20
9 772245 065007 NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013 / 62. ÁRGANGUR / KR 30,00 VERKSTAÐURIN Á BREKKU 25 ÁR Í blaðnum ídag viðgerð Danjal Viðoy, ið í løtuni er í Danmark á læraraskúla júst hesi viðurskifti í danska samfelagnum, og samstundis hugleiðir hann nakað um viðurskiftini eystan Múlan. PRIVATIR ELLA KOM- MUNALIR SKÚLAR KÍ VANN 4 STEYPA KAPPINGAR TIPPING: KÍ SENDUR TB NIÐUR Í 1.DEILD GUÐLAUGSSON: EG SÍGGI ONGA FRAMGONGD HJÁ KÍ Síða 4-7 Síða 19 Síða 15 Síða 9 Síða 10-11

Nordlysid nr 29 2013

Embed Size (px)

DESCRIPTION

Norðlýsið blað nr 29 Hósdagin 29. august 2013

Citation preview

Page 1: Nordlysid nr 29 2013

9 7 7 2 2 4 5 0 6 5 0 0 7

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013/ 62. ÁRGANGUR / KR 30,00

VERKSTAÐURINÁ BREKKU 25 ÁR

Í blaðnum ídag viðgerð Danjal Viðoy, ið í løtuni er í Danmark á læraraskúla júst hesi viðurskifti í danskasamfelagnum, og samstundis hugleiðir hann nakað um viðurskiftini eystan Múlan.

PRIVATIR ELL A KOM-MUNALIR SKÚL ARK Í VA NN 4 S T E Y PA K A PPING A R

T IPPING: K Í SENDUR T B NIÐUR Í 1 .DEILDGU ÐL AUGSSON: EG SÍGGI ONG A FR A MGONGD HJ Á K Í

S í ð a4 -7

S í ð a19

S í ð a1 5

S í ð a9

S í ð a

1 0 -11

Page 2: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 20132

Lisitatión var á Landsver-ki í dag klokkan 14, tá til-boðini um at byggja 12 og 16 vardar íbúðir í ávikavist Runavík og Klaksvík vórðu latin upp.

Talan er um tvær ver-kætlanir, ið verða bygdar nøkunlunda samstundis, og sum fýra byggifyritøkur eru komnar við tilboðum uppá. Tó lat tann eina fyrit-økan bert inn tilboð til aðra verkætlanina.

Í báðum førum var tað Kanjon úr Klaksvík, sum

átti lægsta boð.

Landsverk fer nú at taka støðu til tilboðini, sum eru nakað hægri enn me-tingingin av verkætlanu-num, ið fyri Runavík er slakar 12,4 mió. kr. og fyri Klaksvík stívar 16,2 mió. kr.

Um verkætlanirnar verður sagt, at stórur tør-vur er á vardum bústøðum til fólk við skerdum før-leikum. Hetta hevur tann politiski myndugleikin

eisini ásannað. Tí hevur landstýriskvinnan í alman-namálum, Annika Olsen, tikið avgerð um at steðga við at keypa vanlig sethús og at umbyggja tey til sam-býlir, men heldur fara undir eina tilgongd at byggja nýg-gjar tíðarhóskandi bústaðir, sum eisini yvir tíð kunnu koma í staðin fyri nøkur av verandi sambýlum.

Kjartan Hansen (myndin), stjóri í Kanjon, sigur í stut-tari viðmerking, at tað pas-

sar fyritøkuni sera væl at fara undir hesar báðar ver-kætlanir nú, tí tvey stórar-beiði hjá Kanjon eru liðug innan tveir mánaðir. Talan er um nýtt samkomuhús til Bethesda og nýggjan byg-ning til Ellis- og Røktarhei-mið í Klaksvík.

Byggitíðin av vardu bú-støðunum í Runavík og Klaksvík er sett til 12 mánaðir.

90 ár29. august verður Elina Poulsen 90 ár.

Dagurin verður hildin saman við familjuni tann 30. august í KFUM í Klaksvík.

BrúdleypLeygardagin 7. september giftast

Elin V. Stampe og Petur Hans Niclasen, Klaksvík.

Vígslan verður í Christianskirkjuni kl. 13.00.Vælkomst verður á Nýggjaveg nr. 8 frá kl 15.00

Øll eru hjartaliga vælkomin.

L E I Ð A R I N

Ein leður sovisofa til søluSofan er sum nýggj.

Litur: BeigeNýprísur 12.000 kr. til sølu fyri 6000 kr.

Tel. 215172

Fólkaskúlin hevur natúrliga verið kjakevnið í hei-mum, har børn hava búleikast, ið vóru undir skipa-nini um 7 ára skúlagongd, sum seinni var longd.

Vit vilja øll børnum okkara tað besta og tí hava vit sjálvandi eitt vakið eyga við skúlanum, sum vit lata børn okkara upp í hendirnar á ein stóran part av degnum.

Fyri árum síðani var nógv kjakast í Klaksvík um frískúla og privatskúla. Tað sýnist sum um at hetta kjak er dovnað burtur og at foreldur í størri mun enn tá, sum heild eru nøgd við skipanina við almen-num kommunuskúlum.

Aðrastaðni hevur tó verið gróðrarbotnur fyri pri-vatskúlum. Nonnuskúlan kendu tey flestu og hesin skúlin hevði í hvussu so er í eina tíð eitt sera gott umdømi og tað segðist at næmingar, sum komu úr tí skúlanum vóru væl fyri til víðari lestur.

