunum og til tær ringastu. B36 sólar sær við 20 stigum í toppinum og er form sterkasta liðið. Í

Klaksvík vísti B36, at liðið eisini kann vinna í torfø-rum útidystum. Tí fer odda-liðið til Runavíkar sum ein favorittur og mest sannlíkt avstað við øllum stigunum. Tipping: 2

NSÍ formur: TJJTB36 formur: VVVV

B68-KÍB68 spælir 5. heimadystin á rað móti KÍ. Eftir greiða tapið móti HB ynskja tofta-menn helst at vaska talvuna reina. KÍ kemur eisini frá einum tapi, so her verður lagt nógv fyri at fáa stig, har útiliðið einans kann brúka ein sigur. KÍ hevur havt gott tak á B68 sei-nastu árini og Svangaskað er neyvan tann útivøllurin, sum klaksvíkingar hava tey keðiligastu minnini frá.

KÍ er favorittur at vinna á Svangaskarði. Tipping: 2

B68 formur: TVJTKÍ formur: VVJT

9.UMFAR:KÍ KEMUR AF TUR

Page 5: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 2014 5

Vit hava leitað eftir møguli-gum orsøkum til, hví KÍ tapti týðandi top-pdystin móti B36 seinasta sunnudag.

Jákup Ósá

Í stuttum kann sigast, at liðini áttu hvør sín hálvle-ik. KÍ kom á odda eftir sítt fyrsta álop, men so tók B36 yvir og spældi munandi betri allan fyrra hálvleik. Tað gav teimum eisini tvey mál. 2-1 leiðslan helt allan seinna hálvleik, men KÍ trýsti nærum allan hálvlei-kin B36 langt aftur á vøllin. Tað gav eisini 3-4 stórar møguleikar, men inn vil-di bólturin ikki. B36 fór í skjótálop, tá KÍ misti í upp-spælinum við nógvum fólki frammi, og so var dysturin avgjørdur við 3-1 málinum.

Eftir dystin valdi Bláa Byl-gjan Ndende Adama Guéye til dagsins leikara fram-manfyri Jóhan Jacobsen og Álv Christiansen.

Ikki klárir frá fyrsta bríksliEin trupulleiki hjá KÍ í ár hevur í fleiri dystum verið, at liðið spælir ov illa í fyr-ra hálvleiki og leikararnir ikki eru klárir frá fyrsta bríksli. Leikararnir tykjast ikki koma heilt upp í leik-

ferð og fokus fyrr enn helv-tin av dystinum er farin. KÍ skoraði beinanvegin móti B36, men annars var KÍ spælið í fyrra hálvleiki lítið at reypa av. Tað gav B36 møguleikan at leggja seg á odda. Tað gjørdi, at B36 kundi spæla sera verjukent í seinna hálvleiki og gera tað trupult fyri KÍ.

Fara ikki eftir næsta málinumKÍ skoraði beinanvegin,

men gjørdi ov lítið fyri at fara eftir næsta málinum, tá pláss og møguleikar vóru fyri hesum. Hetta hevur ve-rið ein gjøgnumgangandi trupulleiki í ár burtursæð frá fyrsta dystinum móti ÍF. Móti NSÍ kostaði tað sigurin, og tað gjørdi tað kanska eisini móti B36, meðan tað móti Skála ikki kostaði.

Mangla vinnara mentalitet

Síðani KÍ kom upp aftur í bestu deildina í 2011, so hevur liðið verið eitt frískt íkast til bestu deildina, har vit fyri tað mesta hava sæð eitt lokalt lið við einstøkum leikarum uttanífrá. Tað he-vur eisini sæð gott út við spæli og úrslitum til tíðir. Men liðið manglar at avri-ka í stóru dystunum. Liðið hevur nærum ikki vunnið nakran dyst móti einum topp 3 liði, og tað er ikki gott nokk. Liðnum tykist mangla tað síðsta, tá nógv stendur uppá spæl. Hóast fleiri leikarar hava stór úrs-lit at vísa á, so er tað í stóran mun í øðrum feløgum.

Profilar avrika ikki optimaltEin annar trupulleiki hjá KÍ er, um vit t.d. samanbera við B36 og HB, at profilar-nir ikki avrika eins og hjá hesum liðunum. At Páll A. Klettskarð hevur havt drúg-van skaða og helst tí ikki er komin í form enn, hevur sera stóran týdning fyri KÍ. Tí bara í tveimum dystum hevur KÍ skorað meir enn 1 mál í ár. Tað sama kann sigast um Atla Danielsen

á miðvøllinum. Hann he-vur fyrr víst landsliðsstøði, men tað hava vit einki sæð til í ár.