Síðani hava vit fingið ein privatskúla á Velbastað og ein í Skálabotni.

Hvussu tað gongst hesum seinastu báðum at fáa næmingar vita vit ikki, men tað hevur ljóðað at tað hevur gingið trupult hjá nonnuskúlanum at fáa nýggjar næmingar inn.

Hví so er, er ilt at siga nakað um, men tað er ein veruleiki, at tað kostar foreldrum skúlapening at hava børnini gangandi í privatskúlum, so peninga-ligu viðurskiftini hjá fólki kunnu gera seg galdandi her.

At kjakið um privatskúlar nærum er tagnað í Norðoyggjum kemst kanska av at vit hava fingið ein nýggjan Ósáskúla og ein umvældan Ziskatrøðskúla.

Kommunuskúlin her hevu helst dugað at gjørt broytingar til tað betra seinnu árini soleiðis at forel-dur væl kunnu liva við umstøðunum, sum kommu-nalu skúlarnir kunnu bjóða børnunum.

Í blaðnum ídag viðgerð Danjal Viðoy, ið í løtuni er í Danmark á læraraskúla júst hesi viðurskifti í danska samfelagnum, og samstundis hugleiðir hann nakað um viðurskiftini eystan Múlan.

Her í Norðoyggjum bendir onki á at longsil er ef-tir at seta á stovn privatskúlar. Tá vit spurdu okkum fyri hjá øðrum skúlastjóranum í Klaksvík, vitsti hesin ikki um nakran næming higani, ið hevði melda seg á frískúla – ber tað boð um at foreldur eru nøgd við okkara skúlar? – Tað kundi sæð so út.

Privatir ella kommunalir skúlar

K A NJON L ÆGSTU TILBOÐ AT BYGGJA VA RDA R ÍBÚÐIRLISITATIÓN: Tað komu inn tilboð frá fýra byggifyritøkum til bygging av var-dum íbúðum í Runavík og Klaksvík. Í báðum førum átti Kanjon lægsta boð.

TøkkHjartaliga takki eg øllum tykkum ið gjørdu mær

85ára føðingardagin 4. juli hugnaligan.Harrin signi tykkum øll.

Kristina Østerø

Page 3: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013 3

Page 4: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 20134

Nógvir nýggir privatskúlar hava seinastu árini stungið seg upp í Danmørk. Nýggi kommunalreformurin og effektiviseringin í kom-mununum hevur ført nóg-var skúlasamanleggingar við sær.

Tendensurin heldur á í 2013 og 2014. Tað vísa tøl frá danska Undirví-singarmálaráðnum, sum enn ikki eru vorðin al-menn, men sum danska

Sunnudagsavísin hevur fingið innlit í.

26 privat- og frískúlar hava biðið Undirví-singarmálaráðið um, at sleppa at byrja við skúlaárs-byrjan, og 30 nýggir hava boðað frá, at teir helst verða klárir til næstu skúlaárs-byrjan. Við atliti til at sum-mir privatskúlar kunnu ge-vast í ár, og at nakrir skúlar ikki náa at lata upp, svarar hetta tó til, at tað eru kom-

nir 96 privatskúlar síðani kommunalreformurin kom í gildið í 2007.

Fólkaskúlin í trongum skóm- Tað er ein eyðsýndur ten-densur eftir kommunalre-formin, at fleiri og fleiri foreldur heldur velja at koy-ra børn síni í privatskúla, heldur enn í fólkaskúlan, sigur kommunalgranskarin Roger Buch.

- Fólkaskúlin verður skúgvaður til viks orsakað av privatskúlunum, sum fyri fyrstu ferð eru vak-sandi. Annars hevur talið á næmingum í privatskúlum í Danmark verið støðugt, men nú peikar tað beint up-peftir.

Roger Buch sammetir hesa støðuna við ein kom-munalreform í 1970, tá ið fleiri “protest-skúlar” stungu seg upp.

Næmingar streyma til privaskúlarnarHóast samlaða talið av næ-mingum í grundskúlanum er nógv fallandi orsakað av smáum árgangum, er talið í privatskúlunum vaksið við 10.000 næmingum; upp á bert fýra ár. Hetta svarar til, at 15% av grundskúlanæ-mingunum nú ganga í pri-vatskúlum.

- Vit eru sera tætt við

einum pínumarki, hel-dur Niels Egelund, sum er professari í pedagokikki á Aarhus Universitet.

- Tá ið ein so stórur partur eru privatskúlanæ-mingar, avmarkar tað margfeldið í skúlanum, tí tað koma at mangla nakrir av teimum næmingunum, har foreldrini virkin fylgja barnanna skúlagangi. Tað er líkt til at hesi foreldri-ni velja privatskúlan fram

Í Kommunala Landsfelag-num (KL) taka tey ikki flýggjanina úr fólkaskúla-num so tungt. Jane Findahl (SF) hevur góðar vónir til nýggja skúlareformin, sum kemur í gildið 1. august 2014.