Marginalar ikki viðTil seinast mugu vit ikki gloyma marginalarnir, sum eitt topplið eisini skal hava. Teir vóru við KÍ móti Víkingi fyrr í ár, men vóru ímóti, tá KÍ spældi móti NSÍ og nú B36. Móti NSÍ dømir dómarin umkast móti KÍ í seinasta minutti-num, nakað sum video upp-tøkur vísa er ivasamt. Hetta førdi til útjavnandi NSÍ málið, sum eisini var hep-pið við mátanum, sum tað kom uppá. Og móti B36 átti KÍ sólarklárt brotsspark í 79. minutti. Nakað sum dómarin, Eiler Rasmussen, eisini staðfesti á nordlysid.fo dagin eftir og alt rós til hann fyri tað.

Um eina góða viku vitjar hitt oddaliðið HB í Klaks-vík og tá fáa vit at síggja, um KÍ lærdi av hesum dy-stinum.

HVAT GEKK GALIÐHJÁ KÍ MÓTI B36?

Page 6: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 20146

Útlendsk arbeiðsmegi einasta boðiðSamgongan hevur samtykt at loyva byggivinnuni at innflyta handverkarar, nú virksemi í vinnuni er vak-sandi. Sum gongdin er á okkara arbeiðsmarknaði, har handverkarar í stórum talið arbeiða uttanlands, er sjálvandi neyðugt at taka stig, so tørvurin á arbeiðs-megi her heima kann nøk-tast. Tann lættasta loysnin, er at loyva útlendskari ar-beiðsmegi at koma til Før-oyar.

Samgongan hevur, síðan hon tók við í 2011, sitið á hondunum meðan okkara faklærda arbeiðsmegi er fa-rin av landinum. Tað er sera skilligt at handverkarar, heldur enn at ganga hond í lumma fara har, ið arbeiðið er. Vit eru heppin at eiga so dugnaliga arbeiðsmegi, ið er eftirspurd eisini úti í heimi. Ein viðvirkandi orsøk til arbeiðsloysi innan byggivinnuna, seinnu ári-ni, hevur uttan iva verið, at almennu byggiverkætlani-nar eru fleiri ár seinkaðar. Nú eru nógvar verkætlanir klárar at fara í gongd sam-stundis og er hetta orsøk til fløskuhálsin. Ì staðin fyri, at almenna byggiarbeiðið

var meira javnt yvir ár.

Politiski myndugleikin má taka stigSamgongan hevur nú í sløk 3 ár tosað, um at útvega lærupláss men onki er hent. Tað kann ikki koma óvart á politiska myndugleikan, at trot verður á faklærdari ar-

beiðsmegi, tá ið sami myn-dugleiki samtykkir at fara í holt við fleiri stórar byggi-verkætlanir samstundis.

Andstøðan hevur áhaldandi víst á trupullei-karnar, ið fara at koma, og hevur lagt fleiri uppskot fram, ið kundu verið ein partur av loysnini at nøkta

tørvin á faklærdari arbeiðs-megi. Samgongan hevur felt tey øll, sum eitt.

Brúka okkaraegna tøka fólkFakfeløgini hava gjørt vart við, at tað eru 1000 arbeiðsleys, umframt eini 300 ið eru dottin burtur

úr ALS. Ein stórur partur av teim arbeiðsleysu eru ófaklærd, ið ikki tykjast at sleppa úr ALS skipanini tí onki arbeiðið er til tey. Her átti politiski myndugleikin, fyri langari tíð síðan at hava tikið stig, so hesin parturin av arbeiðsmegini fekk ein møguleika, nú byggivirk-semi økist. Til dømis kun-du hesi fólk fingið tilboð um eina styttri upplæring so tey høvdu møguleika at bjóða seg fram á arbeiðs-marknaðinum.