- Nú skulu vit prógva, at størri skúlar geva næ-

mingunum betri fakliga vitan og betri trivnað. Við nýggja skúlareforminum fáa vit møguleikan at fo-kusera á læringina og triv-naðin hjá næminginum, ístaðin fyri fokus á tímatel-jing, sigur hon og fortelur víðari:

- Tað hendir sjálvandi

ikki yvir eina nátt. Vit eru fyri einari broytingartíð innan skúlaverkið. Men eg skilji væl at tað eru nøkur, sum velja privatskúlan, ella gera skúlan um til privat-skúla, nú teir lítlu skúlar-nar verða lagdir saman. Tað hava foreldrini sjálvsagt rætt til.

Men eru tit ikki bangin fyri, at tit taka luftina úr fólkaskúlanum í hesi longu broytingartíðini?

- Nei. Tey tiltøk, sum lig-gja í reforminum, og tann broytandi hátturin at ar-beiða upp á, er longu settur í verk á fleiri skúlum, og

tað riggar. Tað hoyra vit frá lærarum, næmingum og foreldrum. Hetta er ein mannagongd, sum skal breiða seg og spakuliga skal setast í verk í øllum kommununum, sigur Jane Findahl.

Kelda: Sunnudagsavísin

BØ RNINI FLÝGGJA ÚR FÓLK ASKÚL ANUMDanmark: Privatskúlarinir skara fram úr, vísa nýggj tøl. Tær mongu skúlasamanleggingarnar fáa foreldur at vraka fólkaskúlan.

Danial Viðoy

KL: STÓRIR SKÚL AR ERU BETRIStørri skúlar geva næmingunum fakliga hægri støðið og betri trivnað, halda tey í danska Kommunala Landsfelagnum.

Danial Viðoy

Tilvildarligar myndir av 1. floksnæmingum í Skúlanum við Ósánna

S K Ú L A S K I PA N I N T E M A

Page 5: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013 5

Fyri einum mánað síðani var tað bert ein tóm mørk við landavegin í lítla býnum Jersie í Midtjyllandi. Nú er ein fyribils skúli bygdur, sum eitur Jersie Privatskúli, og liggur hann eitt hanag-leiv við síðunar av lokala fólkaskúlanum.

Hesin lítli fólkaskúlin skal latast aftur, orsakað av skúlasamanleggingum. Hetta fekk eina rúgvu av foreldrum at arbeiða nátt og dag til tess at lata upp ein privatskúla. So stutt sum fyri eini viku síðani byr-jaði skúlagongdin. Á ein ella annan hátt harmar tað skúlaleiðaran Tone Høybye, at tað yvirhøvur er neyðugt at lata upp privatskúlaar í kjalarvørrinum av teimum

nógvu skúlasamanleg-gingunum.

Tað nærverandi hvørvur- Eg havi lagt 11 góð ár í fólkaskúlanum aftur um bak. Hetta var ein lang ve-itsla. Eg elski fólkaskúlan. Fyri flestu foreldrini, sum nú eiga næmingar í Jersie Privatskúla, var tað privat-skúlin ikki eitt val, men tað var fólkaskúlan, ið tey føldu seg noyddan at velja

frá. Orsøkin til frávalið var tann alt ov stóri skúlin, sum als ikki megnaði allar næ-mingarnar og hetta tóktist frástoytandi fyri børnini. Kommunalreformurin ger, at tað eru komnir nakrir nógv størri skúlar við eini sera tungari skipan, sigur fyrsti skúlaleiðarin í Jersie Privatskúla.

Hesin skúlin er meira við-komandi

Verður hugsað um hvussu ovurstórur og kaldur fólka-skúlin er við at gerast, gan-ga privatskúlarnir beint í móti hesum rákinum. Tony Høybye og foreldraráðið hava lagt alla orku í, at pri-vatskúlin skal gerast so við-komandi sum møguligt. 70 næmingar eru júst byrjaðir á hesum skúla. Hetta gevur møguleikan at hava slíka undirvísing, ið hon gjarna vildi, varð pláss fyri í fól-

kaskúlanum.- Í fólkaskúlanum er tað

vorðið so analytiskt og bókligt. Men tað eru eisini menniskju, sum læra betri í gjøgnum tónleik, summi við hondunum og onnur í gjøgnum tøl. Her hoppa vit m.a. band, tá ið vit ramsa týskar bendingar. Og børni-ni strála, og ikki minst læra av tí.Kelda: Sunnudagsavísin

- B Ø R N I N I S T Ó R T R Í V A S TSkúlaleiðarin Tone Høybye gavst í fólkaskúlanum til gagns fyri einum spildurnýggjum privatskúla.

Danial Viðoy

um fólkaskúlan, og tað er synd fyri fólkaskúlan, sigur Niels Egelund.

Foreldrini velja tann nærverandi skúlanTað eru nógvar orsøkir fyri at foreldrini velja pri-vatskúlan. Men í felagnum fyri danskar frískúlar meta

tey, at tað eru skúlasam-anleggingarnar, sum hava fingið foreldur yvir alt lan-dið at lata upp nýggjar pri-vatskúlar.

- Foreldrini bíta ikki á agnið um fyrimunirnar við stórum eindum, og ei hel-dur ynskja tey at flyta børn síni hálvan tíma hvønn ve-

gin við einum proppaðum bussi við nærum 1000 bør-num. Foreldrini vilja hava ein nærverandi lítla skúla, siga tey í felagnum fyri danskar frískúlar.

Undirvísingarmála-ráðharrin vil hækka fakliga støðið

Undirvísingarmálaráðhar-rin Christine Antorini (S) viðurkennir, at nøkur forel-dur hava havt fyri neyðini at velja privatskúlan. Men hon metir eisini at skúla-reformurin hjá stjórnini er eitt gott vápn upp á av-bjóðingina.