Innflyta handverkararog hvat soLoyvið at innflyta faklær-da arbeiðsmegi fatar um ES borgarar. Hesir skulu hava tryggja minst 30 tímar arbeiðsviku og føroyska løn. Í okkara grannalon-dum er sosial dumping ein ovurhonds stórur trupul-leiki. Vit hava sæð dømir um, at hóast arbeiðarin, á pappírinum, er tryggjaður sáttmálaløn og trygging í samband við vanlukkur og sjúkur, so er hetta als ikki veruleiki. Orsaka av at teir millummenn, ið útvega hesa arbeiðsmegi, fara av-stað við peninginum. Vit

hava eisini sæð dømir um, at útlendska arbeiðsme-gin er undirlønt og verður brúkt til at trýsta lønina hjá lokalu arbeiðsmegini niður. Hava vit nakra trygd fyri at tílíkt ikki hendur hjá okkum ? Sosial dum-ping er, tíverri, ein altjóða trupulleiki, tí kann ein seta spurningin um vit sleppa undan trupulleikanum her hjá okkum.

Vit eiga at berjast ímóti sosialari dumping bæði á sjógvi og landi

Javnaðarflokkurin hevur varpa ljós á sosiala dum-ping á sjónum og víst á loysnir, ið kunnu steðga hesum. Hesar loysnir eru feldar í tinginum, ikki min-ni enn 3 ferðir. Onki sæst til, at samgongan vil seta aðrar loysnir í staðin. Nú vit eisini fara at innflyta arbeiðsmegi á landið, er spurningurin ikki minni aktuellur og tí eiga átøk at verða sett í verk, ið hava til endamáls at basa hesum trupulleika.

Eyðgunn Samuelsentingkvinna

Í samgonguskjalinum stendur at útlendingamál skulu yvirtakast, men ein útgreining sum landstýrið hevur umbiðið frá Profes-sor, dr.jur. Jens Hartig Da-nielsen, sum er lektari við lærda háskúlan í Aalborg og som er serfrøðingur á økinum, ger millum annað greitt, at ikki ber til at skil-

ja sundur yvirtøku av útlen-dingamálum og yvirtøku av marknaðareftirlitinum, og um Føroyar yvirtaka útlendingamálið uttan aat fáa eina avtalu við Schen-gen, so vilja føroyingar, sum ferðast til norðurlond, koma undir hert eftirlit. Tí er neyðugt hjá lands-stýrinum at samskifta við

Schengen myndugleikan í Brúsell og sera trupult he-vur verið hjá føroyskum embætisfólkum at komið á tal við embætisverkið í Brúsell síðani ES setti til-tøk í verk móti Føroyum, sigur Rúni Joensen, ráðgevi í Vinnumálaráðnum

Uppritið sum danski pro-fessarin, ið er púra óheftur av donsku stjórnini, hevur gjørt fyri Vinnumálaráðið, hevur vakt ans hjá norskum og íslendskum embætis-fólkum sum vit eisini hava samskift við í samband við ætlanirnar hjá lands-stýrinum at yvirtaka útlen-dingamál.

Serliga vekir tað ans at professarin staðfestir at norðurlendska pass sam-starvið í veruleikanum ikki er til meira, tí øll norðan-londini hava hvør í sínum lagið bundið seg til schen-gen samstarvið og hava tí eisini bundið seg til at hava hert eftirlit við borgarum og fluttningi úr londum sum ikki hava avtalu við schen-

gen og sum tí verða roknað sum triðjalands borgarar.

Íslendsku embætisfólkini vit samskifta við eru samd við niðurstøðuni hjá danska professaranum og hendan niðurstøðan høvdu donsku embætisfólkini í uttanríkis-ráðnum heldur ikki roknað við so tí var hetta nýtt fyri teimum.

Ein niðurstøða er, at tað ber ikki til at skilja út-lendingamál frá málinum um eftirlit við marknaðar-liðunum. Um føroyskir myndugleikar einsamal-lir skullu góðkenna eina umsókn um arbeiðs- og uppihaldsloyvið í Føroyum er neyðugt hjá Føroyskum myndugleikum at sleppa inn á serligu telduskrán-na sum schengenlondini brúka, tí tá útlendingurin hevur fingið innferðar- og uppihaldsloyvi í Føroyum hevur hann eins og aðrir føroyskir borgarar rætt til at ferðast til onnur schen-genlond.

Tí er neyðugt at føroys-

kir myndugleikar aftaná yvirtøkuna av málsøkinum verða góðkendir sum eitt tilknítt schengenøkið.

Við ørðum orðum ; yvir-taka vit ábyrgd av útlen-dingamálum- og eftirlit við marknaðarliðunum uttan fyrst at hava eina avtalu við shengenlondini, so verða allir føroyingar roknaðir sum triðjalandsborgarar og Danmark, Ísland, Grøn-land, Norra og hini norðan-londini eru tá bundin til eisini at rokna føroyingar sum triðjalandsborgarar og sum fylgja av hesum koma føroyingar undir hert eftir-lit.

Í dag verða føroyingar roknaðir sum shengen bor-garar tí Danmark hevur ábyrgd av útlendingamálum og marknaðareftirlitinum, og danska Schengen øki er víðka til eisini at fevna um Føroyar..

Ber væl til at yvirtakaRúni Joensen sigur at tað er sum sagt einki til hindurs

fyri at føroyingar yvirtaka baði útlendingamál og ef-tirlit við marknaðarliðu-num, sjálvt um vit ikki eru fullveldi og um Føroyar verða fullveldi. Í báðum førum vil tað verða ein fy-rimunur við eini avtalu við schengen. Og hetta krevur tíð og nógv arbeiði .

Arbeiðið við at taka yvir málsøkið útlendingamál og marknaðeftirlit byrjaði í 2001. Arbeiðið hevur ligið stilt til tíðir.

Skal komast á mál við arbeiðinum, er neyðugt við breiðari politiskari semju um at málsøkið skal yvirt-akast, tí tað skal arbeiðast miðvíst yvir ár og tvørtur um samgongur, um vit sku-lu koma til eitt úrslit, sum er nøktandi fyri Føroyar.

Men í løtuni sær út til at støðan viðvíkjandi han-dilsbanninum hevur ávir-ka samskifti ella hugin hjá embætisfólkum í Brússel at samskifta við Føroyar.

Rúni Joensen: Viðurskif tini millum Føroyar og ES í løtuni ávirka arbeiði at yvirtaka ábyrgdina av útlendingamálunum

Page 7: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 2014 7

Á Sjómannadegnum 2013, sendið tá 3 ára gamla Jórun Skarðenni ein fløskupost avstað í Kalsoyarfirði. Nú um dagarnar kom svar heilt norðan úr artiska sirklinum í Noregi, har ein 34 ára gomul portugisisk kvinna fann fløskuna við brævi-num hjá Jórun. Portugisi-ska kvinnan Carolina sen-dir Jórun eitt forvitnisligt bræv á enskum, ið vit hava flutt til føroyskt niðanfyri – lesið spennandi søguna um fløskupostin hjá Jórun…

Góða Jórun,Eg eiti Carolina og eg eri ein 34 ára gomul portugi-sisk genta, sum dámar at

halda seg vera ein doku-mentar filmframleiðari og fotojournalistur.

Eg skrivi til tín, tí eg havi beint nú funnið brævið í fløskuni, sum tú tveitti í havið tætt við Klaksvík.

Fløskan ferðaðist ein rættu-liga langan tein, allan vegin inn í Artiska sirkulin.

Eg fann hana ímeðan eg ruddaði strondina í Stave, ein lítil bygd í Andøya, ein norsk oyggj í Vesterålen ar-

chipelago (Eg havi ferðast ígjøgnum Noreg teir sei-nastu tríggjar mánaðirnar og nú eri eg í arbeiðisfrítíð í einum búplássi 50 metrar frá artiska havinum).

Eg ruddi nógvar fløskur

burtur, men tín var tann ei-nasta, sum hevði eitt bræv innaní. Eg var ógvuliga ov-farin og eg gjørdist ógvuli-ga glað, tá eg las bræv títt.

Eg tók eina mynd av tí og eisini eitt video, fyri at tú kanst síggja hvussu her sær út, sum fløskan er fun-nin – hetta er ein sera vøkur strond, við vøkrum fjøllum runt um; Eg eri vís í, at tú vildi elska at verið her; Her eru nógvar ørnir og aðrir fuglar, sum eg ikki veit navnið á; eisini kópar, men eg havi ikki sæð nakran enn… og tú kundi spælt al-lan dagin, tí her verður on-gantíð myrkt :)

Eg sendi eisini eina mynd

av einum korti, her tú kanst síggja hvussu langt fløskan hevur ferðast.

Kordinatarnir, sum eg eri á eru hesir

Breidd 69.12.14Longd 55.51.45Sambart ghoogle maps,

so hevur fløskan ferðast 792.510 mil/1275.421 kilo-metrar/688.673 fjórðingar.