- Okkara mál er at styr-

kja fólkaskúlan, so at hann verður tað natúrliga fyrsta valið. Vit eru komin til sæt-tis um eina breiða politiska avtalu um okkara framtíðar fólkaskúla, har denturin verður lagdur á eitt fakliga hægri støðið, samstundis sum trivnaður verður settur í hásæti. Hetta skal vera við

til, at fólkaskúlin verður eitt enn meira lokkandi val, enn tað er í dag, endar hon við at siga.

Kelda: Sunnudagsavísin

Tilvildarligar myndir av 1. floksnæmingum í Skúlanum við Ósánna

F R A M H A L D Á N Æ S T U S Í Ð U

Page 6: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 20136

Innan føroyska skúlaver-kið seinnu árini eru onkrar broytingar framdar. Enn eru tær ikki heilt stórar. Flestu broytingarnar eru komnar í kjalarvørrinum av kommunusamanleg-gingum. Eitt nú samskipar Eystur-kommuna skúlaøkið og tykist tað at hildnast væl. Teir allarminstu bar-naskúlarnir doyggja so smátt út og næmingarnir koma inn á meginlandið til sína skúlagongd.

Føroyar eru nóg smáarUm ætlanin er at gera størri skúlaeindir, ja so eru Føro-yar nóg smáar í mun til flest onnur lond. Her hava vit ein fyrimun.

Taka vit til dømis Norðoyggjar. Av Viðareiði til Klaksvíkar eru tjúgu minuttir, gongur tað væl so eitt korter. Ein skúli liggur á Viðareiði, ein á Fossanesi

í Hvannasunds Kommu-nu, ein í Kunoy og so tve-ir stórir skúlar í Klaksvík. Fyri fyrst lata vit skúlarnar í Klaksvík fáa frið.

Eitt framtíðar alternativ er ein skúli fyri Viðareiðis Kommunu og Hvannasunds Kommunu. Hetta kann bert førast út í lívið, um farle-iðin millum Norðdepil og Viðareiði gerst trygg. Tun-nilin er á veg, sigst. Skúl-aflokkarnir gerast við hesi broyting størri og har við vælmøguleikarnir fleiri.

Til felags fyri báðar skúlarnar er, at báðir eru nýliga útbygdir og hava pláss fyri fleiri næmingum. Reint fíggjarligt ber ikki til at gera ein stóran skúla beint nú. Tað megna kom-munurnar ikki. Nei, tað verður ikki ein stórur skúli til hesar tríggjar bygdirnar.

Men eitt kommunalt samstarv, sum gevur bør-

nunum fleiri valmøguleikar av lærugreinum, burdi ikki

verið heilt av leið. Eitt slíkt samstarv burdi ikki skatt

tað nærverandi sambandi við næmingin, sum he-

sir báðir skúlarnir í løtuni megna at geva.

Aðrastaðni kring landið er heilt víst eisini pláss fyri samstarvi, tí tað verður on-gantíð tann langi biltúrurin/busstúrurin í Føroyum.

Lat fáa friðFøroyska skúlaverkið hevur sum nú er nógvar smáar skúlaeindir. Hygga vit eftir tendensinum í Danmark, so eru hesar smáu eindir-nar eitt gullnám hjá næ-minginum. Fleiri og fleiri næmingar rýma úr stórum skúlaeindum til gagns fyri eini minni og meiri nær-verandi skúlaeind. – Hetta hava vit longu í Føroyum. Spurningurin er so um vit bara skulu lata vera við at broyta nakað og heldur ver-ja og betra um tað, sum vit hava?

HVØ NN VEG SKULU FØ ROYINGAR FARA?Spurningurin er so tann, hvussu føroyski fólkaskúlin skal broytast, um hann skal tað. Skal man apa seg eftir einum donskum leisti, ella tora vit at finna upp á okkurt heilt annað.

Danial Viðoy

Tilvildarligar myndir av 1. floksnæmingum í Skúlanum við Ósánna

S K Ú L A S K I PA N I N T E M A F R A M H A L D

Page 7: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013 7

Tilvildarligar myndir av 1. floksnæmingum í Skúlanum við Ósánna

Tilvildarligar myndir av 1. floksnæmingum í Skúlanum við Ósánna

Page 8: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 20138

Í 2012 vóru 237 vígslur hildnar í Føroyum. Av øl-lum teimum vóru 170 í fól-kakirkjuni.

Ríkisumboðsmaðurin varð noyddur at skilja 6 hjúnarbond í 2012 við dómi.

72 skilsmissir vóru gjør-dar í samráði við bæði hetta sama árið. Í 59 av skilsmis-sunum var orsøkin, ja vit kunnu siga: kølnaður kær-

leiki. Í 11 av førunum var orsøkin ótrúskapur. 2 hjún-arbond vóru slitin orsakað av tveimum árum, uttan at hava sæð hvønnannan.

2012 er í mun til 2011 eitt vet betri. Tí í 2011 vóru 8 hjúnarbond slitin við dómi og 79 í samráði við bæði tvey. Hesaferð vóru 12 pør skild orsakað av ótrúskapi.

Eisini innan fyri giftu-na vóru føroyingar raskari

í 2012. Tí í 2011 vóru bert 206 vígslur í mun til 237 í fjør.

Skilsmissur gerast – tían-verri – fleiri og fleiri ár eftir ár, taka vit støðið í teimum seinastu 10-15 árunum. Í 2005 vóru til dømis 59 og í 2006 62 skilsmissur. Tað veksur spakuliga ár fyri ár.

Kelda: Ríkisumboðsmaðurin

Hagtøl: Føroyingar fáa alsamt meiri hug, at hugna sær hinu-megin hegnið. Hetta gongur sjálvsagt út yvir pør, og yvir skrásettar skilsmissur sæst ein vøkstur, tíanverri.

Danial Viðoy

PA RTN A RIN SPRINGUR V IÐ SÍÐUN A R AV

Page 9: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013 925Norðlýsið hitti Elin Noru Reines, starvsfólk á Varda Verkstaðnum til stutt prát.

Elin Nora Reines sigur, at ídag eru tey 6 starvsfólk á sjálvum verkstaðnum, men ein nýggj deild er fyri stut-tum komin afturat og har arbeiða 5 starvsfólk. So ídag eru íalt 40 brúkarar, sum meira og minni hava sína dagligu gongd á Ver-kstaðnum á Brekku.

Støðan ídag kann ikki sammetast við støðuna fyri 25 árum síðani, tá Jóhannes Ellingsgaard og Jórun Niclasen byrjaðu her sum starvsfólk við trimum brúkarum. Hetta er í 1988, árið eftir kom Jóru á Fløtti Jacobsen í starv á stovni-num, og hon er framvegis í starvið á verkstaðnum.

Uppá fyrispurning ok-kara um hvat fer at ganga fyri seg á móttøkudegnum 5. September, t.e. hósdagin

í komandi viku, sigur Elin Nora Reines, at tey hava

fingið Niels Paula Dani-elsen, fyrrverandi lands-

stýrismann at siga nøkur orð um stovnin.

Tað var Niels Pauli Dani-elsen, ið setti Verkstaðin á

Brekku á stovn í síni tíð sum landsstýrismaður. Ha-rafturat fara onnur helst at siga eitthvørt eisini. Øll vitjandi fara at hava mø-guleikan at kunna seg eitt sindur um hvat brúkarar okkara fáast við, og síggja hvussu tey trívast í umh-vørvinum her.

Vit hava sent nógvar innbjóðingar út afturat ti at tiltakið er lýst sum al-menn móttøka, so vit rokna við nógvum fólki á vitjan, kaffi, te og eitthvørt aftur-við verður sjálvandi eisini á skránni og harafturat vara vit at vísa fram, nakað av tí sum brúkararnir á ver-kstaðnum framleiða, sigur Elin Nora Reines frá Ver-kstaðnum á Brekku at enda.

VERKSTAÐURINÁ BREKKU25 ár

Dagurin skal haldast, siga tey á Brekku og tíðin er sett til 5. September ímill-um kl. 14.00 og 18.00, tá húsið letur upp fyri øllum, sum hava hug at vitja.

Elin Noru Reines

Page 10: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 201310

MótasteypiðFríggjakvøldið var finalan hjá U17 gentum. KÍ vann 3-2 eftir longda leiktíð. Tað var Hervør Olsen, sum í longdu leiktíðini avgjørdi til fyrimuns fyri KÍ. Málini í vanligu leiktíðini hjá KÍ skoraðu Evy á Lakjuni og Hervør Olsen, meðan Jen-sa Olsen og Kára Jarnskor skoraðu fyri Víking.

Thomas Dam Intersport steypiðSeinni spældu U18 dreingi-rnir. KÍ var stórfavorittur móti EBS/Skála, men dy-sturin bleiv nógv javnari enn væntað. Eivin Søren-sen legði KÍ á odda í fyr-ra hálvleiki, men Teitur K. Johansen javnaði eftir mistak frá KÍ málverjanum til 1-1 í seinna hálvleiki. 1-1 helt sær dystin út og tí skuldi longd leiktíð til. Har gjørdi ein misskiljing mil-lum EBS/Skála málverjan og verjuleikara, at Bárður Hansen kundi trilla bóltin í eitt opið mál. Og móti endanum avgjørdi Jóannes Bjartalíð dystin, tá hann í skjótálopi rak framvið EBS/Skála málverjanum og trillaði bóltin í málið til 3-1, ið var endaliga støðan.

Eilif Arge steypið

Leygardagin vóru so hinar finalurnar. U14 genturnar hjá KI spældu móti B68/NSÍ. KÍ var í serklassa be-tra liðið og spurningurin var bara, hvussu stórur sigurin skuldi vera. M.a.

brendu tær brotsspark og eisini stóðu leikarar fyri opnum máli uttan at fáa mál. KÍ vann dystin 5-0. Málini skoraðu Evy á Lak-juni (2), Tórunn Joensen (2) og Tóra Eliasen.

Kvinnurnar enn einaferðFjórða árið á rað vunnu KÍ kvinnurnar steypafinaluna. ÍF var mótstøðuliðið og hóast KÍ vikuna framma-nundan vann 12-0 í Klaks-

vík móti ÍF, so bleiv fyrri hálvleikur rættuliga javnur. Men móti endanum fekk KÍ tvey mál og í seinna hálvleiki koyrdu KÍ kvin-nurnar ein tryggan sigur heim. Endaliga úrslitið var

5-1. Málini hjá KÍ skutu Rannvá B. Andreasen(3), Malena Josephsen og An-nika Petersen.