Eg vóni at tú einaferð fert at ferðast kring jørðina nógv meira enn fløskan hjá tær. Við skipi, flogfari, to-kum, bilum, súkklum og til gongu. Til øll lond á jørði-ni. At ferðast er tað besta :)

Alt tað besta til tínCarolina

JÓRUN FEK K SVA R ÚR A RTISK A Ø K INUMJórun Skarðenni

16. august í 2013, var Seth Nystrøm ein av dreingju-num, ið brúktu møguleikan at fara út á Kalsoyarfjørð at kasta ein fløskupost.

Hóast flestu helst vóna, at fløskuposturin einaferð verður svaraður, so mun-nu tey fægstu vænta nakað svar í veruleikanum. Men Seth Nystrøm hevur longu nú fingið svar.

Svarið kom úr Vikan í Hustad kommunu í Noregi, nakað norðanfyri Ålesund.

Jørgen Solheim úr Vikan sigur, at hann hevur funnið fløskupostin frá Seth á Sjó-mannadegnum.

Ffløskuposturin bleiv

funnin 27. Apríl í ár í vi-kan, Fræna kommunu.

Jørgen Solheim gevur upp koordinararnar 62.56,4

N og 06.59,4 E.

FL Ø SKUPOSTURIN HJÁ SE TH N YSTR Ø M

Page 8: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 20148

FRIGG: Emil Biskopstø er sera væl nøg-dur við Frigg-festivalin. – At merkja føroyskt huglag saman við før-oyingum í Keyp-mannahavn, er ikki at forsmáa, sigur Emil.

Danial Viðoy

Emil Biskopstø er lesandi í Keypmannahavn. Hann var á Frigg og er væl nøgdur við tiltakið.

Eitt minni ’format’ av SummarFestivalinumVit spurdu hann hvat ho-num dámdi Frigg.

- Fyri tað fyrsta var hann

sera góður. Góður, tí mø-guleiki var at møta føroy-ingum og góður, tí møgu-leikin samstundis eisini var at hoyra føroyskan tónleik, sigur Emil. Hann leggur eisini afturat, at íslendsku, grønlendsku og donsku tónleikanøvnini vóru góð.

- Ja, hetta var eitt minni format av einum góðum SummarFestivali, sigur Emil Biskopstø, sum um-framt at búgva í Keyp-mannahavn, er ein klaks-víkingur við einum nokkso stórum K.

Heimligt- Huglagið ella stem-ningurin á festivalinum bar brá av heimleika, fortelur Emil víðari.

- Tí her fylgdist eg við vi-num og kenningum úr Før-oyum og øðrum føroyskum lesandi, sum eg eisini van-

liga síggi á festivalinum heima á klettunum. Hetta, kryddað við góðum norður-lendskum tónleiki, gjørdi sítt til, at Frigg-festivalurin fekk ein heimligan dám.

- Tað er ein framíhjáræt-tur at sleppa at uppliva hetta í Keypmannahavn, leggur

ein nøgdur Emil afturat.Emil vónar at Frigg

verður endurtikin komandi ár.

- Eitt heimligt upplivilsi í Keypmannahavn

Page 9: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 2014 9

FRIGG: Fyrsti Frigg-festivalurin er av á hesum sinni. Samanu-mtikið eydnaðist festivalurin væl. Vit kundu kanska ynskt okkum enn betri veður, sin-dur fleiri og meiri ymisk fólk. – Men tað hetta er heilt víst eitt tiltak, ið skal endurtakast og byggjast víða-ri uppá. – Tiltakið kann eisini lokka útisetar heim.

Danial Viðoy

Norðlýsið hevur sum fræ-gast roynt at fylgt festi-valinum. Tað hevur verið hugaligt. Tað er altíð hu-galigt at møta fryntligum fólki, mínum føroyska fólki og mínum norðurlendsku frændum.

Gott ljóð og góður tónle-ikur og gott fólkLjóðið til allar konsertir-nar var avbera gott. Tað bar veruliga brá av professiona-

lismu. Tað var ein góð samanse-

ting av tónleiki. Eitt av hæd-darpunktinum fyri undirri-taða var Rasmus Lyberth. Tað var ikki nakað, hesin hevði væntað sær nakað av. Men gestirnir vóru blástir um koll av hansara lættliga lyndi og glaða tónleiki.

Byrta gjørdi tað eisini aftur. Ein væl og fínpussað konsert við góðum ljóði. –

Og Medina hevði eina av sínum frægastu konsertum. Ein væl uppløgd sangarin-na.

Tað er eingin loyna, at føroyingar vóru best um-boðaðir millum gestirnar. Tað er eingin skaði, men eftirsum tað er ein norður-lendskur festivalur, kundi umboðanin verði eitt sin-dur javnari býtt. Men hetta sigur eisini, hvussu góðir

føroyingar eru til, at møta upp og at styðja upp undir nýggj ’føroysk’ tiltøk.

Lokkar útisetar heim?Tað vóru nógvir sera forvi-tinisligir básar á Frigg-fe-stivalinum. Tórshavnar kommuna, Húsa kommuna, Bank Nordik og aðrir blíðir føroyskir básar. – Básarnir vístu á, at í Føroyum er livi-ligt og í Føroyum ber eisini

til at búgva, og hóast at ar-beiða uttanlands.

Norðlýsið kom í prát við Olgu Biskopstø, sum húsaðist inni í básinum hjá Húsa Kommunu. Hon um-boðar útoyggjafelagið.

- Tað er einki, sum forðar føroyingum at búgva í Før-oyum, ella á útoyggj í Før-oyum. Tøknin er so góð; og møguleikarnir at fáa frið og íblástur til arbeiðið á

útoyggj eru fantastiskir, si-gur Olga Biskopstø.

Ein ítøkilig gerð – tí má Frigg endurtakastPolitikkarar royna og roy-na, snakka og snakka um, hvussu vit kunnu fáa úti-setarnar heim aftur eftir loknan lesnað. Tað er eitt trupult mál at loysa, og tað eru ongantíð øll, ið verða nøgd við úrskurðin hjá po-

FRIGG ER MEIRA ENN BARA TÓNLEIKUR

Page 10: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 201410

litikkarunum í Føroyum. – Men slík tiltøk sum Frigg kunnu elva til heimlongsul og gera hugin at koma hei-maftur enn størri.

Tað vóru fleiri básar á fe-stivalinum, ið vístu á allar teir endaleysu møguleikar-nar, ið finnast í Føroyum. Bara eitt so íøkiligt, sum ein góður smakkur frá Húsa-suppuni, Húsakaf-finum og Rabarbudrykki-num, vísti á, at tað bert er hugflogið, ið setur markið.

At síggja ítøkiligar fyri-myndir, ið veruliga gera sítt til, at gera tað spennandi í Føroyum, ávirkar ein og hvønn. Og at hoyra allar teir góðu tónleikabólkarnar úr Føroyum, ávirkar eisini tann einstaka, at venda tan-kunum heim í móti klettu-num.

Rós til fyrireikararnar her-frá við vón um endurtøku komandi ár; tí Frigg má en-durtakast.

Page 11: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 2014 11

Page 12: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 201412

BESTI APRÍLMÁNAÐI Í 10 ÁRVit eru farnir at rigga av og leggja um til snellu, sigur Eyðólvur Vang. Ikki tí, fýra teir seinastu túrarnir vóru bara brúkiligir 7.000 pund, 7.000 pund, knapt 6.000 og góð 6.000. Men prísurin skramblaði bara niður, so vit valdu bara at gevst og fara undir at rigga okkum til íslandstúrarnar við Snel-lu.

Um várið er bara at siga, at tað hevur verið so nógv betur enn várið í fjørð. Eg haldi eg kann siga, at hetta er fyrsta árið síðani 2003 at vit hava fingið fisk so langt út á várið, sum í ár. Í heili 10 ár hava vit at kalla ikki fingið fisk í apríl. Tað var framvegis fiskur at fáa nú

vit góvust fyrst í mei, men, sum sagt, prísurin skram-blaði bara niður.

Tað hevur ikki gingið so væl við toskaprísinum í vár, men hýsan hevur bjargað okkum ein góðan miðalprís og eg rokni við at flestu útróðrarbátarnir siga tað sama, at tað er hýsan, ið hevur bjargað okkum vári-num.

Annars eru vit við at flyta úr skúrinum, sum vit hava hildið til í. Kommunan vil sleppa at ríva skúrin hjá okkum niður. Vit eiga ein annan á Stongunum, og har fara vit at halda til framy-vir. Tað er eisini flyting, sum vit fáast við í løtuni.

Nei, fiskiskapurin hevur ikki verið góður hendan túrin. - Tað segði skiparin á snellubátinum Havsbrún fyri løtu síðani (mikukvøl-dið 14. mai) tá vit tosaðu hann um telefonina.