K Í VA NN 4 S T E Y PA K A PPING A RKÍ var mest vinnandi felagið, tá steypafinalurnar í fótbólti vóru á Tórsvølli síðsta vikuskiftið.

Jákup Ósá

U14 gentur. Aftast frá vinstru: Eyðvør Klakstein (venjari), Tóra Mohr, Masa Kallsberg, Tórunn Joensen, Marjun á Lakjuni, Erla Christiansen, Amanda Johannessen og Jógvan Sámal Heldarskarð (venjari). Mittast frá vinstru: Elisa Heldarskarð, Tóra Eliasen og Evy á Lakjuni

Fremst frá vinstru: Sonja Sirdal og Jetta Svøðstein

U17 gentur. Aftast frá vinstru: Bára S. Klakstein (venjari), Rósa Johannessen, Erla Christiansen, Ása Klein Olsen, Tóra Mohr, Helga Østerø, Kristina Rasmussen, Evy á Lakjuni og Katrina Akursmørk. Fremst frá vinstru: Hervør Olsen, Jansy Jacobsen, Gudny Johannessen, Annika M. Arge, Tina Joensen, Elisa Joensen, Esther Dalsgaard og Paula L. Joensen.

U18 dreingir. Aftast frá vinstru: Oddur Olsen (hjálparvenjari), Archibald O. Black (maskottur) Erik Nielsen (høvuðsvenjari), Jóannes Bjartalíð, Tórur Justesen, Jákup Pauli Ziskason, Poul N. Mikkelsen, Mikkjal á Bergi, Ari J. Olsen, Bárður Hansen, Steinbjørn Olsen, John Daniel Gudjonsson og Regin Sivertsen (hjálparvenjari)

Fremst frá vinstru: David Langaard, Kjartan Jacobsen, Andrias Frederiksberg, Eivin Sørensen, Fríði Sigurðsson, Osvald á Marknagili, Jóannes Danielsen og Sølvi Fossdalsá.

Page 11: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013 11

U17 gentur. Aftast frá vinstru: Bára S. Klakstein (venjari), Rósa Johannessen, Erla Christiansen, Ása Klein Olsen, Tóra Mohr, Helga Østerø, Kristina Rasmussen, Evy á Lakjuni og Katrina Akursmørk. Fremst frá vinstru: Hervør Olsen, Jansy Jacobsen, Gudny Johannessen, Annika M. Arge, Tina Joensen, Elisa Joensen, Esther Dalsgaard og Paula L. Joensen.

U18 dreingir. Aftast frá vinstru: Oddur Olsen (hjálparvenjari), Archibald O. Black (maskottur) Erik Nielsen (høvuðsvenjari), Jóannes Bjartalíð, Tórur Justesen, Jákup Pauli Ziskason, Poul N. Mikkelsen, Mikkjal á Bergi, Ari J. Olsen, Bárður Hansen, Steinbjørn Olsen, John Daniel Gudjonsson og Regin Sivertsen (hjálparvenjari)

Fremst frá vinstru: David Langaard, Kjartan Jacobsen, Andrias Frederiksberg, Eivin Sørensen, Fríði Sigurðsson, Osvald á Marknagili, Jóannes Danielsen og Sølvi Fossdalsá.

1.deild kvinnur. Aftast frá vinstru: Aleksandar Djordjevic (venjari), Tove Sólheyg, Annika M. Arge, Ragna B. Patawary, Ann Stauss, Ása K. Olsen, Annika Petersen, Maria K. Thomsen, Laila Pætursdóttir, Sigrun Sirdal, Eyðvør Klakstein og Heri Ellingsgaard (liðleiðari). Fremst frá vinstru: Paula Mikkelsen, Katrina Akurs-mørk, Gudny Johannesen, Malena Josephsen, Ása K. Thomsen, Monika Biskopstø, Hervør Olsen, Sigrid Jacobsen, Bára S. Klakstein og Rannvá B. Andreasen.

Page 12: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 201312

Page 13: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013 13

Page 14: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 201314

Saman við justitsminista-rinum vóru embætisfólk og leiðandi starvsfólk innan

løgregluna í Føroyum.Símun Gullaksen vísti te-

imum bygningin og greid-

di annars frá tí søguliga og dagliga virkseminum í Gamla Seglhúsinum.

Eftir hetta fingu tey vitjandi sær ein bita, áðrenn farið var víðari.

D A N S K I JU S T I T S MINI S TA RIN V I TJ A R G A ML A S E GL HÚ S I ÐTýsdagin hevði Gamla Seglhúsið vitjan av tí danska justitsministaranum Morten Bødskov.

SÍ FLEIRI MYNDIR Á W W W.NORDLYSID.FO

Page 15: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013 15

Leygardagin kl. 17.00 møtast KÍ og TB til eitt slag av lagnudysti í Klaks-vík. KÍ liggur á 8. plássi og hava 5 stig niður til TB á 9.plássi. Samstundis er het-ta dysturin, har fyrrverandi KÍ venjarin Páll Guðlaugs-son á fyrsta sinni skal spæla móti KÍ eftir at samstarvið millum partarnar steðgaði í summar. 7 umfør eru eftir at spæla í Effodeildini, so dysturin hevur avgerandi týdning.

Trívist væl í TBPáll hevur nú verið í star-vinum í TB í góðar tvær vikur og hann sigur, at ho-num dámar væl har suðuri. Hann hevur verið venjari ein dyst, tá liðið tapti 1-0

móti TB. Hann var rímuli-ga nøgdur við dystin bur-tursæð frá úrslitinum.

-Vit spældu kanska ikki so væl, men tað gjørdu ÍF

heldur ikki Men í mun til hvat vit løgdu í handan dystin, so burdu vit havt fingið minst 1 stig burturúr honum. At kunna trýsta ÍF

í 90 minuttir er tekin um dygdir, men fyri tað mesta bleiv tað bara hornaspørk og fríspørk, sigur Páll Guðlaugsson við Norðlýsið.

Hann staðfestir, at TB nú má til at fáa stig. Um tað er síðsta útkall leygardagin veltst um, hvussu hini úrs-litini vera, sigur hann.

Eingin framgongd í KÍTá vit spyrja Páll, hvat tað kann skyldast, at søgurík feløg sum KÍ og TB hava koyrt so illa í longri tíð, so er hann heldur fáorðaður.

-Eg havi mína meining um, hví tað hevur gingið so illa hjá KÍ, men henni fari eg ikki í bløðini við. Fólk hava tosað um síðani juni, at gongdin er vend í KÍ. Eg síggi so ikki nakra vend. Eg siti beint nú við KÍ-HB dy-stinum seinast, og har síggi eg onga framgongd. Hjá TB hevur verið nógv útskifting

frá í fjør og har hava nýg-gju leikararnir kanska ikki fingið tað fram, ið teir eiga at megna, sigur Páll.

Strævin dysturPáll dugur illa at meta um, hvat fyri dyst vit kunnu vænta okkum leygarkvøl-dið.

-Eg vænti tað verður ein strævin dystur. Sum tað sær út nú, so verður eisini ringt veður, sum man kann rokna við um hesa árstíðina og tí kann tað blíva tilvildarligt. Men eg gleði meg at koma aftur til Klaksvíkar og vænti at blíva væl móttikin, sigur Páll Guðlaugsson við Norðlýsið.

GUÐL AUGSSON: EG SÍGGI ONGA FRAMGONGD HJÁ KÍPáll Guðlaugsson sigur undan lagnu dystinum í Klaksvík leygarkvøldið, at hann ikki hevur sæð nakra framgongd hjá KÍ, síðani hann fór úr felagnum.

Jákup Ósá

Page 16: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 201316

LIÐUGT AT REISANýggju húsini hjá Vimu og Jóannes Leivsgarð á Nólsoyar Páls gøtu eru nú reist.

Page 17: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013 17

Týsdagin 27. august kom stórur kranabilur og lyf-ti aðra helvtina av tak-konstruktiónini við kvisti niður á vegin. Síðani vóru

síðirnar reistar og restin av byggitilfarinum, plátur, lektir og vindeygu lyfti inn á gólvið - og hin takkon-struktiónini við kvisti lyft-

uppá.So tað gekk skjótt og læt-

tliga fyri seg at reisa eina heila hædd og seta spettur-nar á og alt passaði sum fó-

tur í hosu.Bjarma og maðurin,

Jóannes Leivsgarð stóðu spent og hugdu at, saman við øllum hinum mongu,

sum steðgaður á at hyggja at.

Niðara hæddin verður handil og kaffistova, meðan ovara hæddin eru tvær

íbúðir við stórum svala og frálíkum útsýni yvir móti miðbýnum

Tekst og Myndir: Dávur Winther

LIÐUGT AT REISA

Page 18: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 201318

Page 19: Nordlysid nr 29 2013

NR. 29 HÓSDAGIN 29. AUGUST 2013 19

Víkingur-NSÍVíkingur og Sigfríður Cle-mentsen nærmast ganga á vatninum fyri tíðina. Ein-ki er ómøguligt og liðið vinnur og vinnur. Europa League luttøka næsta ár er longu tryggjað. Men so er spurningurin, um Víkingur eins og í fjør ikki tímir at spæla meira í landskap-pingini ella um teir fara at gera ein seriøsa roynd at fáa heiðursmerkið. Sam Jacobsen verður neyvan heldur keyptur heim til íre-standi dystir, og hann hevur stóran týdning. NSÍ er eitt lið, ið er trupult at gera seg klókan uppá. Men seinastu tríggir landskappingardy-stirnir hava givið 7 stig og hetta er ein avgerandi dy-stur fyri NSÍ, um teir ætla sær at stríðast um seinasta Europa League plássið. Her hava vit ein mistanka um, at steypa timburmenninir í Víkingi fara at spøkja, og tí kann NSÍ fáa stig. Men útfallið av dystinum velst fyrst og fremst um moti-vatiónina hjá Víkingi, ið er trupul at meta um áðrenn dystin. Tipping: 2

ÍF-ABÍF hevur Leiv Joensen le-ikbannaðan, meðan Alek-sandar Jovevic er skaddur. Men sum skilst vera allir útisetarnir keyptir heim til dystin og tað bendur á, at ÍF framvegis trýr uppá FM. AB vinnur ikki á útivøl-li, men dysturin móti B36 seinast vísti, at nú manglar lítið í, at argjamenn kun-

nu vinna á teimum ovaru liðunum á útivølli. ÍF hevur takið á AB í ár og heimav-øllurin ger eisini, at ÍF er mest upplagda liðið at tippa til sigurs. Tipping: 1