Vit hava verið eystan-fyri og hava roynt í tríg-gjar dagar og hava 9.000 pund av upsa. Eg veit ikki, streymurin hevur verið sera harður, og nú bleiv bara il-lveður, so vit valdu at fara

inn. Ein rættuliga hørð my-sing stendur eisini fyri.

Tað er ringur sjógvur ak-kurat í løtuni nú vit sigla, segði Óli Olsen at enda.

NEI, SPY R MEG IK K I, SEGÐIM AGNUS JOH A NSEN Á K A RL A M AGNUSKarlamagnus, sum eisini roynir við snellu eftir upsa, kom á Klaksvík ímorgun (mikudagin 14. mai). Tá vit ringdu til skiparan, magnus Johansen, merktist at har var lagið ikki av tí allarbe-sta. -Ájøsus, er tað tú, spyr meg ikki.

Vit hava verið úti í fýra dagar, og hava 4.500 pund inni. Fyrst vóru vit á Baily, men tað gav onki, so fóru vit á Føroya Banka, men har vóru trolarar í bæði borð, so har bleiv heldur onki burturúr, fóru so á Munkagrunnin har hava

vit hespast í gjár og fingu eini 3.500 pund, tað var alt. Nei, higartil hevur várið ikki roynst okkum, sigur Magnus Johansen, skipari at enda.

NEI, FISK ISK A PURIN HE V UR IK K I V ERIÐ GÓÐUR HENDA N TÚRIN

Page 13: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 2014 13

Page 14: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 201414

Her á fold skjótt lívið út man rennahvør kann siga góð man vera tíð hvør kann tal á lívsins døgum kennabrátt sítt síðsta slag tín klokka slær.

Fari at royna at skriva nøkur fá min-ningarorð um teg, góða Mása.

Deyðin er hin síðsti fíggindi er sagt, og so er, hesaferð óvæntað, tú hevði ve-rið sjúk leingi, so nú væntað vit, tú skuldi bliva betri, men so var ikki, lívið var slut.

Jógvan sat hjá tær, stillisliga og róliga slapp tú, hvat kann vera betri.

Eg vil nú fara nøkur ár aftur, tá vit ordi-liga komu at kennast. Mása var í handli-num á “Stongum”, tær prátaðu við meg, hvar eg nú hevði verið, eg svaraði í Ár-nafirði. Mása segði, at hon forstóð seg ikki uppá, hvat har var. Jú, beiggi hen-nara Torleif var har, og hann bleiv seinni maður mín.

Ja, gott at eiga góð minnir. Vit eru ko-min nógv inn á gátt í tykkara heimi, blíð og hjartalig bæði tvey. Ójavnt sum fólk duga at práta saman, vit báðar vóru ofta samdar í okkara práti. Og tú fór ongantíð út aftur við ongum, skuldi altíð geva mær okkurt, eisini stendur skriva: Gud el-skar glaðan gevara. Deyðin kemur altíð

óvantað, halda vit, men gott at sleppa so stillisliga heim til hin Harra Jesus, Hann sum elskar okkum øll við einum ævigum kærleika.

Góða Mása, tú verður saknað nógv, tí tú fylti so nógv, men vit unna tær hvíldina heima í hinum ævigu búðstøðum. Tú sá ikki so gott og tú kláraði teg so dánt, tí vart tú ikki so nógv úti, men var inni, tú bant nógv, so mangur ein hevur fingið eitt hosupar. At koma inn til Jógvan og Másu vóru ríkar stundir. Jógvan sæt við org-li og Mása kundi syngja, tað vóru ríkar stundir, hjartalag og blíðskapur eru góðir fylgisveinar í hesum lívi, og tað vil Gud kennast við. Bústaður er hin ævigi Gud, og her niðri hinir ævigu armar. Mátti he-sir armar borið tykkum í døgunum, sum koma, Jógvan, Maria, Eileen, Gerhard, Elfin, svigerbørn og barnabørn.

Takk og Gud at tú frelsti megtakk at blóð títt rann fyri megtakk at Harran Jesus tú gavtakk fyri náðirnar djúpa hav.

Heilsan frá okkum øllumTorleif og Nicolina

Minningarorð um Thomasiu Tróndheim Klaksvík

Hesaferð er myndin av Fagrabergi, FD 1210, sum Sp/f Framherji er ánari av. Fagraberg er fyrrtverandi Krúnborg, sum er bygd í 1999, skipið er nótaskip og tro-lari og hevur vanliga eina manning upp á 24 longdin er 82,05 metrar og breiddin 14 metrar. Makinan, ið hevur 7510 hestakreftir, gevur skipinum eina ferð uppá 16 fjórðingar um tíman.