EB/Streymur-07VesturEB/Streymur tapti steypa-finaluna fult uppiborið og sjálvt avrikið var als ikki gott nokk fyri eitt lið við so nógvum royn-dum og góðum leikarum. Sum skilst var sama skil á Svangaskarði móti NSÍ

vikuna áðrenn. Tí skylda føroyameistararnir sínum viðhaldsfólkum góð avrik komandi vikurnar, tí an-nars standa teir uttan Euro-pa League fótbólt næsta ár. 07Vestur er vánaligasta liðið í deildini og hevur ei-nans møguleika til stig, um mótstøðuliðið rakar ein av sínum heilt ringu døgum. Her eigur EB/Streymur at kunna reisa seg. Tipping: 1

HB-B36HB er steðgað eitt sindur

upp seinastu vikurnar og hava bara fingið 1 stig bur-turúr seinastu tveimum dy-stunum. Men javnleikurin í Klaksvík føldist nokk nærri einum sigri enn nakað an-nað, tá HB kom aftur eftir at hava verið aftanfyri 3-0. B36 er nógv skert í ver-jupartinum til dystin, nú Tórður Thomsen, Robert Heðin Brockie og Hørður Askham hava leikbann. Men til dystirnar fyrr í ár hevur B36 víst, at teir als ikki ræðast grannarnar.

Mikkjal Thomassen situr helst framvegis við røttu uppskriftini at steðga HB liðinum, men spurningurin er, um verjuparturin ikki verður ov veikur hesaferð móti klárt mest skorandi liðinum í deildini. Tipping: 1

KÍ-TBTað er eftir okkara fatan eingin ivi um, at stóri dy-sturin hetta umfarið er í Klaksvík. Tað eru fleiri orsøkir til tað. KÍ hevur

sunnudagin ikki vunnið í 4 (!!!) mánaðir, ið er 12 dystir, í landskappingini. Men seinastu tíðina hava vit sæð eina framgongd á KÍ liðinum, sum byrjaði við Víkinga dystinum. M.a. hevur KÍ fingið stig móti báðum teimum fremstu liðunum. Hjá TB hevur gongdin seinastu tíðina ve-rið verri, tí TB var leingi bara 3 stig aftanfyri KÍ, har aldursforsetin nú er 5 stig aftanfyri umframt eina nógv verri málúrtøku. TB hevur tapt 7 dystir á rað. Tí er hetta helst seinasta útkall hjá TB í Effodeildini 2013. Páll Guðlaugsson skal bjar-ga TB og hann skuldi verið tann persónurin uttanfyri KÍ, sum kennir KÍ liðið best. Tað skuldi verið ein fyrimunur fyri TB, sum annars ikki hevur vunnið í Klaksvík síðani 1987. Het-ta er ein trupul dystur at meta um, tí TB fer at leggja óvanliga nógv fyri í síðstu royndini at bjarga sær, og teir hava uttan iva eina stóra áskoðarafjøld við sær leygarkvøldið. Hjá KÍ letur verjuparturin vanliga minst 2 mál inn og tá røkka máli-ni hjá Páll A. Klettskarð sjáldan til stórvegis av sti-gum. Men KÍ er á heimav-ølli og hevur meira kvalitet á liðinum enn TB. Tí kop-par trupla tippingin til fyri-muns fyri KÍ. Tipping: 1

Jákup Ósá

TIPPING: KÍ SENDUR TB NIÐUR Í 1 .DEILD21 umfar í Effodeildini: Metingarnar hesaferð gera mest burturúr avgerandi botndysti-num í Klaksvík millum KÍ og TB. Men eisini fleiri aðrir áhugaverdir dystir eru á skránni.

Hey okkara fittu badmin-tonleikarar og foreldur. Nú fara vit aftur undir at ven-ja, og vit gleða okkum, at síggja tykkum aftur:-) Vit hava tilmelding tann 05-09-2013 frá kl 1600-1800, og tað er sjálvandi í Bad-mintonhøllini: Kostnaður fyri at gerast limir og at venja eru at finna á ” kbf.fo ”undir ” felagið ” og so ”gjald”. Vit taka einans reiðan pening.

Vit hava eisini fingið nýg-

gj klæði til komandi vetur. Tey kunnu síggjast, passast og bíðleggjast hendan dagin fyri ein heilt serligan prís. Vanligur prísir fyri spæla-rabúnan og joggingdrakt børn er 895, men hendan dagin fáa tit alt hetta fyri einans 500 kr. Tey vaksnu fáa alt fyri 600 kr. Myndir eru av klæðunum eru á ” kbf.fo ” undir ” Myndasavn ” og so” nýggju klæðini ”

Vit bjóða frukt, kaffi og saft tilmeldingardagin. Vit

seta eisini netini upp, so tit kunnu spæla eina løtu, um tit hava hug. Vit vóna at nógv møta upp, og sigi ei-sini vinum og kenningum frá, øll eru hjartliga væl-komin. Venjingin byrjar aftur frá viku 37, tað er mánadagin tann 9 sep.

Vinarliga KBF

NÚ BY RJA V IT A F TUR!

Page 20: Nordlysid nr 29 2013

PRENT: PRENTMIÐSTØÐIN / ÁBYRGD: OLIVER JOENSEN BOX 58 - 710 KLAKSVÍK - TEL. 456285 - [email protected]