Um onkur hevur hug á tekningunum hjá Jógvani, so er at seta seg í samband við hann á tlf. 595217.

JÓGVAN HÁFJALL TEKNAR

Page 15: Nordlysid nr 17 2014

NORÐLÝSIÐ NR. 17 HÓSDAGIN 15. MAI 2014 15

Fleiri hava gjørt vart við, til Norðlýsið, at tey hava sæð hendan løgna fuglin.

Tað er nú ikki so løgið, tí hendan stóra dunnan, við toppi á høvdinum, er sera stygg og heldur nógv til saman við æðunum.

Tað er helst liturin, top-purin og kanska ikki minst støddin, ið ørðkymlar. Men hetta er altso ein tamdunna, sum onkur eigur ella hevur átt. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa uppspurt hvat slag av dunnu hetta er - eitt uppskot er tó kejserdunna, sum er ein stór dunna, men hetta er bert git frá okkara síðu. Um onkur hevur nærri vitan um dunnuna, so hevði verið áhugavert at frætt, tí tey eru mong, ið hava gjørt vart við seg um dunnuna.

EIN L ØGIN FREMMANDURFUGLUR ER TAÐ IKKI

Page 16: Nordlysid nr 17 2014

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]

Tann 21. Juni frá kl. 10:00 til 18:00 verður ein tvørkir-kjuligur sunnudagsskúlafe-stivalur fyriskipaður í øki-num kring fólkaskúlarnar í Klaksvík. Ágóðin av tilta-kinum fer óskert til at men-na sunnudagsskúlaarbeiði í Føroym, umframt at stuðla Sat7Kids verkætlanini, sum sendur kristligt barnasjón-varp í miðeystri

Fyriskipararnir høvdu sett Norðlýsinum, Miðlahú-sinum og borgarstjóranum stevnu í morgun á Cafe Fríða har Finn Jóhannesen greiddi frá nýggja festiva-linum.

Talan er um ein sunnu-dagsskúlafestival har fa-miljan er saman og vit hava í hesum sambandi samband við allar kirkjur og sam-komur og vit hava longu frætt at sunnudagsskúlaút-fluktin hjá onkrum sam-komum verður til klaks-víkar á Summargleði.

Vit ynskja at skapa eina positiva uppliving fyri fa-miljuna, børn og vaksin

. Vit verða ikki kappingar-

neytar hjá Summarfesti-valinum, Norðoyastevnuni ella Sjómannadegnum men hava egið konsept har æt-lanin er at tiltakið verður á hvørjum árið, sigur Finn Jóhannesen.

- Vit satsa nógv uppá at veðrið verður gott tí ætla-nin er at øll tiltøkini verða uttandurða, men vit hava eisini hallirnar til at taka um tað ikki letur seg gera.

Fyriskiparar eru Finn Jóhannessen, Sólgerð Joen-sen, Mathilda Jóhannessen, Dagny Miðskarð, Jóhanna Ø.Jacobsen, Jóhanna Chris-riansen, Óli Marner Chri-stiansen, Elin Danielsen og Eyðbjørn Jacobsen og ikki kann annað sigast en at skráin er sera áhugaverd við spølum , framførslum og ymiskum aktivitetum:

Skrúðgonga og Jógvan Skorheim setur festivalin!

Sang og dansur við bør-num úr Sørvági!

Maria á Lakjuni!Stórleikur um Nóa!Barnakórið í Oasuni!Vanja & Laila Carlsen

við familju syngja góðar gamlar barnasangir!

Endabrestur við klovnu-num Bubu og Baloney!

Djóragarður!Balónkast!Klovnavitjan!Andlitsmáling!Føroyskbarnaspøl, hoppa

band, togtogan, hoppa ela-stik, hularingar o.a!

Ymisk dansispøl!Hoppiborgir!Mánabilar!Smár fótbóltskappingar!Bamsirnar Mega og Cool

vitja!MC-felagið vísir mo-

torsúklur fram!Sølubúðir við góðum

tilfari til familjuna og ymiskum SUMMARgleði tingum!

“SUMMARGLEÐI”EIN N ÝGGJUR FESTI VA LUR Í K L A KSV ÍK